Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mai 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 87 - 8. mai 2003 Alt bendir á, at Rúni Elttør ístaðin verður leikarin, sum skal spæla á vinstra bakki í B36 FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Dimmalætting skrivaði í gjár, at tað eftir øllum at døma var so, at Arnbjørn Danielsen nú skiftir til B68. Tíðindini vórðu mest sum váttað av formanninum í B68, Niklas Davidsen, og mikumorgunin kundi leik- arin so eisini sjálvur váttað hesum. - Tað er soleiðis, at eg ætlandi flyti inn aftur á Toftir í næstum, og tí er tað sjálvandi lættast hjá mær, um eg so eisini kann skifta felag. Hetta havi eg tosað við leiðsluna í B36 um, og tað letur so ikki til, at teir á nakran hátt vilja leggja mær forðingar fyri, sigur Arnbjørn, sum víðari legg- ur dent á, at hetta als ikki hevur nakað við viðurskift- ini hjá sær og B36 at gera. - Tey hava altíð verið góð, og tað rokni eg eisini við at tey verða framyvir. Seinasti dysturin, sum Arnbjørn leikti fyri B36 var 2. páskadag ímóti HB. Ætlandi skuldi hann eisini vera við, tá B36 sunnudag- in skuldi spæla fjórðings- finalu móti EB/Streymi, men tann dysturin varð út- settur, og sjálvur varð Arnbjørn eisini skaddur í fríggjadagsvenjingini, so tað verður nú av ongum. Hetta merkir, at hann kann spæla við B68 frá og við øðrum leikumfari í lands- kappingini. Rúni ístaðin Einki er at ivast í, at hetta er ein góður styrkur hjá toftamonnum at fáa, men líka so lítið er at ivast í, at tað fyri B36 er ein missur av teimum stóru. Arnbjørn hevur seinnu árini talst millum mest virdu verju- leikararnar í føroyskum fótbólti, og einstakar dystir í landsliðsbúnanum er tað eisini vorðið til. Tann sein- asti av hesum í fyrsta dyst- inum hjá Henrik Larsen sum landsliðsvenjara. Maður kemur tó í mans stað verður sagt, og í B36 tykjast teir longu hava lagt uppfyri, at Arnbjørn ikki verður í hópinum framyvir. Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Rúni Elttør ikki long- ur verður at síggja í KÍ. Sagt varð, at tað enn ikki varð avgjørt, hvat nýggja felag hansara var. Nú er tað tó staðfest, at B36 verður nýggja felagið hjá Rúna. Kristian á Neystabø, formaður í B36, váttar, at Rúni Elttør nú verður í B36, og at hann ætlandi skal koma inn á plássið hjá Arnbjørn Danielsen. - Rúni vandi við okkum í gjár, so hann er mest sum blivin ein partur av liðnum. Enn kann hann tó ikki spæla, tí tað er ov stutt frá- liðið, síðani hann leikti seinasta dystin við KÍ, men tað markið er so lokið við landskappingarbyrjan. Við hesum er sostatt líkt til, at B36 hevur tryggjað sær ein kompetentan av- loysara á plássinum. Sum nevnt, so hevur Arnbjørn í fleiri førum verið í lands- liðshitanum til júst hetta plássið, og eftir góða árið í fjør, hevur Rúni eisni í fleiri førum verið heilt nær sama hita. Arnbjørn til B68 Hetta er á fyrsta sinni, at kappingin verður hildin í høllini á Rituvíkshálsi FIMLEIKUR Páll Holm Johannesen FM kappingin í reiðskaps- fimleiki verður um viku- skiftið í høllini á Rituvíks- hálsi. Seinasta vikuskiftið var FM-kapping fyri dreingir og gentir upp til sjeynda flokk, og hetta vikuskiftið skulu teir eldru fimleikararnir royna seg. Hetta er á fyrsta sinni, at FM í reiðskapsfimleiki verður hildin í høllini á Rituvíkshálsi. Fimleikarar- nir lata sera væl at høllini, sum er vælegnað til reið- skapsfimleik. Tað er fim- leikafelagið Støkk, sum leigar høllina frá virkinum FJM. Fimleikafelagið úr Runa- vík var í hølistrupulleikum, og avtala fekst tí í lag við FJM um leigu av høllini. Síðan januar mánað hevur Støkk vant í høllini. Sein- asta vikuskiftið var fyrsta kappingin hildin í høllini, og bæði áskoðarar og fim- leikarar vóru stak væl nøgd við umstøðurnar. Høllin gevur møguleikar hjá fimleikarunum at kapp- ast í beinsving og rekk, sum ikki eru vanligar greinir í Føroyum, men vanligar í øðrum londum. Helgi verður við Stóri heiðursmerkjaslúkar- in á oyggjaleikum fyri tveimum árum síðan, Helgi Winther Olsen, verður við í FM kappingini um viku- skift-ið. Hann og Høgni Øster eru báðir upptiknir av teirra felagi í Danmark, men Helgi hevur kortini valt at luttaka í FM kapp- ingini. Kappingin í reiðskaps- fimleiki er skipað í tveim- um. Leygardagin kappast bæði gentur og dreingir í fýra amboðum, meðan sunnudagin verður kappast í einum amboði. Genturnar kappast í gólvi, basic line, lopi, biti. Dreingirnir kapp- ast í gólvi, lopi, beinsvingi og ringum. Fyriskipararnir siga, at bert tey størru feløgini hava boðað frá luttøku. Hetta merkir, at tað vera fimleik- arar úr Støkk, Havnar Fim- leikafelag og Ljósinum sum um vikuskiftið fara at kappast um FM heitini í reiðskapsfimleiki. Eftir kappingina sunnudagin verður endaliga kunngjørt, hvørjir fimleikarar skulu umboða Føroyar á oyggja- leikunum á Guernsey. Tað verður plássið hjá Arnbjørn Danielsen, sum Rúni Elttør skal fylla út, nú hann skiftir til B36 FM í reiðskapsfimleiki fyri tey eldru um vikuskiftið Fimleikarar lata sera væl at høllini á Rituvíkshálsi. Hóast hon er virkisbygningur, so er hon vælegnað til fimleik. Um vikuskiftið er høllin á Ritu- víkshálsi karmur um FM í reiðskapsfimleiki fyri tey eldru. Mynd: Savnsmynd C M Y K 32 Nr. 87 - 8. mai 2003 33 Hús ynskist til leigu J & K Petersen ynskir sethús í Tórshavn ella nær- hendis til leigu frá 1. juni. tlf. 315060/217532 e-mail: jkp@jkp.fo Leirvíkar skúli Søkt verður eftir lærarum í tíðaravmarkað størv. • 1 starv 26,5 tímar fyri lærara í farloyvi • 1 starv umleið 20 tímar vegna eftirútbúgving v.m. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2003/2004 og verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærara- felag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 til 27.4. Meira fæst at vita um størvini á telf.264164,443164 ella 443234. Umsóknir við møguligum prógvum og viðmælum skulu vera Skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi týs- dagin 20. mai 2003. Skúlastýrið v/ Jákup Tróndheim 520 Leirvík Lærarar til Viðareiðis skúla Viðareiðis Skúli er ein nútímans skúli, ið innan karmarnar í fólkaskúlalógini raðfestir trivnaðin ovast, síðani læring og umhvørvi. Skúlin hevur eina virkisætlan móti happing: Happing ÚR Viðareiðis Skúla. Í skúlanum ganga komandi skúlaár 50 næmingar, sum verða undirvístir av 5 lærarum, ið mugu duga at skapa virðing og trivnað. Komandi skúlaár 2003/4 tørvar okkum tveir lærar- ar fyri lærarar í farloyvi at undirvísa fulla tíð. Størvini verða lønt í lønarflokkunum 18.1-27.4 smb. avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmála- ráðið. Umsóknir og møgulig viðmæli skulu sendast til Við- areiðis Skúlastýri v. Lenu Heinesen. Freistin at søkja er úti á miðdegi 20. mai 2003. Eru spurningar viðvíkjandi størvunum ber til at ringja á tlf.451193 ella til skúlaleiðaran á tel.451180 og 451054. Viðareiðis Skúlastýri v. Lenu Heinsen FO-760 Viðareiði Skúlin á Fossánesi Søkt verður eftir lærara at undirvísa 15 tímar um vikuna. Starvið er tíðaravmarkað til skúlaárið 2003/2004. Lønin er sambært avtalu millum Føroya Lærarafel- ag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4. Umsóknirnar skulu vera skúlastýrinum í hendi áðrenn 24. mai. Skúlastýrið við Skúlan á Fossánesi v/ John Kára Jacobsen 740 Hvannasund Lærarastørv (vikarar) Sandoyar Meginskúli søkir við hesum eftir 4 lær- arum í tíðaravmarkað starv í skúlaárinum 2003/ 2004 fyri lærarar í farloyvi og lækkað tímatal. Størvini verða lønt sambært avtalu millum Før- oya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokk- unum 18.1 - 27.4. Møguligar umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi tann 23. mai 2003. Skúlastýrið fyri Sandoyar Meginskúla v/ Ingibjørn Eldevig 210 Sandi Avloysarar til Stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin fevnir um alt landið, og hevur til endamáls at veita sosialpeda- gogiska hjálp, fylgi, eftiransan og umsorgan. Har- umframt eru røktaruppgávur, sum eru skipaðar í samstarvi við Heimarøktina. Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin ynskir avloysarar, ið m.a.: • hava eina sosiala og/ella pedagogiskt kunn- aða grundútbúgving og royndir við málbólk- um og/ella arbeiðsinnihaldi úr fyrrverandi ar- beiðum • kunnu arbeiða sjálvstøðugt og einsamøll í heimi brúkarans og samstundis eisini kunna átaka sær at arbeiða í einum øki, har tað ræður um intuitión. • vísa áhuga og virðing og samstundis vera professionellir • eru stuðlandi og hjálpa brúkaranum uttan at taka ábyrgdina fyri lívinum frá honum • eru sterkir – bæði til sálar og likam • kunnu handfara og trívast við einum ar- beiðsdegi, ið einki kann sigast um framman- undan Størvini verða sett 15. juni 2003 ella skjótast aft- aná. Lønar- og setunartreytir: Talan er um frítíðaravloysarastørv innan Heima- røktina og Serforsorgina og roknast má við,at ar- beiðstíðirnar av og á eru skiftandi,dag-,kvøld- og vikuskiftisarbeiði. Løn sambært viðkomandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Umsóknarfreistin er sett til mánadagin 26.05.03, og umsóknir skulu sendast til: Stuðulsfólkaskipanina fyri vaksin Att.: Regin Johansen Eirargarði 2 - 2. hædd Mimir Aðalfundur felagsins verður tann 24.05.2003 kl. 15.00 í høli felagsins. Skrá sambært lóg felagsins. Nevndin Hús til sølu Eini eldri sethús,Tinghúsvegur 37,Tórshavn,til sølu. Húsini, sum eru bygd í 1940, eru í tveimum hædd- um við kjallara. Hjallur er eisini. Grundøkið er 530 m2. Nærri fæst at vita við at ringja til Demmus Hentze, lrs. og Turið Debes Hentze, adv. E. Jalsgøta 1 100 Tórshavn · tlf. 3114650 Skála skúli Søkt verður eftir 2 lærarum í tíðaravmarkað størv skúlaárið 2003/2004. • 1 fulltíðarstarv við 26,5 tímum um vikuna • 1 starv við 10 tímum um vikuna Størvini eru vegna lækkað tímatal, avlopstímar og serligan tørv. Starvið verður lønt samb. avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum 18.1-27.4 Fleiri upplýsingar kunnu fáast frá fyrstalæraranum á tlf. 442118 ella 211360. Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi 28. mai 2003. Skúlastýrið fyri Skála skúla v/ Rosu Prestá · 480 Skáli veitst tú ikki tað? 33