leygardagur 20. februar 1993síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20 Nr. 35 — 20.
FEBRUAR 1993
4% I Lagt
; JF til rættis |
Oddbjørg |
i
Vilsti seydurin
Seyðurin stóð fastur millum tveir klettar
Seyðurin vildi so fegin sleppa burtur frá
hinum lømbunum, hann vildi royna grasið
heilt... heilt har yviri
Men um seyðurin ikki er har sum hirðin vil,
tá er altíð vandi á ferð
Men nú fann hirðin hann, og tók henda
kedda seyðin upp á sínar sterku herðar
Hetta er ein mynd til okkum, um, at tað er
best at vera nær hjá Jesusi, sum er okkara
hirði. Hann veit best. Og um vit loyva Honum
at leiða og hjálpa okkum, so verða vit sjálvi
glað, og vit gleða Hann
Sigvid Jesusidag: Jesus, eg veitat Tu veitst
best hvat er best fyri meg. Takk, at Tu ert min
Hirði, og at eg trygt kann fylgja Tær
|
Á
Mammu okkara
Sannu Hartmann
Jensen
til áminningar
Nú tíðin er fráliðin síðani mamma okkara brádliga
doyði, og legði eftir sær eitt tómrúm, ið torført er at
fylla út, kunnu vit nú sera okkum niður, og við stór
um takksemi minnast tey stóru og ríku minni, Vit
hava um mammu okkara.
Eyri hvønn dag, sum rennur, koma minnini meira
og meira klárt fram fyri okkum, hvussu nógv okkum
varð givið.
Heimið á VALINUM var eitt gott og trygt heim,
mamma var altíð har, hon fjálgaði um okkum, vit
vóru altíð trygg, høvdu vit nakrar trupulleikar so var
bara at fara til mammu. Saknurin er doyvdur nakað,
soleiðis er lívsins gongd, men hann vil ongantíð
verða heilt burtur, hann vil altíð verða har. Saknurin
um eina góða mammu, og ikki at gloyma eina góða
ommu.
Men er saknurin hjá okkum stórur, so er hann ikki
minni hjá pápa. Tey vóru so nær knýtt hvør at øðrum,
pápi var alt samlív teirra ein virkin útróðrarmaður,
tað var hansara lívsstarv, men uttan mun ul nær hann
fór ella kom aftur av útróðri, so var mamma altíð har,
hon stóð honum undir lið, og vísti eitt fyrimyndarligt
samstarv.
Vit hava havt eitt gott heim og við takksemi vilja
vit minnast mammu okkara og við hennar anda vilja
vit gera einsemi hjá pápa innihaldsríkt, við at vitja og
fjálga um pápa og heimið í Valinum.
Tað vildi verið ynski hennara, og vit fara at fjálga
um minnini við sama hjartarúmi, sum hon hevði fyri
okkum og øllum, ið stóðu henni nær, um vit gera tað
so vilja minnini ongantíð kámast burtur.
Góða mamma, takk fyri tað tú var fyri okkum, og
Í |
fyri tað tú legði eftir teg.
Hvíl í friði
Ruth - Elisabeth og Sonja
Minnisrit um
Odd Simonsen
OR 6 ;* í >
Stutt undan adventini andaðist Oddur Simonsen,
bert triatifimm ára gamal. Hóast Oddur var álvars-
liga merktur av teirri sjúku, sum seinasta heystheyði
fingið fastatøkur á honum, kom tað sum ein dyggur
hvøkkur, tå deyðsboðini bórust 21. nov
At tað aftur longu nú, bara gott fimm ár efur at
okkara góði vinur og starvsfelagi, Jógvan Greger-
sen, eins og Oddur mátti lúta fyri eini líknandi
hervuligari sjúku bara triatisjey ára gamal, tykist
ófatuligt fyri okkum allar.
Taðkennist so meiningsleyst, at fólk í besta blóma
so brádliga verða tíkin úr teirra lívsleið. Hetta á-
sanna vit, sum dagliga starvaðust saman við Oddi,
og kendu hansara lætta lyndi og ta positivu ávirkan,
hansara medferð hevði á tað arbeiðspláss, sum vit
allir vóru felags um.
Oddur hevði seinastu trý árini starvast sum lærari
á Tekniska Skúlanum í Havn. Hansara serliga eyð-
kenni var tað hjálpsemi, ið hann sýndi mótvegis
sínum næmingum og starvsfeløgum. Hann var sera
beinasamur at heita á, var ongantíð í frið. Hann tókst
altíð viðeitthvort.. Tað, at hann var so beinasamur at
heita á, var í veruleikanum bert eitt eyðkenni fyri
hansara verumáta, tað at vera ærligur í verki.
Ongin óraði, at nakað ålvarsligt var áfatt við Oddi,
tá vit skiltust undan summarfrítíðini í fjør. Tað kom
ti sum ein kaldur gjóstur, tá vit frættu stutt eftir
Olavsøku, at hann var innlagdur við ålvarsligari
sjúku.
Men allarringast mugu út Wivi og børnini hava
kent tað, tá maður og pápi so brådliga varð tikin frå
tykkum. Vit vita øll, at Oddur hevdi umsorgan fyri
sínum, og at hann arbeiddi trúliga til tess at tryggja
teimum tey bestu korini. Hetta var hansara lívs-
setningur, ein setningur, sum lýsir eina hugsjón, har
næstrakærleikin er tað berandi í lívinum.
Svárur er missurin, men vit gleðast um tey árini
vit høvdu høvi at samstarva við Oddi.
Við hesum fátæku orðum lýsa vit frið yvir minnið
um Odd Simonsen.
Starvsfelagarnir
(| Lesarabrøv |
Áheitan á foreldur í Vági
Nú — føstulåvintsmånakvøld
nærkast og gryludansur ti
verður, vil eisini eg heita á for
eldur at (stórum) smådreing)
um í Vági og fólk í heila tikið
um at gera sítt ú at forða fyri at
syrgiligi endin á dansinum
seinasta ár ikki endurtekur seg
Onkur hevur eisini gjørt vart
við seg í Dimmalætung 18
febr., og vil eg takka viðkom
andi fyri tað. Tó er eitt, eg ikki
kann taka undir við, og tað er,
at farast skal við slíkum fólki,
sum tey sjálvi fara við øðrum
Her eru eg og nevndi bræv
skrivan ikki samdir. Mín
meining er, at einasti háttur at
koma hugsjónum og rørslum
av slagnum ullívs, er attosa og
tosa við tey og aftur tosa. Tí er
tað í hesum før serliga foreldr
ini, sum mugu taka ábyrgdina.
Småbørnini skilja jú ikki altid,
hvat tað er tey gera, og tey
kunnu lættliga verða sær sjálv
um og ðrum at skaða, verður
ikki ansað eftir.
Tad er tó vid vón um, at små
dreingirnir av sær sjålvum eru
vaknaðir, at hesar reglur verða
skrivaðar, við von um, at teir
sjálvir duga at síggja vandan
við teirra atburði fyri einum ári
síðan. Men um foreldrini eru
tey ringastu at øsa veiku sál
imar, so spyrst einki gott
burturúr.
Fólk plaga at gleða seg mest
ul dansin, tá onkur serligur
dagur er, men skal tað í fram-
tíðini vera so, at fólk ikki tora í
dans av ótta fyri at verða álopin
av trøllvaksnum smádreingj
um, id ikki sleppa av vid sinar
aggressjónir uttan at tradka
onnur, mugu itréttarfeløgini
finna sær adrar hættir at figgja
sítt virksemi.
Ein áheitan á smádreingir-
nar sjálvar: Nýtið tykra hug-
flog, tá tykur lata tykkum í at
fara í grýludans, og latið so
ófrættakendu hvítu kjóla nar
samla dust. Tí tykur mugu ikki
halda, at tað er 27 tilvild, at
eisini ein hetta er ul kjólan;
høvdid må fjalast, tí Ku-Klux-
Klan-limirnir tora ikki alment
at vísa seg sum limir í KKK.
Føroyar eru í stórari búskap
arligari og ikki minst sosialari
kreppu, men eitt er vist: Verða
atgerðir frá Ku-Klux-Klan,
Skinheads ella øðrum líknandi
bólkum gerandiskostur, er
samfelagið sokkið djúpar: enn
nakar nakrantíð hevur droymt
um.
Og latið so allar sudningar í
felag, eins og týskarar, rópa:
Aldrin aftur!
Dansari?