Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-02-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 23. februar 1993síða 17

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 18 Nr. 36 — 23. FEBRUAR 1993 Til skopuningar Vår bygd hevur fostrað eitt ørnaslag, | fegnast tad flygur um nætur. Brått vakna menn til beiskan dag — og ikki gevst eftir ti gætur. | Revurin snildi i bakka hann sat — talar å sinar dreingir. Lat okkum taka tørvandi mat, ådrenn vit verda svangir. Tað herjar á kvinnu, herjar á mann — lat ikki um tykkum fara, tí rovdjórið hevur flesandi tenn — tað grevur í mold og í tara. Takið nú saman bygdarfólk — latið ei soleiðis vera. Verjið um hagan stór og smá, sum tit øll eiga í felag. | Tjaldrið "BYLID + Mækjugøta 18 9 AVGREIDSLA FRÁ KL. 10-15 TIf. 11200 - Fax. 19055 Hyggið her!!! Á okkara selulista uppá 109 ymsar ognir, hús, vinnubygningar og grundøkir, umframt annað, ið ikki er á sølulista, finna tygum kanska tað, tygum leita eftir. Nøkur serliga góð tilboð eru á húsum, har prísurin er sera lágur!!! Heitið á okkum viðvíkjandi: / Keyp/sølu / Figgjarspurningum / Utleigan/umsiting Ráðgeving Til solu Skrivstovuinnbúgv av ymsum slagi og nakað av møblum til sølu fyri hálvan pris! Alt sum nytt. Opið eisini frá kl. 15.00-20.00, Í KVØLD, 23. febr. 93, har tygum eru vælkomin at støkka inn á gólvið hjá okkum!!! "BYLID I Havn: I Klaksvik: Tf. 11200 - Fax. 19055 Tit. 55674 Månad —friggjadag Månad —friggjadag kl. 10—15 10-15 Seinasti bóndin Tidindabladid CS) uppi i Bud farin Á nýggjárinum fingu vittey tungu boð, at Jóan Jacob Joensen, Jóan Jakku í Koltri, var deyður, hóast aldurin ikki var so serliga høgur — hann var komin midskeidis i 60-ini. Nú kendi eg húsbónda- fólkini uppi í Búð frá barni av. Hetta vóru stak fólk, sum øll, ið komu nær uppat teimum, komu at halda av fyri lívið. Sjálvur kom eg út í Koltur at vera alt summarið 1956. Vit fóru tá báðir bróðir sum >hoykonur< hjá Jóan Jacobi og Hansinu móður hansara. Tað summarið hendi eisini tað, sum fyri okkum var sera spennandi — júst tað, at Jóan Jacob fekk vitjan av eini ungari gentu. Hetta var Ása úr Nólsoy. Tey høvdu hitt hvert annað nakað frammanundan og vóru trú- lovað. Vit vóru fleiri summar og ofta í fjalltíðini við uti i Koltri hjá húsbóndafólkun- um uppi í Búð. Seinasta summarið var systir okkara eisini við. Sambandið millum okk- ara heim og fólkið uppi í Búð knýtti vinabond fyri lívið, og tað heldur fram inn í nýggja ættarliðið. Hesi trý húsbóndafólkini í Koltri eiga ein stóran lut í menningini í mínum upp- vøkstn. Tað, sum eyðkendi tey oll, hóast so 6jøvn av lyndi, sum menniskju næstan kunnu vera, var virðingin fyri tí, tey umgingust. Ikki minst dugdu tey at fáa okk- um småbørn at kenna, at tað var virði í okkum sum ar- beiðskraft, uttan at leggja byrðar á okkum, sum vit ikki maktaðu. Tey dugdu saman og hvør í sínum lagi at taka okkum við í daglig- dagin. Tey greiddu okkum frá á sín serstaka milda hátt, hvat tú kundi loyva tær at taka tær fyri í tí vandafullu og viðkvomunatúruni. Men tá tað var sagt, So høvdu tey fult álit á, at tú hevði tikid tað í fullum álvara og handl- aði hareftir. Hetta var bæði galdandi fyri spæiið í damminum uppi við eggina á Eiðinum, í fjøruni í bygd- ini og vestanfyri, og tað var ikki minni galdandi fyri, at vit fóru vandaliga fram, tá hugt var at ternueggum og ungum úti í Byrgi. Tú kundi aldri droymt um at trossa0 tað, tey høvdu sagt, ti tu visti. attey høvdurætt, og tú visti, at tey kravdu ongantíð meir av tær, enn tað, ið var neyðugt, rætt og rímiligt. Jóan Jacob var ein spak- førur, vinarligur og raskur skilamaður. Hann hevði framúr evnir at fara um kríatúrini. Tað var hugvekj- andi at uppliva, hvussu kålvamir flokkaðust um hann, tá hann var í eygsjón. Hann legði eisini ótrúliga orku og tid í at rekja kríatúr- ini væl. Hann sat m.a. huga- liga og skar døgurdaavlop í so smáar bitar, at kálvarnir kundu fáa tað sum ískoyti til mjólkina, tá teir vóru nóg stórir til tað. Hann var eisini ein stak røkin maður. Í Koltri er meginparturin av bønum teigalendi, og ti er eitt ótal av bakkum. Tað kom ongantíð fyri í mínari tíð út í Koltri, at Jóan Jacob lætnakran bakka standa eft- ir éslignan. Eisini tað legði hann niður í okkum, at vit eiga altíð at fara væl um na- túruna. Løturnar á teigun- um, meðan bakkarnir vórðu snøggadir summarkvøldini, véru mangan hugnaligar. Jéan Jacob var altid fullur i søgum og frásagnum, meðan vit lærdu okkum at føra líggjan so neyvt og snøgt sum meistarin — Jéan Jacob. Nú var stilt og fridar- ligt — eingin larmandi slái- maskina — bert ljóð av fugli og onkrum vågabåti, sum kom suður at dyrgja. Jú, Jóan Jacob var tann spakføri, mildi, arbeiðs- sami og skilagóði bóndin og menniskja, sum einki læt til tilvildina, men sakliga við- gjørdi hann tað, sum stóða skuldi takast ul. Hansara sereyðkenni var virðingin fyri ødrum, natúru, dýrum, vaksnum fólki og børnum. Vit í okkara heimi fara at minnast Jóan Jacob, Ásu og Hansinu við virðing. Hesi menniskju góvu okkum so nógv við á vegnum. Vit ivast onga løtu í, at tit, sum sita eftir vid sakninum um hesi skilafólk úr Koltri, hava fingið ein førning, sum á ongan hátt kann sigast við orðum, men sum er góð ballast víðari fram á lívs- leiðini. Friður veri við minninum um Hansinu, Ásu og Jóan Jacob i Koluri. Við virðing Hans