Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-02-25, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. februar 1993síða 18

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sida 18 Nr. 38 — 25. FEBRUAR 1993 Havnar Klubbi Í nýggja glæstri- org Tíðindablaðið ESF) Stóra veulsluhøllin, ið verður leigad út Mynd: Diml/Thomas Gamli klubbin var í ringum standi, og mátti rívast nið- ur kortini. Tí varð gjørt av at byggja uppí og geva elsta klubba landsins nýggjan og snotiligan bygning at vera í fyri 13,5 milliónir krónur Havnar Klubbi er nógv tann elsu í landinum — skjótt 200 ára gamal Júst nær klubbin varð stovnaður, er eitt sindur ógreitt, men nógv bendir á, at stovnandi fundurn varð hildin 28. oktober 1799, sigur Sverre Egholm, ið er ein av søgukønastu klubba- limunum. — Klåvus i Lund kallaðist maduri, ið yrkti négvar klubbasangir, um framt at hann gav sangir og yrkingar út í bók. Undir ein um av sangum hansara er viðmerkt soljóðandi: >Biev sunget ved Klubbens første Møde i Enchsens Huus 28nde october 1799« Hetta sokallaða Erich- sens Huus hevur helst verið áQuillingsgarði, viljamenn halda. Yrkti um kapp við Nólsoyar Páll Klávus í Lund doyði í 1815, men legði sum sagt almikið eftir seg — millum annað kappyrkti hann eina- ferð við Nólsoyar Páll. Men funnir eru eisini aðrir klubbasangir, ið eru eldri — frá onkuntíð fyrri í 1790-árunum, sigur Sverre Egholm. — Kortini er sam tykt, at dagurin 28. oktober skal haldast sum tødingar dagur klubbans I dag eru umstødurnar hjá Havnar Klubbar aðrar, enn tær vóru fyri 200 árum síð ani. Utbyggingin av hølun um er júst komin á mál, og hevur Havnar Klubbi nú fingið um 900 nýggjar fer- metrar í fimm hæddum. Ovasta hæddin er bert fyri klubbalimir — har er fimm- ari og annað, ið bert limirnir hava atgongd til, meðan, hæddin nidiriundir rúmar stóru veitsluhøllini, ið tekur 350 fólk til borðs, stórum køki, kongasalinum og ødr- um hølum. Tríggar tær niðastu hædd- irnar í nýbyggingini eru so ætlaðar at leiga út, men her er straks verri vorðið, tí enn er eingin leigari funnin. Hølim standa tóm enn, og sum er hava vit fleiri fyrispurningar, tóat einki er heilt konkret í løtuni, sigur Kun Hansen, formaður i Havnar Klubba Sjálvandi er tað ein sera keðilig stóða at koma í, ong ar leigarar at fáa, men vit rokna tó ikki við, at tað verður so galið kortini við tí. Men skuldi nú tað hent, at vit als ongan leigara fáa, og tað sær út til, at vit ikki megna at standa fyri hesum, nú er komið aftrat klubb- anum, má ein aðalfundur taka stóðu til, hvat gerast skal. Men sum sagt vænu eg ikki, at tað fer at verða nakar trupulleiki av tí soleiðis beinanvegin. Tær triggjar hæddirnar, ætlanin er at leiga út, eru ikki innrættaðar enn. Tað verður gjørt efur teimum ynskjum, møguligir leigar- ar koma at hava. Talan er um at leiga út til skrivstovu ella liknandi endamål Snotiligur bygningur Nyggi bygningurin hjå Havnar Klubba er snouligur pg vakur, og her er pláss fyri virksemi av ymsum slagi Og ikki er tað so líuð, ið hendir í Havnar Klubba eft ir einum ár. Har verður spælt billard, kort og annað Millum annað eru fleiri far- in at dansa gamlar dansir. Árliga eru eisini fimm stórar veitslur í klubbanum, umframt at húsið frá 1. mars fer at vera opið hvønn dag í vikuni. Áður hevur eitt nú ikki verið opið fríggja- kveld. Limirnir í Havnar Klubba eru tilsaman um 550 í tali, og er limatalið vaksandi, umframt at tendensurin fer tann vegin, at tað eru flein og fleiri yngri fólk, ið gerast limir. Tá sagt verður fólk, mein- ast tað altíð við mannfólk, tí konufólk hava bert atgongd sum makar í sambandi við veitslumar í klubbanum Hetta er ein mannfólka klubbi burturav! Så Fann dagur upprennur neyvan, at kvinnur gerast limir her, heldur Flemming Samuelsen, næstformaður Eitt uppskot um tað verð ur felt á aðalfundi hj. — | urt Hansen vid ballotatiónskassanum Peri að ; Í > 5 amut 6.4 n næ DN rma mr Kurt MHUaNnSt n f rmadur { 5 Mynd: Kalmar 2 Sverre Egholm í limahølunum.