Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-03-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. mars 1993síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 41 — 2. MARS 1993 Tíðindaskriv frá starvsfólkunum á Almannastovuni: Syndabukkar Í einum politiskum spæll Vit, starvsfólk á Almannastovuni, vórðu í morgun 26. februar 1993, av stjóranum kunnað um, at hann hevði »sagt seg úr starvi< orsakað av vantandi polit iskum áliti á seg sum stjóra á Almannastovuni Fyri okkum kom hetta púra óskiljandi og vit standa spyrjandi í mun til tað, sum hent er. Vit sendu ti beinanvegin skriv til Føroya løgmann og landsstýrismannin í almannamálum, har vit boð aðu frá, at vit í dag væntaðu eina frágreiðing um tað sum hent er. Landsstýrismaðurin í almannamálum greiddi okk um frá at tað, sum kom fram í landsgrannskoðara- frágreiðingini um umsitingina bæði í Tinganesi og á Almannasovuni var so »belastandi«, at politiski myndugleikin mátu gera nakað. Og avgerdin varð, at hevur almannastjórans skuldi falla. Vit vilja gera vart við, at vit eru samd við einum stórum parti av atfinningunum, sum landsgrann- skodararnir koma við. Og vit vilja, sum grannskoð ararnir, vísa á, at ein høvudsgrund til støðuna í al- mannaverkinum er, at politiski myndugleikin ikki er »bevistur« um tað neyðuga í, at umsitingin í Tinganesi og á Almannastovuni fáa fleiri >ressours ur« til tess at tryggja eina betri og tryggari umsiting av lóggávuni Hovuðstrupulleikarnir liggja í sjålvan lóggávuni, sum ikki er »administrerbar«, vantandi útfylling av lógargrundarlagnum við kunngerðum, leiðbeining um o.s.fr., óklárt uppgávubýli, ov fá starvsfólk og 6- tryggum umsitingargrundarlag: yvirhøvur. At fáa hesi viðurskifti í rættlag liggur ikki á Almannaston uni, men á politisku myndugleikunum. Vit meina sostatt ikki, at orsøkin til støðuna innan almannaverkið er at finna á Almannastovuni, men hjá poliusku myndugleikunum. Tommy Petersen skal vita, at starvsfólkið á Al- mannastovuni stendur aftanfyri hann. Vit hava alla tíðina sæð tað ómeguliga í hansara støðu sum leiðari á einum stovni, ið frá byrjan av, orsakað av vantandi politiskum áhuga og vilja ikki hevur tað umsitingar- grundarlag og tey starvsfólk, sum neyðugt er, fyri at umsita lógirnar. Vit åtala, at: vit og viðskiftafólk Almannastovunn- ar verða syndabukkar í einum politiskum spæli, har onkur skal offrast fyri at vaska politiskar hendur (eitt bil). Ein nýggjur stjóri kann ikki loysa trupulleikarnar Tað kunnu bert politisku myndugleikarnir Tíðindablaðið ESF) Marjun Sigurðsdóttir, fyribils stjóri á Almannastovuni: Eitt hakkast fyri Stovnin -Frágreiðingin frá Landsgrannskoðararnum kann ikki vera orsøkin til at Tommy Petersen segði seg úr starvi, heldur Marjun Sigurðsdóttir á Almannastovuni Tað er í lagt, at vit fáa eina atfinningarsama grann- skoðara frágreiðing um Al- mannastovuna, men hon seur bert niður á ávísar mál sum eru viðgjørd, og kann tí ikki lesast einsamøll, sum úrslu av arbeiðinum. Frágreiðingin = sigur einki um arbeiðið sum heild, ið verður gjørt á Al- mannastovuni, og undir hverjum fyritreytum vit ar- beiða. Hetta sigur Marjun Sig- urðsdóttir, sum saman vid Hera Joensen skal virka sum fyribilsstjøri á Al- mannastovuni, til nýggjur stjóri verður settur Umrødda frágreiðing er fyri árið 1991. Leidslan gjerdi vart við Marjun Sigurðsdóttir hevur vend í leiðsluni á Al Mannastovum saman við Tommy Petersen síðani 1987. - Veruleikin var tann, at vit høvdu alt ov fá starvs fólk í arbeiði, at telduskipa- nin var ov vánalig, og at ov få útbúgvin fólk vóru á stovninum. - Vit hava gjørt vart við, at vit hava ov fá fólki arbeiði - T.d. skapti tað stórt ar- beiðstrýst, tá blokkstudulin kom, umframt at uppgávur- nar margfaldaðust, tá Ar- beiðsloysis-skipanin kom. - Nú hava vit fingið betur útbúgvið fólk, og fólk hava fingið eftirútbúgving. Vit hava fingið betri tól og inn- anhýsisreglur at arbeiða eft- ir, sum Landsstýrið hevur góðukið, hóast einki undir- skriva skjal er til. - Alt hetta er gjørt, hóast Almannastovan hevur økt um tænastuna og fingið fleiri arbeidsøkir, men kort- ini er bert 1/2 fólk meira í arbeiði frá byrjanini í 1987 til í dag. - Landsgrannskoðarin setur spurninartekin um ognarupplýsingarnar eru rættar? - Skrásetingarlógin elvir ul nógv arbeiði, ti saman- koyring ikki er loyvd. Loysir ongar trupulleikar Almannastovuna fær upp- lýsingar um viðskiftafólk frá Toll- og Skattstovuni, men vit hava ongan kjans at fara víðari við kanningum um vidurskiftini hjá við- skiftafólki okkara. - Tað loysir ongar trupul- leikar, at Tommy Petersen nú er farin frá, og vit eru samd um, at hetta helst er ein poliusk avgerð, sum als ikki gagnar Almannastovu- ni Hvi segði Tommy upp, tå hann í kundi gjørt meira gagn vid Petersen at vera verandi og fullfígg- a tað arbeiðið, sum nú er í Mín áskoðan er, at polit- ikarar hava givið órealistisk lyfur innan ávísa freist, sum hevur verið ov stutt skotbrá hjá Almannastovu- ni at avgreiða 5. oktober 1991 gjørdi Løgungsins fíggjarneynd avtalu við sosialmálaráðið í Danmark um at Almanna- stovan skuldi grannskoðast eftir reglum, sum líkjast donskum fyriskiftum. Tað er fyri sovíu í lagi, av ti at vit fáa umleið 400 mió. krónur frá danska statinum. Mist stríðshugin - Tí er hendafrágreiðing grannskoðað eftir øðrum reglum enn teir føroysku al- mennu Stovnamir annars vanliga verða granskoðaðir eftir. Stjórin er ikki orsøk til hesar trupulleikar, og tað er avgjørt ein meinbogi fyri stovnin franmeftir, at Tommy Petersen er farin úr - Vit hava øll mist stríðs- hugin, tað er eitt bakkast fyri Almannastovuna og tað arbeiði, sum her skal gerast, sigur Marjun Sigurðsdóttir. Dagny Marjun Sigurðardóttir, fyribils stjóri á Almannastovu- ni: - Tað loysir ongar trupulleikar, at Tommy Petersen nú er farin frá, og vit eru samd um at hetta helst er ein politisk avgerð. sum als ikki gagnar Almannastovuni