Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-03-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 10. mars 1993síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Hans Jórgen Laursen, forstjóri Nr. 47 — 10. MARS 1993 í Fóroya Banka: Samanlegging hevur als ikki verið upp á tal — Tey tíðindi, ið tykjast vera at frætta um Føroya Banka, hava einki upp á seg, og einki hald er í teimum, sigur forstjórin i Føroya Banka, Hans Jørgen Laursen. — Einki av hasum er komið higant Líka síðani fríggjadagin hevur ljóðað fyri vist mill- um manna, at dagarnir hjá Føroya Banka nú av álvara vóru um at vera taldir. Fríggjadagin ljóðaði, at bankin ikki læt uppaftur mánadagin. Men tá hann so korni >óvæntað< læt upp sum vant månamorgunin, varð bert í staðin tosad um, at so varð tað týsdagin, at bankin fór at lata aftur Av tí sama skuldu fólk hava staðið í løngum bíði- røðum í Føroya Banka fyri at fáa alt tað út, ið tey áttu. Í Miðvági varð fortalt, at har varð kontanti peningurin uppi eftir lítlari løtu mána- dagin, so mong ul fånyus fóru at taka út... Men heldur ikki í gjára- morgunin var nakað óvan- ligtat síggja á teimum ymsu deildunum hjá Føroya Banka kring landið — allar lótu tær upp sum vanligt. Alt við tað sama Tá Tíðindablaðið Sosial- urin fyrrapartin í gjár tosaði við Hans Jørgen Laursen, forstjóra i Føroya Banka, hevði hann fyri langan tíð síðani hoyrt tað mesta av slatrinum, ið gongur. Vit hava í morgun ringt ul deildir okkara, og onga- staðni verður sagt frá, at stødan er óvanlig, ella at serliga nógvir kundar eru, ið allir vilja hava pening út, Sigur forstjórin. Við ødrum orðum er alt akkurát sum tað plagar at vera i Føroya Banka. Og eg haldi annars ikki, at vit á nakran hava birt upp undir nakran slatur um bankan ella bankans viðurskifti, ið skuldu verið orsøk ul, at fólk vórðu bangin og handl- aðu i panikki. Vit ei heldur merkt nakað ul sovorðið. Men var ikki alt starvs- fólkið í Foroya Banka kalla saman til starvsfólkafund seinnapartin mánadagin? Nei, her hevur ikki verið nakar starvsfólkafundur við øllum teimum, ið starv- ast í Føroya Banka. Men her hava verið fleiri fundir eisini fríggjadagin, sigur Hans Jørgen Laursen. Talan hevur tó ikki ver- ið um annað enn heilt van- ligar fundir, ið skulu ul fyri at leggja tað vanliga arbeið- ið í bankanum ul rættis Annað er ikki í teimum fundunum, ið hava verið her í bankanum síðstu dag- arnar. Eingin samanlegging Tosið gongur lívliga um, at Føroya Banki og Sjó- vinnubankin skulu leggjast saman hetta er ein av høvudssøgunum í Dimma- lætting, ið gilir, at so verð- ur. Er ein slik samanlegg- ing millum peningasiovn- arnar á veg nú? Nei, eg kann bert fult og heilt avsanna hasi tíðindini. Og læt meg leggja aftrat, at tað hevur einki verið tosað um eina samanlegging mill- um Føroya Banka og Sjó- vinnubankan her — hvørki í nevnd ella stjórn ella á ann- an hátt. Og ei heldur hevur nakað verið tosað millum okkum og Sjóvinnubankan um hesi viðurskifu. Tey eru ongantíð nevnd — ikki so frægt sum í eini telefonsam- rødu. Hatta eru leysatíðindi og einki sum helst annað. Men er ein slík saman- legging ein heilt óhugsandi tanki, ella kundi tað komið upp á tal at lagt Føroya Banka og Sjóvinnubankan saman? Hatta havi eg onga við- merking ul. hj. Tíðindablaðið (37, Fyrrapartin í gjár var friðarligt í høvuds deildini hjá Føroya Banka í Havn. Og for- stjórin, Hans Jørgen Laursen, avsannar ets- ini øll leysatidindini um, at bankin skal vera í versnaðari kreppu ella at hann skal leggjast saman við Sjóvinnubankan. Mynd Kalmar Eitt týðiligt tekin um, at ófriðurin hesaferð í Før- oya Banka mest var at finna í hugaheiminum, er at Føroya Sparikassi ikki hevur merkt til, at nakað serliga nógv fólk hava verið har fyri at seta pening inn, ið tey hava tuikid út í Føroya Banka. — Eg hugsi, at tað er ógvuliga avmarkað, tað vit hava merkt til, at nakar serligur ófriður skal hava verið í Føroya Banka, sigur Eyðun á Rógvu Olsen, stjóri í Føroya Sparikassa. — Og í hvussu er hava vit ikki merkt nakad til tann ófriðin, ið var, tå annar banki (Sjóvinnu- Spari- kassin einki merkt bankin, blåm.) var í so vorðnum uupulleikum Um so var, at fólk nú høvdu hug at drena Før- oya Banka, kundi hugs- ast, at Føroya Sparikassi »arvadi« kundarnar frå Føroya Banka — ella í hvussu er peningin, ið fólk neyvan tora at hava liggjandi undir kodd- anum í hesum døgum heldur. Menhettaer ikki aktu- ella stødan nú, so friður- in á føroyska peninga- marknaðinum verður helst varðveittur — hóast slatur og sleyg kanska meira enn nakrantíð eru størsta hóttanin. bj. Millum alt tað trúliga og ótrúliga, ið hesar síðstu dagarnar hevur verið sagt um Føroya Banka, hevur eisini verið at hoyrt at einasti føroyski stjórin, ið er eftir í bankanum, Niels Juel Nattestad, skuldi verða koyrdur frá. — Eg kann avsanna, at Niels Juel Nattestad er koyrdur frå ella at hann verdur koyrdur Niels Juel ongan veg frå, sigur forstjørin i Føroya Banka, Hans Jørgen Laursen. — Tey somu tidindini hava eisini fleiri ferðir ljóð- að um meg sjálvan, at eg havi skula farið, men enn hevur so held- ur einki verið um tey. Umframt teir báðar er eisini danin Tage Benjaminsen stjóri í Føroya Banka. hj.