mikudagur 10. mars 1993síða 14
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Útskifting
Nú ein dagin ringdi ein maður og segði, at »skifta
åt« er málspilla
ligt, at tað kemur úr donskum (skifte
; er tað ikki ov nógv avgjørt at skýra tað
? Man tað nú vera so galið, at hetta lítla
samansetta sagnorðið spillir málið? Hvat so við
u
øllum utskiftingarnevndunum, skulu tær av-
takast? Christian Matras mundi ikki halda, at
sútskifting= var málspilla, tí hann hevur orðið við
í sínari orðabók frá 1961.
Hvussu skal tann vanligi málbrúkarin vita,
hvat er målspilla? Skal hann kolldøma alt, sum
minnir um danskt? Skal hann aftra seg við at
brúka -býta tit«, tí tað á donskum eitur »dele ud«?
Ella hvussu stórur er spillivandin, tá vit siga
»gjara ut«, »flyta út“, »skelda tit«, sanda út<?
»Spilla ut« kann so ikki vera målspilla, tí tað er
einki å donskum, sum eitur at »spilde ud«.
Um bord å skipi førna teir ut, tå frivaktin er
liðin. Er tað eisini målspilla?
Tað verður møtimikid at skifta øll orð út, sum
líkjast donskum. Ólíka lættari hevði veriðat skift
eina målnevnd út.
n
Vegleiðing
um skatt
Líkningarráð Føroya hevur givið út eitt vegleið-
ingarskriv um skatt og ålikning.
Skrivið er serliga ætlað teimum, sum fáast vid at
álíkn. Skrivið viðger alllar teir vanligu spurningar,
sum koma fyri í líkningararbeiðinum.
Líkningarráðið hevur tær føstu reglugerðirnar og
rundskrivini at ganga eftir, men hesar reglur skulu
eisini tulkast. Í sSknvinum verður greitt frá siðvenjuni
á teimum ymsu økjunum.
Tað eru tó ikki bara líkingarfólk, sum kunnu brúka
vegleiðingarkrivið. Skrivið gevur upplýsingar um
oll sløg av skattaspurningum, Ld. um hverjar inn-
tøkur eru A- og hverjar eru B-inntøkur, um ymisk
sløg av inntøkum, Ld. privatnytslu av stovnsbili,
virði av at hava neytog dey0 0.s.v., um samsýningar ,
um roknskapir, rentufrådråttir, tryggingar, eftirlønir
0.3.
Lesarabrøv
ÉT
Tiðindablaðið CL
Snorhvølpar stórmansliðsins
Svar til Høgna Hoydal,
Ronnie Thomassen, Oluffu
undir Kletti og Jens Christ-
ian Justiniussen:
Tit utisetar, hålvstuderadir
snorhvølpar, sum eins og teir
óroyndu akademikararnir, ið
hava koyrt Føroyar á húsa
gang. halda tykkum vera so
sera, sera klókar. leggja í
Dimmalætting leygardagin 6
mars undirritaði undir at vera
suppi í einum margháttligum
murrikóri, ið hevur skipað seg
við danska Eksuablaðnum og
emi danskan
kvinnu«
Fyri mítt viðkomandi skal
eg upplýsa hetta:
Undirruaði hevur einki
havt vid »Ekstrabladid« at
gera. Eg haldi tó, at hetta blað
er munandi meira álítandi enn
td. Dagblaðið, Fjútandi og
Sosialurin. Hesi blød hava øll
árini lagt alla sína orku í at
koyra gongdina í Føroyum á
alsamt skeivan leiðir, og á út
spillingar av hampafólki. Og
harafturat hevur hitt almenna
figgjad raksturin av hesum
bløðum. »Ekstrabladid« fær í
hvussu so er ongan almennan
fólkaungs
stuðul til utspilling av hampa
fólki
Er nakað skeivt í tí, id und
irritaði segði um grannskod
an landskassans og leiklut
Jógvan Sundsteins í hesi
grannskoðan í donsku sjón
varpssendingini »Indblik« í
november 1992, so vísið mær
á hetta
Eg tori at endurtaka alt tað
eg segði, og nógv, nógv meira
orðum, og ultan al óttast in
jJuriusak
Hóttur fyri at geva rættar
upplýsingar um búskapar-
støðuna
Tá undirntaði við drúgvum
royndum flutu til Føroya á
heysu 1987, fekk undirritaði
efur góðum hålvum ári við á-
litandi hagtølum greiði á uttan-
landsskuld Føroya.
Hetta bleiv ikki lukkuligt
fyri undirritaða. Fleiri hóttanir
komu móti undirritada, eisini
frá landsins stýri. Hesar grovu
hóttanir av ósekum eru m.a. til
skjals í gerðabók landsstýri
sins, og er harvið góðkendar av
fólkavalda løgtinginum, m.a
av Óla Breckmann, løgtings
og fólkatingsmanni.
Undirritaði hevur bara gjørt
sínar = starvsskyldur, sínar
skyldur móti landi og fólki, og
hevur hildið sína tagnarskyldu
Men slíkar menn sum undir
ritaða ræddust hesir gorlakkar
— hóttanir mót ósekum koma
bara av ræðslu. Men teir
ræddust ikki svansarar á Al
mannastovu
grannskoðan
landsstyri
landsins
bankum, í kommunum, osfr
Nei, teir hámeta xvans
sannieikan
Spottadur fyri at geva rættur
upplysingar um rikis-
rætturligu stødunu
Á Irsiðð ru] p ,
SKAPAarsíð0 ú Lirkivin Pie
eiði wn riKiNT
orku í hesa villleiðing. og tók
tað 17 ár at san
mai Við tem PPiYSUk
um, ið eru tøkar frá Pou
Petersen, lu ur ið var við
ilt forarbeiðið nl hei
islogina, fer at bera ul dyggi
Liga al aflurvisa øllum hesum
villleiðing um
Allur sakkunnleiki, ið var
við í 1948, kann valla, al
heimastýrislógin frá 1948 ber
við sær uldelegering av mynd
upgieika ul hEmastyri
principiel er á urt siGE
sum uldelegering av mynd
ugleika til kommunur og am!
ir. Ti hongur danski staturin
síðsta enda upp á lániskuld
ina hjá føroyska heimastyr
inum , herundir kommunun
um. Og tí hevur danski statur
in eisini eina løgfrødiliga eft
irlusskyldu, sum hann tíverri
slept í sekstiárnum
Tá ein danskur fólkatings
limur, Kirsten Jacobsen, kem-
ur á vitjan í Føroyum og biður
undirritaða um eina samrødu,
játti eg sjálvandi at fara, tí so
fái eg høvi til at kunna Kirsten
Jacobsen, MF, um veruleikan
viðvíkjandi ríkisrættarligu
stødu Føroya og donsku
skyldunum
Tit og tykkara líkar forða
mær ikki í at geva rættar upp-
lýsingar
Stórmansliðið og snor-
hvølpar tess ræðast vitan
M kunna fólk um veruleikan
uttan at bróta tagnarskyld-
una, havi eg ongantíð nakað
ímóti, og hetta eri eg eisini før
ur fyri at gera. Hesa kunning
fáa fólk ásýniliga ikki frá eðr-
um, ikki frá politiskt figgjadu
fjølmidlunum, allarminst frá
tykkum
Eg kundi ikki droymt um at
fortalt = Kirsten Jacobsen
slatrisøgur ella tvætl. Og eg
meti Kirsten Jacobsen mun-
andi meira ærliga sum menn-
iskja enn flestu føroysku polit-
ikarar. Men hvat hon sigur og
ger er hennara ábyrgd, og ikki
mun
Eg hevði heldur ikki roknað
við ødrum enn hóttanum, tá eg
greiði føroyingum ella donsk -
um félkatingslimi frá veruleik-
anum um biuskaparstødu Før-
oya ella ríkisrættarligu stóðu
Føroya. Og frå ødrum enn
spotti frå snorhvølpum sum
tykkum.
Føroysku myndugleikamir
vid fyrst og fremst Atla Dam,
Jógvani Sundstein og Finn-
boga Isaksson hava nevniliga
lagt stóra orku niður í hesa at
villleiða um hesi mál! Sama
hava fjølmiðlamir gjørt
L ppstilling til
folkatingsval.
i ein danskur folkatingslim
N Í
ar kann fara soleiðis vi ør
KU? DOUIIKarum Sum
vandi uliar rsøkir li al
«pp ul folkatingsval í
„*
u ul teir flokkar, po
tikarar og fjølmiðlar, ið við
illleiðingum um líki og ólíka
hava koyrt landið á håsagang!
Hervið fáa føroysku veljarar
nir tveir valmøguleikar
(1)
At geva ul kennar mótvegis
umheiminum, at føroyingar
dyggiliga taka undir við tí poli
ukki og teimum poliusku
flokkum, ið hava koyrt landið á
húsagang, og vilja verja hesar
politikarar. Hetta verður sera
einfalt gjørt við at velja hesar
flokkar
(2)
Dyggiliga at geva til kennar
mótvegis umheiminum, at før
oyingar IKKI taka undir við ti
politikki og teimum poliusku
flokkum, ið hava koyrt landið á
husagang, og krevja hesar
poliukarar beinan vegin
drignar til løgfrødiliga ábyrgd
Hetta verður gjørt við at velja
uttanflokkalistan
Av ti at danir síðan seksti
árini hava misrøkt sína løg-
frødiligu eftirlitsskyldu mót
vegis heimastýrinum sum eitt
útdelegerað kommunalt sjálv -
stýri, hava teir eisini skyldu til
at rudda upp í lógloysinum og
at gera hetta við eini dómara
kanning nú beinanvegin
Hetta hevur einki at gera við
birting undir ilvilja móti
nøkrum, men er bert ein stað-
festing
Verður ikki nú einaferð med
alla ruddað upp og staðfest, at
øll eru líka fyri greiðum lóg-
um, býður Føroyum ikki bot
ur. So fer møguligur vinning
ur av olju at geva landi og fólki
uppaftur stórri trupulleikar
einaferð inni í næstu eld.
Latið hampafólk fáa frið.
At enda haldi eg, at út nå skulu
lata hampamannin Absalon
Absalonsen fáa frið. Hann
hevur gjørt Føroyum størri
tænastur enn út hálvstuderaðu
snorhvelpar. Tit hava ongantíð
ofrað nakað persónliga fyri at
tæna áhugamálunum hjá ti før-
oyska fólkinum. Tit eru åtøkir
teimum óroyndu akademikar-
unum, sum hava koyrt landið á
húsagang. Tit hava líka lítið
sum politiskt figgjadu fjøl-
tvæti
Stórmansliðið: Ein lýsing
í góðum samsvari við
veruleikan
I yrking síni >Stórmansliðið<
gevur Hans Andrias Djurhuus
eina lýsing av stóðu Føroya, ið
er betri, meira í samsvari við
veruleikan og ti meira vis
indalig enn tykkara. Tit hava i
royndum vist tykkum sum
snorhvølpar hjá hesum stór
mansliði
Tá stórmansliðið fylgu seg
tå seyg tað fólksins merg
tað ferðaðist á frælsisveg
tá flentu fjøll og berg
So fagurt stórmansliðið kvað
um fosturland og eyð,
og fáur mundi gruna tað,
at hvert eitt kvæðið leyg
Tí Feroyafólk, tú stendur enn
sum alla stund tú stóð
Tað eru tínir kosnu menn
ið súgva merg og blóð
Teir tala væ og siga at
teir vilja bjarga tær
tá neyðin kom, hvør teirra sat
og nerd; bert at sær
>Ég elski teg, eg virði teg«!
so ljóðaði um heyg.
teir virdu mest tó sjálvan seg
tå ørv av boga fleyg
Fávitskut ert tú gamla 1708
tú ruggar ikki rætt
Tú heldur teirra føgru ljóð
í øllum siga satt
Tú raggar tær á rangum ve
tí tað skal standa fast
at tínir kosnu sviku teg
við fyrsta vápnakast
Ti dálin teirra merki er
als ikki frælsis flog.
og hann, ið slíkt eitt merki ber.
ber altíð deyðans boð
Tó ert tú enn av svikum rakt
tann dagur koma man,
tá tað, ið tær í barm var lagt
og gjøgnum øldir brann.
skal smildra berg og sora fjøl
og tváa hold og húð.
og visa: mangir eru tøll,
ið bóru mannaskrúð
Ólavur Christiansen
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
hevur aðalfund í felagshølunum á
Argjum, Argjavegi 26, mikudagin 10.
mars kl. 20.00.
Skrá samb. lógini.
Uppskot um lógarbroytingar og annað,
sum limirnir ynskja vidgjørt á aðalfundi,
skulu vera nevndini í hendi — skrivliga —
í seinasta lagi fýra dagar fyri fundin.
Nevndin
Ea el
íði