hósdagur 11. mars 1993síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 48 — 11. MARS 1993
Ráðini til Palleba frá IMF-ara:
Sleppið ikki vonini
— Tað er so avgjørt ein framtíð fyri tykkum, sum búgva á
hesum klettum. Tað týdningarmesta ráðið, eg kann geva
føroyingum í hesum torføru tíðum, er at hava vón fyri
framtíðina. Hesa vón má hvør einstakur finna innt í sær
sjálvum.
Hetta sigur amerikanski IMF-arin, Eric Clifton, í sam-
rødu við Tíðindablaðið Sostalin.
Hann vísir annars á, at teir tríggir IMF-búskaparfróð-
ingarnir eru hvørki gandakallar ella hava eiheldur nakra
patentloysnir. Teirra uppgáva er at koma við ráðum.
- Vit eru ikki gandakallar
og hava eiheldur nakrar
patentloysnir uppi á tykkara
trupulleikar. Okkara upp-
gáva er fyrst og fremst sum
ráðgevar at veita tykkum ta
ráðgeving, vit eru førir fyri
út frå bakgrund okkara.
Tað kann so verða, at tit
kunnu brúka hesi ráð ella
ikki.
Hetta sigur Eric Clifton,
amerikanski buskaparfrød-
ingurin og ein av IMF-arun-
um.
Tíðindablaðið Sosialurin
tosaði við hann sunnumorg-
unin, tá teir triggir IMF-
ararnir pakkaðu sitt vidføri
å Hotel Hafnia og hildu
leiðina ul Keypmanna-
havnar fyri sidani at fara
víðari til USA.
Eric Clifton er oddamað-
urin av teimum trimum.
Hann hevur tikid prógv
sum búskaparfréðingur vid
lærda háskúlan í Indiana.
Eitt skifti undirvísti hann í
búskapi við Butler Uni-
versity. Hann hevur eisini
arbeitt sum biiskaparfrød-
ingur hjá tjóðarbankanum í
New York. Seinastu 10 ár-
ini hevur hann arbeitt hjá
IMF og hevur serliga tikid
sær av uppgávum í Latín-
amerika.
Seinastu tvey árini hevur
Erc Clifton arbeitt í
Europa, serliga í Eystur-
europa.
Seinasta uppgávan hjá
honum hevur so verið at
kanna føroyska búskapin og
ráðgeva landsstýrinum og
donsku stjórnini, hvussu vit
best koma burtur úr krepp-
uni.
Hetta hevur hann gjørt
saman við suðurkoreanska
buskaparfrødinginum Kye
Sikh Lee og islendska bú-
skaparfrødinginum Birgir
Amasyni
Ikki rætt at
samanbera
Vit spurdu hann um tað er
rætt at samanbera støðuna í
Føroyum viðeittnú støðuna
í flein eystureuropeiskum
londum ella menningar-
londum sum heild!
— Eg haldi ikki tað er rætt
at gera nakra beinleiðis
samanbering. Búskapar-
spurningar eru teir somu
kring allan heim, men sjálv-
andi hevur hvort land júst
sín búskap.
- Eg haldi tað vildi verið
skeivt av mær at sammett
Føroyar við okkurt åvist
land, tí øll lond eru ymisk.
Eric Clifton vónar annars,
at føroyingar kunnu læra av
royndunum onnur lond i
liknandi stødu hava gjørt
sær.
Vit spurdu Eric Clifton,
hvat slag av kreppu talan er
um — er tað Ld. ein struktur-
kreppa?
- Eg havi longu sagt frá, at
Teir tríggir IMF-
ararnir, Kye Sikh Lee,
Eric Clifton og Birgir
Árnasson. Mynd: Kalmar
vit úttala okkum ikki um
serstakar spurningar sum
henda tit her seta mær. Har
má eg bara vísa til tær frá-
greiðingar, sum vit hava
lauð landsstýrinum og
donsku stjórnini.
Skilagott at
selja råvøru
Nú er tað so, at tit arbeiða
nógv í menningarlondum.
Og har hevur ein ta fatan,
at ein av størstu trupul-
leikum teirra er, at londini
útflyta råevni til idnadin í
teimum meira framkomnu
londunum — heldur enn at
gera meira burtur úrrá-
vørunum og útflyta dýrari
Tíðindablaðið (5171)
verur. Tað eru tey, sum
siga, at júst hetta er ein av
orsøkunum til okkara
kreppu!
Spurningurin er ringur
at svara. Flestu lond utflyta
vørur alt eftir, hvat tey fåa
mest burtur úr. Um eitt land
er ríkt upp á råvøru, so haldi
eg tað er natúrligt, at tað út-
flytir råvøru. Eg haldi eisini,
at tá hesi lond menna seg og
økja um sítt virksemi, fara
tey eisini inn í nýggjar fram-
leiðslur, eitt nú ul veruliga
idnadarframleidslu.
Men eg haldi ikki at hetta
at framleiða og selja råvøru
er nakað ringt fyri eitt land.
Um eftirspurningur er eftir
råvørum og tað fæst góður
prísur fyri tær, so kann tað
vera skilagott.
Men fleiri føroyingar
halda, at orsøkin til krepp-
una er júst tann, at vit meira
ella minni hava verið tving-
að ul at selja teimum
multnationalu fyritókunum
í ødrum londum råvøru
heldur enn at gera lidug-
verur!
Eg eri ikki samdur vid
hasi útleggingini og ynski
heldur ikki at tosa meira m
tað.
Men tað eru fleiri fram-
standandi politikarar og
vinnulívsmenn, sum halda,
hetta er høvuds-
orsøkin ul kreppuna!
Eg haldi vit skulu gevast
nú. Tú roynir at fáa tína
egnu meining fram við has
um spurningunum.
Nei, tað haldi eg ikki
Eg spyrji bert um nakað,
sum mangir føroyingar
hugsa og siga. Men lat tað
fara
Vit spurdu Eric Clifton
um stóðan hjá londunum í
Norduratlantshavi, nu
eingin fiskur er til, er at
sammeta vid eina náttúru-
vanlukku!
— Eg haldi, at broytingar í
fiskiveidini er ein spurning -
ur, sum er ringur at svara.
Og fari eg at lata hann liggja
her.
sn -
Ikki leysnir
Nú hevur tú verið í Føroy-
um í 10 dagar og í eina viku
í ti fyrra umfarinum. Er so
stutt tíð nóg mikið ul at
kunna seg við eitt heilt nýtt
og ókent samfelag og til at
koma við loysnum?
— Lat meg endurtaka. Vit
eru ikki komnir til Føroya
fyri at vísa tykkum á loysn-
ir. Vit eru komnir higar fyri
at ráðgeva tykkum.
Hesar 10 dagamar, vit
hava verið her, hava vit so
kunnað okkum við viður-
skiftini so frægt vit kunna
ið.
Ganga føroyingar eini
torførari tíð á meti?
— Eg vóni, at framtíðin
verður góð fyri Føroyar.
Hvat skulu føroyingar
hava eina vón í?
— Eg haldi, at vón er nak-
að, sum finst innan í hvørj-
um einstøkum menniskja,
at Just
og tað er so eisini nakað,
sum hvør einstakur må ar-
beida vid sjålvur.
Er framiíð fyri okkum
sum búgva her?
So avgjørt.
Vónin
Nú hevur tú ráðgivið lands-
stýrinum, men hverji ráð
hevur tú til vanliga féroy-
ingin í hesum torføru 1id-
um?
- Tad er at hava vón fyri
framtíðina. Tad mest týð-
andi er eftir míni meining,
at hver einstakur finnur
hesa vón innan í sær sjálv
um.
Vit spurdu at enda ErK
Clifton, hví teir eru so varn
ir at úttala seg ul fjølmidl-
Møguliga eru vit ov
varnir. Og ad er kanska e1s
ini ein av orsøkunum ul, at
mong — og hetta er av lørv-
andi vitan og innliti — mis-
skilja, hvat vitstanda fyri og
gera.
Tað eru tey, sum halda,
at ul eru miskunnarleysir
og taka ikki hædd fyri teim
um menniskjum, sum tykk
ara ráðgevir2 gongur út
yvir í ell nú menningar
londum. Er tað so
Í mongum av teimum
londum, har eg havi arbeitt
fyri IMF og har uppgáva
mín hevur verið at fáa hesi
lond at fáa skil á síni figg)
arvidurskifui, hevur verið
breið semja um, hvat skal
gerast. Í øllum teimum
londum, har arbeiða
leggja vit stóran dent á livi
umstødurnar hjá fólki, ser
liga teimum veikastu og
teimum bólkum í samfelag
num, sum eru ringast fyri og
ikki tola at verða verri fyri
Hesi seinastu árini hava vit
lagt stórri dent á umhvørv
ismál eins og á tað, sum
lond brúka til hernadarlig
endamál.
Eg haldi ti, at tess meira
fólk fáa at vita um okkara
arbeiði, tess fleiri misskilj-
ingar verða ruddaðar av
vegnum.
— Eg skal tó viðganga, at
høvdu vit verið meira opnir
fyri fjølmiðlunum, so var
hetta kanska ødrvisi.
Pápi
Hvat verður so tín næsta
uppgáva?
— Eg fari helst aftur til
Eystureuropa. Men konan
skal eiga um ein mánað, og
verður tað næsta barn okk-
ara. Mín næsta uppgáva
verður tí at taka mær av
barninum.
jan