Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-03-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 12. mars 1993síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Hotel Føroyar fleiri bileggingar nu enn nakrantíð: Nr. 49 — 12. MARS 1993 FÆRØERNE Her snenna tey seg rættiliga Út -Stórur fyrimunur er at vit hava bæði hotell og ferðamannaskip, FERGERNFTORSHAYN Hotel Fåroyar see» sigur Oli Hammer, stjøri i Smyril Line Oli Hammer, stjøri å Smyril Line heldur, at stórur fyrimunur er at hava bæði hotell og skip Smyril Line hevur nú, umframt at reka ferða- mannavinnu efur sjónum nú á ellinta ári, eisini roynt seg á landi í nærum hálvt- annað år í hotell vinnuni. Við Norrønu hevur gingið væl. Aviopið var í fjør, áðrenn rentur og av- skrivingar, 19,5 milliónir, og tå rentur og kurstap vóru drigin frå, vóru 9,6 milliónir eftur ul avskriv- ingar Næstsíðsta heyst tók Smyril Line eitt stórt stig aftrat. Hotel Føroyar varð keypt, og frá tí degi bar betri til enn áður at bjóða ferðafólki eina samlaða tænastu,- ferðing og inni- VISL. Og júst hetta heldur Óli Hammer, stjóri í Smyril Line vera eitt gott hugskot. Tað tykist, sum hotellið, sum annars hevur havt eina heldur enn íkki baldruta fortíð, nú fer at klára seg. Tað er farið á heysin tvær ferðir, og hevur havt væl fleiri stjór ar, enn teljast kunnu á ein ari hond. Men nú gongur betri, og bíleggingarnar hava ongantíð áður verið so nógvar sum nú ul kom- andi summar. Oli Hammer Sigur seg ikki ivast i, at tað er stórur fyrimunur bæði at hava skip og hotell. Ikki minst í samband við sølu- arbeiði hjá báðum tveim- um. Góðar vónir Tey eru kanska ikki so mong í hesum døgum, sum hava tær stóru vónirnar um framtíðina, men tað hevur í hvussu er Lis Rasmussen, sum hevur til arbeiðis at síggja til at fáa hotellið marknadarført, sum tað eitur. ; Hon er samd við Óla Hammer, at stórur fyri- munur er, at sama reiðarí eigur bæði skip og hotell. - Millum annað tí, at har I "Best Western International Hotel Guide Denmark & Faroe Islands", er Hotel Føroyar nu eisini komid upp i part umboðini fyri skipið er,- tað verið seg á sølu- messum og aðrastaðni, er hotellið eisini umboðað. Just hetta hevur gjørt sitt til, at fleiri komur eru umbidin ul í summar enn talan var um í fjør. Best Western Tey á Hotel Føroyum vilja heldur ikki, at hetta hotellið skal standa nakað aftanfyri onnur líknandi hotell í útheiminum. Tí eru tey nú vorðin limur í altjóða hotellketuni Best Western. Í Danmark eru 32 hotell limir í hesum samtakinum, og í gllum heiminum eru tey 3400. Hetta er størsta hotellsam- takið í heiminum. Lis Rasmussen sigur, at fleiri fyrimunir eru í at vera við her. Øll hotellini í samtakinum marknaðar- føra seg saman. Á hendan hátt er Hotel Føroyar við í øllum lýsingum og bók- lingum, sum samtakið stendur fyri og sendir út. Fólk, sum búgva á Best Western hotellum, fáa ei- sini eina serliga tænastu, eins og serligar fyrimunir. Millum annað í samband við avsláttir, og skal ein bíleggja sær hotell í ávís- um býi kann tað gerast á telduskipanini hjá samtak- inum, hvar ein so enn er staddur í heiminum.