leygardagur 13. mars 1993síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 20 Nr. 50 — 13. MARS 1993
Góði Rúnar
Hjartaliga tillukku við 4 ára
degnum í dag.
Heilsan Herbert
Paulus og Silas
Seinast hoyrdu vit um, hvussu Paulus, sum
einaferð hevði verið ein, ið ikki trúði á Jesus
Men hvussu Gud læt sterkt ljós koma á veg
hansara
Í dag skulu vit hoyra eitt sindur meira um
Paulus
Paulus hevði ein vin, sum eisini hevði lovað
Jesusi inn í hjartað. Hesin vinur Paulusar æt
Silas
Paulus og Silas, teir ferðaðust runt og for
taldu um Jesus, at Hann elskaði øll, og at
Hann er mentur at hjálpa øllum, sum koma til
Hansara.
Men ein dagin, Paulus og Silas vóru farnir
út til tað staðið, har teir plagdu at biðja, gekk
ein genta aftan á teimum. Hon hevði tað ikki
gott, og var ikki glað, men so bóðu Paulus og
Silas fyri henni og Gud møtti henni
Men tá hendi nakað legið. Menninir, sum
henda genta var tænastugenta hjá, blivu
spinnandi óðir. Og teir fingu Paulus og Silas
húðflongdar og kastaðar í fongsul. Fanga-
vaktarin fekk boð um at ansa væl eftir teim-
um.
Ognú skuldi ein trúð, at teir báðir Paulus og
Silas høvdu nóg mikið vid at hugsa um seg
sjálvar. — Men vita tit hvat, ið teir gjørdu?
Tað lesa vit um í Apostlaseguni kap. 16,
verst 25. Har stendur, at um midnáttina bóðu
og sungu Paulus og Silas lovsangir til Gud
Allar dyr brustu upp - og leinkjurnar
fullu av Paulusi og Silasi.
Fangavaktarin, sum var sovnaður, bleiv nú
so kløkkur, at hann trúði at allir fangar vóru
rýmdir, men Paulus segði við hann... — Vit eru
allir her.
Hesa nátt vildi fangavaktarin verða frelst-
ur.
FE — 11)
Í. - [|
— & i SR R 4 $ FF
Po ude] sf / hy — Það
IE "my, 5. Á sg
Góði Alix-abbi
Hjartaliga tillukku við 70 ára
fødingardegnum 14. mars,
ynskja
Hjalmar, Øssur, Liss,
Símun-Jóhann og Liggjas
20. februar f år andadist Hanna Vågså, f. Jacobsen,
Klaksvík, millum bygdarfólkini vanliga nevnd Hanna
í Búðunum, 71 ára gomul.
Hon var dóttur teirra Samuel Jacob Jacobsen, van
liga nevndur Sámal Jakke í Búðunum. Sámal Jakke
gifustí 1913 við Elsebeth Katrine Sivertsen frá Gjógv
Í hjúnalagnum vóru 8 børn. Alma f. 1913, Sigrid f
1914, Frida f. 1916, Sam f. 1918, Oluffa f. 1921, Hans
F. 1925, Harry Don f. 1922, og so Hanna f. 1921
Herkann verða lagt afturat, at Sámal Jakke var sonur
Ferdinand í Búðunum, vanliga nevndur Ferdin. Hann
hevði eisini konu frá Gjógv, Anna Sofie f. Weihe
Longu í 1925 doyði kona Sámal Jákups frá honum
og teimum 8 børnunum. Hann hevði tá bygt, og sett
seg niður á berar steinar, sum tey gomlu plagdu at taka
ul. Hann var útróðrarmaður, og hevði annars bert sítt
framúr góða vit og skil at líta á, og so hendurnar
Men hóast Sámal Jakke hevði 8 munnar at metta
høvdu tey í Búðunum altíð nokk bæði at bíta og
brenna
Men børnini í Búðunum kendu aftan á móðurmissin
hjálpina og fløvan frá honum, ið ongantíð sleptu, og
vuksu tey flestu upp hjá ætt og vinum, og komu tey
uttan undantak stak væl undan.
Hanna giftist í 1943 við Hans Esmar Eliasen úr
Klaksvík, sonur teirra Kristionnu, f. Samuelsen úr
Anunum og Peter Jakke bónda Eliassen úr Utistovu
her.
I Útistovu vóru børnini 11,7 beiggjar, og 4 systrar,
so hjá Esmari var ikki annað at taka sær til enn at fara til
SjÓS, so títt og knapt hann hevði fingið prestsins hond á
høvdid. Hann róði út, sigldi eitt skifti við einum av
Seglhússkipunum til Bretlands við ísfiski undir krig
num. Aftan å bardagalok sigldi hann vid trolaranum
»Barmi«, sum Klaksvikar Fiskimannafelag átti
Seinni sigldi hann eitt langt áramál við »Skålaberg«
frå 1956, sum Kaj hjå Mortani førdi
»Fått kann feigum forda« sigur eitt orðatak. Á út
róðri nakrar fjórðingarnar norður úr Viðoynni á heysti
i 1971 var Esmar saman vid beiggjanum Louis vid
einum 8 mannafari. Hann brendi á við ódnarveðri av
útnyrðingi. Beiggjarnir báðir spurdust ikki aftur. Teir
fingu váta grøv sum so mangir av okkara.
Hetta var so sanniliga dyggur smeitur fyri Hannu og
børnini. Men hon plagdi at hava fyri munni, at her
gjørdist einki. Dagar Esmars og Louisar vóru taldir
Lívsskeið teirra runnið.
Vit eru mong, sum hava sitið væl í stak hugnaliga
heimi teirra í Búðunum. Hann var bæði blíð og tí at
koma á gátt hjá, og hon hevði sjáldsama góð evni at
fara um og lurta eftir teimum ungu.
Nú var hennara fjørður rógvin. Hon fekk herviliga
sjúku seinasta summar, men læknar og tey frá sjúkra-
húsinum, sum vóru um hana, stóðu hjálparleys.
eina dóttur. Hon var 50 cm
Hanna Frederikke Vágsá
f. Jacobsen, Klaksvík
f. 15/7-1921 d. 20/2-1993
Tíðindablaðið (SHU
Orð eru so fåtøk í fórum sum hesum, nú tit børn
hennara og ommubørnini hava mist eitt tað dýrabar-
asta, ut áttu her á fold. Men HANN, sum øllum valdar,
sigur einastaðni: >Sí eg eri við tykkum allar dagar alt
ul veraldar enda«. Eg fari at biðja tykkum, sum syrgja
og sakna at lýða á hesi orð sálmaskaldsins:
Først nár væven engang er standset
og skytlen holdt op med at slå,
da vil Gud trække tæppet til side
og klart lade os forstå,
hvorfor de mørke tråde, såvel som de gyldne bånd.
Var lige nødvendig for mønstret,
i Mesterens kyndige hånd
Við hesum fátæku orðum lýsi eg frið yvir minnið um
Hannu í Búðunum, og biði HARRAN goyma sálina til
uppreisnardag.
rhs.
Vælkomuið
lítla barn
26. februar fingu Sigrun
Poulsen og Jón Strøm,
Sumba, eina son. Hann var
SS cm langur og vigaði
4500 gr.
2. mars fingu Una og Niels
Petur Bech, Søldarfirdi,
long og vigadi 3750 gr.
4. mars fingu Karin og Ed-
vard Poulsen, Tórshavn, ein
son. Hann var 58 cm langur
og vigað 4050 gr.
5. mars fingu Sigbritt Dam,
Klaksvík, og Símun Jacob-
sen, Fuglafirði, ein son.
Hann var 49 cm langur og
vigadi 2850 gr.
5. mars fingu Harda og Jón-
svein Simonsen, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 53 cm
long og vigaði 3900 gr.
5. mars fingu Turið og Poul
Jacob Zachariassen,
Hvannasundi, eina dóttur.
Hon var 54 cm long og vig-
aði 4300 gr.
5. mars fingu Rannvá og
Jóhan Petur í Soylu, Sandi,
eina dóttur. Hon var 47 cm
long og vigaði 2150 gr.
6. mars fingu Lone og Heri
Elttør, Klaksvík, eina dótt-
ur. Hon var 52 cm long og
vigadi 3400 gr.
6. mars fingu Sólvá og
Mouritz Mohr, Tórshavn,
ein son. Hann var 58 cm
langur og vigaði 3980 gr.
8. mars fingu Joan og Jógv-
an Joensen, Kollafirði, ina
dóttur. Hon var 50 cm long
og vigaði 3100 gr.
10. mars fingu Katy og An-
finn Hansen, Hoyvík, ein
son. Hann var 54 cm langur
og vigaði 3800 gr.
11. mars fingu Elisabeth og
Jóhan Martin Jacobsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 51 cm long og vigaði
3250 gr.
11. mars fingu Anvør og
Sigvald Zachariasen,
Streymnesi, ein son. Hann
var 54 cm langur og vigaði
3730 gr.
Feðingardagur
Mánadagin 15. mars verður
Gunhild Midjord, Argjum,
80 ár.