týsdagur 16. mars 1993síða 12
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Flemming Duus, nevndarlimur í Føroya Banka:
Nr. 51 — 16. MARS 1993
-Nú hevur tað skund
Altavgerandi fyri at fóroyska samfelagið ikki heilt skal steðga upp er at umboð
fyri føroysku bankarnar, figgingargrunnin frå 1992 og nýggja strukturgrunnin
møtast á fundi fyri at stinga út í kortið kósina og arbeiðið hjá strukturgrunninum
- soleiðis at hesin kemur at virka sum skjótast.
Hetta sigur ein av donsku nevndarlimunum i Føroya Banka, Flemming
Duus. Hann sigur, at tað er sera avgerandi, at stukturgrunnurin fer í gongd sum
skjótast. Ikki fyrr enn tað hendur ber til at fara til kreditfeløgini og biðja tey
medvirka í eini skilagóðari loysn av eitt nú sanering av føroyska vinnulívinum.
Tíðindablaðið Sosialurin hevur tosað vid Flemming Duus um henda og
aðrar spurningar.
Ein av nevndarlimunum i
Føroya Banka er danin
Flemming Duus. Hann er
royndur bankamaður og
byrjaði í Den Danske
Bank í Sønderborg i 1963
Tey mongu seinastu árini
hevur hann starvast hjá
Den Danske Bank í Keyp
mannahavn, har hann hev
ur ukið sær av sam
bandinum við aðrar bank
ar í ríkinum harímillum
Føroya Banka
A eykaaðalfundinum í
Føroya Banka í fjør varð
Flemming Duus valdur í
neyndini vegna Den Dan-
ske Bank saman við Peter
Fløe
82% av parta-
peninginum
I dag eigur Den Danske
Bank 82% av partapen-
inginum i Føroya Banka
og ti heldur Flemming
Duus tad ikki vera annad
enn rimuligt og rætt, at
bankin hevur tvey umbod
i nevndini.
-Harvið kunnu vit betri
fylgja gongdini i Føroyum
- ikki minst tí vit á sumri í
92 sóu, at búskaparligu
trupulleikarnir í Føroyum
vuksu og vuksu.
Hvussu sær framtíðin út
hjá Føroya Banka. Flem-
ming Duus:
-Framtíðin hjá Føroya
Banka er nær tengd at
gongdini í øllum samfel-
agnum og kanska serliga
innan fiskiidnadin og
fiskaalingina. Tad vit øll
vóna er, at fiskurin kemur
aftur og vit kunnu fáa
betri prísir fyri fiskin.
Flemming Duus sigur,
at stødan hjá bæði
bankum og sparikassum
vil alla tíðina vera ein
spegilsmynd av gongdini í
samfelagnum. Hann
heldur ikki, at tað er
nakað, sum bendir á, at
gongdin henda fyrsta
ársfjórðingin broytist til
tað betra
-Nú eru tað eisini tey
sum síga, at gongdin í
samfelagnum eisini er ein
spegilsmynd av teimum
avgerðum tiknar verða í
bankaverðini!
Nú ætli eg mær ikki at
úttala meg um, hvat er
hent áðrenn 1992 Men
sjálvandi hava eisini bank
arnir sín part av ábyrgdini
av gongdini, men eg haldi
ikki ein kann lasta teir fyri
tað, sum er farið fram
Føroyar vóru inni í einum
skilagóðum konjunkturút
viklingi fram ul 88, og so
vendi gongdin
Tad er so lætt í dag at
hyggja í bakspeglið og
siga, at hatta og hatta átti
tú ikki at gjørt osfr. Tvs
at ein tá skuldi vita, at t.d.
prisurin á upsa í 1993 fór
niður í botn
Søla!
Vit spurdu Flemming
Duus, um tað ikki hevdi
verið ein betri forrætning
fyri Den Danske Bank
heilt at sloppið sær av við
Føroya Banki.
-Tað er greitt, at vit
mugu meta um lønsemi í
teimum partabrævafløgum
vit gera. Men tá tú hevur
havt eitt gott samarbeiði
við Feroya Banka síðani
1906, so vil ein møgulig
søla av nøkrum av parta-
brøvunum sjålvandi verda
treytað av, at tað verður
funnin ein loysn, sum er
til gagn fyri Føroyar og
bankan.
Ein skal ti ikki skilja
støðuna soleiðis, at vit
bara ætla at "sælge løs” av
okkara partabræva-
goymslu í Føroya Banka.
Tað gera vit ikki.
-Tvs. at Føroya Banki
kemur ikki at standa á
sølulistanum i 1993?
-Tað hava vit ongar
aktuellar ætlanir um.
Flemming Duus sigur
víðari, at í sambandi við
avtaluna millum stjórnina
og landsstýrið við fígging-
argrunninum av 1992 varð
sagt, at ein sokallaður
Strukturgrunnur skuldi set-
ast á stovn. Hesin grunn-
urin skuldi hava til upp-
gávu at endurskipað virki
og bera so í bandi, at tey
virki, sum ikki kunnu
klára seg uppá longri sikt,
skuldi ein taka sær serliga
av
T
-Um tad skuldi verid
neydugt - fyri at kunna
fremja eina slíka struk
turtillagingaruppgåvu
loyst - at fingið ymiskt
slag av samarbeidi i Før-
yum, so mugu vit givid
meta um eina slíka stød
Partafelag
Flemming Duus sigur
víðari, at bankin leggur
sera stóran dent á týdn
Ingin hjá strukturgrunn
inum
-Tað er tó ikki vist, at
tað er rætt at skipa hann
sum ein grunn. Tað hevði
kanska verið skilabetri at
skipað hann sum eit
partafelag.
-Fyritreytin fyri at vit
kunnu koma í gongd við
at loysa teir strukturellu
trupulleikarnar í Føroyum
er tann, at tað verður skip-
að eitt samarbeiði millum
teir figgjarligu stovnarnar
i Føroyum, og tað kundi
so verið eitt samarbeiði
gjøgnum henda struktur-
grunnin ella strukturparta-
felagið saman við fígg-
ingargrunninum frá 1992
og so teir báðar bankamar
í Føroyum.
Orsøkin til at
Sparikassin ikki er vid her
er tann, at hann sambært
núverandi lóggávu ikki
hevur loyvi til at læna út
til vinnulívið.
-Men hetta kann so
verða broytt, tá nýggja
bankalógin kemur í gildi
leggur Flemming Duus
aftrat. Hann ivast onga
løtu í, at tað hevði verið
skilagott at havt
Sparikassan við í einum
slíkum samarbeiði, men
so má lógin broytast fyrst.
Pengar
-Men skal ein slíkur
grunnur ella partafelag
hava nakra ávirkan og
muna nakað, so má hann
hava pengar. Hvar skulu
teir koma frá?
-Tað er greitt, at ein
slíkur grunnur hevur tørv
á peningi. Tí krevur tað
eisini at fíggjarligt sam-
arbeiði millum fígging-
argrunnin og teir báðar
bankarnar.
Vit spurdu Flemming
Duus, um nakar møguleiki
er fyn at eitt nå danski
staturin kann lata hesum
strukturgrunninum pening
at arbeiða við møguliga
sum eitt slag av Marshall
hjálp!
Mær vitandi hevur
danski staturin sagt, at
hann fer ikki at útvega
føroyska samfelagnum
fleiri pengar. Alt bendir í
løtuni á, at peningurin hjá
strukturgrunninum eina og
aleina må skaffast ul vega
gjøgnum Føroyar
Men nú næstan allir
kassar eru tómir, hvar
skulu tá pengarnir koma
frá?
-Um skipað verður fyri
umrødda strukturfelag
saman við bankum og
fíggingargrunni, so er tað
ikki útilokað, at hesi
saman hava møguleika
fyri at útvega kapital.
-Hvussu stóran skund
hevur hetta?
-Tað hevur sera sera
stóran skund. Latið
okkum heldur koma í
gongd í morgin enn í
Ovurmorgin.
-Landsstýrismaðurin í
fiskiídnaðarmálum heitt
herfyri á bankarnar um at
fara til Danmarkar at tosa
við kreditfeløgini fyri at
fáa tey at avskriva part av
lánunum í Føroyum. Hvat
heldur tú um tað?
-Tað er eingin ivi um, at
kunnu vit skipa eitt
strukturfelag helst sum
partafelag so verdur tad
møguligt hjå hesum
nyggja felagnum at sam-
rådast vid donsku kredit-
feløgini og harvið betri
kunna dokumentera yvir
fyri kreditfeløgunum, at
teirra hjálp er ein fyritreyt
til tess at kunna loysa
Strukturtrupulleikarnar í
føroyska samfelagnum.
Fortreytin
-Men hvat heldur tú um
úttalilsini í Føroyum um,
at kreditfeløgini her og nú
eiga at avskriva pening
sum mistan?
-Tað er ikki min upp-
gáva at leggja meg út í
politiska orðaskiftið í Før-
oyum. Eg kann bert end-
Flemming Duus, nevndarlimur í Føroya Banka Mynd jan
urtaka, at fortreyun fyri at
kunna byrja realisuskar
samráðingar við kredit-
feløgini er nokk, at stig
verður tikið til eitt samar-
beiði millum figgjarstovn-
amar í Føroyum, soleiðis
at teir saman kunnu taka
upp samráðingar við kred-
itfeløgini og sum neyð-
turviliga hevur vid sær, at
tær sunnu og góðu fyrit-
økurnar kunnu gerast ren-
tablar aftur. Og í hesum
liggur, at kreditfeløgini
eisini mugu avskriva part
av sínum lánum.
Skund
-Er hetta samarbeiði byrj-
að?
-Nei tað er tað ikki.
Men tað hevur stóran
skund. -Merkir hetta, at
bankarnir í løtuni sita og
bíða eftir, at struktur-
grunnurin skal taka fyrsta
stigið til eitt slíkt sam-
arbeiði?
-Vit bíða eftir tí ini-
tiativi, sum er avtalað
millum landsstýrið og
donsku stjórnina, nevnil-
iga at fíggingargrunnurin
fyri 92 skal kalla inn til
fundar teir ymsu fíggj-
arstovnarnar í Føroyum
fyri at tosa um struktur-
grunnin.
Tá hesar samráðingar
eru lidnar og ein hevur
funnið fram til, hvat slag
av felag skal stovnast og
undir hvørjum umstødum,
so kann hetta felag alt fyri
eitt fara undir samráðingar
við donsku kreditfeløgini
og onnur, sum neyðugt er
at taka við í viðgerðina av
eini loysn av strukturtrup-
ulieikunum.
Flemming Duus
Sigur
seg hava frætt, at fígg-
ingargrunnurin
frá 92
Tíðindablaðið Í
longu hevur tikid stig ul
slíkar samráðingar og
verða tær í næstum í
Keypmannahavn
Hann leggur aftrat, at
tað hevur verið ein kunn-
andi fundur longu. Men
nú skulu veruligar
samráðingar í gongd.
Stuðulin til Sjó-
vinnubankan
Vit spurdu Flemming
Duus, hvat leiðslan í Den
Danske Bank hevur at
siga til, at danska stjórnin
nu tvær ferdir hevur
studlad konkurentinum
Sjóvinnubankanum?
-Tað er einki dulsmál,
at vit undrast á, at tað frá
almennari síðu verður
settur peningur í ein av
teimum báðum stóru før-
oysku bankunum. Tí hava
vit heldur ikki dult fyri, at
vit hava heitt á donsku
stjórnina um at fáa møgu-
leika til at tosa um, hvussu
tað slepst undan, at pen-
ingur í framtíðini einvíst
verður kanaliseraður til
ein av bankunum.
Flemming Duus sigur,
at teir hava gjørt hetta, tí
er tað almenna atvoldin til
at ein banki verður betri
førur fyri at fremja gjalds-
sanering ol. so verður
hann eisini betri fyri
mótvegis kundunum enn
hin bankin. Og tað er Den
Danske Bank, sum eigur
meginpartin av Feroya
Banka, sera 6nøgdur við.
-Um talan verður um
eina triðju ferð hjá Sjó-
vinnubankanum at biðja
um hjálp frá statinum, so
vóna vit sjálvandi, at
stjórnin tá fer at hava
2)
eee
Eee
oe
REN