Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-03-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 26. mars 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— JAVNADUR — BRØDRALAG Badloix Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - gáarblaðstjóri A Fyritaksstjóri Krisjan Daht Ljósmyndari Kalmar Lindenskov Jan Múiller Umgever: PA Søslaturin Uppseurg PA Sosialurin Prant P/t Pressan 1981 Jústinus Eidesgaard Bústaður Argjavegi 28 Teiston 11820 66. ÁRGANGUR Postadr.: Postsmoga 78 110Térshavn Tatetax 14720 Argjum | Merkisår sambandsins TEIR flestu politisku flokkarnir hava onkran merkisdag ella okkurt merk- isår, sum teir leita aftur á. Tjóðveldis- flokkurin er ikki vaksin frå 14. sep- tember 1946, og framvegis verður júkað upp í saman, at tá valdu for- oyingar loysing, men at danir tradk- aðu henda foikaviljan JAVNAÐARMENN vísa ferð eftir ferð aftur á valsigurin í 1958, tá tað bar til at fremja lógirnar á almanna- økinum, og annars byggja upp væl- ferðarsamfelagið. Summir javnaðar- menn steðgaðu tá upp hugsjónar- liga, og teir mótmæla ikki, nu javnað- armenn saman við ødrum taka klipi úr vælferdarsamfelagnum SJALVSTYRISFLOKKURIN hevur kanska ikki so nógvar merkisdagar at vísa á. Men ein stórur dagur var, tá javnaðarflokkurin tók hann undir veingirnar og aftur tryggjadi honum umboðan á løgtingi 8. november í 1946. OG ein annar stórur dagur hjá Sjálv- stýrisflokkinum var valdagurin í 1988, tá stóri politiski hugmynda- frødingurin í okkara tid, Lasse Klein, varð valdur á ting á fyrsta sinni. Klein hevur í trý ár víst á, at skeivur bú- skaparpolitikkur verður ríkin, og hann hevur eina loysn, men hon er so genial, at hann ikki vil avduka hana OG sambandsflokkurin hevur eisini fingið eitt søguligt merkisár. Tað er 1974. Vit hoyra ikki eitt politiskt orða- skifti og lesa næstan ikki eina grein hjá formanni sambandsfloksins utt- an hann nevnir 1974. At undanfarn: formadurin gjørdi tad, kunnu vit onn- ur bera yvir vid. Hetta ár var hann ju valdur, og hann var kanska meginor- søkin til, at sambandsflokkurin misti ávirkan í føroyskum politikki í fleiri ár. HINVEGIN kann tað ikki vera annað enn ein »husagangsfråbodan«, tá nýggi formaðurin í tí annars siðiliga sambandsflokkinum aftur er noydd- ur at leita aftur til 1974. LIKT er til, at hetta er åsin, sum allur sambandspolitikkur í dag snarar um. Ístaðin kundi — ella átti — sambands- ZITECH flokkurin ýta av av nýggjum, og Spurt: hvat er relevantur sambandspoii- tikkur í dag? Og: hvat skulu vit mæla til, ti tað er hóast alt framtíðin, sum liggur fyri framman? HEVÐI sambandsflokkurin so bara kunnað víst á glæsilig úrslit, men tað er hann heldur ikki førur fyri. Hann sat við valdinum frå 1981 til 1985, men tey árni eru einki at reypa av GOÐ ár til fiskiskap, men studning- urin reyk upp í topp. Flakavirkini | tveimum kreppum. Men einki við at kanna virkini, og spyrja hverji kundu bera seg. og hverji ikki kundu. Nei, kreppuhjálp var loysnin. Innflutn- ingsbann móti skipum. Urslitið: skipaprísurin — ikki minst á gomlum dangum - reyp upp í topp. Avleiðing- arnar av hesum hava vit sæð sein- astu árini. Og hesi árini fóru lánini frá donsku kredittstovnunum at floyma inn yvir landið. VIÐ hesum er ikki sagt, at javnadar- flokkurin ikki hevur gjørt mistøk. Tað hevur hann sanniliga. Ikki minst árini 1985 til 1989, tá búskaparliga stýr- ingin var ov vánalig. Tað ásannar flokkurin. Men hann hevur ytad av aftur, og roynir nú at leggja ein annan politikk, so vit kunnu koma ur bú- skaparligu kreppuni. Og flokkurin viðgongur, at tað gongur ov seint, og at utlitini eru ikki góð. MEN tað er altíð lætt at vera »eftir- klókur“. Bæði hjá flokkum og ein- staklingum. Ein løgfrødingur og ein buskaparfrødingur brúka nógv teigapláss til greinir, um hvat skeivt er gjørt. Og vanligasta orðið er åbyrgd- arloysi. OKKARA ráð eru: luttakið heldur | orðaskiftinum um dagsins politisku mál. Sjálvandi mugu vit læra av mis- tøkunum, men vit byggja ikki nakra framtíð við eina og aleina at brigsla hverjum ødrum mistøk og skeivleik- ar, sum framdir eru. Politiska orda- skiftið i Føroyum er aftur endað í brigsli og flokspolitikki. Samfelags- kjak hava vit nærum íkki. Men latið okkum heldur royna at fáa eitt slíkt upp á beinini: Bæði um uppskot sam- bandsfloksins um EF-limaskap og uppskot tjóðveldisfloksins um nýggj- an politikk Føroya-Danmarkar mill- um. ZITECH MinSt...... 386SX/33Mhz IMb Ritminni 43 Mb harðdiskur 35“ 1,44 Mb diskladriv 14“ SVGA litskiggi 2 Ser. portur 1 Par. AT-bussur Mús Knappaborð Skipan: kr. 8.800,00 uttan MVG Figging kann utvegast ZITEC discount 486DX/33Mhz 4Mb Ritminni AT-bussur Mús Knappaborð Skipanir: Dos 5.0 Windows 3. I uttan MVG SÓTT. 1... 170 Mb harðdiskur 35“ 1,44 Mb diskladriv 14" SVGA litskíggi 2 Ser. portur 1 Par. kr. 18.800,00 Fígging kann útvegast discount 486DX/50Mhz 4Mb Ritminni 540 Mb harðdiskur 35' 1,44 Mb diskladriv 14“ SVGA litskíggi 2 Ser. portur, 1 Par. AT-bussur Mus Knappaborð | Dos5.0 Windows 3.1 kr. 22.800,00 | uttan MVG | Figging kann útvegast Størst. »sum kann blíva enn størri mStidjagøta 11, Postrúm 3074, FR-110 Tórshavn, tlf. 1 7220 fax 1 8154 —