leygardagur 27. mars 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
jon Jan Miller Biabioik. Randi Jacobsen - Dagny Utgevar: P/1 Seslalurin
Fyritaksstjóri Krisjan Dahi Joensen - Térfinn Smith - | Uppsetng PA Sosialurin
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov Hilmar Jan Hansen - Prant PM Pressan 1981
Justinus Eidesgaard
Bústaður: Argjavegi 26
66. ÁRGANGUR
Argjum 110 Tórsharn
Tølgton: 11820 Taletax 14720
Postadr.. Postsmoga 78
Hvussu við fríu
marknaðar-
kreftunum
HOSDAGIN bórust knapp-
liga tey tíðindi, at Figgjar-
grunnurin frá 1992 mælir til,
at eitt felag skal keypa parta-
peningin í teimum føroysku
flakavirkjunum og eiga og
reka tey.
I hesm felag skulu vera Figgj-
argrunnurin, peningastovnar
og figgjargrunnar, og hetta
felag skal so avgera, hvørji
virki skulu virka, hvorji skulu
lata aftur og hvor framleiðsla
skal vera á teimum ymisku
virkjunum.
UM vit kunnu kalla hetta eina
tjóðartoku, ella ikki, ber ikki til
at siga enn. Heldur ikki ber til
at siga, um hetta verður
veruleiki. Men líkt er til, at
Figgjargrunnurin hevur stórt
vald, og hev-ur hann makt
sum hann hevur akt, so kann
hetta lættliga henda.
ONKUR fer kanska at siga, at
hetta er kommunisma, og
hetta er kanska søtur tón-
leikur í oyrunum hjá onkrum.
Nú valdast alt, hvussu hetta
verður stýrt. Tí eitt er heilt
vist, at neyðugt verður við
neyvari stýring, um ein slík
ætlan skal fremjast.
VIT hava havt eina skipan,
eina koddaskipan, sum var
eitt gott tiltak, tá hon varð sett
í gildi, men sum frá leið varð
hon brúkt sum eitt heilt annað
tól enn ætlað. Um ætlanin hjá
Figgjargrunninum verður
veruleiki, so er oman fyri
nevnda eitt av tingunum,
sum ansast má eftir.
ANNARS tykist tað logið, at
hesin góði Figgjargrunnur
skal koma við einum slíkum
upp-skoti nú, tá oll og alt tosa
um marknadarbuskap. Ikki tí,
ein slik skipan kann allarhelst
eisini sampakka vid markn-
adarbuskap.
MEN Figgjargrunnurin
stedgar helst ikki her. Nu
eigur hann meginpartin av
partabrøvunum í báðum
teimum stóru bankunum. Og
tað endar helst eisini við tí, at
hann fær ávirkan á Fiska-
søluna, sum hevur mist sína
styrki. Og so er endin knýttur
saman.
ENN er bara talan um eina
ætlan, og so lítið er komið út,
attað er torfort at siga, hvat er
rætt ella ikki. Men í ollum før-
um er hetta eitt gott kjakevni
og í hesum sambandi kunnu
vit kanna eftir, hvat gron-
lendingar siga. Har eigur eitt
felag oll — ella meginpartin —
av virkjunum og nógv av skip-
unum.
NU er nevnt, at eitt fe;uy skal
eiga oll virkini. Eitt annað er,
at neyðugt er við neyvari
samstarvi millum virkini, og
tey flestu ásanna, at neyðugt
er við færri eindum. Pláss
verður ikki fyri ollum flaka-
virkjunum aftur. Men vegur er
millum allar bygdir — so at
siga— og fólk mugu venja seg
við at seta seg í ein bil á
morgni og á kveldi.
Hjálpartólamiðstoðin
sekir teknikara
Teknikarin á HTM hevur ábyrgd av
verkstaðnum, eykalutagoymsluni og
av umvælingum og tillagingum av
hjálpartólum á HTM og runt landið
Umvælingarnar krevja ofta arbeiði í
metalli (co2-sveising), men eisini í træi,
plastikki, við polstring og elektronikki.
Umframt handverkaraførleika krevst
hugtlog, uppfinningarlyndi, forvitni og
hugur at seta seg inn i nyggja tøkni og
ikki minst evni at samstarva og fåast
vid fólk.
Starvid verdur sett fyribils til 1. sept
1994. Verandi teknikari hevur fingid
farloyvi í 1 år, og kemur hann ikki aftur,
kann talan verða um fast starv í 16. fl.
eftir starvsmannafelagssåttmålanum.
Starvið kann setast 15. apríl ella eftir
nærri avtalu. Skrivlig umsókn við upp-
lýsingum um útbúgving, starvsroyndir
og við møguligum viðmælum skal vera
okkum i hendi månadagin 29. mars
kl. 12.
Hjálpartólamiðstoðin
Brekkutún 3, Hoyvík
Tlf. 18300 - Fax. 18301
Postadr.: HTM, Boks 1049, 110 Tórshavn
Á HTM starvast 7 fólk við ráðgeving, undirvis-
ing, umsiting, goymsluhaldi og endurnýtslu av
hjálpartólum til brekað.
Iidindaskriv frå Kvinnuhúsfelagnum:
Aðalfundur
Aðalfundurin hjá
Kvinnuhúsfelagnum
verður sunnudagin 28.
mars kl. 16.00, i hølum
felagsins i KFUM.
Kvinnuhúsfelagið
rekur Kvinnuhúsið, ið er
ætlað kvinnum og børn-
um teirra, ið hava verið
fyri harðskapi á ymiskan
hátt. Umframt kreppu-
miðstøð eru eisini ráð-
geving og sjálvhjálpar-
bólkar í húsinum.
Tørvurin á Kvinnu-
húsinum hevur verið
vaksandi, síðani virk-
semið byrjaði fyri hálv-
um triðja ári síðani. Til-
samans 523 áheitanir
hava verið til húsið, har-
av 372 í 1992. Av hesum
hava 35 kvinnur búð í
Kvinnuhúsinum.
Kvinnuhúsið er sjálv-
ognarstovnur, ið verður
ríkin av sjálvbodnum
kvinnum. Harumframt
eru 2 lønt fólk, id arbeiða
1/2 tid.
Hóskveldið 1. apr., kl.
Haldið sosialin
19.00, verdur fundur fyri
nýggjum sjálvbodnum
vaktum. Allar kvinnur,
ið hava áhuga fyri sjálv-
bodnum arbeiði, eru væl
komnar.
Arbeiðstrýsuð er nógv
okt, og nógvar uppgávur
liggja á láni. Eitt ynski
hjá húsinum er at setaein
pedagog, serliga at taka
sær av børnunum, ið ofta
eru ávirkað av harðskap-
inum í familjuni. Men
fíggjarlig orka er ikki til
hetta í løtuni.
Fíggjarligur = stuðul
verður laun húsinum frá
Foroya Landsstýri, ym-
iskum kommunum og
øðrum. I 1992 vóru út-
reiðslumar stórri enn
inntøkurnar, og neyðugt
var tí at taka av upp-
sparda peninginum hjá
felagnum.
Felagið vónar, limirnir
meta fjølmentir. Nýggir
limir eru vælkomnir og
kunnu tekna seg á
fundinum.
Búmerkjakapping
Hervið verður ollum boðið frítt at lata
inn uppskot til búmerki fyri > Skálan við
Skálá< í Vági, hvors endamál m.a. er:
— at ogna sær listaverk eftir Ruth og
William Smith úr Vági
— at styðja og hýsa listfremjandi og
mentanarligum virksemi.
Í 1. virðislon verða latnar 2000 kr
2. virdisløn verða latnar 1000 kr.
3. virðislon verða latnar 500 kr.
Nevndin skilar sær rætt til at velja eitt
av uppskotunum ella als einki.
Uppskotini skulu vera nevndini í hendi í
seinasta lagi fríggjadagin 4. juni kl. 18! -
Hvort uppskotið verður lagt í bræv-
bjálva við frámerki á. Navnið á inn-
sendaranum verður lagt í annan bræv-
bjálva við sama frámerki á. Saman
verður alt sent til
Jóannes Nolsøe
postrúm 67
900 Vágur
Grundlógardagin 5. juni verða oll upp-
skotini sýnd fram í helum okkara í
gamla skúla í Vági í sambandi við aðra
framsýning. Boðað verður innsendar-
unum frá, hverja avgerð nevndin er
komin til.
»Skålin við Skálá<
—
DODO
er.