leygardagur 10. mai 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 • leygardagur • 10. mai 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo
Í Runavík er spurn-
ingurin, um gøtu-
menn koma á vitjan
fyri at leypa á ella fyri
at verja og bíða
LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Skal NSÍ aftur vera annar
parturin í ólavsøkufinaluni,
ella verður tað GÍ, sum skal
á ólavsøku. Annað av Eyst-
uroyar liðunum skal spæla
ólavsøkudag, og hitt skal
ikki. Í morgin verður fyrri
parturin av lokaltalvinum í
Eysturoy um finaluplássið.
Dysturin verður í Runavík.
Heimaliðið er í hvussu so
er eitt sindur og møguliga
meiri enn eitt sindur skert.
Óli Hansen hevur fingið trý
gul kort í steypakappingini
í ár og er tískil leikbann-
aður. Tað kemur illa við, tí
tað hevur verið eitt sindur
tunnligt við miðverjuspæl-
arum hjá NSÍ í ár. Ein
møguleiki er, at Kári
Hansen verður fluttur aftur
av miðvøllinum. Av persón-
ligum orsøkum hevur Kári
ikki vant tvær tær seinastu
vikurnar, og tí er tað iva-
samt, um hann yvirhøvur
verður við í morgin.
Brynjolvur Nielsen hevur
ikki vant í hesi vikuni.
Hann hevur havt trupul-
leikar við lærinum, og
lærtrupulleikar vóru eisini
orsøk til, at Gert Langgaard
hóskvøldið bara vandi eina
lítla løtu. Í NSÍ vóna teir
kortini, at teir báðir verða
førir fyri at spæla í morgin.
Hjá GÍ er Poul Ennigarð
framvegis skaddur, og Hans
Pauli Petersen verður held-
ur ikki við í morgin. Hann
er leikbannaður. Súni Olsen
gavst at venja hóskvøldið,
tí hann hevði trupulleikar í
øðrum knænum. Í Gøtu
vóna teir, at landsliðsmað-
urin verður á liðnum í
Runavík í morgin.
Taktiska spælið
Tá ið talan er um fyrru av
tveimum hálvfinalum er
stóri spurningurin, hvussu
uppleggið hjá venjarunum
verður. Eingin ivi er í, at
NSÍ liðið fer at gera alt fyri
á heimavølli at vinna sær
eina støðu, sum kann hava
við sær, at teir undan seinna
dystinum verða betri fyri
enn
mótstøðumenninir.
Men um tað skal gerast við
fullari ferð frameftir, ella
um tað skal gerast við at
bíða og vera tolnir, inntil
møguleikin fyri snarálopi
verður har, er ein annar
spurningur.
GÍ
venjarin,
Kryztof
Popczynski hevur so ofta
tikið til, at liðið hjá honum
er best til at leypa á. Tað eru
mangir mátar at leypa á
uppá, og tað skal neyvan
roknast við, at GÍ í út-
gangsstøðuni í morgin fer
at vera serliga álopskent.
Tað fer at ráða um hjá gøtu-
monnum at varðveita bólt-
in, soleiðis at teir kunnu
byrgja fyri, at mótstøðu-
menninir spæla seg til
møguleikar. So ræður um at
taka av, um Popczynski
sjálvur ella Símun Samuel-
sen fáa høvi at royna seg
ímóti Jens Martini Knud-
sen.
NSÍ og GÍ hava hittst
tvær ferðir higartil í ár. Í
venjingardysti í Runavík
tíðliga í vár vann heima-
liðið 2–1. Í Klaksvíkskapp-
ingini endaði dysturin 2–2,
áðrenn GÍ vann eftir brots-
sparkskapping. Í lands-
kappingini í fjør vann NSÍ
báðar dystirnar. 3–2 í
Runavík og 2–0 í Gøtu.
B36 er helst favoritt-
urin á pappírinum,
men enn hava teir
sjáldan livað upp til
heitið, og klaksvík-
ingar eru so smátt um
at verða heitir. Og so
hava teir eisini tvey
stuðlafeløg við sær
HÁLVFINALA
Jákup Mørk
Dystirnir millum KÍ og
B36 hava ofta verið rokn-
aðir sum nakað serligt.
Kanska einamest, tí tað
heilt leingi var fastur siður,
at hesi bæði dystaðust á
ólavsøku, og seinnu árini er
tað eisini onkun tíð komið
fyri, at júst hesi bæði hava
dystast um sjálvt meistara-
heitið.
Soleiðis er tó ikki sunnu-
dagin, men tað ger ikki
týdningin
av
dystinum
minni.
Finaluplássið
í
finaludystinum um Løg-
manssteypið stendur upp á
spæl, og tað er einki at ivast
í, at hetta er ein tvídystur,
sum báðir partar vilja
vinna.
Nakrir skaðar
Í B36 mundu tey draga
andan nakað lættari, nú
liðið slapp óskalað av vøll-
inum á Mølini á Eiði, men
hetta kunnu tey tó ikki dúva
uppá serliga leingi. Liðið
hevur higartil havt stórar
trupulleikar við at finna tað
spælið fram, sum áskoðar-
arnir rokna av teimum, men
nú eru neyvan ráð til at
avrik, sum ikki eru heilt
nær toppinum.
Liðið varð tó nakað skert
eftir dystin á Eiði, tá Heini
í Skorini fór haltandi av
vøllinum, og hann verður
neyvan við sunnudagin.
Avloysari hansara, Sonni
Johansen, fekk eisini ein
snudd mikukvøldið, men
hann spældi samfullar 90
minuttir í venjingardysti
hóskvøldið, og verður tí
ivaleyst við á liðnum.
Hjá KÍ er støðan í løtuni
eitt sindur ivasom við fólk-
inum. Tá vit hóskvøldið
høvdu orðið á venjaranum,
Jan Joensen, segði hann, at
tað í løtuni vóru fleiri
ivamál.
- Ove Nysted verður so
ikki við, tí hann er leik-
bannaður, og so eru eisini
ivamál
um
Alexander
Djordjevic og Arnold Joen-
sen. Alexander var tó ein
rennitúr í kvøld, men Ar-
nold hevur so ikki vant alla
vikuna, sigur Jan.
Tað bendir í øllum førum
á, at broytingar mugu ger-
ast á liðnum. Alexander og
Ove hava í flestum førum
mannað miðverjuna, sum
uttan iva fær ein týðandi
leiklut í dystinum, og tað
kann merkja, at fólk verður
tikið aftur av miðvøllinum.
Men hvussu er og ikki, so
tykjast klaksvíkingar tó at
hava gott mót. Nýstovnaða
stuðulsfelagið sigst eisini
ætla sær við til dystin, og tá
KÍ eisini hevur eitt stuðla-
felag við klaksvíkingum í
Havn, er í øllum førum
nógv, sum bendir á, at tað
verður
undirhalandi
í
Gundadali sunnudagin.
B36-KÍ:
Undirhald
í Gundadali
Lyklaspælarar eru leikbannaðir
Nógv bendir á, at talan verður um ein undirhaldandi sunnudag, tá B36 fer at taka ímóti KÍ
15
C
M
Y
K