Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-04-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. apríl 1993síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 68 — 1. APRÍL 1993 »Kokkurin í Sostalinum« Reynold Madsen er dagliga sjefkokkur á Hotel Føroyum. Hann er kringur í matkynstrinum og ætlanin er, at hann í framtíðini skal geva lesar- unum hjá Tíðindablaðnum Sosialinum nakrar av sínum bestu uppskriftum einaferð um mán- avdin Teimum allarflestu dåmar væl at seta seg vid eitt búgvið bord og njóta mat in sum kokkurin, konu fólkið og sanniliga eisini mannfólkið hevur tilgjørt í køkinum. Tey flestu, sum gera mat, kenna eisini vidhvørt kensluna av, at hetta er alt tað sama, tey gera. Tað er sama steikin, sami grýturætturin Og sama dessertin. Tey treingja til íblástur og upp- skriftabøkurnar eru slitnar. Ofta er tað nakað heilt einfalt, sum skal til fyri at gera eitt nú eina steik til ein heilt annan rætt ella eina sås til nakað heilt annað. Fyri ikki at skera alt yvir ein kamb, so hava føroyingar lyndi til at viðgera matin alt ov harð- liga, teir sjeykóka matin og steikja, so næstan eldur kemur í steikina. Rættar kóki- og steikitíðir kunnu gera undurverk í einum góðum rætt. Tidindabladid Sostalur In fer nú al royna al skunda undir í teimum ymisku køkunum kring landið. Og hetta gera vit í tøttum samstarvi við sjef- kokkin á Hotel Føroyum, tann 25 ára gamla Reynold Madsen av Sandi, sum umframt at vera útbúgvin kokkur, eisini er avlærdur bakari Ætlanin er, at Reynold einaferð um mánaðin skal seta saman ein góðan døg- urða, sum er vælegnaður til veitslu, sunnudagar ella tá okkurt serligt er á vási. Annars er møguligt at royna uppskriftirnar á Hotel Føroyum, um tíðin ikki loyvir at gera teir heima hjá sær sjálvum. Kalvi og lamba- ryggur til fýra fólk Reynold hevur sett sam- an ein sera vælsmakkandi rætt við kalvafiski og lambaryggi. Hesin rættur krevur ikki so nógva tíð, hann er heldur ikki torfør ur at gera, og hann sær gott út á einum vældekk- aðum borði Kalvi í smørdeiggi við purrykrem og salat 400 gr. kalva 300 gr. smørdeigg) (butterdeigg)) Purrukrem Í purra 7 dl. réma I spsk. margarin salt pipar Kalvin verdur skorin sundur i fyra. Smørdeigg- ið (butterdeiggj) fæst lið- ugt í handlunum, verður rullað út í eitt stykkið 36 x 36 cm og síðan verður hetta eisini koyrt sundur í fýra. Smeltað margarinið í einari grýtu og vend tí fín- hakkaðu purruni í margar- ininum. Stoyt róman í og lat kóka, til blandið er blivið tjúkt krem. Smakk- að ul við salu og pipan og lat standa og kølna. Tá kremið er kølnad, verður tað lagt oman á deiggið og síðan verður kalvin lagdur omaná. Lat eitt sindur av salu og pip- ari á kalvan og lat deiggið aftur frá síðunum. Trýst sidan endarnar saman vid einum gafli. Penslað við samanrørdum eggi og lat standa í tveir tímar og kølna. Set ovnin å 200 stig og baka i 30-35 minuttir, ella Tíðindablaðið GL til deiggið er ljósabrúnt. Stingur tú ein gaffil í fisk- in og hann ikki ger mót- stóðu, so er bakað. Legg rættin á borðiskin og pynta við hakkaðum kinakáli, piparfruktum, ka- viari, sitrónflísum og frískum dildi. Heilsteiktur lambarygg- ur við portvínsós og rómabakaðum eplum 1 lambarygg 1800 gr Portvínsós: 2 stórir leykir 300 gr. frískar soppar 1/2 1. javnað oksasoð 2 dl. portvin ella sherry Rómabakað epli: 700 gr. epli 5 dl. róma 2 leykir 1 spsk. margarin Sker spongina úr rygg- inum, so at hann ikki spennist upp sum ein bogi, rist niður í feittið, eins og á fleskasteik. Kryddað við basilikum, salti og pipari. Hita ovnin til 200 stig og steik í 35 minuttir. Ynskir tå kjøuð reytt, so bert í 30 minuttir Lat ryggin hvíla í góðar 10 minuttir verður Reynold við innbakaða kalvanum, ein leskiligur rættur sevjan í kjøtinum og sproytar ikki út og tú fær nógv sevjumiklari bitar. Smeltað margarinið í einari grýtu, stoyt tann fín- hakkaða leykin í, síðan soppar, sum eru skornir í flísar og portvín. Oksasoð- ið kann javnast, antin við at baka upp ella gera útá. Oksasoðið er gjørt av supputerningum og verður javnað til passaliga tjúkt, áðrenn tað verður stoytt í grýtuna við leykinum, soppunum og portvín- inum. Til rómaeplini verður leykurin skorin fínt og hit- aður í margarininum í eini grýtu. Stoyt síðan róman í og lat kóka, til blandið tjúknar. Flis eplini og sker tey i dålar, legg tey i eitt fat, sum er smurt vid margarini, stoyt róma- blandið omanyvir. Baka rættin í ein tíma við 200 sugum Sker kjøud av rygginum og legg tað í flísum á borðiskin, pyr tað vid ISKUM grønmetu Eftir Jústinus E idesgaard. ir: Hilmar Jan Hansen