mikudagur 7. apríl 1993síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 67 —7. APRÍL 1993
Tíðindablaðið GSM
Sjónvarp Føroya ; Utvarp Føroya ;
Nøtran í blómu-
handlinum
Rick Moranis, Vincent Gardenia og Ellen
Greene
Frank Oz hevur gjørt henda musicalin frá
1986 við Rick Moranis sum ein forelskaður
blómuhandilsmaður. Tá ið gentan ikki vil
hava hann, gevur hann einari kjøtetandi
plantu allan kærleika sín.
Pásk kl. 14.40:
Carmen
Fransk/italskur filmur frå 1984. Carmen,
sum arbeiðir í tubbaksvinnuni, lokkar her-
mannin Don Jose i øføri. Hetta er evnid i hes
operaini í útgávuni hjá Francesco Rosi eftir
George Bizet.
2. páskadag kl. 14.40:
San Fransisco
Jeanette MacDonald og Spencer Tracy
Jarðskjálvtin i San Fransisco 1906 er høv-
uðsevnið í hesum filminum, sum er um
kærleika, vinalag og trupulleikar. Jeanette
Mac Donald spælir ein ung genta við
vakrari rødd, sum kennir seg drigna at
tveimum monnum — Clarke Gable og Jack
Holt. Og Spencer Tracy spælir prestur og
góður vinur.
2 k kl. 19.10:
Seydahald i Danmark
Jørgen og Hanne Petersen droyma um at
gerast fulltidarbéndir og bert røkta sínar
125 seyðir og sleppa undan at hava annað
arbeiði. Tað er bert ein spurningur um tíð,
Mintust tit til
ul hetta verður veruleiki, tí tey hava góðan
vinning av lambskjøtinum. Men ullin selir
ikki væl
2. páskadag kl. 23.15:
Misbrúka ikki lívið
Kann metadon brúkast í staðin fyri narkot-
ika? Ella er tað ein onnur misnytsla? Verða
fólk so ístaðin hálvir narkomanar? Og
hvussu verður við viðgerðini?
Heilaspuni
Eini hjún flyta il norður Canada at njóta
ellisånm. Alt tykist at vera gott, men so
rakar vanlukkan. Maðurin fær Alzheimer
sjúkuna. Orðini verða burtur, minnið svíkir
og stødan bara versnar..
Týsdagin kl. 23.15:
Erik Mørk
Erik Mørk gjørdist bert 67 åra gamal. Hann
var fyri ferðsluvanlukku, og hann doyði
stutt eftir. Hann er nógv saknaður, og í hest
sending greiðir Erik Mørk frá lívi sínum og
dreymum sínum. Upptøkurnar eru frå
1987
Skuggin av
påfuglinum
John Lone og Wendy Hughes
Australskur filmur. Maria McEnvoy upp-
dagar, at madur hennara hevur verid
henni Ótrygvur í fleiri år, og hetta sigur
hon eini vinkonu hjá sær, og henda tekur
hana við sær til Thailand. Har á oynni
Phuket eigur vinmaðurinhjá vinkonuni
Terry eitt hotell, og har finnur Maria
kærleikan. Filmurin er frá 1986
HALDARAGJALDIÐ
Tit fáa skjótast blaðið aftur, siga tit okkum
frá, tá goldið er.
Skirisdag kl. 17.30:
Tilvera
Tosað verður við skrivaran í Dans Etiopiu-
missiónini, Finn Hovgaard. Hann sigur frá
arbeiðnum hjá hesum felagi, hvussu eim
verður tråbodari, og hvat ein túboðari ger
úti í fremmandum londum.
kíri Langa frí
Frá Kass til
Austerlitz
>
Hilmar Kass verður ein av gestunum á út-
varpsskránni á páskum.
Jógvan Arge hevur hitt hann, og Hilmar
fer at siga frá í uimum sendingum, skíris-
dag, Langa friggjadag og annan páskadag.
Hilmar er strandingur og fór ul skips
undir krignum. Hann var fyrsta túr ul skips í
1943 við skipinum hjá pápa sínum. Bartali í
Kass, >Austerlitz<.
Eftir kríggið fór Hilmar Kass uppá skúla
og tók stýrimansprógv í Havn og seinni
skipsføraraprégv í Keypmannahavn.
Hilmar var eftir tað við m.ø. >Austerlitz<
og »Vén« hjá felagnum Rundini í Havn,
sum hann førdi.
Hann misti hugin ul sjólívið tey árini, teir
lógu hålv ár í senn og gløddu i ein stamp
yviri í Grønlandi, og seinna partin í fimti-
árunum fór hann á læraraskúla.
Ætlanin var at gerast sjómansskúlalærari
og tað eydnaðist umsíður í 1969, og har
starvast hann enn.
Hilmar Kass kom mestsum av tilvild inn
á løgting í 1966, og hann var mangan tung-
an á vágskálini í føroyskum politikki, tey 22
árini hann var tingmaður.
kíri Langa frí
k 2. k kl.
Torshavn —
i søgu og søgn
Havnarmadurin Jákup Henriksen úr Snikk-
arastovu greiddi einar páskir frå allari talv-
søguni. Ikki bert í Havn ella Føroyum, men
um allan heimin og hóast fråsagnimar vóru
drúgvar, eydnaðist honum at fáa fólk at
lurta efur sær.
Nú hevur Samuelina Hansen aftur verið
inni á gólvinum hjá Jákupi í Keypmanna-
havn, og hesar páskirnar fer hann at taka
Havina fyri í fýra sendingum, sum sendar
verða allar halgidagarnar kl. 16.00.
Jåkup fer langt aftur i søguna at siga frå
viðurskiftunum í høvudsstadnum og fylgir
søguni heilt upp at okkara døgum.
Langa fríggjadag. påskaaftan og
páskadag kl. 13.00:
Skuli og skula-
, Få .
gongd i Vági
Á páskum fer útvarpið aftur at hava eina av
teimum forvitnisligu frásagnunum hjá vág-
vinginum Erlingi Poulsen, sum Jógvan
Arge fer at lesa
Hesaferð fer Erling at tríva í skulasøguna
í Vági og í Suðuroynni sum heild, og fer at
fylgja henni ul hann sjálvur og aðrir næm-
ingar úr Vági fóru norður til Tvøroyrar at
takarealskúlaprógv fyri um 50 árum síðani.
Sendingamar um skúla og skúlagongd i
Vági verða sendar Langa friggjadag, páska-
aftan og páskadag kl. 13.00
Fyr k kl. 17.30:
Pontius Pilatus
å ellisårum
Påskadag fer útvarpið at senda ljóðmyndina
»Ellisår Pilatusar«, sum Snæbjørn í Dali
hevur skipað fyrr
Sum rómverskur embættismaður hevur
Pilatus havt ringt orð á sær, og hetta hevur
helst serliga havt samband við, at hann var
millum teir ráðandi, tá Jesus varð ukin av
døgum
Hóast lítið er ul av søguligum tilfari um
hendan annars so kenda mannin, so er
kortini nógv fagurbókmentaligt tilfar skriv -
að um Pontius Pilatus og liv hansara
Ljóðmyndin byggir serliga á eina stutt-
søgu, sum franski rithøvundin Anatole
France hevur skrivað. Høvudsleiklutin
hevur Pontius Pilatus og vit hitta eisini vin-
mann hansara — nevndur Lusius Lamia.
Tý in kl. 11. 17.30:
Heilsa og heilsurøkt
Í hesi sending fer sálarlæknin August Wang
at tosa um rúsdrekkamisnýtslu. Í seinni
sending fara vit at tosa við ein alkoholikara,
sum drakk í 17 ár
{Útvarpi Føroya
13.-17. apríl
Jóannis Fonsdal í Vestmanna
lesur
Sálmar og bibliuord;
Tysdagur 13. april
nr. 203 Frøist nu hver, ið frøast
kann
Fyrr. Såm. 2,9
Mikudagur 14. april (Summar-
måladagur)
nr. 207 Hann livir, gled teg, andi min
Fyrra Såm. 3,1
Hósdagur 15. april
nr. 210 Aldri var sigurin størri enn tå
Fyrra Såm. 3,10
nr. 371 O, miskunnsami, mildi Guð
Friggjadagur 16. april
nr. 298 At fara væl úr hesi verð
Fyrra Sám. 3,19
Leygardagur 17. apríl
nr. 205 Heiður tær veri
Fyrra Sám. 4,10