hósdagur 8. apríl 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
=
hlaðið
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BROÐRALAG
rgdarblaðstjóri: Jan Miller
de Fyritaksstóri Krisjan Dat
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
Í
Í
|
|
Í
Páskirnar
SJÁLVT um alt antin so ella so byggir á tað
farna, so er hjá teimum vanda- ella trong
stoddu einki so gott sum at sleppa at royna
eina nyggja byrjan
EINA slíka fekk mannaættin oll við pásk-
unum. Alt farið varð strikad og ollum teim-
um, sum bert vildu og vágaðu at húsast og
liva eftir náðarinnar lyftum, varð við Langa
friggjadegi og páskunum tryggjad, ikki
bert ein ævinleiki so nógv glæsiligari enn
nakað, røkkast kundi á fold, men eisini eitt
skilagott foldarliv sum menniskja
HVUSSU hetta seinna eydnast er tó fult og
heilt treytað av, hvat vit hvor í sínum lagi
leggja í eitt skilagott foldarlív. Uppskríftina
hava vit frá Honum, sum lyftini gav og við
teirri siðalagsligu uppaling, allir føroyingar
hava fingið — antin teir vildu tað ella ikki —
Skuldi eingin umbering verið fyri at sagt, at
vit ikki kenna hana
TRUPULLEIKIN man heldur vera, at so
mong so mong halda seg hava ein størri
rætt enn onnur til hetta =skilagóða foldar-
liv« — alt ov tíðum mistikid fyri verdsliga
vælferð burturav
FRÁ fyrndartíð r hov
uðsprestar ella andaliga vísir, sum settir
vóru at halda skil á hesi javnvág. Seinni
komu keisarar, kongar, pávar og annað
gott fólk upp í leikin, og tess meira samfe
løgini mentust tøkniliga og vinnuliga, fjølg
aðist hópurin av hesum =skilhaldarum = til
tað, vit nærum hava í dag við politiskum
floksbýti, í onkrum fori lagað eftir verðs-
ligum áhugamálum burturav, men annars
umboðandi ymiskar fatanir av, hvussu vit
frægast fáa foldarlívið frá hondini. Summi
enn við eisini at liva eitt sindur fyri oðrum,
men alt fleiri við atliti til, hvussu livast kann
frægast av oðrum
9 th x,
VOTU idÚ SOK3aN3GO
TEIR, sum hjá okkum í dag skulu eitast at
halda skil á, eru politikararnir. Hlldu teir skil
sambært ynski teirra, teir umboda, var
kanska ikki so illa statt. Men storsti trupu!
leikin seinastu árni hevur staðist av, at
hesir meira enn áður hava álagt veljarum
sínum, hvat hesir skulu halda og krevja -
alt fyri at hava eitthvort at verða valdir upp
á. Einki hevur verið ovboðið — sjålvt um tað
so hevur verið talan um at tekja við glasi
heilar býir úti í Guds fríu náttúru, undir
sjóvartunnlar síð um síð um smalastu firðir
landsins, yvirsjóvartunnlar, óneyðugar
skula- og aðrar skálar, so hevur tað verið
gloypt
Babloix. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Justinus Eidesgaard
Utgevar: P/ Sosialurin
Uppsetng PA Soslalurin
Í - }
Bústaður Argjavegi 28
Prent P/t Pressan 1981 Teleton: 11820
66. ÅRGANGUR
Postad: Postsmoga 78
110 Tórshavn
Tøletax 14720
|
Argjum
|
”
OG innast inni er tað als ikki hetta, vit mest
av ollum ynskja — og als ikki um ráðin eru
ivasom. Vit ynskja politiskan og annan frið
at virka eftir teimum treytum, givnar eru it
landi, vt eru sett at liva. Gaman
stóran mun tilfeingistreytað, og onkur góð
hond kann meira enn so virka við til, at
meira fæst burturúr
SPURNINGURIN er so bara »meira burtur
úr fyri hvønn«, og hann tykjast ov fáir
vinnulivsmenn eins og politikarar at hava
greinað nóg gjølla. Og í størsta mun or
sakað av einum ótálmaðum kravpolitikk
hvor til sítt oki — og ikki vegna veljararnar
heldur enn av skilagóðum metingum um
hvat ið mundi tæna samfelagnum og har
við veljarunum og eftirkomarum teirra
best
HEVÐI talan verið um »låntar fjaðrar
kundi okkurt av hesum verið fyrigivið, men
hetta snýr seg bart út um >stolnar fjaðrar
- Stuldur og villleiðing av hugsku fólksins ti
bert at hugsa um sítt egna
FLEIRI meiningar munnu ikki vera um,
hvussu hetta so óneyðuga og ófriðarskap-
andi lag kann ávirka sjálvt tær stinnastu
sálirnar. Skilagóða fatanin av, hvussu
best verður virkað til felags gagn kámast í
sama mun
sum persónligi krav-hugburð
urin VekSur
HARTIL má nú vera komið, at teir polítik-
arar, sum eisini framyvir kunnu hugsast at
grunda politiska starv teirra á hetta seinna
— og ikki á landsins frama burturav, antin
núlova bót og betring, ella gevast við teirra
mangan útarmandi og klandurselvand
politiska virksemi
»LOVA bót og betring«, siga vit, ti vit hóast
stóru énøgd manna millum við politikarar
okkara, kortini halda, at eisini onkur teirra
millum man ynskja tað besta fyri land og
fólk, hvussu so nógv hann sjálvur í tí farna
vera merktur av lættvunnum at
kvoðuloysnum
Kund
ØLL, sum vildu, fingu við páskunum eina
nýggja byrjan. Henda skal eisini standa
politikarum okkara í boði
TREYTIN fyri, at tað skal vera teimum
sjalvum til menniskjansligan- og landinum
at frama er tó fyrst og fremst, at teir bera
páskirnar við sær, viðurkenna tað farna
eins og tað, ið á sinni gjørdi påskirnar
neyðugar
Tíðindini — tey eru í Tíðindablaðnum Sosialinum
Nú er ovboðið
UM somu tíð sum fíggjarmálaráðharri
okkara, sum eisini er formaður fólka-
floksins eftir fundin við donsku stjórn-
ina týsdagin segði við bæði danska og
føroyska pressu, at hann var sera fegin
um úrslitið av samráðingunum úttalar
partamaður hansara Óli Breckmann
sum fólkatingsmaður til somu donsku
pressu og utrépar danir til ringastu
imperialistar. Í samrødu við danska
sjónvarpið segði Breckmann m.a. at
danir bera seg at sum ein hernaðarjunta
í eini bananrepublikk.
VIT kenna søguna her heima, har tað
vanliga hevur verið svarað: "at hatta er
bara Óli" og nú hugsa helst mangir
føroyingar, at orð Breckmanns í donsku
fjølmiðlunum hava einki at siga, lí
eingin tekur tey fyri fult.
SPURNINGURIN er um Føroya fólk
eigur at lata sær slík úttalilsi og slíka
framferð lynda longur. Fólkaflokkurin
var so skjótur at kalla inn til snarfund á
hægsta stigi seinasta vikuskiftid, tå
sjónvarpið bara leysatidindi um
framtidina hjå flakavinnuni. Var tad
ikki rætt um flokkurin nú stevndi sínum
egnu á fund fyri at fáa at vita, hvat
meiningin er at lata fyrst ein
landsstýrismann skýra danir
imperialistar og seinni fólkatings-
mannin skýra teir eina hernaðarjuntu í
Føroyum!
ALT bendir á, at åvisir fólkafloksmenn
vilja ikki vera í samgongu við javnadar-
flokkin longur, tí við hesum úttalils-
unum stinga teir ikki bert sín egna sam-
ráðingarmann í ryggin men eisini løg-
mann og tað sum verri er alt Føroya
fólk, sum í løtuni vónar at fåa eina
skipan við danir, sum kann tryggja okk-
um og eftirkomarum okkara eina fram-
tíð í hesum landi.
HVAT billar Óli Breckmann sær inn!
Alt meðan hansara egnu partamenn og
samgongufelagar royna at slætta
sjógvin og royna at fáa eina avtalu við
danir, sum íkki bert skal loysa
núverandi trupulleikarnar hjá
flakavirkini men meguliga eisini kann
vera við úl at fáa eina skipan við tí
Stóru uttanlandsskuldini, so fer okkara
fólkatingsmaður í donsku pressuna og
skýrir danir alt tað ringa, ið hugsast
kann. Hvat halda tit tann vanliga danin
hugsar. Hver veit um hann dugir at
skyna millum, hvat Óli Breckmann
meinar og hvat vanligi føroyingurin
hugsar. Hvønn møguleika hevur hann
fyri at resonera, at hatta er bara Óli!
NÚ er ovbodid. Leiðslan í fólkaflokk-
inum eigur at kalla inn til eykating og
rudda upp hjá sær sjálvum. Tað kann
ikki vera rætt, at um somu tid sum
flokkurin letur seg umboða av sínum
formanni og fíggjarmálaráðharra í sera
álvarsligum samráðingum við
Danmark, at floksfelagi hansara Óli
Breckmann eftir fáum sekundum brýtur
niður alt tað álit, sum vanligi danin enn
hevur á føroyingum.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur
landsfund eftir páskir. Hevur fólkaf-
lokkurin til ta tíð ikki sett eitt nú Óla
Breckmann upp á pláss, so eigur
javnadarflokkurin at gera tað. Flokkurin
eigur løgmann og tað má vera hennara
uppgáva at syrgja fyri, at samgongan er
intakt, ikki bert tá tað skulu 17 atkvødur
til í únginum, men so sanniliga eisini tá
álvarsmál fyri Føroyar verða vidgjørd á
fólkatingi og í donsku fjølmidlunum
Marita løgmaður hevur skyldu til at
krevja av fólkaflokkinum, at umboð
tess ikki seta fót fyri royndunum hjá
landsstýrinum at finna fram til semjur
við donsku stjórnina. Og tað er júst tað
sum Óli Breckmann nú royndir, og
hetta kann ikki góðtakast.
SO má samgonga vera samgonga. Hetta
seinasta útspælið frá Óla Breckmann
vísir týðuliga, at hann er til Ómetaligan
skaða fyri ikki bert landsstýrið men fyri
Føroyar og fyri vanliga føroyingin.
Hvat nyttu hava vit í at hava hann sum
fólkatingsmann, tå høvudsuppgåva
hans-ara er at seta kilar i millum føroy-
ingar og danir!
EINGIN ivi er um, at hesin
Spurningurin fer at verða tikin upp á
landsfundinum og tað eiga fólkafloks-
menn at vita, at teir skulu ikki kenna
seg so tryggar í hesi samgonguni, um
hetta verður framhaldandi lagið. At
summir teirra so eisini ynskja
javnaðarflokkin har piparið grør verður
so teirra sek. Hver sigur at nakar
flokkur í Føroyum vil hava nakað at
gera við ein fólkaflokk, sum ber seg
soleiðis at! So fólkafloksmenn eiga at
hugsa seg fleiri ferðir um og ikki taka
sum givið, at tit koma upp í eina
komandi samgonga, um henda slitnar.
Neyvan vilja sambandsmenn hava
nakað sum helst við fólkaflokkin at
gera heldur, so tað er ikki so ringt at
spáa, hvussu ein komandi samgonga um
tvey ár ella áðrenn tað fer at síggja út.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur víst
gott samgongustev og við hevur nýggi
løgmaður eisini víst sera góð samráð-
ingarevni, tá hugsað verður um, hvat
kom burtur úr á fundinum í Keypmann-
ahavn týsdagin. Eingin ivi er um, at ein
av orsøkunum til at tað svartskygni,
sum varð undan fundinum nú tykist
vera koppa á til bjartskygni, stavar frá
róligu og sidiligu framferdini hjá
løgmanni. Vit kunnu bert vóna, at hon
fer at halda fram við hesi linju og ikki
leypa framav soleiðis sum fleiri av
hennara samgongufeløgum hava havt
lyndi til. Nú síggja vit fram ímóti at fáa
eitt gott og postivt orðaskifti undan
fundinum sum verður við danir í mai