leygardagur 10. mai 2003síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 10. mai 2003
33
Á Toll- og Skattstovu Føroya, Suðuroyar Øki, er eitt starv
leyst at søkja til setan 15. juli 2003.
Høvuðsuppgávur: Eftirlitsarbeiði og málsviðgerð innan
meirvirðisgjald, skatt, toll, innkrevjing o.a., herundir at
geva ummælir í møguligum kærumálum.
Førleikakrøv: Tann, sum settur verður, skal hava
roknskaparligan førleika, og tað er ein fyrimunur at hava
arbeiðsroyndir innan roknskap og bókhald. Viðkomandi
skal vera fyrikomandi og arbeiðssamur og kunna arbeiða
sjálvstøðugt.
Vit kunnu bjóða:
• Eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum, sum
samstundis eisini er fakliga krevjandi og við møguleika
fyri eftirútbúgving,
• klokkuskipan við flextíð,
• eitt sjálvstøðugt starv í góðum arbeiðsumhvørvi.
Setanartreytir: Løn- og setanarviðurskifti, sum eru treyt-
að av starvsroyndum og útbúgving, eru eftir sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Núverandi setanarøkið er Suðuroyar Øki, men fevnir ann-
ars um Fíggjarmálaráðið og stovnar undir tí, og tann, ið
settur verður, skal kunna røkja tænastu á hesum støðum,
um tað verður kravt.
Viðkomandi, ið settur verður, skal vera fúsur at luttaka í
teimum útbúgvingarmøguleikum,sum Toll- og skattstov-
an bjóðar,eitt nú merkonom ,HD o.a.og taka lut í teimum
skeiðum, sum stovnurin fyriskipar.
Nærri frágreiðing fæst við at venda sær til Margret
Joensen, Økisstjóra, á tlf. 37 10 51.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum,ummæl-
um og upplýsingum um viðkomandi starvsroyndir, skal
vera Toll- og Skattstovuni í hendi í seinasta lagi 1. juni
2003.
Toll- og Skattstova Føroya
Suðuroyar Øki
Postsmoga 69
FO-800 Tvøroyri
Toll- og
Skattstova
Føroya
Málsviðgeri
Toll- og Skattstova
Føroya er stovnur undir
Fíggjarmálaráðnum.
Uppgávur stovnsins eru
m.a. at fyrisita
• skattalógina
• tolllógina
• mvg-lógina
• kolvetnisskattalógina
• avgjaldslógirnar,
eins og alla
skuldarinnkrevjing hjá
landinum.
Stovnurin hevur 150
starvsfólk og er
skipaður soleiðis, at
planlegging og menning
fer fram í Stýrinum á
Argjum. Tær seks
økisskrivstovurnar, ið
eru á Tvøroyri, í
Skopun, Sørvági,
Tórshavn, Saltangará og
Klaksvík røkja
raksturin.
Á Suðuroyar Øki, har
viðkomandi kemur at
starvast, eru 13
starvsfólk.
Lýsingin finst eisini á
heimasíðu okkara
www.tollskatt.fo
E-mail:
suduroy@tollskatt.fo
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Børkuvegur
620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er:
mánadag-hósdag frá kl. 9-16
fríggjadag frá kl. 9-12
Kliniskur tannteknikari
Bergur á Reynatrøð
Skrivstovuhølir
í Saltangará
Í nýggja handils- og skrivstovubygninginum hjá
ERO P/f á Heiðavegi 15 í Saltangará eru skrivstovu-
hølir til leigu. Áhugað kunnu venda sær til ERO P/f á
tlf. 44 96 12.
ERO P/f
TK-stovan 3/320
pdf
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
http://www.sosialurin.fo
C
M
Y
K
33