mikudagur 14. apríl 1993síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
——
Nr. 69 — 14. APRIL 1993
Tidindabladid GSK
Mikukveldið verður venj-
ingardystur á
Svangaskarði millum
landsliðið og íslendska 1
deildarliðið Akranes
Dysturin er seinast
møguleikin hjå leikarum
at undirstrika, at teir eru
nátúrligur partur av hóp
inum, sum skal niður á
Kypros í komandi viku
Fleiri givnir
Landsliðshópurin hevur
vant nakað í vetur
Hvussu nógv er komið av
skafu er ein annar spurn
ingur, tí uppmøtingin
hverja ferðina hevur ikki
verið nakað at reypa av
Onkrir leikarar, sum ven)
arin í fjør var við at líma
inn í hópin, hava ikki vist
seg, og eiga ti sjálvsagt
ongan møguleika, tå liðið
verður ukið út.
Aðrir hava boðað frá, at
teirra tíð á landsliðnum er
liðug. Her verður hugsað
um Mikkjal Danielsen og
Tummas Eli Hansen. Teir
hava verið i miðverjuni so
at siga allar týdningar
miklu dystirnar, síðani
allur fétbéltsheimurin
sum hann er varð ukin av
bóli í september 1990.
Hin fyrri er púrasta givin
við fótbóltinum, meðan
hin seinni bara heldur seg
hava stundir til B36.
Jan Allan Miller er ikki
givin við fótbóltsspæl-
inum, men hann verður
ikki vid í hópinum hesa
ferð. Tað vísir seg at
ganga striltid at koma fyri
seg eftir keðiliga skaðan í
heyst. Jan Allan hevur
ikki vant við bålti í langa
tíð, og ti skal nýggjur
maður finnast ul álops-
sessin.
Í fjør kom Jens Erik
Rasmussem aftur í lands-
liðshópin, men hann hev-
ur ikki vant vid i år. Jens
Erik er leikandi venjari hjå
MB, og tad er kanska væl
skiljandi, at tað ber illa til
at nýta nógva tíð til lands-
liðið, tá felagið rindar tær
løn fyri at venja sínar
leikarar.
Og so er Jan Dam ikki
tøkur í komandi viku.
Hann hevur higar til í HM
dystunum fingið tvinni
gul kort, og tískil sektar
UEFA hann við
leikbanni.
Nógvir at velja
ímillum
Eftir Skoltlandsferðina
og við atliti til hópin,
sum er kallaður saman til
dysun móti Keflavík, eru
hesir at velja í millum:
Jens Martin Knudsen, Ják-
up Mikkelsen, Jóannes
Jakobsen, Eyðfinn Olsen,
Allan Mørkøre, Oddmar
Færø, Kurt Mørkøre, Alvi
Justinussen, Rúni Justin-
ussen, Óli Johannesen,
Landsliðshópurin á Skotlandsferðini: Aftast frå vinstru: Jóan Petur Olsen, GÍ, Kári Reynheim, HB, Rúni Justinus-
sen, GÍ, Oddmar Færø, B68, Jákup Eli Olsen, B68, Jógvan Hendrik Samuelsen, SÍF, Julian Eliasen, FSF. Í midjuni
frá vinstru: Jákup Simonsen, liðleiðari (var ikki vid í Skotlandi), Ossur Hansen, B68, Páll á Reynatúgvu, B71, Todi
Jónsson, B36, Kurt Mørkøre, KÍ. Eydfinn Olsen, B68, John Weihe og Petur Elias Petersen (var ikki við í Skotlandi),
sum hava við klædini at gera, Páll Guðlaugsson, venjari. Fremst frá vinstru: Uni Arge, HB, Alvi Justinussen, GÍ, Jens
Martin Knudsen, GÍ, Jákup Mikkelsen. KI, Djóni W. Joensen, NSI og Jan Dam, HB. Jóannes Jakobsen er ikki við á
myndini Mynd Rúni B. Róin
HM kappingin
Nógvir eru um boðið
Neyðugt við góðari blanding av royndum og ungum framfísnum
leikarum, tá hópurin til Kypros dystin skal myndast. Urslitið
hevur stóran fíggjarligan týdning fyri FSF
Jákup Eli Olsen, Jóan
Petur Olsen, Djóni
Joensen, Hegga
Samuelsen, Todi Jónsson,
Øssur Hansen, Páll á
Reynatúgvu, Kári Reyn-
heim, og Uni Arge.
Einki er at ivast í, at
venjarin ynskir so nógvar
leikarar við altjóða roynd-
um sum møguligt. Velur
hann at hava hesar vid,
eru hesir sjålvskrivadir:
Jens Martin, Jåkup,
Jéannes, Allan, Kurt,
Alvi, Todi, Øssur og
Kári.
Allan var ikki við í
Skotlandi. Hann gav av-
boð av góðum grundum,
og tað man vera sjálvsagt,
at hann verður við aftur.
Kurt var ikki við í
fjør,men hann hevur vant
við í vetur og var í Skot-
landi, og tá bæði Mikkjal
og Tummas Eli eru burt-
ur, er einki at ivast i, at
KI midverjin verdur i
hépinum.
Jéannes hevur verid
skaddur sidstu tidina, og
tad verdur kapprenning
við tíðina, um hann verð-
ur tøkur ella ikki. Venjar-
in velur helst undir øllum
umstødum at taka lidfor-
mannin vid, men roynd-
irnar munnu hava lært
ábyrgdarpersónamar, at tað
ikki er ráðiligt at lata
nakran leikara vera við í
dystinum, um hann ikki
er fullkomuliga raskur.
Tveir sjålvsagdir
Sjey leikarar skulu aftur
at teimum níggju, vit
halda vera sjålvsagdar. Vit
kunnu avskriva onkran av
teimum 20 beinanvegin:
Jákup Eli Olsen hevur
verið skaddur í meiri enn
ein mánaða. Hann var við
í Skotlandi, men fekk ikki
vant. Gagnið av ferðini
fyri hansara viðkomandi
var, at Páll á Reynatúgvu
hvønn dag kundi veita
honum viðgerð fyri fót-
skaðan. Jákup Eli leikti
við B68 í Leirvík, men
móti Kypern er hann
neyvan upp á tal.
Jóan Petur er skaddur,
og Hegga hevur havt trup-
ulleikar at vinna fast pláss
á HB liðnum. Í hvussu so
er hesin seinni nevndi er
framtíðar landsliðsleikari,
men hann tolir kanska at
bíða eitt sindur.
Tveir leikarar eru sjálv-
sagdir at taka við: Páll á
Reynatúgvu og Uni Arge.
Páll er ikki púra nýggjur í
landslidshøpi. Hann var í
hópinum, tá oyggjaleik-
irnir vóru í Føroyum,
men síðani hann fór av
landinum at læra, hevur
hann ikki verið við.
Páll var við í Skotlandi
sum veddamýkjari. Men
hann man undir venjing
hava staðfest fyri venjar-
anum, at venjingarstødan
var góð. Í hvussu so er
varð hann skiftur inn í
fyrsta dystinum, og longu
tveir minuttir seinni heyði
hann skorað! Síðani var
hann fastur maður á liðn-
um, og tað er upplagt at
hansara likamliga styrki,
stóra ídni og nógva leik-
ferð kemur midvøllinum
til góða flaggdagin.
Uni Arge er vandamikl-
asti álopsleikarin í land-
inum í løtuni. Hann
skjýtur væl og roynist
væl vid høvdinum.
Evnini véru stadfest i
landskappingini i fjør og
ikki minst á túrinum i
Lyngby. Í ár hevur tevið
víst seg at vera hitt sama,
og tí er Uni upplagt evni.
Ein álopsleikara
afturat
Framvegis resta fimm
leikarar. Hverjir hesir
skulu vera, hongur sjálv-
andi saman við, hvussu
hinir leikararnir eru førir
fyri at manna og eyka-
manna ymsu plássini á
liðnum, og hvussu út-
gangsstødan verður. Hana
koma vit nærri inn á
seinni, men hóast hon
verður verjukend, so er
undir øllum umstødum
eyðsýnt, at í hvussu so er
ein rætuligur álopsleikari
skal við afturat. Í hóp-
inum er eingin annar
álopsleikari enn Uni. Kári
kann leika fremstur sum
ein neyðloysn, og tað
kann kanska onkur annar
eisini, men tað er eingin
loysn at fara úr Føroyum
við eini neyðloysn
Tad vil siga, at venjarin
noyðist at finna ålopsleik
ara uttan fyri hópin
Gunnar Mohr hevur fyri
langari tíð síðani tikið seg
úr hópinum. Tað er spell,
tí hann er framvegis
vandamikil: Hann skoraði
triggjar ferð móti GI hós-
dagin og aftur móti KÍ
Páll sá Gunnar móti GI,
og tað hevði ikki verið av
leið at heitt á HBaran um
at koma við. Gunnar er
ógvuliga skjótur, og tað
er ein dygd, sum vit aftur
og aftur staðfesta at vera
mest sjónski veikleikin
hjá føroyingum í altjóða
dysti.
Nýggja miðverju
Tveir miðverjar frá hin-
um altjóða dystunum eru
burtur, og hin tridji er
óvissur. Trupulleikin
kann loysast í hópinum:
Kurt hevur fleiri ferðir
avloyst Jóannes sum
aftasti maður, og Alvi og
Kurt eru báðir upplagdir
møguleikar sum
forstopparar. Allan kann
eisini nytast f midverjuni,
har hann nú leikar á KÍ
liðnum.
Um venjarin metir, at
Kurt skal leika forstopp-
ari, so er neyðugt at taka
nýggjan mann út sum
eykamann fyri Jóannes.
Her eru tveir møguleikar í
20 mannahópinum. Annar
er Óli Johannesen og hin
Eyðfinn Olsen. Hin fyrri
hevur verið í landsliðs-
hópinum áður, og í
dystinum niðri í
Tjekkoslovakia sóu vit, at
hann eisini kann vera
forstoppari, og í altjóða
dysti kann standa seg væl
við høvdinum. Hann hev-
ur verið uttanlanda, og í
kvold skal hann vísa á
Svangaskarði, at venjing-
arstødan er nóg góð.
Eyðfinn hevur ongantíð
verið á landsliðnum. Hann
er tryggur aftasti maður,
og hevur nógv stórri týdn-
ing fyri B68, enn sagt og
skrivað verður. Eyðfinn er
í ár í nógv betur venjing,
enn hann plagar at vera í
hesa tíðina av árinum, og