Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-04-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. apríl 1993síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr Síða 14 3 75 — 22. APRIL 1993 Bjarti Mohr, Fiskasólustjóri: Heildarsaneringin er eitt síðsta útkall I-að finst eingin onnur loysn enn ein heildarsanering nú. Uttan mun til um vit fáa eina individuglla sanering, so er tað mítt boð, at núverandi eigararparilssa virkini kortini. Ein heildarsanering er síðsta útkall fyri, at vit fáa eina føroyska loysn - við føroyskum pengum. Verður hon ikki framd er tað bara ein spurningur um heilt fáar mánaðir til samfelagið dettur sundur. Hvórki bankar ella Fiskasøla fara at yvirliva og harvið heldur ikki vinnan. Hetta sigur stjórin í Foroya Fiskasølu, Bjarti Mohr við Tíðindablaðið Sosialin, sum hevur tosað vid hann um aktuellu saneringina. Hann sigur eisini, at verður saneringin ikki framd, so fara útlendsku kreditorarnir at seta enn harðari krøv og møguliga heilt kubba av. Vit spurdu Bjarta Mohr, um tað er rætt, at hann er ein av oddamonnunum aftanfyri tí saneringsætlan, sum nú skal fremjast! g varð innkalladur ul fundar í danska tjóðbank anum av Fíggingargrunn inum. Hesin samskipa ancringina og tekur ikk nakrar avgerðir. Tað eru kreditorarnir og ikki g hetta met eg mong hava misskilt Um orsøkina ul at verða bidin um at koma å fund sigur Bjaru Mohr, at hann m øtu har sum serkønur í føroyskum málum grunnurin Einasta rætta Men hvat heldur Bjart Mohr so um sjálva san eringsætlanina? -Hyggja vit at hesum reint samfelagsliga, so trúgvi eg, at hetta er ein loysn, sum er skjót og effekuv. -Men hvat hevur tú at siga til teirra, sum ikki dáma hesa loynsina? -Tað skal vera sera løg- ið, um vit gera eina kreppuloysn, sum øllum dåma. Vit siggja i dag, at landskassin er témur. Hann er tey seinastu 15 árini systematiskt dren- aður Nú siga kreditorarnir, at vit mugu hava eina loysn. Skuldin er so mikið stór, at vit klára ikki at bera hesa byrðu longur. Men tað er ikki nokk bara at sanera. Tað mugu eisini pengar - friskur tøroyskur Deningur reellur "ginpeningur Ikki útlendskan kapital Sum eg havi skilt tað vilja kreditorarnir ikki hava út lendskan kapital inn í Før- oyum. Teir vilja hava, at føroyingar sjálvir loysa hesar trupulleikar, so frægt vit kunnu tað. Eg havi ongantíð hoyrt nakað ynski um, at tað eru danir, sum skulu koma við pengunum og harvið ráða í Føroyum. Tað hevur annars víst seg at vera sera trupult í Føroyum at finna eginpeningin. Útpurring fyri seinastu ferð Bjarti Mohr finst annars at politikarunum, tí teir hava ikki tikið støðuna í vinn- uni nóg álvarsliga. -Teir fóru niður 6. oktober. Teir komu heimaftur og fóru at tosa um Almannastovuna og Tommy Petersen, um Dúgvan skal sigla ella ikki, um hol skal borast til Gásadals osfr. Eingin tek- ur um tað veruliga pro- blemið, sum er, at vinnan er við at detta sundur. 1. februar fara vit niður aftur. Tá vit koma heim- aftur tosar eingin um, at skuldin er alt ov stór. Nú koma so kreditorarnir og purra okkum út fyri triðju Vanliga er tað so um borð á skipi leggur Bjart Mohr aftrat, at tú verður purraður út eina ferð og tá skal tú helst tørna til á dekkinum. Lad gå, at tu verður purradur út tvær ferðir, men kemur tú tá ikki út á dekkið, verður tú neyvan biðin við aftur. Hetta er triðju ferð, at dan- ir hava purrað okkum út og nústaðni sær út til, at vit eru vaknaðir. -Og er tað ikki ov seint nú? -Tað er tað ikki, men tað er heilt avgjørt í 12. tíma. Takið av tilboðnum Bjarti Mohr sigur víðari, at vit mugu taka av tilboðnum frá kreditorun- um. -Tey virki, sum meina, at tey kunnu klára hetta uttan sanering, tey skulu taka ta avgerðina. Men eg eri bangin fyri, at fleirtalið kann ikki taka ta av- gerðina, tí tað er eingin onnur loysn enn ein heild- arsanering. Bjarti Mohr sigur víðari, at eingin er førur fyri at síggja avleiðingarnar fyri samfelagið, um eingin sanering verður framd nú. Fólkaflokkurin og ábyrgdarloysi Men er tað ikki ábyrgd- arleyst av fólkaflokkinum nú at vilja punktera eina slíka sanering? -Tað er sera ábyrgdar- leysur politikkur at royna at punktera hesa ætlanina men enn meira åbyrgdar- leyst er tað ikki at koma við einum alternativum uppskot um, hvussu ein so skal gera. Hvar skulu pengarnir koma frá! -Vit kunnu ikki rokna við, at vit fáa skuldina saneraða og síðani kunnu koyra víðari, sum einki var hent. -Uttan mun til um vit fáa eina individuella san- ering, so er tað mítt boð, at teir núverandi eigararnir kortini missa virkini. Tað er órealisuskt at hugsa sær, at kreditorarnir skulu avskiva tað teir eiga til góða, og teir núverandi eigararnir einki skulu missa. Ikki monopol Bjarti Mohr vísir eisini aftur pástandunum hjá félkafloksmonnum um, at saneringin fer at koma okkum í eina monopol- støðu. Tad hevur ongantíð verið upp á tal, at vit skulu hava monopol. Ein ynskir harafturímóti, at talan verður um eitt sterkt felag, sum er kappingarført á altjóða marknaðinum, eitt felag, sum er væl struktur- erað tvs. at tað verður skundað undir specialiser- ingina soleiðis at nøkur virki gera lidugvørur, nøk ur fesk fløk osfr. Haraftat ynskir ein, at skipini kunna rokna við at hava ein keypara í Før- oyum, sum er førur fyri at rinda ein góðan prís og pengarnar í hondini. Einki av hesum ber til í dag. Bjarti Mohr sigur, at hann sjálvt ikki við sínum besta vilja dugir at síggja alternativið til eina heild- arsanering. -Eg og fleiri aðrir við mær hava roynt at vent hesum í høvdinum aftur og aftur. Eingin dug- ir at finna alternativið. Heldur ikki fólkaflokkurin. Síðsta útkall Hetta er síðsta útkal: fyri, at vit fáa eina føroyska loysn - við føroyskum pengum. Hendir hetta ikki, so skal eitt virki fyri og annað eftir, eitt alibrúk fyri og annað eftir undir Tidindabladid CS hamarar, og tå er møgu- leiki fyri, at útlendskir investorar koma inn i landið og skapa eina monopolstødu. Tað eri eg stórliga bangin fyri. Hvat hugsar tú tá tm hoyrir fólkafloksmenn siga, al hetta er og verður monopol p - Teir vita ikki, hvat teir tosa um. Teir mugu hava misskilt alt. -Men hvat hevur tú at siga við eitt nú Birgir Danielsen, sum onkur heldur er primus motor í hesum? -Eg veit ikki, um hann er tað, men Birgir Daniel- sen veit útmerkað, hvat krevst av fígging ul hetta samfelagið. Tað veit hann bæði sum fyrrverandi fiskasglustjóri og sum bankastjóri. Samfelagið dettur sundur -Men fær fólkaflokkurin sín vilja er tað so ikki tað sama sum at geva báðum bankunum knívin í ryggin? -Tað er tað, og eisini okkum á Fiskasgluni. Verður henda saneringin ikki gjørd, so er tað bara ein spurningur um heilt fáar mánaðir, so fellur alt