Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-04-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. apríl 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG Fyritaksstjóri Krisjan Dat Ljósmyndari Kalmar Lindenskov Fólkafloksheykar slitu samgongu SAMGONGAN millum javnaðarflokk in og fólkaflokkin er fokin. Hon vardi í góð tvey ár. Tey mongu, sum fyri tveimum árum síðani, gittu, at hest samgonguni fór ikki at vera langt lív lagað, hava fingið rætt. Tað er tó heldur eingin loyna, at eisini leiðandi javn- adarpolitikarar og javnaðarfólk sum heild alla hesa tid hava livid við "óttan um” um, at samgongan fór at vera stutt livad, so ósamdir sum hesir báðir flokk ar í veruleikanum eru tað í mongum grundleggjandi málum. MEN hyggja vit í bakspeglið, sum tað er vorðið so vanligt nú á døgum, må sigast, at tað var rætt av táverandi for manni floksins at royna hesa samgongu. Hesum fekk hann eisini nærum fullan stuðul til. Tí úrslitið av valinum var soleiðis, at tað nú bar ul at skipa eina samgongu við einans tveimum flokkum og harvið hevði ein vónina um, at tað skuldi vera lættari at taka avgerðir. Tá sambandið ongan áhuga tá hevði í at fara út í Tinganes uttan at seta strong krøv um at ríkin skuldi verða reinur borgarligur politikkur, og tá þjóðveldið ikki vildi út í Nesið eftir eitt eyð- mýkjandi niðurlag, so vóru heldur ikki nógvir aðrir møguleikar enn samgongan millum javnaðarflokkin og fólka- flokkin. TAÐ er eingin loyna, at tað á hesum stað mangan hevur verið víst á vandan við umrøddu samgongu, men vit hava eisini mett tað vera rætt at royna hana. Nú hevur hon so staðið sína roynd, og tað er ein sannroynd, at fólkaflokkurin einsamallur hevur skotið hesi sam- gongu i stumpar og stykki. Saneringsósemjan var bara hon, sum fekk bikarid at renna yvir. Vit hava aftur og aftur á hesum stað heitt á leiðsluna í fólkaflokkinum - um hon veruliga vildi halda fram í eini samgongu við javnaðarflokkin - um at fáa skykk uppá sínar egnu rebellar tvs. teir báðar landsstýrismenninir Svend Áge Ellefsen og John Petersen og so ólóðsoraklið Óla Breckmann. Hesir tríggir hava nú í eina tíð heilt vitandi koyrt eina - fyri at brúka orðini hjá partamanni teirra Anfinni Kalsberg - konfrontati6nslinju í samstarvinum við javnaðarflokkin. NÝGGI løgmaður javnaðarfloksins hevur víst gott tol - helst í so gott, tå hon ikki fyri langari tíð síðani hevur langað nevan í borðið. Tá so Jógvan Sundstein fer í útvarpið í gjár og letst sera bilsin av, at javnaðarflokkurin nú skal hava slitið samarbeiðið, so er hetta ikki sannleikin. Javnaðarflokkurin hevur fyri tað fyrsta tíkið avleiðingina av tí deponeradu uppsøgnini hjá félkaflokkinum, um ikki javnadarflokkurin vildi atkvøda fyri einum uppskoti um at lóggeva mót san- eringsætlanini. Javnaðarflokkurin kundi ikki góðtaka ulitmativa uppskot fólka- floksins og metti hetta tí sum eina endaliga samgonguuppsøgn. Blaðfóis. Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - ngevari- P/T Seslalurin ak PM Sestalurin Prent: PAT Pressan 1981 Jåstinus Eidesgaard SÍÐANI er tað hin orsøkin og kanska tann, sum vigar mest, nevniliga tann, at sum leiðari av landsstýrinum kann løg- maður ikki framhaldandi góðtaka, at fólkafloksmenn hvør í sær leika í sum óðir og reka sin egna persónliga poli- tikk, hvørja ferð teir ikki eru samdir við meirilutanum í landsstýrinum harimill- um teirra egna partamanni og floksfor- manni Jógvani Sundstein. Hevdi sami Jógvan Sundstein víst seg sum eitt mannfólk hevði hann fyri langari tid síðani sett sínar egnu upp á pláss. Er tað ikki hetta ein hevur ein formann, ein skipara til! Tá hann ikki megnaði hetta, tvørturim6t hava teir triggir bara leikað meira og meira í, so var tað ikki bert uppgávan men skyldan hjá løgmanni at geva fólkaflokkinum greið boð. Heldur ikki hesi boð um at fáa býtt um sam- gongustevið vildi fólkaflokkurin akta og við tí hevur fólkaflokkurin sjálvur og einsamallur tikið grundarlagið undir framhaldandi samgonguarbeiðinum. FÓLKAFLOKKURINN liggur sum hann sjálvur hevur reitt, heykarnir hava sjálv- ir sagað ta grein av, sum teir hava sitid á. So einfalt er tað. Nú at geva javn- aðarflokkinum skyldina fyri eitt slit er ti púra burturvið. TAÐ er eingin, sum í skrivandi løtu sigur, at tað fer at eydnast at fáa eina aðra samgongu. Okkurt kundi tó bent á tað, men í slíkum føri, har flokkar, sum higartil hava verið í andstøðu, skulu til at samráðast um at koma uppí eina samgongu, har vita vit, at taktikkur oftani er stórur partur av talvinum. At teir vísa áhuga nýtist ikki at merkja, at teir í veruleikanum hava ætlanir um at skipa eina samgongu. Er tað eitt nýval, sum hesir flokkar veruliga vilja hava, so ræður tað jú um at telva nakrar snildar og góðar leikir í byrjanini av einum komandi nývali. MEN sum sagt, enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu. Vit kunnu bert vóna, at tjóðveldisflokkur og sjálvsstýrisflokk- urin vilja og tora at taka við ábyrgd av samfelagnum, nú fólkaflokkurin ikki kundi fáa bilbukt við sínar egnu innan- hýsis trupulleikar og rebellar. Ein kann eisini spyrja, hvat eitt nýval nú fer at broyta. Jú, sum størsti flokkur í and- støðu hevur sambandið helst møguleika Bústaður Argjavegi 28 Þeislon 11820 66. ÁRGANGUR Postadr Postsmoga 78 110 Tórshavn Telefar 14720 Argjum at vinna fleiri tingmenn aftrat. At hann hevur sloppið sær undan at sita við ábyrgd kann helst bjarga honum eina framgongd, sum saman við eini minni afturgongd ul fólkaflokkin (hann slepp ur jú aid gott frá øllum) kann geva hesum báðum flokkum saman við einum av teimum krisuligu meiriluta. HARVIÐ fáa vit eina reint borgarliga samgongu. Hetta er ein vandi, sum bæði tjóðveldið og sjálvstýrið eiga at taka fyri fult, og tá hesir flokkar meira eru midflokkar, so kann tað ikki vera í teirra áhuga at fáa eitt nýval, sum ruddar slóð fyri reinum borgarligum stýri. Tí meta vit, at tað er skilagott av hesum timum flokkum at royna at skipa eina nýggja samgongu. Vit vóna, at royndirnar eyndast og vit fáa fólk út í Tinganes, sum kunnu samstarva. TAÐ skilst á fólkafloksmonnum bæði í útvarpi í gjár og her í blaðnum í dag, at teir eru Ófarnir og vónsviknir av, at javnaðarflokkurin nú ikki vil longur. Tað hevði møguliga borið til at hildið fram við samgonguni, um dúgvurnar í fólkaflokkinum høvdu vunnið stríðið móti heykunum. Men tað gjørdu tær ikki, hetta hoyrdu vit m.a., tá John Petersen fór í Fimmaran og hongdi Tummas Arabo út sum lygnara. Ella tå óli Breckmann i sjónvarpinum dróg Skarvvitjanir hjá Tummasi Arabo uppí ordaskiftid um politikk! Hvussu skulu hesir menn kunna samstarva um nakað sum helst í slíkum anda! Vit ivast onga løtu i, at bæði løgmadur og nógvir javnadarpolitikarar einki hava havt ímóu at halda fram við samarbeiðinum við dúgvumar í fólkaflokkinum. Men hesum hava fólkafloksheykarnir John Petersen, Svend Áge Ellefsen sog Óli Breckmann eina og aleina forðað fyri. Tá hugsað verður um atburð teirra í fjølmiðlunum, so kann ein bara gita sær til, hvussu skilið man vera, tá hesir menn eru saman við løgmanni og ødrum samgongufeløgum innan fyri fýra veggir. ÁLVARATOS. Vóru orðini hjá fólka- floksmanninum Óla Breckmann í danska sjónvarpinum "i danskere opfør- er jeg som en militærjunte í en bananrepublik" - um somu tíð sum partamaður hansara Jógvan Sundstein og samgongufelagi hansara Marita Petersen royndu at avtalu við danir um ein fund at tosa um okkara skuld, ikki knívur í ryggin á sama landsstýri, sum hann stuðlar! Hvussu kann Marita løgmaður halda fram við at stýra einum landsstýri, sum aftur og aftur verður stungið í ryggin av sínum "egnu"! Hon var so mikið fræg, at hon gav dúgvu- num i fólkaflokkinum møguleika til at fáa ordan í fyri harvið at bjarga sam- gonguni. Men dúgvurnar í fólkaflokk- inum megnaðu ikki ella tordu ikki at fáa skykk á John, Svend Áge og Óla. So- statt stevndu heykarnir i fólkaflokk- inum flokkinum á beina kollisiónskós móti samgonguni, javnaðarflokkinum og nógvum av sínum egnu. Fyri at sleppa undan endabrestinum langaði løgmaður róðurið í bakborð. Nú fáa vit so at síggja, um skútan kann halda leiðina fram við lutvíst nýggjari mann- ing og undir javnaðarleiðslu.