leygardagur 24. apríl 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
—ww
|
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BROÐRALAG
Ábyrgdarblaðstjóri- Jan Miller
Baðíoik Randi Jacobsen - Dagny
Utgevar: PM Sosialurin
Bústaður. Argjavegi 28
66. ÁRGANGUR
Posiadr : Postsmoga 78
Helst nýggj samgonga …
TA blaðið fór ul prenungar í gjár var
ikki endaliga greitt, um vit fóru at fáa
eina nýggja samgongu, soleiðis sum
umboð fyri javnaðarflokkin, tjóðveld
isflokkin og sjálvsstýrisflokkin hava
lagt upp til hesar seinastu dagarnar
SIGAST má at tað hevur verið ein sera
góður vilji at fáa eina slíka samgongu
upp at standa og spell verður tað, um
hon í evstu løtu dettur niður fyri. Tað
má sigast, at bæði tjóðveldisfólk og
sjálvstýrisfólk hava víst eina sera posi
tivan vilja at fáa eina nýggja samgongu
heldur enn at tveita samfelagið alt út í
eitt val nú og harvið slóðað fyri, at
samfelagið alt verður lagt lamið í langa
tid
VIT halda einki skeivt vera í tí at fara út
ngongumøguleikar tó at vera troytur
fyrst. Hetta skylda vit okkara veljarum
og okkara valskipan, sum setti fólk inn
á ung við síðsta val at skula stýra land
inum í fýra år
EIN trýflokkasamgonga millum javn
aðarflokkin, tjóðveldisflokkin og sjálv
týrisflokkin eigur at fáa ein tjans. Har
við verður ikki sagt, at hon kemur at
loysa allar landsins trupulleikar her og
nú og gjørdi løgmaður hetta eisini púra
greitt í sjónvarpinum. Men eftir okkara
metan eigur ein slík samgonga at kunna
skunda undir at virksemið aftur kemur í
gongd. Bara hetta at fáa eina samgongu,
sum kann samarbeiða, sum kann reka
eina og somu linju úteftir eisini, tað er
sera umráðandi. Vit ivast onga løtu í, at
tjóðveldisumboðini og sjálvstýrisum
boðini í einum komandi landsstýri tara
at duga betur at vanda sær um orðini og
samgongufelagarnar hjá javnaðarflokk
inum. Har gjørdi løgmaður tað einasta
rætta og tað var ikki longur at finna seg
í at verða brúkt sum gólvtraðk hjá
harðrendum fólkafloksheykum
Jákup Danielsen, formaður
í Starvsmannafelagnum:
Flott og gott at
fáa nýggja sam-
gongu so skjótt
-Eg havi stóra virðing fyri fólkunum, sum royna eina nýggja
samgongu, um hetta eydnast teimum eftir so stuttari tíð. Tað
var eisini rætt, at fólkaflokkurin nú fór úr landsstýrinum.
Sjålvur havi eg stóra virðing fyri leiklutin hjá løgmanni. Hon
hevur verið bæði rólig og kontant sigur Jákup Danielsen,
formaður í Starvsmannafelagnum um politisku stóðuna.
-Eg skal gera vart við
beinanvegin, at eg úttali
meg sum privatpersón
Tað er mín meting, at tað
var rætt at fáa
fólkaflokkin úr
landsstýrinum.
M.a. tí hesin flokkurin
hevur arbeitt ímóti fakfel
øgunum. Eisini tí at hann
hevur ætlad sær at fremja
tiltøk, sum gera okkara
umstødur uppaftur verri.
Og tað høvdu vit so ikki
kunnað livad við hvorki
so ella so.
Jákup Danielsen sigur,
at hann hevur stóra
virðing fyri teimum, sum
nú møguliga hava fingið
eina nýggja samgongu
skipaða eftir so stutta tíð.
-Tað er eitt gott og flott
arbeiði.
Hugsa meira um
fjøldina
-Men ger tað teg tryggari,
at tjóðveldið og sjálv-
stýrisflokkurin nú
avloysa fólkaflokkin?
-Eg eri sannførdur um,
at hesir flokkar fara at
hugsa meira um øll tey
fólk, sum búgva i hesum
landi heldur enn um ein-
stakar persónar.
Jákup Danielsen dylur
tó ikki fyri, at tað hevur
verið hansara meining, at
vit áttu at fingið eitt nýval
og skuldi tað vera, so átti
tað at verið nú.
Hann heldur tað vera ov
seint at fara út í eitt nýval
seinni í ár bæði hvat við-
víkur saneringsætlan,
fíggjarlóg og øðrum stór-
um málum.
skulu
-Sjálvur haldi eg, at tad
hevdi verið skilagott, um
flokkarnir kundu endur-
nyggjad sitt mandat, men
annars seu eg nakrar vónir
til eina nýggja samgongu
millum teir triggjar flokk
arnar
Jákup Danielsen sigur
víðari, at tað nú umræður,
at fólk síggja møguleika at
koma aftur í arbeiði og
gera tey tað, so eru møgu-
leikar fyri at uppgongd.
Fólk í arbeiði
-Men er tað ikki at vera ov
bláoygdur at halda, at tað
at skifta fólkaflokkin út við
tjóðveldið og sjálvstýri fer
at geva meira arbeiði?
-Tað er tað, men her
hugsi eg meira um saneri-
ngina og tað, sum er við at
henda í løtuni. Eg haldi, at
tað er liðið so nógv út, at
vit hava ikki nógva tíð
aftrat til at bíða eftir san-
eringsætlanini.
Jákup Danielsen heldur
tað eisini vera skilagott
fyri javnaðarflokkin sjálv-
an, at hann nú kvettir við
fólkaflokkin.
-Eg havi altíð hildið, at
tað eru ov stórir mótsetn-
ingar millum hasar flokk-
arnar. Tað ber ikki til hjá
teimum at samarbeiða, so-
leiðis sum vit hava sæð
tað.
Jákup Danielsen heldur,
at tað er rættiliga avger-
andi fyri at fáa eina sam-
gongu at virka, at sam-
arbeiði - stevid í
Tinganesi - er í lagi. Tað
hevur so víst seg, at tað
hevur tað ikki verið.
Stóra virðing
fyri løgmanni
-Hvussu heldur tú løg-
maður hevur taklað stød-
una?
-Eg má siga, at eg havi
stóra virðing fyri løg-
manni. Hetta at hon um
somu tíð kann vera bæði
rólig og kontant. Tað er
júst tað vit hava brúk fyri í
slíkum tíðum.
-Hon hevur helst mett
um arbeidsumstødurnar í
landsstyrinum og eru tær
ikki i lagi, so hevur hon
tikid avleidingarnar. Og
løgmadur hevur altid eis-
ini tað seinasta orðið at
siga.
jan
Nissan Stanza 1800 SG
árg. 84, bíliga til solu. Nýsýnaður.-
Tif. 22181
yritaks Joensen - Tórfinn Smith - | Uposetng PA Saslalurin Argjum 110Térshavn
enn tr AR Hilmar Jan Hansen - Prant: P/E Pressan 1981 | Tesíon 11820 Tøletax 14720
. Jústinus Eidesgaard
——iG—— — ———wi— [ff [| [ff ff —[— [ff — —
eitt nýval. Men tá eiga allir atburðin enn sigast kann um undantamu