Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-04-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. apríl 1993síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 4. APRÍL 1993 r 77 - 24 Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag: -Smovggid nú upp um armar -Hatta var frískligt gjórt. Eg taki hattin av fyri lógmanni, at hon tók avleiðingarnar av vánaliga samarbeiðinum við fólka- flokkin. Vónandi fara tær progressivu kreftirnar í eini nýggjari samgongu at smoyggja upp um armar og samstarva við øll. Tá er møguligt, at vit kunnu bjarga restunum sigur formaðurin í Fóroya Fiskimannafelag, Oli Jacobsem, nú útlit eru fyri at nýggja samgonga verður skipa uttan um fólkaflokkin -Tað kann ikki blíva verri, men næstan bara betri Hetta ér fyrsta vidmerkingin, sum Oli Jacobsen, formadur i Føroya Fiskimannafelag hevur til eina komandi samgongu millum javnadarflokkin, tjóðveldisflokkin og sjálvstýrisflokkin -Urslitid av fakfelagsfíggindaliga politikkinum hjá John Petersen síggja vit nú Hann hevur nú í gott tvey ár koyrt alt efur sínum egna høvdi og úrslitið er, at vit eru sett undir umsiting og veruligi løgmadurin Førovyum eitur Richard Mikkelsen Tad hevði ikki hent um ein lurtaði meira efur vinnuni leggur Oli Jacobsen aftrat Og hann heldur fram Tann politikkurin hevur verið ein so stór fiasko, at ein og hvgr sær, at nú má okkurt annað gerast Óli Jacobsen sigur, at tær royndir hann m.a hevur havt við monnum sum Signar Hansen - sum hann vónar fær eina sentrala plasering í samgonguni - benda á, at ein kann fáa eitt betri samarbeiði Hetta byggir hann m.a.á tað Signar Hansen hevur sagt í andstøðu -Eg trúgvi ikki, at tað ber til at fáa nakra loysn uttan við neyvum samstarvi við allar partar á arbeiðsmarknaðinum Kunnu vit fáa eitt slíkt samstarv, so rokni eg við, at nakað kann fást burtur úr. > i af Hvat viðvíkur leiklutinum hjá nýggja løgmanni í sambandi við slitið við fólkaflokkin heldur Óli Jacobsen, at måtin hon gjørdi hetta uppá var sera sum danir siga "friskt gjort”. -Eg trúi ikki hon hevdi format til tað, men tað hevur hon víst. Eg taki hattin av fyri henni, at hon tók avleiðingarnar av støduni. -Eg vil siga, at hatta var mansligt gjørt fyri at brúka ta vendingina. Tidindabladid CO. -Nógv hevur verið tosað um nýval. Metir tú tað vea rættari at skipa eina slíka samgongu heldur enn at fara út í eitt nýval? -TaO vil eg siga Eitthvert nýtt landsstýri er betri alternativ. Um tær progressivu kreftirnar í eini slíkari samgongu vilja fara í gongd og smuyggja upp um armar og vilja samstarva við øll, so er tað møguligt, at hon kann bjarga stumpunum jan Ingeborg Vinther, forkvinna í Foro 'a Arbeiðarafela Púra beint Marita -Hatta var púra beint gjørt, Marita. Hevdi tað verið eitt mann- fólk, sum sat sum løgmadur, so høvdu flokkarnir hildið fram við at tosa og tosa í dagar og vikur, og einki hevdi kortini kom- ið burtur úr. Konufólkini duga betri at skera ígjógnum og tað varð tað løgmadur gjørdi. Hetta sigur forkvinnan í Fóroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther í eini viðmerking til samgonguslitið og til møguleikan at skipa nýggja samgongu. -Vit eru fegin um, at fólkaflokkurin hevur fingið fótin í afturpartin. Tað var so sanniliga uppá tíðina sigur forkvinnan í Føroya Arbeidarafelag í eini viðmerking til, at tað er slitnað millum javnaðarflokkin og fólkaflokkin, og at útlit eru fyri eini nýggjari samgongu millum javnaðarflokkin, tjóð- veldisflokkin og sjálvstýr- isflokkin. -Hatta skuldi verið gjørt beinanvegin. Fólkaflokk- urin skuldi ongantíð verið farin í samgongu við javn- aðarflokkin. Ingeborg Vinther sigur tó, at ein kann ikki vita við vissu, hvussu ein slík samgonga fer at roynanst. Betri enn nýval -Eg haldi tó, at tað er betri, at vit fáa eina slíka samgongu heldur enn at fara út í eitt nýval nú. Hetta hava vit ikki ráð til nú, tá alt samfelagið liggur í andaleypi. Tað verður einki minni enn ein vanlukka, um vit nú skulu út í eitt val og samfelagið harvið verður lagt lamið í eina tíð. -Vit tí stóðu samfelagið er í í dag kunnu vit ikki taka eitt nýval nú sigur hon. Ingeborg Vinther held- ur, at úttalilsini frá um- boðunum fyri møguliga nýggju samgonunga hig- artil hava verið sera posi- tiv. Hon vónar, at nógv av hesum kann setast í verk. Bert eitt konufólk klárar slíkt Hvat víðvíkur leiklutinum hjá løgmanni í sambandi við slitið við fólkaflokkin sigur Ingeborg Vinther sera avgjørd: -Hatta var púra beint. Hevdi tað verið eitt mann- fólk, sum sat sum formað- ur fyri javnaðarflokkin og sum løgmaður, so høvdu flokkarnir hildið fram við at tosa og tosa í fleiri vikur aftrat, har tó einki kortini hevði hent. Konufólkini duga betri at skera ígjøgnum, og tað var nettup hetta Marita gjørdi. Ein kann ikki liggja fyrst vid eini upp- søgn av samgonguni og so skula klandrast um somu ting í daga- og vikuvis, medan samfelagid liggur i undantaksstødu og medan arbeidsloysid veksur dag frå degi. Tad ber ikki til. -So hatta var púra beint og skuldi verið gjørt fyri langari tíð síðani. Uppá fyrispurning um ætlanin at stovna nýggjan flokk er lagdur á hyllina sigur Ingeborg Vinther, at hon hevur sagt hetta alment, og hetta er nakað fakfelagsfólk hava tosað um, men hon dugir ikki at síggja, nær ella um hetta verður veruleiki. Ikki rætt Atli Hon vísir annars aftur úttalilsunum hjá Atla Dam á landsfundinum hjá javn- aðarflokkin, har hann segði, at henda samgonga varð skipað við vælsignilsi frá Føroya Arbeidarafelag. -Tað er ikki rætt. Vit hava ongantíð vælsignað eitt samarbeiði við fólka- flokkin. Vit hava ongantíð sagt, at javnaðarflokkurin má koma í samgongu og eisini við størsta figginda hjá fakfeløgunum. Vit hava ongantíð verið við til at viðmæla ein flokk, sum kallar seg arbeiðaraflokk til at fara í samstary við størsta fakfelagsfiggindan. Tí undrar tað meg, at und- anfarni formaður javnaðarfloksins kann siga hetta. jan