týsdagur 27. apríl 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI —- JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller
Fyritaksstjóri Krisjan Dahi
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
Joensen -
Blaðfóix. Randi Jacobsen - Dagny
Térfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Utgevar: P/1 Sosialurin
Uppseting PA Seslalurin
Prant: Pí Pressan 1981
Justinus Eidesgaard
Bústaður. Argjavegi 28
Teigíon. 11820
66. ÁRGANGUR
Postadr : Postsmoga 78
110Térshavn
Taletax 14720
Argjum
7
Vælk klárað -
TAÐ man neyvan vera hent oftani áður
í føroyskan politiskari søgu, at so Stutt
tíð er farin ul at loysa eina politiska
kreppu sum hesaferð. Efur bert tveim
um døgum eydnaðist tað løgmanni
fyri tað fyrsta at rudda upp í tí farna tvs
at biðja fólkaflokkin taka
avleiðingarnar av uppsagnarbrævi
sínum og harnæst at skipa eina nýggja
samgongu við tvær aðrar flokkar. Flott
og gott klárað segði ein av
fakfelagsformonnunum við Sosialin
leygardagin. Við hesum sipaði hann ul
júst hetta, hvussu skjótur og kontantur
løgmaður hevði verið
TAÐ er greitt, at løgmaður hevur vunn
ið nógv poeng við at avgreiða alt hetta
so skjótt og kontant og man tað uttan
iva eisini smitta av yvir á javnaðar
flokkin, sum ikki júst hevur verið so
vælumtóktur millum manna, síðani
landsstýrið tók við og varð tvungið til
at reka ein heldur ópoppuleran politik
So vit taka neyvan munnin ov fullan, tå
vit gera ta niðurstøðu burtur úr seinastu
hendingunum á poliuska økinum, at
løgmaður og nýggi formaður javnaðar-
floksins hevur skorað nøkur týðandi og
kærkomin stig fyri allan javnaðarflokk
in
MEN eitt er so at fáa avgreutt eitt
stjórnarskifti. Annað er at byrja aftur
gerandisdagin og hava vilja, dirvi og
innlit til at fyrireika og taka tær neyð
ugu avgerðirnar. Og her liggja nógvar
avgerðir og bíða. Ein tann fyrsta hjá
hesum landsstýrinum er at útvega tær
60 mill. kr. á fíggjarlógini, sum IMI
setti sum minstamark fyri at fáa betri
javnvág á fíggjarlógina. Hetta hava vit
bundið okkum ul og má tað tí fáa fyrsta
prioritet. Men spurningurin er, tá av
tornar, um hetta ikki kortini er at
sammeta við peanuts, tá hugsað verður
um álvarsligu støðuna í øllum sam
felagnum sum heild. Hvat við skatta- og
tollinntøkunum komandi tíð! Hvat við
arbeiðsloysisskipanini um talið á ar
beiðsleysum bara heldur fram við at
vaksa! Hvat við fiskiflotanum, sum vit
vita, enn eingin loysn er funnin hjá, tá
hugsað verður um sanering ol. Og
hvussu verður við fisktídnaðinum, tá
nógv umrødda sanering fer fram!
OG soleidis kann verda hildid fram vid
at reka upp vidurskifu, sum okkara
politikarar, hvussu góðan vilja og innlit
teir enn hava, ikki kunnu ávirka stór
vegis, tí tað alt kemur til alt, so eru tað
pengarnir og råvørutilfeingid, ið avgera
alla gongdina framyvir. Og nú vit vóru
við at reksa upp ivamål og álvarsmál.
sum vit ikki hugsa so nógv um just nú
so kundi verið vert at vísa á tær mongu
tvangsakti6nirnar av sethúsum. Nær
taka hesar av álvara dyk á seg og hvat
fer tann stødan at utvikla seg ul! Og
hvussu vit lánunum, sum kommunurnar
hava!
TAÐ sær ikki mætari út, enn at - um
ikki alt, so nógv - bíðar efur tí lagn
uavgerandi fundinum, sum verður mill
um landsstýrið og donsku stjórnina 28
mai. Tað var á seinasta fundinum við
danir, at stjórnin gav lyfu um at taka
upp ul viðgerðar stóru trupulleikarnar,
sum eru knýtti at at gjalda aftur
uttanlandaskuldina hjá tí almenna. Við
hesum lyfti varð tó einki sagt um, hvat
og hvussu danir kunnu hjálpa okkum
Men tað hevur tó ligið í luftini frá før-
oyskari síðu, at okkara samfelag
megnar ikki at afturgjalda tey mongu
uttanlandalánini. Og tí mugu vit saman
við dønum finna fram til onkra skipan,
sum ikki bert gera okkum fyri at gjalda
hesi lán aftur, men eina skipan, sum
tryggjar, at ikki alt samfelagið ikki
verður lagt enn meira lamið av teimum
forplikulsum vit hava mót útheiminum
TAÐ var júst henda spurningin, sum
Atli Dam, fyrrverandi løgmaður nevndi
fyrst í réðu síni, tå fólkaungið varð sett
herfyri og nýggja stjórnin tók við. Hann
vísu á týdningin at fáa ein fund við
danir, sum leggur ul rættis ein meira
langsiktadan politikk og hugsaði hann
tá ikki minst um stóru lánibyrðarnar hjá
ti almenna
ENN er so ein heilur mánaðir ul tann
fundin, og spurningurin er, hvussu
leingi vit kunnu bíða at seta hol á hesar
stóru trupulleikar. Tað fáa vit helst eina
hóming av komandi dagarnar. Um
gongdin bara heldur fram við at versna,
hvat enn verður gjørt frá politiskari
síðu, so er spurningurin um vit ikki
hava brúk fyri umrødda fundi sum
skjótast. Í mun til hetta stóra mål, so er
nógv annað lítið meira enn lapparíir
VIT hava nú fingið nýtt landsstýri
Javnaðarflokkurin, tjóðveldisflokkurin
og sjálvstýrisflokkurin hava skipað
nýggja stýrið, sum vit ynskja góða
eydnu. Tað er greitt, at tað verða
neyvan tær stóru broyungar frá degi ul
annan, hóast vit hava fingið lutvíst nýtt
stýri. Men vit kunnu bert vóna, at
nýggja landsstýrið fer at arbeiða væl
saman og at tað fer at vera eins effektivt
sum skipanin av landsstýrinum var tað
13.-23.gkai.
HV HIÐ Ms PR? GA I Dj 77
TIMA MIPMM
Bólkaferðir 1993:
Írland /Skotland
Írland. Vakra Súðurféland. ;
Brev
"3 einkultk. kr. 6: 8,800,- pe
LY
hn
0 sink kr. 4 | = NÚ ER AFTUR TÍÐ
þá 07. -t7. juli og 18: -29; rr et | p AT HUGSA UM DEKKINI!
D dubultk. kr.
7 einkultk. kr. 5. 800, -
Gallóway og Dumfííes í í Suðurskótlandi. =
dubultk. kr. 4.450,-
einkultk kr. 5:300,-
Koyr inn å stødina
SN
>
NN JN
Gundadali, so avgreiða vit
montering og avbalanse-
ring í eini handavending!
Og so bjóða vit ókeypis
oljuskift eisini!
STOKK INN Á STATOIL!
Fyri at vera vísur í skjótar
tænastu, ring 14771 og avtala tíð
-31. juli.
NN
NN
N
NN
NN
Íroknað kostnadin er: Øll ferðiríg, gisting við morgunmati
og degurða, 2 útfefðir og føroyskur Æærðaleiðari.
Ikki íroknað Matht umborå å Smyri $8 ferðatrygging. P |
Bilverkstaðið í Gundadali
Heyðalsvegur 44
100 Tórshavn
Tit 14771
ÁG