Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-04-29, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. apríl 1993síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 80 — 29. APRÍL 1993 Dynskt í Vági Grannar í einum býlingi hava sent mótmælisskriv um ætlanina at sjúklingar á psykiatrisku deild skulu flyta Í varda íbúð í Vági. Eingin hevur kunnað grannarnir um tiltakið, og tí kenna teir seg ótryggir við støðuna Ætlanin at fl slíkar íbúðir Havnina Tað vaku ans í einum býlingi Vági, tá tað frættist, at býráðið hevði keypt eini sethus, sum skuldu nýtast til varda íbúð. Hóast eingin hevur kunnað grannalagið um hesar ætlanir, frættist tað sum slatur, at tvey fólk sum hava fingið viðgerð á psykiatnsku deild í Havn, skuldu búgva í vardu íbúði- ni. Fólkini í býlinginum hava sent mótmælissknv til bý- ráðið í Vági, har tey mót- mæla at hesi fólk skulu búgva har. Tey kenna seg ótrygg við útliunum at hava hesi fólk í grannalagnum, har ungar familjur við nógvum børnum búgva. Grannar fyrirelkað seg Hóast métmælisskriv og samrødur vid myndugleik- ar og serlæknar å psykiat- risku deild, hava grannarnir einki nágreiniligt fingið at vita um búfólkini. Ein lesari hevur sett seg í samband við Sosialin. Hann hevur fyrireikað seg til bnýggju grannarnar, við at seta trygdarketu í út- hurðina, eins og tey hava fingið ein sjefarahund í húsið. - Tá fólkini flyta í vardu íbúðina, ætlar lesarin ikki at sleppa sínum børnum út at spæla. - Tað harmiliga í øllum hesum er, at vit ikki eru yta sjúklingar í smærri eindir, hevur verið tosað um í fleiri ár. Í Havn eru sum rigga væl, men tiltakið í Vági er fyrsta av sínum spurd ella eru kunnað um nýggju grannamar Eitt fólk er longu flutt inn, og tí mótamæla vit ikki, tí hetta fólkið ger ongar ó- náðir, sigur lesarin Sverri Skaalum, býráðs- limur og sknvar í byråd num i Vågi, sigur vid Sos- talin, at ætlanin vid vardu íbúðini heldur fram. Eitt fólk er flutt inn, og tvey koma um stutta tíð. Fyribils skal ein leiðari setast, sum skal hava umsjón við vardu íbúðin. - Vit hava fingið gjølla læknaliga frágreiðing um fólkini, sum skulu búgva her, og vit mugu trúgva ú sum teir hava ført fram Broyta Ikki ætlanina Sverri Skaalum: - Tad, sum fólk eru énøgd vid er, at tveir = suðuroyingar, sum hava verið á psykiatrisku deild, nú flyta ul Vágs at búgva. - Vit halda ikki, at grund er fyri at broyta hesa av- gerð, bert ti fólk eru énøgd við hana. - Verður tað hinvegin ó- lagaligt hjá grannunum sum frålidur, mugu vittaka spur- ningin upp til nýggja við- gerð, sigur Sverri Skaalum. Heri Berg, yvirlækni á psykiatrisku deild, veit um trupulleikar, tá sjúklingar flyta út í vardar íbúðir. Hann vísir á kjakið í 60'u- num, tá talan var um at flyta slag uttan fyri me - sjúklingar av Nykøbing Sjælland ul Havnar Fólk vóru eisimtørkymlad og kendu seg órógvað í Havn, men ein grundgeving tå var, at tað kortini ikki var rætt at flyta føroyingar til Danmark at órógva fólk. Nú hava vit vant okkum til tað, sum var nýtt og ókent í Føroyum áður Trupulleikin er tann sami í dag, nú ætlanin er at flyta sjúklingar í smærmi eindir, men núer trupulleik- in úu í lokalsamfelagnum ísatðin - Vit vita um mótmæli í Vági, men hava fatan av at henda er avmarkað. - Hinvegin, tað ber ikki til at tosa við grannar, tá nýggj fólk flyta ul. Hesi eru per- sónar eins og onnur, og hava tí eisini brúk fyri at verða viðfarin sum vanligir borgarar. Vit hava eisini tagnarskyldu, og eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu vit á psykiatrisku deild skuldu borið okkum at, um vit fóru at tosa við grannar í býlinginum, um tilflytarar. - Hvussu velja tit persón- arnar, sum flyta í smærri eindir hjá tykkum? - Vit hugsa um, at fólk Skulu sleppa heim aftur at búgva, har tey eru ættað, harnæst at tey eru før fyri at búgva fyri seg sjálvan, við ávísari hjálp sjálvandi. - Eingin kann siga, hvussu slík roynd hildnast. Her er Tidindabladid GSK) talan um varda íbúð. Vóru hesi fólk før fyri at klåra seg uttan hesa íbúðarskipan, so var heldur ikki brúk fyri slíkum tiltókum. Tað liggur í heiunum. Ein roynd -Trupulleikar kunnu stand- ast, tá fólk flyta út í smærri eindir, men vit kunnu ikki siga nakað ávíst um, hvussu henda skipan eydnast, áðrenn hon verður sett í verk. - Eg veit ikki, hvør skuldi fyrireikað fólkið í býlingi- num, har vardar íbúðir ver- ða stovnaðar, men eg veit bert at siga, at vit hava fyri- reikað ultakid serstakliga væl frá okkara síðu. Býráðið hevur keypt eini sethús til endamálið, og her er vert at hava í huga, at ikk: øll húsin: í eini bygd eru til sølu - Ti er tað torført at meta um, hvussu umhvørvid er å staðnum, og hvussu fólk taka ímóti teimum, har vardar íbúðir verða stovn- aðar. Tað kann bert tíðin prógva, sigur Heri Berg. Dagny Heri Berg, yvirlækni á psykiatrisku deild: - Fólk vóru eisini ørkymlad og ótrygg í Havn, tá føroysku sjúklingarnir fluttu heim úr Danmark í síni tíð Grundgevingin var tá, at tað heldur ikki var rætt at flyta føroyingar til Danmarkar at órógva fólk. Nú hava vit vant okkum til tað búgva her - Vit noyðast at góðtaka, at eisini tey sinnissjúku eru partur av okkara sam- felag, sigur August G. Vang, ókissálar- lækni Trupulleikar í samband við at sálarliga sjúk fólk flyta í vanlig sethúsagki, eru kendir aðrastaðni, sigur Au- gust G. Vang, økissålar- lækni. - Eg havi arbeitt við hes- um spurningi í Danmark. Har var mannagongdin, at vit kunnaðu grannamar um slíkar ætlanir, um sjúkling- arnir góðtóku, at vit gjørdu tað. - Sinnissjúk ella sålarliga sjúk fólk eru ikki meira vandamikil enn onnur, men tað kann verða torført at meta, um tey gerstógvuslig. Eru starvsfólk á staðnum, skuldi tað ikki nervað gran- namar. - Er énøgdin hjá grannu- num ikki væl skiljandi, tå teir einki vitaum, hverja ávirkan hetta fær á um- hvervið í býlinginum? Í Danmark flyta sjúkling- ar ofta í sosialar íbúðir. Tað hevur havt við sær, at nógv fólk við ymsum sosialum trupulleikum búgva í sama øki, og ti verða avbyrgd frå hinum grannunum. Tað er at sammeta við eina ghetto, og so er ikki nógv vinnið. - Hinvegin, um nøkur fá fólk búgva í einum bylingi, saman við nógvum ødrum, skuldi hesin trupulleiki ikki verið so stórur. - Vansin er sjálvandi, at um hesin íbúðarháttur sáar mistrúgv í býlinginum og Framhald á síðu 5