Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-05-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. mai 1993síða 10

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 82 — 1. MAI 1993 Lone Hertz um viðurskiftini hjá brekaðum í Danmark: Arbeiðir fyri | betri livikor - Ein tung byrða at verða avvarandi at brekaðum bórnum, tí vit kunnu vænta, at tey skulu liva víðari, tá vit ikki eru her meira, sigur Lone Hertz m. a. i samrødunt Lone Hertz er kendur sjón leikari í Danmark. Tey av varandi at brekaðum í Dan mark kunnu vera fegin um, at júst hon gjørdist mamma at einum brekaðum barni Ikki tí hon var fyri hesi lagnu, men ú Lone Hertz hevur megnað - meira enn allir stovnar í felag, at skapa áhuga og fatan av, hvat tað ber í sær, at fáa brekað barn og skapa teimum betri livi umsteður Gestur hjá Javna Í Førovum er Lone Hertz gestur hjå felagnum Javna, sum i vikuskifunum heldur ársfund í Havn Lone Hertz hevur sknvað bókina "Sisyfosbreve", sum hevur vakt miklan ans í Danmark Í bókini hevur rithøvund in savnað brævaskifu, sum hon hevur havt við brekaða sonin, sum einki mál hevur Síðani er ein partur av bókini, har Lone Hertz sig- ur soninum frá familjuvið- urskiftunum 0.s.fr Í hesum parti er mamman sera opinskárað. Hon sigur frá góðum og vánaligum fyribrigdum í familjuni. Í veruleikanum alt tað, sum aðrar familjur vildu hildið innandura, av slíkum, sum ikki eydnaðist so væl - Er tað ikki nærum ó menniskjansligt soleiðis at avdúka familjuna fyri al menninginum? - Taðtók mær eisini langa tíð at umhugsa, hvussu hes- in parturin í bókini skuldi vera. Kann ikki lúgva - Nú er hetta eitt bræva- skifti, har eg skrivi til son min. Hann veit væl um hesar trupulleikar, td. at pápin ikki vildi góðtaka sonin. Tomas er eisini sera merktur av hesum, og tí noyddist eg at skriva hesar sera pínufullu hendingar. Tað fall mær ómetaliga tungt. - Hinvegin, so kann eg ikki lúgva fyri soni mínum. Tað snýr seg eisini um at vera ærligur, tá talan er um samskifu við brekað, tí tey eru menniskju eins og vit Tey hava uppiborið virðing og at vit ikki fjala nakað fyr: teimum Annars havi eg td. ikki nytt nøvn í bókini. Tað var í veruleikanum ógvuliga tor ført og tidarkrevjandi at sknva so nógv, og koruni ikki nevna nøkur fólk við navni Tad tók mær tvey år at sknva bókina. Eg vildi við hesum broyta ulverugrund arlagið hjá ollum brekaðum í Danmark. Um tað skuldi gerast, kundi bókin ikki verið minni erlig, enn hon er Umframt hetta, so las eg partar av bókini inn á band fyn Tomas Hansara viðmæli var, at eg skuldi skriva hana, men at eg í ávísum førum ikki hevði verið nóg beinrakin, tá talan var um hansara viðurskifu. Hann vildi, ateg sknvadi hana so, sum hans- ara ulvera hevur verið Tomas hevur av sonnum ikki havt nakað lætt lív, sig- ur Lone Hertz Noyðir fólk at góðtaka Bókin hevur fingið góð um- mæli í Danmark, og Lone Hertz heldur, at fólk ikki hava fingið seg til at seta niður á hana, um tey høvdu hug ul tess - Sum heild havi eg bert mett vælvild frá fólki. Nógv, sum hava við brekað at gera á stovnunum, eru kanska ikki so fegin um bókina, men tey hava verið noydd at góðtaka hana, og at taka hetta í álvara. - Tað var eitt ódnartak at fáa hesa bókina frá hondini, sum vardi í tvey ár. - Áður var nærum glúpsk um fólk tosaðu mær ímóti, tá eg umrøddi um viður- skiftini hjá soni mínum og øllum hinum brekadu. Tað hjálpti mær, at eg skrivaði bókina, og eg kann siga, at eg eri vorðin meira tolin, nú hetta er sagt alment Í dag býr 27 ára gamli Tomas í vardari íbúð í Næst- ved, saman við ødrum. Lone Hertz og Tomas hittast minst tvær ferðir um viku- na Tað er minsta mark fyri okkum bæði, if Tomas og eg kunnu ikki vera hvønn ann- an fyri uttan, sigur Lone Hertz Er tað ikki slítandi at vera so bundin at brekaða sonmnium Jú, tað er tað sanniliga Tad var so nógv, sum eg kundi hugsað mær, eitt nú at ferðast, fingið eftrútbúgv - ing innan leiklist o.a. og Ld at fáast við mál, sum bert vóru ul fyri at ríka meg sjálva. Tað eru bert ikki stundir at hugsa um slíkt Stúrir fyri framtíðini - Eg noyðist at skunda mær, um eg skal fáa Tomasi betri livikor. Eg stúri fyri ti degi, tá eg ikki eri her meira. Tað er m. a. tí eg í løtuni bert fáist við at halda fyri- lestarar og arbeiði fyri at Orð: Dagny Mynd: Kalmar búta um korini hjá teimum brekaðu. - Annað val hevur ikki staðið mær í boði, sigur Lone Hertz og skoytir uppí: - Lívið skal nýtast ul at geva víðari til onnur, og tað er hóast alt ikki tann vána- ligasta uppgávan, at arbeiða fyri at beta livikorini hjá teimum brekaðu. Upplýsing og undirvísing Loysunarorðið hjá Lone Hertz í royndini at fáa teir serkønu í talu, sum eru um tey brekaðu er, at skapa um- støður til at veita teimum brekaðu undirvísing. - Tað eru ikki bert tey brekaðu, sum hava tørv á undirvísing og upplýsing, men eisini tey starvsfólk, sum eru um tey. - Tað er ein sannroynd, at starvsfólk á slíkum stovn- um í Danmark eru at sam- meta við eina undirstætt. - Taðeruikki eru tey kvik- astu og vitugastu, sum ar- beiða á hesum stovnum. Hetta er illa lent arbeiði, ti samfelagið hevur ikki virð- ing fyri teimum brekaðu. Starvsfólkið hevur bert try ára útbúgving, ella onga. Tað er upp aftir bíligari ar- beiðsmegi. - Hetta hevur við sær, at bert tey, sum einki annað fáa, skulu vera um tey brekaðu av øllum slag og td. eisini um Tomas, sum eg haldi er ógvuliga vitug- ur, hóast hann einki mál hevur. Starvsfólkini eru tí ikki før fyri at ríka tilveruna hjá Tomas á ti andaliga stødi- num. Tad haldi eg vera stein oman å byrdu hjå honum. - Hetta eru vidurskifti sum eg vil hava åvirkan å. Tað kann eg gera við at ferðast um landið alt í Dan- mark, har eg haldi fyrilestur um hesi evni - Men tað hevur skund, tí eg livi heldur ikki allar ævir og eg noyðist at tyggja mær, at Tomas fær góðar liviumstødur, tá eg ikki eri her meira, sigur Lone Hertz Tíðindablaðið CH Lone Hertz: - Tað hevur skund, um eg skal náa at ávirka vidurskiftini til tað betra hjá soni mínum. Eg stúri fyri tí degi, tá hann skal liva einsamallur, og ti nýti eg alla tid mína í hesum arbeiði Nýtt 4-mannafar Arabátur til sølu. Tlf. 32522 Ung par við 2 barnum sóknast eftir Frítíðaríbúð í Havn í uml. 2 vikur í august. Tlf. 21309 DS i ES EET Te —