Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-05-19, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Herferð móti grindrápi NÚ verður aftur lagt tyst á okkum fyri at steðga grindadrápinum. Tað var tann tíð, tá umhvervisfelagsskapir brúktu støddina á grindastovninum grund.geving fyri at steðga drápinum Síðani varð tað drápshátturin, sum varð brúktur og í dag hevur pípan so fingið eitt heilt annað ljóð: nú er tað hvørki stovnsstødd ella drápshátturin, sum er koma grindadrápinum ul lívs. Nú er tað ein spurningur um kenslu mótvegis hesum avgerandi fyri at vilja djórum í havinum HETTA er komið alt meiri til sjóndar í seinastuni, nú mong lond hava gjørt við umhvørvis6lkinum, sum rætt og slætt krevur, at alt dråp av grindahvali og ødrum hvali eigur at verda stedgad vart vid, at tey taka undir med alla. einaferð at tey verða sammett við børn okkara Hetta verður ikki skrivað fyri at niðurgera rcbeiði hjá umhvervisfólki, sum stríðast fyri at verja hótt djørasløg MEN tá vit vita, hvørji skitin og ósaklig vápn verða brúkt móu eitt nú grinda- FRÆLSI — JAVNAÐUR —- BROÐRALAG sum Hesi djórini í havinum verða mett sum sera intelligent djór við kenslum ol. og ti eiga tey ikki at verða dripin. Tað restar ikki nógv í, Jan Miller Babiox Randi Jacobsen - Dagny | Uievar: P/1 Sesialurin Joensen - Térfinn Smith - | Uppsetng P/T Sosialurin Hilmar Jan Hansen - Prent: PA Pressan 1981 drápi og hvat, ið veruleikanum liggur aftanfyri, so er tað okkum ovboðið. Vit vita, hvussu ávísir umhvørvisfelags skapir - fyri at kunna hava eitt til verugrundarlag útvega sær pengar ul sítt arbeiði - við at brúka umrøddu skitnu vápn, eitt nú vid at heita á amerikanska pensionistar um at adop tera ein hval ostr HVÍ skulu vit føroyingar, sum hava hvid við grinddrápi í fleir hundrað ár nú bráddliga gevast at drepa grind, ti at tað eru fanatikarar og útspekuleraðir umhvørvisterroristar, sum vilja vinna sær læuvunnar pengar uppá eitt ósakligt og veruleikafjart undirgravingararbeiði! VIT hava skrivað tað áður, at sumt at atfinningunum frá umhvgrvisbólkum mót drápsháttinum í grindadråpi hevur verið fullkomiliga upp á sítt pláss. Og hevur hetta eisini fingið okkum til at skipa betri fyri. HÓAST vit hava brúkt nógvan pening og orku í at gera sera nágreiniliga kanningar av grindastovninum, so tykist hetta ongan áhuga hava fyri teir víð gongdu umhvørvisfciagsskapirnar, sum nú eisini tykjast at hava fingið leiðandi politikarar í eitt nú USA og Bretlandi upp í sín part. Og hóast vit hava lagt um Jåstinus Eidesgaard drápshátun fyri ein part, so hevur hetta nú heldur einki at siga. Vit skulu rætt og slætt gevast vid at drepa grind, ti hvalurin er at sammeta við hugsandi og livandi menniskju. So galið er tað vorð ið AT leiðandi amerikanskir poltukarar nú hava latið seg sannføra av hesum um hvorvisfólki og ikki longur halda seg til veruleikar men heldur ul kenslur sigur ikki so líuð um amerikanska demo kratiið. Hetta demokrat, sum hevur verið hálovað so mangan, kann eisini misbrúkast til slíkt. Tað syndarliga er tann hóttan, sum liggur í hesum. USA hevur nevniliga hótt fleiri lond, sum ætla at drepa hval, við atgerðum. Tað er í lagi, um hetta verður gjørt út frá visindaligum veruleikum og pråvulfari Men sum sagt, so er tað nú vorðið ul ein kensluspurning, um vit skulu drepa hval ella ikki VIT føroyingar kunnu nú rokna við, at umhvervisfelagsskapirnir aftur fara at seta ljóskastaran á okkum. Ti grinda drápið er soleiðis háttað, at tad er "gott úlfar" og er sera vælegnað at brúka í sjónvarpi. Okkara myndugleikaf og ikki minst grindaformenn, sýslumenn og onnur eiga at tryggja, at allar reglur verða hildnar soleiðis at brot á reglur Bústaður. Argjavegi 28 TÞeisfon: 11829 66. ÁRGANGUR Postadr.. Postsmoga 78 110 Tórshavn Talefar 14720 Argjum ikki kunnu verða brúktar av umhvørvis felagsskapunum sum eftir øllum at dóma liggja og leita efur slíkum fyri at kunna brúka hetta til at generalisera við EIN áhugaverður spurningur er hvat hendir, um danir siga ja ul EF-sam veldið og teir harvið geva Bruxelles myndugleika yvir uttanrikispolitikki num. Hvat hendir tá við støduni ul grindadráp. Hvat tá um EF samtykkir at føroyingar skulu gevast við grindadråpi og hetta tá eisini er danskur politikkur! Helst eru mangir spurningar at taka upp ul viðgerðar, um Danmark eftir fólka atkvøduna í gjár verður nærri knýtt EF Grindadrápið er ein teirra. At tvinga føroyingar - í hest ringu tíð - ul at gevast vid at fåa sær grind og spik å bordid - er sum at gera seg inn å sjålvt ulverugrundarlag okkara. Tað er ti heilt greitt, at fara umhvørvisfelagsskapirnir at gera um seg í år, so fer hetta uttan iva at elva til móttrýst millum vanliga før- oyingin, sum sær grindina sum eina kærkomna gávu. JUST henda stóða eigur at gera, at okkara myndugleikar eru á varðhaldi og gera seg út til at kunna tackla møguliga episodir, sum taka seg upp. Arheiðsloysi — hvat Í dag Á hei ; Yr av vorum. Sum. Um w kannar nærri tey uppskot, sum av sonevnd- um sakkønum fólki verða løgd fram fyri at vinna å arbeiðsloysinum, so vilt tú finna at tey aloftast eru grundað á eina konserva- usmu í hugsunarháttinum, * ið ofta er heilt burturvið Tey, sum koma við upp skotunum, tykjast yvirhøv ur ikki at geva sær far um, hvat málið í veruleikanum snýr seg um. Hesi fólk tykj- ast bert at:lata teir somu gomlu tankar renna víðari, sum tey einaferð hava vant seg til eru rættir. Hvussu ofta hoyra vit t.d ikki >sakkunnleikan< siga, at vit mugu seta livikorini niður — >spenna lívreimina inn< — tí royndur lutur er at sparsemi hevur vunnið á kreppum áður, og vil eisini gera tað nú. Einki ringt sagt um sparing, tí vit hava dans- aðnóg leingi um gullkálvin, men vit mugu samstundis gera okkum púra greitt, at >áður< er ikki longur >nú<. Í dag flýtur heimurin yvir av verum, sum eingin sela er fyri. Virkir í hópatali fara á húsagang og fólkið fær sekkin. Alt prátið um at steðga ar- beiðsloysinum og >seta samfelagshjólini í gongd aftur< fortelur okkum, at tað enn finnast menniskju í hvussu so er poliukarar ið halda at hetta veruliga letur seg gera. Tey arbeiðs- leysu sjålvi vita betri. Tey vita, at tey ongantíð aftur koma í arbeiði sum áður, og at teir flokkar, sum í sínum skráum siga at teir skulu steðga arbeiðsloysinum, anun tørva »heilakapasi- tet« (Richard Mikkelsen hevur møguliga grein i sin- um máli!) ella siga tað fyri at vinna atkvødur. Tað er dag fullkomuliga uttan týdning hvor flokkur, ið situr við róðrið, og hvussu teirra stevnuskråir ljóða. Verandi arbeiðsloysi er grundað á eina yvirfram- leiðslu, ið flokkarnir einki kunnu gera við — at leggja skuldina á t.d. fiskaloysi er bert at skúgva uupulleik- arnar frá sær og forða fyri at spurningurin verður við- gjørdur í álvara. Tað, sum krevst í dag, er ein endur- skoðan av hugtøkunum >ar beiði< og ta negativu síðuna av tí: »arbeidsloysi« Fyrst eiga vit at spyrja okkum sjålvi: Hvi berjast vit móti arbeiðsloysinum, hví er tað eitt so tungt mein? Svarið her er sjálvandi: Ti menniskjurnar, tá tær ikki hava arbeiði, heldur ikki fáa tað »dagliga breyðið< teim um tørvar fyri at liva, tvs mat, klæðir, tak yvir hovdið osfr. Menniskjurnar tørva við eðrum orðum ikki ar- beiði, men tað sum er neyð- ugt fyri at liva. Arbeiði sjålvt, sum her ofta er talan um, er í mongum fórum bæði óhugnaligt, dålkandi, doyvandi og mangan eisini beinleiðis heilsuskaðiligt Tað er sostatt ikki arbeiði, men fruktirnar av arbeið- inum, sum sóknast verður efur. Vit áttu tí ikki at nýtt orðið arbeiðsloysi, men heldur kalla tað fyri tað sum ta er: Ein tørvur at kunna liva marssomilga Vit mugu læra okkum at skilja millum arbeiði og »dagliga breyðið< — ødru- megin hvat vit avrika dag um dag, og hinumegin tørv okkara atkunna liva uttan at r tað? vera bangin fyri degnum í morgin. Aður livdu menn iskjurnar í havuðsheitum beinleiðis av egna arbeiði, men tað arbeiði, sum er neyðugt fyri at framleiða eina ávísa nøgd av neyðugum verum er ikki altíð tað sama, og í dag er hesin munur heilt avlag aður. Okkum nýtist her bert at hugsa um manuella ar- beiði fyri hvort kilo av fiski umbord á einum snellubáu í mun ul umbord áeinum tóg- ara. Ødrumegin hava vit sjålvt arbeiðið og hinumegin spurningin um at fáa ul vega okkara dagliga breyd«. Tað eru sostatt tveir spurn- ingar sum mugu loysast hver sær. Annar spurning- urin er: Hvussu skal tað neyðuga arbeiðið skipast skilabest og hin er: Hvussu skulu allar menniskjur — sama hvussu stórur teirra lutur er í arbeiðinum, og um tær yvirhevur arbeiða — fåa tað teimum tørvar materielt fyri at kunna liva uttan at óttast fyri morgin- degnum. Fyrsu spurningurin er sum kunnugt ein tøkniligur og búskaparligur spurning- ur, har tað snýr seg um innan ávísar karmar at fáa tað besta og ódýrasta úrslitið. lívs Hin spurningurin er av ein- um heilt øðrum slagi. Krav- 1ð um at arbeiðið skal koma øllum til góðar, hevur einki við búskap at gera. Úr ein- um búskaparligum sjónar- miði hevur tað ongan týdn- ing um hvør ið »etur« tær verur, ið verða framleiddar, bert tær verða etnar. Um onkur oyðsla- og onnur svelta, er fyri virkið sum so eins og fyri búskapin uttan Framhald á síðu 15