Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-05-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 1993síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr 93 — 19. MAI 1993 Skuldin hjá kommunum munandi økt Fíggjarliga stødan hjá fleiri kommunum gerst alt verri. Hjá fleiri kommunum er spurningurin bert um hvussu leingi tær kunnu ana, heldur kommunufelagsformaðurin Nýggjastu tølini, sum vísa hvussu mikið tær føroysku kommunurnar skylda, eru í mongum førum sera døpur. Hjá fleiri av kommununum er skuldin, roknað á hvønn íbúgva, vaksin munandi Tað eru borgararnir í Sands Kommunu, sum eru harðast fyrispenur hvat kommunalari skuld við- víkur. Á Sandi skyldar hver íbúgvi í meðal 85.000 krónur. Fyri tveim- um árum síðani var skuld- in 77.500 krónur fyri hvønn íbúgva Men tað eru eisini aðrar kommunur, sum eru illa fyri. Í Oyndarfirði er kommunuskuldin hjá hverjum íbúgva í meðal 77.000 krónur. Hetta eru 2.000 meira enn í 1991. I Tórshavnar Kommunu er nú skuldin 34.000 krónur í meðal hjá hvørjum íbúgva í mun til 29.400 fyri tveimum árum síðani. Í Vági er skuldin vaksin úr 47 og upp í 50.000 krónur, og í Hovi, har økingin er størst, er skuldin nú 40.000 krónur í mun ul slakar 25.000 krónur fyri tvemum árum síðani. Á Tvøroyri er skuldin fyri hvønn íbúgva eisini stór, men hon er tó ikki økt seinastu árini. Har skyldar hver íbúgvi kommunalt 65.000 krónur Skopunningar eru eisini meira skuldarbundir nú enn teir nakrantíð hava verið. Kommunala skuldin er har í bygdini 49.000 krónur fyri hvønn íbúgva í mun til 39.000 í 1991. Í teimum trimum Størru kommununum í Vágum er skuldin ikki okt munandi seinastu tvey árini. I Mið- vági úr 47.500 og upp í 49.000 krónur, og í Ser- vági liggur skuldin enn um 39.000 krónur og í Sandavági umleið 20.000 krónur Aðrar kommunur, sum hava økt rætuliga munandi um kommunalu skuldina eru Hvalvíkar Kommuna, har skuldin fyri hvønn íbúgva er farin år 23.000 i 1991 og upp i 30 nú. Funnings Kommuna úr 13.000 og upp í 19.000, Sjóar Kommuna úr 22 og upp í 25.000, Leirvíkar Kommuna úr 48 og upp í 52.000, Fuglafjarðar Komm-una úr 35.700 og upp i 39.000, Klakavikar Kommuna ur 37.700 og upp i 41.000 og Vidareidis Kommuna, sum hevur økt sina skuld fyri hvønn íbúgva úr 46.200 í 1991 og upp í 50.000 krónur nú. Skylda minni Men tað eru eisini kommunur, sum hava goldið skuld niður. Mill- um aðrar Gøtu Kommuna, har skuldin seinastu bæði árini er farin úr 37.100 krónum og niður í 32.000. Gjáar Kommuna úr 6.500 niður í 1.000 krónmur, Húsavíkar Kommuna úr Jógvan K. Mørkøre formaður í Føroya Kommunufelag, sigur seg óttast fyri, at hjá fleiri kommuum er bert talan um hvussu leingi tær kunnu ana. Mynd Kalmar 30.400 og niður í 24.000 og Porkeris Kommuna, sum hevur goldið skuld niðru úr 39.900 krónum og niður í 37.000 krónur fyri hvønn íbúgva Óttast skrædi Hóast hesi í mongum fórum syndarligu tel, hava fleiri bý- og bygdarráðs- formenn latið rætuliga væl at skattainntøkuni seinasta månadan. Hetta hóast stór virki á staðnum er stongd. Vit hava spurt Jógvan K. Mørkøre, formann í Før- oya Kommunufelag hvussu tað ber til, og hvussu hann sær fram- tíðina hjá teimum mest skuldarbundnu kommun- unum. Kommunufelagsformað urin sigur, at orsøkinar til, at kommunalu figgjar- ætlaninar tykjast at halda eru serliga triggjar. Figgj- arætlaninar eru gjørdar sera varisligar, har so at siga alt vidlikahald er tikid burtur, skattaprosenud er hækkað í fleiri kommunum, og haraftrat er arbeiðsloysistryggingin góð inntøkukelda hjá borgarunum, og harvið eisini hjá kommunukass- unum. -Tað er at fegnast um, so lengi figgjarætlanin heldur so dánt, men vandi er fyri, at hetta er at rokna sum stokkutur hiti. Vit kunnu bera ótta fyri, at fleiri kommunur fáa eina álvar- sama eftirrokning í skatt- inum í heyst, sum lættliga kann taka grudarlagið undan fleira teirra. Eg vóni tað ikki, men eg Óttist fyri ti, sigur Jogvan K. Mørkøre. Landið má yvirtaka skuldina Kommunufelagsformað urin sigur, at skuldin hjá fleiri kommunum veksur alt ov nógv, so spurning- urin er bert um nær hesar Tíðindablaðið (7. 4) Í Gøtu Kommunu er skuldin, roknað á hvønn íbúgva, minkað úr 37.100 í 1991 og niður í 32.000 krónur nú Mynd: Kalmar kommunur ikki orka meira. Jógvan K. Mørkøre sigur seg ikki rokna við, at tað fer at bera til at halda eitt skattasprosent upp á 25 ella hægri, tí tá flytan tey, sum á nakran hátt kunnu flyta, úr hesum kommunum. -Eg eri alt meira sann- førdur um, at landið má yvirtaka ein stóran part av kommunalu skuldini. Har er einki annað at gera. Eisini hóast IMF-ararnir søgdu, at hetta mátti ikki henda, sigur kommunu- felagsformaðurin. tór.- Arbeiðsloysisskipanin: Mótroknar fritidarlønina dag fyri dag Styrid fyri Arbeidsloysis- skipanina vidgjørdi å fundi i gjár Spurningin um at mót- rokna fritidarløn móu ar- beiðsloysisstuðiinum Stýrið heldur tað vera spell, at mótrokningin ikki varð gjørð 1. mai, tá feriu- pengarnir vórðu útgoldnir, men nú er avgjørt at býta kravið út yvir tær næstu fimm utgjaldingarnar, t.v.s fram til 1. august í ár Stýrið hevur avgjørt, at móuoknað verður dag fyri dag, t.v.s., at tann, sum hevði vunnið sær t.d. 15 | Vit umvæla ; ØLL BILMERKI ' skjótt og bíliga BILUMVÆLINGAR dk Slættanegøta 9 (v/ Velbastadvegin) Tlf. 18383 - Box 3013 - 110 Térshavn feriudagar, fær ongan stuð- ul í fyri fimtan dagar í ár. Tað verður roknað út so- leiðis, at feriupengarnir verða býttir við átta tíma arbeidaraløn, sum er kr. 607 krónur um dagin. Harvið fæstdagatalið, sum arbeiðs- leys ikki fáa arbeiðsloys- istuðul. randi sg Bilme