Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-05-19, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 19. mai 1993síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 93 — 19. MAI 1993 Verkstaðsleiðari Starvið sum leiðari á Verkstaðnum Vón verður við hesum lýst leyst, og er æt!- anin at nýggi leiðarin skal byrja 1. sep- tember 1993 Verkstaðurin Vón fevnir um Verkstaðin á Hóvabrekku, Argjum og Aktivitetshúsið á Berjabrekku, TOrs- havn, sum væntandi verður tikið seinni í ár nytslu Verkstaðurin Vón er í hovuðsheitum eitt dagtilboð til evnaveik, men fólk við aðrum brekum finnast eisini millum brukararnar, sum í dag eru 55 í tall Á Verkstaðnum Vón fer fram nógv handaligt og ítrivskent virksemi, lagt til rættis og útint innan åstødiligan karm og hugburð. Tá Aktivitetshúsið á Berjabrekku verð- ur tikid í nýtslu, verður roknað við, at møguligt verður í enn storri mun at fremja í verk ætlanina, um at geva brúkarunum dagtilboð sambært hug og evnir. Hevur tú hug og hegni til at: — arbeiða við brekaðum fólkum — stødugt at finna teimum spennandi og mennandi uppgávur — útinna leiðsluuppgávur — samstarva vid brúkararnar, Starvs- fólkið, foreldur og myndugleikar og hevur tú viðkomandi útbúgving (meguligar eftirútbúgvingar) umframt viðkomandi arbeiðsroyndir, tá vilja vit mæla tær til at senda okkum eina um- sókn um starvið sum leiðari á Verk- staðnum Vón. Vit seta umsøkjarunum eingi serstøk, faklig krøv, men hevur tu antin peda- gogiska ella handaliga utbugving um- framt viðkomandi arbeiðsroyndir, tå meta vit teg sum fakliga skikkaðan til starvið. Talan er um tænastumannastarv við lenar- og setanartreytum sambært sáttmála millum Føroya Landsstýri og Føroya Pedagogfelag. Starvið er í løt- uni lent í 27. lenarflokki. Umsóknir skulu stílast til Feroya Landsstýri og sendast Andveikra- verndini, Tradagøta 22, 160 Argjum. Freistin at søkja er sett til 1. juli 1993. Nærri fæst at vita vid at ringja 1.4822 og spyrja eftir Finni Helmsdal. Andveikraverndin Framhald av síðu 11 Mynduleikarnir at tú ikki má koyra hjáveiðuna útaftur, men selir tú hjá- veiðuna, sum endar tu í geglinum. Tað kann gera tað sama hvat fiskimad- urin ger, so er talan um eima kriminella handling. Veruleikin er í dag, at ein rúgva av smáum fiski verður tveittur útaftur Fiskimaðurin vert, at hann fær minni pris fyri €in minni fisk. Tí er tað av stórum týdningi, at kvotan ikki verður uppfiskað av smáum fiski. Teir hoyrast alt fleiri fráboðanir um, at smáur fiskur liggur og flýtur á havinum. Hetta er em trupuleiki, sum myndugleikarnir mugu loysa. Og tað gerst ikki við at gera fiskimennirnar til lógloysingar, sigur Harasymiw. Norðmenn hava Tad er ikki bara hjá út- róðrarmonnunum á eyst- urstrondini, at fiskur verður koyrdur útaftur. Fyri hvert tons av rækjum, sum verður fiskað útfyri Norðuraustraliu verða fýra tons av ólógligari hjáveiðu tveitt útaftur. Mett verður at hvert ár verður ein hålv millión tons av fiski dumpað í havið aftur. Keglast verður eisini um møguleikarnar hjá Au- straliu at fáa yvirlit yvir stovnarnar Fiski- grunnarnir eru millum teir størstu í heiminum, men samstundis verður líul orka nýtt til fiskirannsóknir. Tað mesta av vitnanini sum fiski- frødingar hava toka kemur frá efurlitsmonnum um borð á vanligu fiskiskip- unum. So at siga alt, sum australskir fiskifrødingar vita um búrfisk kemur frá roydarveiðu við norskum verksmidjutrolarum fyri tveimum árum síðan Hóast stovnarnir eru av- markaðir, so er trupuleikin i dag at finna ein figgj- arliga forsvarligan og poliuskt møguligan hátt at avmarkað veiðuuýsuð justinus Yvirlysing Tað eru ikki føroysku kvinnumar, sum hava koyrt land okkara á heysin — men vit koma at bera ta stóru byrðuna av at koma aftur á beint, og tí krevja vit á- virkan. Vit mugu hava nakað at siga, tá avgerðirnar Skulu takast um, hvussu leikur skal fara fram. Moralurin má endurreisast. Í dag er moralurin so avbrongladur, at ilt er at síggja, hvat er rætt. Tí mugu tey, ið hava havt ábyrgdina fyri ti skilaleysu stýring, ið hevur verið, standa við sína ábyrgd, soleiðis at vit aftur kenna, hvat er rætt. Vit kvinnur hava goti skil fyri at leggja ul rættis, at spara, at fáa nógv burtur úr lítlum. Men hesar okkara dygdir hava ongantíð verið høgt í metum, tí tær eru konufólkadygdir. Menn skuldu stýra og umsita tær stóru peninganggdirnar, annars var tað ikki stuttligt. Men núer einki at stýra og eingir pengar at ráða yvir, so nú noydast føroyingar at venda sær móti konu- fólkadygdunum. Altsmávegis kegl må sleppast — latið okkum hugsa um »okkara land< og í felag at fáa landið aftur á føtur. Hetta kann best gerast av konufólki, tí tey ikki bara tosa, men handla. Og nú má handlast. Og nú, tá tað sindrið, sum er eftir, skal umsitast, fara vit at krevja: Nýhugsan í fíggjarviðurskiftum, betri almanna- og heilsuverk, soleiðis at skilja, at fólk fáa tað tey skulu, og ikki bert vera kastibløkur fyri skiftandi løgtings- og ríkislógum, meiri virðing fyri tí einstaka, og meiri virðing fyri eldraættarliðnum. Tey eldru hava einki fingið, men altíð goldið. Nú verða tey roytt aftur. og hetta vilja vit ikki finna okkum í longur, at steðga burturflytingini úr Føroyum, tá hon stendst av armóð. Vit kunnu ikki útflyta armóð, at taka fleiri fólk við upp á ráð. Vit eru woytt av »Tordenskjolds soldåtum« í ollum nevndum. Hesum fáu, sum sigast at vita alt um alt. Samtykt á ársaðalfundi KVINNUFEIAGSSAM - SKIPAN FØROYA tann 15. mai 1993. Familjum at hýsa AFS'arum Vilja tú og tin familja uppliva okkurt nýtt og spennandi? Eru út móð av teim dagligu >ruununi<? Hví ikki hava ein AFS'ara búgvandi eitt ár? Tað er bæði spennandi og læru- ríkt. AFS'arin, ið er mill- um 15 og 18 år, kemur úr einum fremmandum landi vid ødrvisi máli, mentan, samfelagsskip- an osfr. Tit læra tí nógv um eitt annað land og fólkaslag, og tað ut fyrr hildu vera sjálvsagt, nýt- ist ikki at vera tað kort- ina. AFS er ein felagsskap- ur, sum í mong ár hevur sent ungfólk úr heim- landinum ul eitt annað lan at vera í eitt år. Fe- lagsskapurin byrjaði eft- ir 2. heimsbardaga, og Føroyar hava verið við sidan fyrst i 60-unum. I '86 fingu vit fyri fyrstu ferd ein AFS'ara til Føroya, og hava vit havtuppulSungf6lk her å hvørjum åri sidani. Fa- miljurnar, 10 hava hyst teimum, hava havt nógva gleði av teimum — og umvent. Okkum mangla nakrar familjur at hýsa AFS ar- unum, ið koma í ár. Tey koma til Føroya um mán- aðarskifuð juli-aug. og fara úr Føroyum síðst í juni 94". Tey ganga i skula alt ånd, antin studenta- skúla, HF-skeiði, hand- ilsskúla ella 10. flokki, alt efur hvar ið Føroyum tey búgva, og hvussu gomul tey eru. Vilja út vita meira, ringið ul: Boga Eliasen, tif. 19917, eftir kl. 15, ella Marjun Magnussen, Tlf. 13234 ella skrivid til: AFS-Føroyar Postsmoga 135 FR-110 Tórshavn og bið um eina umsókn ul vertsfamiljur. Umsóknin verður síð- an gjølla borin saman við umsóknina hjá AFS ar- anum, so tann ungi á bestan hátt hóskar inn í familjumynstrid. Vónandi fáa vit fleiri vertsfamiljur í ár, so nógv ungfólk fáa møgu- leikan til at uppliva Før- oyar. Vegna nevndina Birna Dahl Bogi Eliasen Teknikarafelagid aðalfund Føroya Teknikarafelag hevði aðalfund hósd. 25. mars. Fyri vali stóðu tveir nevndarlimir, Pet- er Nolsøe og Jógvan Isaksen, sum báðir blivu afturvaldir. Eisini stóðu tveir eykalimir fyri vali, Bergur Videræe og Sjúrður Heinesen, sum eisini vórðu afturvaldir. Eftir aðalfundin var nevndarfundur, har nevndin skipaði seg. Hon sær soleiðis út: Pet- ur Nolsøe, form. Jógvan . næstform., Leon Andreassen, skriv- ari, og Mamy Dahl-Sør- ensen, nevndarlimur. Felagið hevur seinastu árini havt skrivstovu í Térsgøtu 24, Tórshavn, men frá 1. apr. 93 er skrivstovan flutt í annað høli í Jóhannes Paturs- sonargøtu 24, í húsini, sum Føroya Sjukrahjålp- arafelag eigur. Skrivstovan er opin al- ment hvørt månakvøld kl. 17-19. | Í