fríggjadagur 21. mai 1993síða 22
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22
Nr. 94 — 21. MAI 1993
Føroya størsti fritidar-
Tiðindablaðið ESF
depil letur upp å Selatrad
4 5. ; ; j r , , , } HØ á n
Nakað fyri skótar — men so sanniliga eisini nakað fyri tey mongu, sum njóta at uppliva náttúruna á annan hátt - eitt nú í eini tjaldlegu við ollum
hentleikum so sum bátum og fiskireiðskapi, møguleikum at ganga túrar í fjøllunum osfr
Sunnudagin letur Skótadepilin á Selatrad, sum hevur kostað 2.2 mill kr
álvara fyri familjum og støkum úr ollum landinum
Sunnudagin verður stóri
skótadepilin á Selatrað
tikin alment í brúk. Tá
verður høvi hjå
almenninginum at vitja
hetta størsta og kanska
mest spennandi tjald- og
fritidarøkid í Førovum
Kjartan Dalsgarð, for
maður í bygginevndini
vónar, at nógv fólk fara at
nýta hevi til at“ vitja
skótadepilin, nú hann
stendur so gott sum lið-
ugur. Í hesum sambandi
verður skipað fyri bein
leiðis ferð úr Havnini
umframt pendulsigling
millum Hósvík og Sela
trað. Ætlanin er at brúka
fagnaðardagin til at lata
fólk síggja nýgja depilin
og um somu tíð bjóða
teimum eitthvert ul matna
og eisim tl gaman og
álvara.
Har verða tiltøk av
øllum slag fyri bæði børn,
ung og ulkomin. Pening-
urin, sum kemur inn fer til
at figgja hetta stóra
projektid, 10 Skótadepilin
er.
Byrjaði í 1983
Tað eru umleið 10 ár
síðani, at skjøtil varð
settur á og tann fyrsta
jørðin keypt vid Selatrað
ul ein komandi tjald- og
frítíðarstað fyrst og
fremst hjá KFUK- og
KFUK skótunum kring
landið men so sanniliga
eisini við ti fyri eygað, at
onnur í Føroyum og eisini
fremmandafólk kundu
brúka henda depil.
Trød varð longu keypt í
1983 til endamálið og
seinni vóru sethús, fjós og
nakað av jørð aftrat keypt
í sama eki vestan fyri
bygdina, soleiðis at
Skótadepilin í dag er um-
leið 7500 kvm.
Eitt stórt sjálvboðið
arbeiðið er gjørt øll hesi
árini eitt nú við at
turrleggja og velta bein,
sum síðani er saksaður og
truplaður og at enda er
sátt av nýggjum, soleiðis
at ein í dag hevur ein
umleið 3000 kvm stóran
tjaldvøll, har pláss verður
fyri umleið 50 tjøldum.
Verður hugsað um
stórar skótalegur, so
kunnu har verða einir 200
( Ý
luttakarar í senn, men
annars ber til at skipa fyri
smærri legum alt eftir
tørvinum
Har er so bygt eitt
toiletthús og sethúsini og
fjósið, ið vóru keypt til
depilin, eru nú sett í stand,
soleiðis, at tað ber til at
hava nakað væl av fólki
liggjandi innandura, tá
hetta er neyðugt.
Kjartan Dalsgarð sigur,
at ætlanin er at brúka set-
húsini sum kók, matarhøll
at halda skeið í, til at gista
í oa. Hann leggur stóran
dent á, at tá depilin nú fer
at standa opin fyri øllum,
tá verður eisini møguleiki
hjá bamagørdum, skúla-
flokkum, familjum ol. at
leiga bæði tjaldpláss og
sethúsapláss.
Eisini útlendingar
Somuleiðis kunnu út-
lendingar, sum vilja
sleppa at seta sær tjalið
upp, leiga seg inn á ekið.
Men helst verður neyðugt
at vera í stórri bólkum, ti
ætlanin er ikki at hava
fólk á staðnum at taka sær
av hvørjari krabbagággu,
sum ynskir innivist Leiga
má avtalast í góðari tid
frammanundan
Kjartan Dalsgarð upp-
lýsir, at staðið við Selatrað
er sera væl valt til frí-
tíðardepil. Fyri tað fyrsta
er har sera veðurgott. Har-
næst liggur tað við sjógv-
in, og har er eingin
streymur. Tað er so æt-
lanin at hav bátar á staðn-
um og eisini fiskireiðskap,
soleiðis at tey, sum brúka
depilin, eisini kunnu fara
út at fiska ella bara
stuttleika sær við báti.
2,2 mill.
Í dag stendur allur depilin
í umleið 2,2 mill. kr. Hann
er fíggjaður við láni og
fyri at kunna gjalda lánini
aftur skulu skótaliðini
gjalda eit fast gjald. Men
herumframt verður so
roknað við leigu frá
ødrum fólki umframt
peningur frá ymsum
tiltøkum.
-Tað er ikki bara sum at
siga tad at figgja nakad i
hesum tíðum, men eg
haldi Skótadepilin er eitt
so eimastandandi tiltak,
sum so mong fáa gleði av,
at hetta skal nokk fara at
ganga sigur Kjartan Dals-
garð, sum bert er ein av
mongum sjålvbodnum,
sum hevur lagt eitt stórt
arbeiði í at fáa depilin til
veruleika.
Í dag eru umleið 1000
KFUM -skótar i Føroyum.
So reknast kann við, at
stórur eftirspurningur fer
at verða eftir deplinum.
Annars finnast í dag hús
og tjaldpláss á Kambsdali
og í Vági. Hesi stødini
verða eisini fíggjað við
brúkaragjaldi eins og æt-
lanin er við deplinum á
Selatrað.
Kjartan Dalsgard sigur,
at teir við hesum
deplinum hava møguleika
at økja munandi um
summarsesongina hjá
skótunum, soleiðis at hon
í framtidini kann byrja í
apríl og enda í oktober.
Lega í 1989
Legan er roynd áður, eitt
nú var eitt stórt tiltak har í
;
, upp fyri almenninginum, har tað verður alt møguligt til gaman og
; PER
1989. Kjartan Dalsgarð
heldur, at grannanum
dámar væl nýggja últakið.
At byrja við var onkur
bangin fyri, at har skuldi
fara at vera nógvur gangur
út á næturnar, men tað
hevur víst seg at vera
tvørturim6ti. Skótarnir
duga sær hógv.
Nú verður so roynt at
fáa tað síðsta liðugt.
Kjartan Dalsgarð sigur, at
teir hava fingið lovaðar
500.000 kr. í stuðuli frá ti
almenna, tí hetta er jú ein
verkætlan, sum skal koma
teimum ungu til góða.
Men enn hava teir so
ikki fingið henda pen-
ingin. Men hann man fara
at koma heldur hann.
Skótadepilin á Selatrað
stendur sum sagt føroy-
ingum f bodi, men eisini i
útlandinum verður rekla-
merað fyri honum. Gjørt
er tilfar um hetta plássið,
sum verður brúkt í ferða-
mannabrosjurum. Og helst
verður tað eisini so, at
Skótadepilin í framtíðini
fer at verða nógv eftir-
spurður av útlendingum
€1SIni Og sostatt verða vid
ul, at fáa fremmandafólk
til okkara vakra land
Vakurt umhvørvi
Depilin liggur í einum
sera vøkrum umhvørvi við
fjøllum, áum, sjógvi og
eisini eini vidalund nær-
hendis. Alt hetta fer at
gera, at mong fara at
brúka depilin. Ikki bert
skótar, men kanska fyrst
og fremst teir, soleiðis at
hesir sleppa at uppliva
føroysku náttúruna, har
hon er mest fjølbroytt og
vakrast.
Tad verdur skrivstovan
hjå KFUM, sum kemur til
at umsita Skótadepilin.
Har er fólk at hitta í
vanligari arbeiðstíð á
telefom;11075, um onkur
skuldi verið meira forvitin
og vildi havt meira at vita
- og kanska eisini leiga.
jan
|