Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-05-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. mai 1993síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 95 — 22. MAI 1993 Vilja ikki niður í løn Heimahjalpararnir eru byrjaðir samráðingar- nar um nýggjan sátt- mála við landsstýrið Tað verður óivað ein harður dystur millum Heima hjálparafelag og Føroya Arbeiðarafelag og lands- stýrið hinumegin, nú samráðast skal um nýggjan sáttmála. Landsstýrið vil m.a. hava heimahjálparar nar niður í lón, eins og flest onnur alment lønt eru far- in, men heimahjalparamir siga kortanei, tær krevja 9% lønarhækkan Heimahjálpararnir halda tað vera órímiligt at lækka teirra lønir, ti orsakað av sparing eru flestu heimahjálpararnir mist nógva arbeiðstíð harvið farin nógv niður í løn. Teirra viðurskifu kunnu ikki sammetast við viðurskifti hjá øðrum og eru almennum starvsbólkum, ti onnur hava tryggar fasta inntóku Heimahjálpararnir vilja hava viðbót fyri, al å beiðstíði rdur sundursliun í fi af FEX ) IKK » Í Ti A i Þ i Í x randi Fleiri útlendingar undir Feroyum Seinastu vikuna hava nógv útlendsk fiskiskip roynt undir Føroyum. Marinustødin sigur, at í tíðarskeið inum frá 13. til 19. maí vóru millum 9 og 49 útlendsk fiskifør í føroyskum sjógvi um dagin. Mikudagin vareitt litauiskt, eitt lettiskt, fýra norsk og 24 russisk fiskiskip vid Føroyar - umframt eitt japanskt fiski- rannsóknarskip Sjóverjuskipið Triton hevur hesa vikuna gjørt kanningar umborð á fleiri útlendskum skipum, men einki var at viðmerkja Eingin var í neyð Seinasta leygardag fekk Marinustødin bod um, at tvey neyðljós vórðu sædd fimm fjórðingar norður úr Slættanesi. Tjaldið fór beinanvegin at leita saman við nøkrum bátum úr Vestmanna, og tyrlan hjá donsku sjóverjumi fór eisini at kanna, men har var einki at finna. 27. april fekk Marinustødin at vita úr Reykjavík, at eitt íslendskt flogfar hevði sæð neyðljós á Føroya Banka. Verjuskipið Triton fór at leita við tyrluni, men einki var at síggja. randi Eingin figgjarstjori Landsstýrið hevur enn ikki sett fíggjarstjóran, ið Telefonverk Føroya Lagungs skal hava. 13 umsóknir komu inn, og Telefonverkið hevur innsullad triggjar teirra Landsstýrið skal seta fíggjarstjóran, men áðrenn stjórin verður settur, vil landsstýið sleppa at síggja allar umsóknirnar. Landsstýrið hevur biðið um at fáa umsóknirnar, men í gjár vóru tær enn ikki komnar. randi Kanningin hjá 10. flokki á málsliga veruleikanum, heldur Sosialurin umrøddi miku- dagin eina målkanning, sum 10. flokkur av Argjum hevur gjørt Flokkurin hevur spurt skúlanæming- ar, foreldur og lærarar, um tey nýta donsk, sjálvt um góð føroysk orð eru, ið siga tað sama. Úrslitið vísti, at samanlagt nýta 59% før oysk orð, og 41% nýta tey donsku. Tey vaksnu vóru sambært kanningin frægari til at nýta føroysku ordini enn børnini enn tey ungu, men 10. flokkur hevur var- hugan av, at tey vaksnu hava gjørt seg betri, enn tey eru. Mikudagin var 10. flokk- ur saman við lærara sínum, Eyðuni á Borg, á Føroya- málsdeildini og hit har Jóan Hendrik W. Poulsen Hann greiddi teimum frå ti arbeiði, ið gjørt verður á Føroyamålseildini vid orðabókini, savnan av orð- um og vid målrøkt, og tey tosadu eisini um kanning ina. Jóan Hendrik W. Poulsen heldur kanningina hjå 10. flokki vera forvitnisliga. Kanningin gevur eina mynd av málsliga veruleikanum hjá okkum. Vit vita, hvussu vil eiga at siga, men siga nakað annað, ú málsliga grannalagið er so ágang- andi. Soleiðis vil tað vera, tá tvey mál eru í einum landi, at ilt er at:seta mark ímill- um, sigur Jóan Hendrik W. Poulsen. Hann heldur tað vera skilagott, at ein lærari fær næmingarnar gera eina Tidindabladid CH Forvitnislig målkanning Argjum gevur eina mynd av Joan Hendrik W. Poulsen slíka kanning, tí tað økir um teirra målsliga tilvit. HF- og studentaskúla- næmingar eru ofta og vitja Føroyamålsdeildina, men tað eru meira sjáldan, at yngri næmingar koma. Jóan Hendriki dámdi væl hesa vitjanina. Fleiri av næming- unum vístu målrøktarar- beiðinum stóran áhuga bæði við at spyrja og siga sína hugsan. randi Næmingarnir fingu frå Jóan Hendriki at vita um arbeiðið á Foroyamálsdeildini, og tey tosaðu við hann um málkanning- ina hjá flokkinum (Mynd: Kalmar) Sigur tú føroyska ella danska orðið? Tá argjanæminganir gjørdu sína målkanning, høvdu tey ein lista við 6-føroyskum orðum, ið vanliga verða brúkt. Við síðina av hesum orðum stóð tað føroyska við somu merking, og fólk vórðu so biodin um at svara ærliga, hvat fall teimum natúrligari at siga. Við vilja stóð stundum tað føroyska fyrr og stundum tað danska. Orðini, tey valdu vóru hesi: Garn - tågv, fakkul - kyndil, Ég sá Amundur - eg sá Amund, vaml - kvalma, gruppa - bólkur, hugnaligt - hyggeligt, prógva - bevisa, líta á - stóla uppá, bedøva - doyva, vitja - besøk ja, jarð- ar/gravarferð - begravilsi, vinka - veittra, treyt - be- tingilsi, mark - grensa, úrslit - resultat, trua - hótta, kava - dykka, skrella - rusk, flysa - skrella, hemmiligt - loyni- ligt, forsinka - seinka, byrja - beginna, eg så båtamir - eg så båtarnar, kvart yvir tólv - I korter til 1, viðgerð - be- handling, vanligt - almindi- ligt, varrastift - lepastift, Spania - Spanien, fototól - fotografiapparat, helikopt- ari - tyrla, computari - telda, forandra - broyta, sjónvarp - fjernsyn, órógva - forstýra, fødingardagur - følsdagur, umskylda - orsaka, skild- padda - skjaldbøka, svåvul- pinnar - tændstikkar, íkorn - egern, smakkar væl - smakkar gott, ferdigt - lið- ugt. Tóku tað lægsta Tryggingarsambandið Før- yar avgjørdi í gjár at taka av lægsta tilbodnum, ið kom inn uppá at taka skipið Royndina Fríðu av aftur Bordoyarnesi, har hon rendi áland fyri uimum árum síð- an. Gunleigur Poulsen í Klaksvík átti lægsta lboð- ið, ið var 300.000 krónur Tryggingarsambandið met- ir, at maðurin kann gera ar- beiðið fyri teir pengarnar. Ahugin fyri at fáa hetta arbeiðið frá Føroya Sjóa- trygging var stórur. 28 til- bod komu inn, og tey komu úr øllum pørtum av landi- num uttan úr Sandoynni. Tad var nokkso ymist, hvat teir, sum bjóðaðu, hildu seg kunna gera ar- beiðið fyri. Hægsta boðið var 4,6 mió. krónur. Eitt tilbod var 2,9 mió. krónur, og ein beyð sær til at taka vrakið burtur fyri 2,45 mió. krónur. Fridingarnevndin í Norð- uroyggjum hevur kravt av Sjóatryggingini, at vrakdi verður tikið burtur. Tað skal verða gjørt * seinasta lagi 1. august. Vrakið av Royndini Fríðu er neyvan nakað vert. Tað kann kanska seljast sum gamalt jarn, men gamalt jarn kostar at flyta av landinum, og prísurin fyri jarnið er lágur. randi