fríggjadagur 28. mai 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðind
66. ÁRGANGUR
Postadr.: Postsmoga 76
110 Tórshavn
Teletax 14720
FRÆLSI — JAVNAÐUR —- BRØDRALAG
Bústaður Argjavegi 28
Argjum
Tølgton: 11820
Badioix: Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Térfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Jústínus Eltesgaard
—
Útgevari- P/1 $eslalurin
Uppsetng PA Seslalurin
Fyritaksstjóri Krisjan Dahí Prant: P/t Pressan 1981
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
>
la0i0
Nyggj byrjan
HOAST åhugamål okkara eru i bestu
hondum á teimum, sum í hesum døg-
um enn einaferð eru í samráðingar-
erindum í Danmørk um framtíð okk-
ara, er einki givið frammanundan um
úrslítið
HUGALIGT er tað heldur ikki nærum
altid at vera tann parturin, sum skal
biðja fyri sær og landi sínum hjá ødr-
um, og tað er ikki sort, at tann støda,
vit eru komin í mótvegis útlendskum
kravánarum, hevur gjørt føroyingar
sum heild minni reystmæltar og
herðaslignari enn onkuntíð, tá pláss
okkara sum fólk í okkara heimsparti
kemur upp á tal
ANNAÐ hevði eisini verið legið og er
tað tí ikki bert til tað verra. Gott er at
kenna okkara vitjunartid sum fólk, um
kanska í seinna lagi, og enn betur sum
nú uttan ov nógvan háva at royna at
standa saman í tolni um tað sum enn
má gangast igjøgnum
MEGNA vit tað enn eina tid og heims-
búskapurin annars verður støðugur
og í besta fori nakað batnandi, er
kanska kortini ljós fyri stavn. Fyri okk
ara viðkomandi er hetta tó mest til
feingistreytað, tí orku og fólk til at fáa
sum frægast burtur úr hava vit
AT veiðan sambært fiskifroðingar
helst ikki nýtist at fara niður um tað, vit
í løtuni veiða, er tó bert lítil troyst, fáa
vit hana ikki nógv betri til høldar enn
higartil
NÓGV umtalaða bygnadarnevndin
hevur ávísar tankar í so máta, somu
leiðis politikarar, fiskavirkisfólk og
vónandi fiskauttlytararnir við Men
skal nakað skil verða í eisini framyvir
at tala um fiskavirking sum álitið, eiga
vit sum skjótast nærum at kvetta við
farna framleiðslu — og harvið sølu
mynstrið
SJALVSAGT er tað nógv lættari sagt
enn gjørt, men kortini sýna royndir á
ávísum virkjum til at ganga aðrar leiðir
bæði framleidslu- og søluliga, at tað
ber til. Meira ivasamt er, hvussu nógv
fleiri krónur hava ligið eftir til hest Virki
av hesum framleiðslum. Givið er tó, at
so nógv fleiri arbeiðstímar enn annars
eru komnir burtur úr hesi råvørunøgd
umframt stoðugari arbeiði sum heild
fyri fólkið
TAÐ eru ikki so fáir sokalladir >fram
standandi vinnulivsmenn«, sum hava
hildið lítið um hesa framleiðsluna —
hon gav ov lítið í mun til meirvirkingina
og at stríðið var ikki ómakin vert
samanborið við tað, sum, sjálvsagt við
alstórum stuðli, fekst burtur úr túsund
tonsaseluni/-framleiðsluni av hálv
vánaligari råvøru til frammandan
ídnað
HVAT vit so enn halda, eru ráðini ikki
til annað enn at virka egna fisk okkara
sum mest. tí talan er í veruleikanum
um arbeiði til flest møgulig burtur ur
okkara felags tilfeingi, um at geva flest
møguligum lut í hesi okkara felags
ogn, hesum ólukku fiski, sum enn í
langa framtíð verður einasta álitið
TALAN er sostatt ikki um arbeiðs
skapandi »terapi«, sum onkur so for-
hánisliga vil vera við, men um ein at
sær komnan virkispolitiskan vilja til
eina skilagóða demokratisering av ti
vit oll eiga í felag
SKIL skal sjálvsagt vera í, marknaðar-
búskaparliga skal tað vera forsvarligt
men ikki bara — um tað landsbúskap-
arliga er út í bláan heim
HETTA og líknandi nidurløg hava ann-
ars verið júkað í langsamiligar tíðir,
ikki minst av javnaðarflokkinum, men
fyri deyvum oyrum, í øllum feri á
teimum, sum sitid hava á sølu og
skiparakstri, herundir bankunum. Men
tíbetur, hóast alt, eru nú útlit fyri, at
nýhugsan í so máta, eisini til frama fyri
stovnsrøktina, er avgjørdtreyt fyri tí, ið
nú skal henda við fiskivinnu okkara
BROYTING sum henda krevur stórar
umleggingar, bæði peningaliga og á
annan hátt — herundir nógv umrøddu
saneringarnar. Latið tær so koma og
tað skjótt, men eisini soleiðis, at rúm
framyvir verður fyri teimum virkjum
sum longu hava fingið upp at standa
»framtidar« framleiðslu- og sølusam
bond
Jákup Lindenskov, lógtingssmaður:
Blokkurin varð
hastaður igjøgnum
Hvussu í allari víðu verð skal bera til at fáa nýggja
umsiting til blokkstuðulsskipanina uttan harav fylgjandi
meirútreiðslum, ella skulu vit halda, at hetta einki kostar?
spyr Jákup Lindenskov
Eitt av málunum, ið varð
hastað igjøgnum, beint
áðænn løgungid fór í
summarfrí, var blokkstuð-
ulsskipanin. Fá góvu sær
fær um hetta stóra málið.
Tá málið varð vidgjørt í
tinginum, vóru tað eisini
nøkur, sum vóru ivasom og
funnust at, ti hetta málið
ikki fekk nóg góða viðgerð.
Ein teirra var Jákup Lind-
enskov, løgtingmadur, sum
ådur var landsstyrismadur
og umsat tå m.a. almanna-
mål.
Hann helt tað vera nógv
fyri, at eitt so stórt mál, ið er
so nógvur peningur og so
grundleggjandi fyri sosiala
grundarlagið hjá fólkinum í
skundi varð fingið frá hond-
ini. Tað varð skundi igjøgn-
um, so landsstýrið kundi
fara ul samráðingar við rík-
isstjórnina í dag.
- Eg haldi ikki, at ríkis-
stjórnin rættiliga hevur giv-
ið sær far um, hvussu týð-
andi og hvussu nervandi tað
kann verða fyri framtíðar
Føroyar og fyri fólkið, um
vit flyta okkara leik so, at
sosialu skipanir okkara
verðaavlagaðar og avskepl-
aðar, at vit ikki fylgja teim-
um normum, sum vit í Javn-
aðarflokkinum hava fram-
hildið, at tær skulu liggja á
sama stødi sum í hinum
Norðurlondum og í danska
ríkinum annars, segði Jákup
Lindenskov
Hann helt, tað åtu at borið
til at sagt donsku ríkis-
stjórnini frå, at tað ber ikki
til at skunda sær soleiðis,
bara tí tað nú einaferð er
staðfest, at okkurt er skert
er gjørt í umisungarliðnum
Hvat hendir ikki av líkum
og ólíkum í EF-saman
hangi! segði Jákup Linden
skov.
- Vit skulu ikki stara okk
um blindar, ti tað er opp-
ortunt. Ikki taka alt fyri rætt
og rímiligt, sum kemur
fram frå umsiungarsneytar-
unum, ikki halda, at alt tað
sum er og var nú er rangt og
rangvørt og heldur ikki
verður tað so, at alt tað, sum
kemur frá nýggju kveistr
unum er ul UG. Tað er tað
ikki, og tað verður tað ikki,
segði Jákup Lindenskov.
Hann tosaði um allar tær
nýggju lógimar, td. um
nýggja grannskoðaraskip-
an. Tað má ikki fáa okkum
at halda, at allar súðir nú eru
syftar.
Tað kostar
- Hvussu í allan víðu verð
skal tað nú bera til at seta
nýggja umsiting upp at
standa uppá "no ume" uttan
harav fylgjandi meirút-
reiðslum, uttan at orð verð-
ur grett um meirútreiðslu,
ella trúgva vit veruliga, at
hetta alt einki kostar í øktari
umsiung? Samstundis sum
vit á hin bógvin við grátu-
rødd tortelja fólki, at vit
mugu leggja nýggjar skattir
á fólk, ú alt skal og må
sparast upp í nakka, og helst
Skulu uppsigast so nógv
sum gjørligt fyri at minka
um almenna utreidslustød-
ið, sum tað eitur á nyfør-
oyskum, segði Jákup Lind-
enskov
Hann gav Atla Dam rætt i,
at tå eitt mål verdur skundad
soleidis igjøgnum er vandi
fyri uppaftur fleiri skeiv-
leikum.
- Eg atkvødi ikki fyri he-
sum málinum av góðum
huga, eins og á sinni tå løg-
ungiå samtykt nýggja
sjúkrahúslóg - og landsstýr-
ið í samráðingum við innan-
ríkismálaráðharran greiddi
frå, at løgtingi5 hevdi broytt
lógina, soleiðis at sjúkra-
húsini fingu hvgr sítt stýri í
staðin fyri eitt. Tá segði
skrivstovustjórin Drejer:
"Vi kan selvfølgelig fore-
lægge forslaget for Folke-
unget" og so legði hann
aftrat - "om end med væm-
melse”.