Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-06-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. juni 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Biaðfoik Randi Jacobsen - Dagny Utgevar: P/1 Sestalurin Fyritaks: Krisjan Dati Joensen - Tórfinn Smith - | Uposetng PA Sosialurin Ki NL nsLer Hilmar Jan Hansen - Prent: PA Pressan 1981 Justinus Eidesgaard Bústaður. Argjavegi 28 Teigfon 66. ÁRGANGUR Postadr.. Postsmoga 78 110 Tórshavn Teietar 14720 Argjum 11820 Stórabretland og vit MÁNADAGIN fellur dómur í Haag í sakarmálinum millum Danmark og Noreg um, hvar markið skal vera mill um Jan Mayen og Grenland. Danir krevja 200 fjórðinga mark, norðmenn krevja midlinjumark. Tað stendur pura greitt, at dómurin ella heldur pre missurnar í dóminum kunnu fáa stóran tydning fyri ésemju okkara við bretar um markið millum Føroyar og Skot land Í blaðnum í dag viðgera vit part av hes um spurningum. Vit hava tvær sera åhugaverdar samrødur við teir báðar føroyingarnar, sum vita mest um hesar spurningar, ein fyrrverandi dómara og so leiðaran í nevndini, 10 samráðist við bretar um markið EFTIR at hava "grivið" nakað í hesum stóra og fyn Føroya sera avgerandi máli stendur tað okkum púra greitt, at bretar hava als einki at gera inni á okkara landgrunni. Krøv ella tankar teirra um, at at eitt botnmark skal setast millum Føroyar og Bretland, sum liggur langt innan fyri verandi fiskimark eru púra burturvið. Og tað stendur eisini greitt, at føroyingar í veruleikanum hava nógv sera góð kort á hondini í samráð- inginum við bretar. HER eru nøkur teirra. Vit eru av altjóða samfelagnum góðkend sum tjóð, ið burturav er bundin at fiskivinnu, eins og Grenland og Ísland eru tað. Hetta stendur eisini í eini grein í hav- rættarkonventiónini frå 1958. Vit hava síðani 1976 havt miðlinjuna til fiski- mark og hevur hetta mark verið prakuserað av øðrum tjóðum bretum, tó við undantaki av Osemju um nøkur grundlinjupunkt, sum so aftur hava orsakað nøkur grá øki. Men sum heild hava bretar góðukið miðlinjuna sum okkara fiskimark cisini NU er tað so, at bretar vilja ikki góðkenna somu miðlinju sum botnmark, og hetta er tað, sum trætan snýr seg um. Hyggja vit at ødrum londum, so finst neyvan eitt dómi um, at fiskimark og botnmark ikki er tað sama. Og vit kunnu so bert ímynda okkum tað høpisleysa og Omøguliga í, at tað millum Føroyar og Bretland skal vera eitt fiskimark og eitt botnmark Latið okkum siga, at bretar fáa viðhald og sleppa inn á okkara landgrund. Tað merkir, at skulu teir eftir møguligari olju í undirgrundini, skulu teir hava sínar boripallar, síni oljuskip osfr. innan fyri okkara fiskimark. At hetta verður ómeguligt at prakusera sigur seg sjálvt. Og nettup tí at tað hevur verið vanligur praksis at fiski- og botnmark Er du klar til karriere? Teknisk Skole Slagelse udbyder to eftertragtede tekniker- uddannelser, der begge giver gode karriere- muligheder. VVS-teknikeren arbejder bl.a. med projektenng. beregning og tilbuds- givning inden for større varme-, ven- tilations- og sanitetsvirksomheder eller i rådgivende ingeniørfirmaer START AUGUST 1993 Gastekniker Gasteknikeren beskæftiger sig med stort set de samme arbejdsopgaver, men her drejer det sig om store gasanlæg f eks. i forbindelse med udbygning og service af det danske naturgasnet Vælg en skole med mange års erfaring og tæt kontakt til virksomhederne Det er dem, der skal bruge dig efter endt uddannelse! Ring til tlf. 53 52 58 60, lokal 2034 og få mere at vide VÆLG DET SIKRE - VÆLG: Bredahisgade 1 Telefon 53 52 58 60 Ep Teknisk Skole Slagelse 4200 Slagelse fylgjast hava bretar einki at velja í annað enn at góðtaka miðlinjuna sum botnmark TAÐ skal ti vera áheitan okkara at bretar um rætt og slætt at virða rætt føroyinga at vera ul sum tjóð. Soleingi teir krevja, at botnmarkid skal liggja langt innan fyri verandi fiskimark, krevja teir harvið í veruleikanum eisini, at miðlinjan ikki longur skal vera fiskimark, men hvar í verðini fáa bretar viðhald fyri einum kravi um botnmark, sum skal hava við sær, at føroyska fiskimarkið skal skerjast! Neyvan í Haag og neyvan nakra aðrastaðni. Vit fara tí at heita á bretar um at taka hesar "tankar" , hesi fullkomiliga órímuligu og eisini lítið sømiligu krøvini aftur. NETTUP tann sannroyndin, at bretar ikki hava viljað tosað um fiskimarkið í samráðingunum vísir, at teir vilja sleppa undan júst tí. Hvat hevði tað ikki elvt til øsing, um bretar bráddliga fóru at krevja av føroyingum, at vit góðtóku eitt fiskimark, sum liggur væl nærri Føroyum og langt inni á okkara egna landgrunni. Og her eru vit við "sagens kerne” soleiðis sum vit hava uppfatad tað: nevniliga, at krav breta um eitt botnmark inni á okkara landgrunni er tað sama sum at krevja, at:vit skulu flyta fiskimarkid samsvarandi. Og tá bretar vita, at hetta fer ikki at bera ul, lata teir sjálvandi vera við at nema við henda eyma spurning undir samráðingum. Hann vilja teir bíða við og so heldur royna "at lirka og lumpa til teir fáa føroyingar at geva seg FØROYINGAR hava brúk fyn nøkrum positivum, fyri eini vón í hesum sváru tíð. Hetta vita grannar okkara bretar fullvæl. Tað er ti einki annað enn ein dáragerð teir gera mót okkum í hesum døgum, har vit síggja møguliga olju í undirgrundini sum eina av inntøku keldunum hjá komandi ættarliðum. At krøv breta eru órímulig og burturvið er so eitt. Men at teir fasthalda hesi krøv er einki minni enn ein seta okkum knívin í ryggin. Tað høvdu vit ikki væntað av okkara grannum bretum Teir skulu vita, at teir við at fasthalda um hesi síni krøv forða føroyingum í at fara undir eina komandi oljuvinnu, og tað er kanska nettup meiningin! Men enska leyvan kann líka so væl avskriva sær møguleikan til okkara undirgrund, ti hann fær hon ongantíð. So istadin fyri at seta kíla í hjólið, áttu bretar at góðtikið midlinjuna sum botnmark og sidani saman vid okkum roynt at kanna møguleikamar fyri at finna olju og fáa hana upp. Tað hevði sømt seg einum góðum granna. Hvor skal reka politikkin? Sjálvandi skal tað fyri tann einstaka borgaran vera ein sjálvsagdur rætt- ur frítt at tala og skriva um samfelagsins viður- skifti. Hetta er ein av lun- nunum undir einum sam- felag, sum byggir á fólka- ræði. Hetta gevur borgarun- um meguleikar at visa á sína nøgd ella ónagd. Just í hesum degum er tað sera umráðandi, at hesin rætt- ur gevst. Borgarin fær í fyrsta lagi meguleikan at loysa upp fyri sínum aggres- sjónum, men í eðrum lagi kann eitt breitt kjak um viðkomandi evni fera við sær, at politiski myndug- leikin fær neyðugu breidd- ina lýsta, áðrenn steðu- takan. Alt gott um tað Men nú hevur sjúkrahús- stjórin enn einaferð tikið blaðið frá munninum og hevur beinleiðis í blødun- um lagt seg út í eitt polit- iskt kjak um okkara sjúk- rahúsverk. Týðuliga og greitt verð- ur boðað frá, at hann er ímóti at hava trý sjúkra- hús og nevnir tað sum ein trupulleika, at ein politisk avgerå er tikin um, at so skal vera. Hetta er annars eisini sambært log. Eg ætli mær ikki i fjøl- miðlunum at viðgera henda trupulleika, at land- sins tænastumenn brúka umsitingarliga sess sín at reka ein politikk ímóti løg- tingi og landsstýri, tí tað verður vidgjørt í ødrum forum. Men fyri norðovingar og fyri sudurovingar og fyri starvsfólk og uttan iva fyri fólk flest, má tað kennast ørkymlandi, at ovasta dagliga leiðslan hevur henda boðskap. Men latið tykkum ikki taka av fótum, tí her verða fleiri um at ráða. Spurningurin um loyali- tet má so takast upp av landsstýrinum í stersta álvara, tí annars eru vit ikki harrar yvir, hvat ann- ars kann henda. Svarið til tænastumenn, sum koma í eina slíka kon- flikt við sín arbeiðssetn- ing (og tað er hóast alt ein erlig sak) má so vera at víkja sessin, tá ein ikki longur loyalt megnar at rekja sítt starv. Jóannes Eidesgaard. landsstýrismaður