mikudagur 16. juni 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Ábyrgðarblaðstjóri- Jan Miller
Fyritaksstjóri Krisjan Daht
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
Baðfok Randi Jacobsen - Dagny
Jeensen - Térfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Utgevar: P/1 $eslalurin
Uppsetng PA Soslalurin
Prent PA Pressan 1981
Justinus Eidesgaard
Bústaður. Argjavegi 26
Teiglon: 11820
66. ÁRGANGUR
Postadr : Posttmoga 78
110 Tórshavn
Teletar 14720
Argjum
Maifundurin - september
fundurin og hvat so!!!
TINGIÐ samtyku mánadagin avtaluna
millum Føroyar og Danmark um endur
fígging av okkara uttanlandalánum vm
Nú er so efur at samtykkja hesa avtalu í
Danmark og eftir øllum at dóma fer
avtalan í fólkaungið ul viðgerðar, ti
hetta tykist Framburdsflokkurin at
krevja. Tvs. at vit aftur skulu vidgerast
á danska fólkaungi og harvið eisini í
allan ú donsku pressuni - upp á gott og
ilt
OG skrivingin er longu byrjað. Flein av
donsku blødunum hava í seinastuni
gjørt nógv burtur úr Føroyum, og givið
er tað, at tá avtalan kemur fyri fólka
ungið fer tað eisini at koma fram, at
'vitjanirnar" hjá landsstýrinum í Dan
mark eru ikki lidnar vid hesi avtaluni
Tverturímóu er hon bert ein partur av
eimi stórri heildarætlan - endurreising
arætlan um ein vil - fyri Føroyar
EIN kann so bara imynda sær, hvat
blød sum Ekstrablaðið tá fara at skriva
Tey eru í hvussu er ikki mjúk í hesum
døgum og kunnu vit m.a. visa ul eina
oddagrein í umrødda blað í farnu viku
har verður m.a. sagt: "Deres egen poli
tiske ledelse og såkaldte centralad-
ministration har gennem årene udvist en
uduelighed, der grænser til det for
bryderiske."
EITT er so tað fjølmiðlarnir skriva.
Annað er, hvat stjórnin til ta tíð fer at
krevja av føroyingum afturfyri at skula
veðhalda fyri uppaftur fleiri lánum og
umfígging av lánum. Her kunnu vit
bara nevna kommunumar, sum hava
eina ovurstóra skuld ul eitt nú donsk
kreditfeløg.
FUNDURIN i september verður tí helst
lika so týðandi sum hann í mai, ella
kanska verður hann tann tydningarmesti
av øllum! Tí við honum skal ein verulig
og samlad endurreisingarætlan fyri Før-
Oyar setast út í kortið. Danir hava víst
vælvilja móti føroyingum - eisini hvat
viðvíkur einum møguligum komandi
undirskoti á fíggjarlógini fyri 1994.
Undir viðgerðini av maiavtaluni á ungi
Summartónar 1993:
vóru fleir rødarar inni á, at danir uttan
iva fara at seta nýggja treytir við, tá teir
í september skulu taka stóðu ul eitt nú
møguligt undirskot á komandi fíggj
arlóg og so mangt annað. Víst varð á, at
danir fara neyvan at góðtaka at vera við
ul at rinda undirskot á eini fíggjarlóg
sum miðjar mót at varðveita trý sjúkra
hús - um somu tíð, sum danir sjálvir
leggja niður smærri sjúkrahúsini
MEN her hevur løgmaður víst á, at
danir fara neyvan at leggja seg út í,
hvussu vit seta upp fíggjarlógina. So
nógv er spart og skert, at tað ber ikki til
at minka meira um teir ymsu postarnar
á fíggjarlógini. Gamla kravið um
javnvåg á fíggjarlógini er rætt og slætt
ikki aktuelt longur, tí so nógv er longu
spart, at alt rapar skal meira skerjast
Hetta hava danir innsæð, og ti góðtaka
teir eitt undirskot á fíggjarlógini og
vilja eisini verða við ul at veðhalda fyri
at kunna fíggja hetta undirskouð
TAÐ er ringt at siga nakað við vissu
um, hvert danir í september fara at seta
okkum nýggjar treyur. Gera teir hetta
bera teir so aftur ótta fyri at verða
skuldsettir fyri at leggja seg út í før-
oyskan innanrikispolitikk. Hinvegin eru
teir eisini greiðir yvir, at danski
skattgjaldarin fer ikki at sita tigandi og
hyggja at, meðan partur av skatta-
pengum hansara fer ul at fíggja al-
mennar dupultfunktiónir sum eitt nú
sjúkrahúsini eru tað.
TAÐ er nokk eisini vert at merkja sær,
at tá nýggi formaðurin í Ráðgevandi
Nevndini í fjør varð spurdur, hvat hann
sum fremmandur hugsaði, tá hann sá, at
vit høvdu trý sjúkrahús í Føroyum,
svaraði hann, at hetta gjørdi hann sera
bilsnan, tí vit høvdu um somu tid so
gott útbygt vega- og samferðslukervi.
Nú er sami Bonnerup valdur í eina 3-
manna endurreisingarnevnd, sum skal
geva donsku stjórnini uppskot um,
hvussu Føroya koma á føtur aftur. Ein
hevur loyvi at gita, at sami Bonnerup,
sum júst hevur vitjað í Føroyum,
møguliga fer at lata okkurt orð falla til
donsku stjórnina um, at "den gár ikke at
støtte financiering af tre sygehuse”.
JUST spumingurin um sjúkrahúsverkið
er áhugaverður, tá tosað verður um
hvørj møgulig krøv danir fara at seta
okkum í sambandi við nýggjum veð
haldum ol., tí her nettup er talan um
dupultfunkuónir. Tað verður so ersini
áhugavert at frætta, hvat núverandi
danski heilsumálaráðharrin fer at siga
ul uppskotið ul kanning av føroyska
sjúkrahúsverkinum, har hann hevur
fingið ul uppgåvu at siga føroyingum
hvussu vit skulu reka okkara sjúkra
húsverk mest rationelt og effektivt
men við teirri treyt, at:tað skulu vera try
desiderað sjúkrahús. Tað er í lagi, at vit
biðja uttanveltaðar kanna okkara
sjúkrahúsverk, men tað er skeivt av
føroyskum politikarum at lata oyru og
eygu aftur fyri veruleikanum og bara
tveita uppgávuna yvir á aðrar
VIT eiga at vera so fræg, at vit sjálv:
tora at viðgera spurningin, um vit fram
haldandi skulu varðveita og útbyggja
trý sjúkrahús. Í hesi tíð har tað skal
sparast mest møguligt kann tað ikki
vera rætt at skula keypa inn ul landið
sera kostnaðarmikla hospitalsútgerð - já
í nógvum førum somu útgerð ul try
sjúkrahús. Meðan vit stongja fleiri
hundrað seingarpláss á Landssjúkra
húsinum byggja vit eitt heilt nytt
sjúkrahús á Tvgroyri og tvífalda talið á
seingjarplássum.
HVAR tú enn býrt í hesum landi, so
mátti tað besta verið at vit løgdu alla
orku í at fáa eitt so vælvirkandi sentral-
sjúkrahús sum gjørligt. Harvið verður
ikki sagt, at hini sjúkrahúsini skulu
niðurleggjast. Hesi hava stóran týdning
fyri lokalsamfelggini eitt nú geva tey
nógv arbeiði, og tí sigur tað seg sjålvt,
at tú ikki frá degi til annan kann taka
hesi arbeiðsplássini burtur. Men at
byggja alla okkara framtíð á heilsu-
økinum á nakrar avgerðir, sum vórðu
tiknar fyri mongum árum síðani, tå
avgjørt varð at hava sjúkrahús í Norð-
oyggjum og Suðuroy, kann so ikki vera
rætt.
HELDUR enn at góðtaka at halda fram
við at byggja hesi sjúkrahús út átti vit -
saman við milliardafløgunum í betri
samferðslukervi - at lagt ein skilagóða
og framtíðarlítandi sjúkrahúspoliuk til
rættis. Tað hava vit so ikki havt dirvi
ella hugflog til. Nú má tað so vera
Heimskendi kór-
bólkurin The Hilli-
ard Ensemble vitjar
Í Førovum í summar
Ein av heimsins bestu vu-
kalbólkum, kórbólkurin
The Hilliard Ensemble,
vitjar i Føroyum um mán-
aðarskiftið juni-juli og fer
at hava tvær konsertir á
tónleikastevnuni
Summartónar.
The Hilliard Ensemble
hevur serliga lagt seg eftir
at framfera vokaltónleik,
sum er skrivaður í renne-
sansuni og tidini undan. Í
tíðini frá uml. ár 1100 til
1600 var sangur, og fyrst
og fremst andaligur sang-
ur, hevuðstátturin í tón-
leikalívinum. Fleirraddaði
Setið út í kortið eina heilsupoliukk, sum
miðjar móti at varðveita og útbyggja
Landssjúkrahúsið og brúkið so sjúkra
husbygningamar í Klaksvík og á Tvø
royri til onnur heilsuendamál enn just
tað at vera eitt desiderað sjúkrahús við
ti øllum teimum útreiðslum, sum nú eru
knýttar at einum sjúkrahúsi. Ahugavert
verður at frætta, hvat danska kanningin
av sjúkrahúsverkinum kemur til - um
hon í heila ukið kemur í gongd.
AT nema við spurningin um sjúkr:hús
ini og bara so mikið sum at vísa at tá
sannroynd, at tað kostar meira at reka
eitt sjúrkrahús enn trý er so at nema við
eld. Hetta gjørdi sjúkrahússtjórin nú um
dagarnar og var tað sum at rætta hundi
brand. Tíanverri eiga fjølmiðlarnir í
Føroyum og har serliga útvarpið eina
stóra ábyrgd av, at vit ongantíð hava
fingið eitt sakligt og seriøst orðaskifu
um hetta málið. Poliukarar eru slopnir
alt ov lætt frá at svara spurningum um
hví vit hava trý sjúkrahús, hví tey skulu
varðveitast, hvat tað kostar, hvussu
nógv sjúkrahúsini hava at siga fyri
smærri plåssini, í høvnn mun Lands-
sjúkrahúsið eigur at virka sum central-
sjúkrahús osv. Tað skal tí vera áheitan
okkara á ikki minst útvarpið um at vísa
hesum samfelagsmálinum størri ans.
Betri seint enn ongantíð.
HÓAST málið er og altíð hevur verið
eitt politiskt spreingimál og tað hevur
rippað upp í gomlum stríði, so er tað
eitt so fyri allar føroyingar so álvarsligt
og viðkomandi mál, at tað átti at fingið
nógv stórri umrødu eitt nú í almennu
fjølmiðlunum. Spurningurin í dag er:
skulu vit varðveita øll try sjúkrahúsini
sum nú og útbyggja tey samsvarandi!
Skulu vit dúva uppá Ríkishospitalið
sum okkara sentralsjúkrahús ella skulu
vit leggja eina nýggja politiska kós í
hesum máli , sum sigur, at vit eiga fyrst
og fremst at menna okkara høvuds-
sjúkrahús sum er Landssjúkrhúsið og so
nýta hini sjúkrahúsini til onnur endamál
enn tey eitt sjúkrahús tekur sær av!
—[—[———[[———[————————|——
sangurin hevði tá avloyst
gamla einraddaða kirkju-
sangin, og í hesum tíðar-
skeiði menti fleirraddaði
sangurin seg til eitt so
høgt tonlistaligt stødi, at
vit enn i dag verða stør-
liga hugtikin, tå id vit lýða
å henda sang
The Hilliard Ensemble
hevur lika síðani bólkurin
varð stovnaður í 1974 ver-
ið millum teir fremstu, tá
ið talan hevur verið um at
framfera eldri kórtónleik
Teir fýra festu limirnir í
kórbólkinum David Jam-
es (kontratenor),
Covey-Crump (tenor),
John Potter (tenor) og
Gordon Jones (baritor;) fá-
ast burtur av vid at syng-
ja. The Hilliard Ensemble
ferðast um allan heim og
Rogers
hevur 100 konsertir ár-
liga, og bólkurin hevur
givið út ein hóp av plát-
um. Tað eru ikki hissini
ummæli, hesar plátuút-
gávur hjá The Hilliard En-
semble fáa, og fleiri verða
taldar millum tað besta,
tá ið talan er um framfer-
slu av bæði nútímans og
eldri kirkjuligum og verð-
sligum kórtónleiki.
Tvær konsertir í
Føroyum
The Hilliard Ensemble fer
at hava tvær konsertir i
Feroyum. Tann fyrra
verður í Listaskålanum
mikudagin 30. juni.
Henda konsertin hevur
fingið yvirskriftina »Ur
miðeld til nútíð“. Elsta
kórverkið á hesi konsert
er skrivað í seinnu helvt
av 12. eld. og er tað navn-
frami Perotin (u. 1160-
1220), eitt av fremstu
tónaskeldunum úr so-
nevnda Notre-Dame-
skúlanum, sum hevur
skrivað. Síðani verða
sungin kórverk frá 14. og
15. eld, og eisini nýggjari
kórverk úr okkara old.
Dagin eftir, hósdagin 1
juli, fer The Hilliard En-
semble at hava konsert
saman við feroyska kóri-
num Nóatón í Norður-
landahúsinum. Á hesi utt-
an iva sera áhugaverdu
konsert fer The Hilliard
Ensemble at framfera
eina reð av kórverkum frá
rennesansutíðini. Og eitt
hevi sum hetta, at hoyra
Framhald á síðu 12