Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 94 - 20. mai 2003 Nr. 94 - 20. mai 2003 29 Kunngerð um uttangarðsútskiftingarfund í Sumba Eftir lóg nr. 147 frá 27. mars 1939, seinast broytt við løgtingslóg nr. 110 frá 29. juni 1995, § 79, verður boðað til útskiftingarfund hósdagin 12. juni kl. 14.00 í húsinum hjá millumbylgjusendar- anum í Akrabergi. Til viðgerðar verður útskifting av hagapartinum Blæing, Heimaripartur. Nevndarlimir eru Louis Houmann,Oyndarfjørður, og Súsanna í Búðini, Velbastaður. N.v. Øssur Á. Midjord útsk. form. Søkt verður eftir fyrstalærara, sum • undir ábyrgd skúlamyndugleikanna skal hava fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av virksemi skúlans • skal sýna leiðslumyndugleika og -hegni • dugir at samstarva og er fyrikomandi • er kveikjandi í sínum skúlahugsanum og hevur hugsjónir um skúlamenning • á fólkaræðisligum støði skal fremja góðar arbeiðs- umstøður og gott samstarv millum næmingar, lærarar og onnur samstarvsfólk • er førur fyri at skilja støðuna hjá øðrum. Harumframt skal fyrstilærarin • hava hug og hegni til at átaka sær fyrisitingarliga ábyrgd • leggja dent á at fremja andsfrælsi, tolsemi og gott samarbeiði millum skúla og heim • vera førur fyri at loysa trupulleikar • vera førur fyri at røkja og menna starvsfólka- samstarvið • vera førur fyri at útinna starvsfólkaleiðslu • skapa virðing fyri skúlanum og umstøður hjá tí einstaka fyri medávirkan og medábyrgd • leggja dent á menning av skúlaskapinum í komm- ununi • eggja næmingum, foreldrum og lærarum til at leggja doyin á at fáa sum mest burtur úr skúla- gongdini bæði fakliga og sosialt. Førleikakrøv Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og starvsroyndir í fólkaskúlanum. Lønar- og setanartreytir Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum í Streym- oyar skúladømi III við fyribils tænastu í Kaldbaks skúla, og tann, ið sett/-ur verður, eigur at tola broyt- ingar starvinum viðvíkjandi. Starvið verður lønt í lønarflokkunum 27.3, 29.1, 31.1 og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Starvið verður sett sum sátt- málasett starv uttan so, at tann sum sett/-ur verð- ur, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Skylduga undirvísingartímatalið verður ásett eftir galdandi reglum. Umsóknir Umsókn, sum liggur á heimasíðuni www.mmr.fo, skal vera Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi hósdagin 22. mai 2003. Umsøkjarar, ið ynskja fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara ella Olaus Jespersen, deildarstjóra. 7. mai 2003 Mentamálaráðið Hoyvíksvegur 72 - Postrúm 3279 - 110 Tórshavn Telefon 355050 - Fax 355055 -e-postur: MMR@MMR.fo Mentamálaráðið Fólkaskúladeildin Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Endurlýsing Fyrstilærari í Kaldbaks skúla Starvið sum fyrstilærari í Kaldbaks Skúla verður lýst leyst til setanar frá 1. august 2003. Skúlaárið 2003/2004 verða 33 næmingar í 7 árgangum í skúlanum. 2 lærarar starvast í skúlanum. Ph.D.-ritgerð góðkend til verju á Fróðskapar- setri Føroya Fríggjadagin 6. juni 2003 fer Jóannes Djurhuus, cand. Scient. at verja Ph.D.-ritgerðina "Analytical investigations of in-situ stresses and hydraulic induced borehole fractures" við Fróðskaparsetur Føroya. Í dómsnevndini hava sitið John Sebastian Bell, Ph.D., chief scientist hjá Sigma H. Consultants í Kanada, Arild Saasen, Ph.D., serfrøðingur frá Statoil í Noregi og Per Amund Amundsen, professari, Dr.Philos frá Høgskolen í Stavanger, Noreg Sjálv verjan, sum er almenn, fer fram í høllini á Føroya Læraraskúla. Byrjað verður klokkan 13.00. Ritgerðin "Analytical investigations of in-situ stresses and hydraulic induced borehole fractures" liggur alment frammi á Náttúru- vísinda-deildini á Fróðskaparsetrinum og á Landsbóka-savninum frá fríggjadegnum 16. mai 2003. Fróðskaparsetur Føroya Setursskrivstovan J.C. Svabos gøtu 14 100 Tórshavn Gravsteinar, kantsteinar og blómubeð Nú eisini úr Føroyskum gróti Hús til sølu Húsini á Bumshamarsvegi 15 í Klaksvík til sølu fyri hægstbjóðandi. Áhugað ringið 456225 Fyri starvsfólk, ið fer frá vegna aldur, verður lýst eftir fólki at gera reint á Løgmansskrivstovuni frá 1. august 2003 ella skjótast gjørligt. Talan er í fyrsta lagi um alla reingerð í Sjóð- og Vektarbúðini. Tann, ið settur verður, skal vera røkin, álítandi og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Arbeiðstíðin er sett til 20 tímar um vikuna og er vanliga eftir kl.16 yrkadagar.Broytingar kunnu tó gerast eftir nærri avtalu millum partarnar. Møguligir umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við Petur Simonsen, deildarleiðara, tlf. 351010 at hoyra nærri um starvið. Umsóknir við møguligum viðmælum skulu sendast Løgmansskrivstovuni Postsmogu 64 FO-110 Tórshavn Umsóknir skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 6. juni 2003. Løgmansskrivstovna fyrireikar mál løgmans og ráðgevur løg- manni í sínum arbeiði at sita fyri landsstýrinum. Løgmansskriv- stovan er skipað í stjórnardeild, uttanríkisdeild og ritaraeind og hevur í høvuðsheitum samskipandi, eftirlits og tvørvegis uppgávur, eitt nú landsstýrisfundir, uttanríkismál, umboðan og fyrisiting. LØGMANSSKRIVSTOVAN Reingerðarfólk Suðuroyar Sparikassi pdf Lesið Sosialin -tað loysir seg! C M Y K 29 28