týsdagur 22. juni 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Blabioix Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Térfinm Smith -
Hilmar Jan Hansen - P
Umgevari: P/T $esialurin
Uppsetng PA Seslalurin
rant: Pt Pressan 1981
Bústaður. Argjavegi 28
Argjum
Tøleton: 11820
66. ÁRGANGUR
Postadr : Postsmoga 78
110 Térshavn
Teletax 14720
| Landsskaðiligt
virksemi
Í FARNU viku vidgjørdi danska fólka
tingið nýggjastu avtaluna millum For
oyar og Danmark. Tað var framburðs-
flokkurin vid Kirsten Jacobsen & Co.,
sum kravdi avtaluna fyri fólkatingið
Og sum væntað løgdu framburðsfólk-
ini og einstakir aðrir tingmenn ikki
fingramar ímillum. Føroyar og føroy-
ingar fingu av at vita. Her vóru nógvir
sannleikar sagdir, men viðgerðin varð
eisini merkt av skeivleikum, misskilj-
ingum og hatskari niðurgerð av fo roy-
ingum, sum hverki tænir dønum ella
føroyingum
NU tå danir skulu taka um endan
mugu vit eisini góðtaka, at avtalur av
slíkum slagi verða vidgjørdar í fólka
tinginum. Og vit mugu eisini góðtaka
at hoyra nakrar sannleikar um okkum
sum vit ikki eru von at hoyra. Sum so
kann ein »utlendsk« viðgerð av okk
um og politikkinum her á landi vera
sunn og av týdningi
MEN tå er tað eisini av alstórum tydn-
ingi — skal nøkur meining vera í einum
sunnum og kritiskum orðaskifti — at
hetta byggir á sannar og trúverðugar
upplýsingar. Og her tykist tað mangan
at bila. Tað hoyrdu vit fyri nokrum
mánaðum síðani, tá fólkatingið við
gjørdi eina av undanfarnu avtalunum
— og tað hoyrdu vit tíanverri aftur
hesaferð. Tað má vera eitt minstakrav
til teir fólkatingslimir, sum vilja hund
dálka og niðurgera føroyingar og
kanska serliga foroyskar politikarar
at teir byggja sínar sera viðgongdu
nidurstødur á sannar upplysingar
EITT er so tað hesir lesa sær til í blød
unum. og greitt er at brúka teir eitt nu
tær sera fulu og lortaspannskendu
oddagreinirnar í Ekstrabladet sum
keldu ella fyri tað sera hatsku og
»devulsettu« greinarnar hjá tyrrver
andi blaðstjóranum á hesum blad sum
keldu, tá er ikki so logið, at ordaskiftid
fær eina slagsíðu
MEN tað, sum verri er, er, at ein hevur
varhugan av, at tað í ávisan mun eru
føroyingar sjålvir, sum foða hesi so
kallaðu samfelagskritisku framburðs
fólkini. Eitt er so tað, at ávísir foroy-
ingar á sinni lógu å knøunum fyri Kirst
en Jacobsen, tá hon kom til Foroya
Nakað annað er nú, tá ein aftur sær, at
hesi somu fólk verða fóðrað av illum
tungum í Føroyum. Hetta var í hvussu
so er tann varhugin, tú fekst, tá tú lurt
aði eftir orðaskiftinum í fólkatinginum I
farnu viku. Fleiri av roðarunum legðu
fram rættiliga løgnar. margháttligar
óndsinnaðar og reingjandi upplysing
ar um viðurskifti í Føroyum, slíkar
sum eingin danskur fólkatingsmaður
av sínum eintingum -uppsnúsar: Ein
fær ti ta fatan, at tað undan slíkum
orðaskiftum á fólkatingi eru ávisir tør
oyingar her heima, sum hava sett seg
sum sjálvbestaltaðar dómarar og av
sínum eintingum síta og velja og
vraka, hverjir upplýsingar skulu latast
víðari til umreddu framburðsfólk, sum
hesir, ja rætt og slætt landsskaðiligu
føroyingar - frammanundan vita
gloypa råar og uttan umhugsan end-
urtaka i fólkatinginum
LAT tað verða endurtikid her, at vit
einki skeivt síggja í, at danska fólka-
tingið viðger støduna í Føroyum og
sambandið millum Feroyar og Dan-
mark, tá danska stjórnin aftur og aftur
verður noydd til at taka um endan so
ella so. Men tá eigur henda viðgerð at
byggja á sakligar og eksaktar upplys
ingar Ogtað ger hon langt frá altíð Og
er tað so, at tað eru føroyingar, sum
hava sett seg sjålvar til dómarar oman
tyri ollum ødrum — eisini ti føroyska
Palleba - og loyva sær einsamallir at
gera av. hvat er rætt og rangt í hesum
landi. tå kann hetta ikki metast annað
enn landsskadiligt virksemi
Fakfeløgini å Tvøroyri løgdu stødid
- Tad virkið, sum i hesum truplu tíðum hevur verið stødugt
opið, eigur at vera fyrimynd fyri tí, sum skal henda, skriv-
ar Sverri Midjord m.
At føroyska samfelagið
hevur tað ringt, tað er øllum
greitt. Trupulleikarnir tykj-
ast vera hvar ein so vendir
sær, stór mótsteða er og
smáir glottar eru at hóma.
Men ikki er at missa mótið,
tí hava tað ikki altíð verið
upp- og niðurgangstíðir og
tað vilja tað eisini verða í
komandi tíðum, og hetta fer
so at mynda fjølmiðlarnar.
Um tað er ul tað betra, tað
fan eg at ivast stórliga í.
Spurningurin verður,
hvussu henda avbjóðing
verður ukin, tí ein avbjóð-
ing er tað og hon er stór,
viðurskifuni eru sera ál
arslig. Skulu vit lata standa
ul og bíða efur at onkur
kemur við eimi hjålpandi
hond, ella skulu vit taka av -
bjóðingina upp og fara ul
verka.
Tad at fara tl verka tykist
ikki at vera so lætt, men
man tó vera tað, sum í
longdini fer at roynast best,
ti vit hava serliga her hjå
okkum nógv dømi um
hvussu bæði einstaklingar
og felag hava tikið avbjóð-
ingina upp og hava bart seg
aftur á fótur.
Vit eiga og skulu læra av
teimum, sum undan eru far-
in, tey løgdu stødid og tað
skulu vit byggja á.
Fakrørslan og limir henn-
ara hava víst okkum vegin,
tå tann stóra kreppan kom,
sum tók tey táverandi virk-
ad.
3
ini av fótum, tá var tað
Fiskepigernes Fagforening
og Fylking, sum tóku um
endan. Tey bygdu við egari
megi Ísvirkið og keyptu Ís-
virkisbåtarnar, tað fór or-
saka av ú kreppu, sum tá
kom. Nógvir einstaklingar
mistu alt tað tey áttu, men
ikki varð givist á hondum.
Tá tey stóru handilsvirkini
fóru, tá keyptu fakteløgini
virkini og tolarin Leivur
Øssurson.
Fyri 20 árum síðani var
stødan á Tvøroyn galdandi
lokalt júst tann sama sum
hon er nú uppá landsplan
Arbeiðsloysi var og tortøri
var at vita hvat skuldi ger
ast.
Tvøroyrar Býráð hevði
byggibúgvið eitt Ski Ul
bygging av einum flaka
virki, sum var torhonds
leigað ul PÆN. J. Morten
sen, sum hevði síu flaka
virki og heyði ætlanir um át
útbyggja, men tær ringu tíð
irnar gjørdu, at henda ætl
aða nýbygging kom í drag
Fylking hevði
fundir um tey
viðurskifuni, sum
aftaná at:teir høvdu sent ett
skriv ul Tvøroyrar Býráð
varð fundur um hvussu får
ast skuldi fram
Tvøroyrar byråd hevði
spart nakað av peningi upp
og tað sama hevår fakrorsl
an
Aftan á at hava samráðst
við fakrørsluna. varð tarið
til verka av álvara við tað at
P/F N. J. Mortensen ikki
helt seg ul at byggja. varð
sátmálin uppsagdur. Sáu
málin uppsagdur í semju
og fóru so fakteløgimi og
býráðið undir fyrst at:tekna
partapening. Farið varð
hvert hús, síðani varð yvu
limagjøldini og yvir skattir
sett ul, og í 1973 blen x
flakavirkið bygt lann
størsta partapeningin setti
býráðið seg fyri, heyði sum
sagt uppspart hann, og
tøkur peningur var á bók
Sjóvinnubankanum
Fyrst varð flakavirkið
bygt og síðani bleiv Suður
oyingur fingin ul veg. Í
sambandi vid Suðuroving
nog var
ålvarsligu
VOTU OR
setu Tvøroyrar byråd egin-
peningin, 500 túsund, seinni
bleiv Rankin bygdur. Her
hendi tað at ter, sum
umboðaðu býráðið tá vóru
úti fyri einum stórum trýst,
ti tá báturin skuldi yvirtak-
ast, kostaði hann væl meira
enn roknad varð við, og
prísurin var at yvirtaka og
harvið seta meimi parta-
pening ella lata hann fara.
Teir, sum umboðaðu býráð-
ið, avgjørdu at seta neyðug -
an partapening og Rankin
varð okkara. Ein rétt av-
verð
Tad hava í tíðini, sum far-
in er, eisini verið bakkøst,
sum hava kostað, men ong-
antíð hevur verið givist á
hondum
I juli mánað 1992 mist
[vøroyri tvey skip, sjálvt
um vit høvdu fingið avtalu
við tann bankan, sum umsat
tey. Tað fari eg at umrøda
nærri eina aðru ferð, men
hetta bert fyri at vísa at bak-
køst hava verið, sum hava
kostað
Men hyggja vit at gongd-
in í Føroyum i dag, so kann
ikki sigast, sjålvt vid teim-
um bakkøstum, sum hava
verið, at tad hóast alt hevur
gingið væl. Seinastu viku
keypu Tveroyrar flakavirki
allan tann fiskin, sum var
veiddur á Føroya leiðini, og
var ført fyri at gjalda hann í
hondina, tað má sigast at
Vera positivt
Tad má sannast, at stjórin,
leiðslan og arbeiðsfólkið á
virkinum hava dugað at lagt
alt væl ul rætus. Tað sein-
asta, sum er hent, er ein end-
urtøka av søguni, ein endur-
tøka av arbeidarasøguni á
Tvøroyri. Fylking, Fiske-
pigernes Fagforening og
fiskafólkið á Tvøroyrar
Flakavirki hava saman við
øðrum fakfeløgum her á
plássinum keypt trolara.
Tey løgdu peningin á borðið
til keypið av trolara, og her
sum ikki fyrstu ferð, løgdu
tey út fyri at tryggja sær síni
egnu arbeiðspláss. Her
verður ikki hugsað um
skattafyrimunir ella annað,
sum hevur verið tað mest
avgerandi í mongum skipa-
keypi. Her varð hugsað fyrst
um síni egnu arbeiðspláss,
og ikki minni landsbúskap-
arliga við tað at tey, sum
arbeiða, eru við til at gjalda
skattin og til tey, sum tíverri
eru arbeiðsleys. Henda av-
gerðin hjá fakfeløgunum og
arbeiðsfólkinum á Tvøroyr-
ar Flakavirki má telja teim-
um til góðar, nú tann stóra
sanering stendur fyri dur-
um, nú avgerðir um hvørji
flakavirki skulu halda fram
Tvøroyrar Flakavirki er ogn
fólksins og er tað virki, sum
hevur víst á gongdar leiðir í
hesi fyri land og fólk truplu
tíð. Teir, sum avgerðina
skulu taka, eiga álvarsliga at
taka hesi viðurskifu til
álvarsliga umhugsan, tá av
gerðirnar skulu takast.
Tað virkið, sum í hesum
truplu tíðum hevur verið
stødugt opið, eigur at vera
fyrimynd fyri ti, sum skal
henda, tí veruleikin er tann,
at tann grundarsteinur, sum
forfedrar okkara løgdu
longu í 1936, og sum hevur
verið hildið fram við, er
haldbart, og tykist eisini nú
at hava rótfest seg her hjá
okkum.
Og tað skal ikki verða
gloymt, tí betur er sjálvur a!
eiga enn bróður at biðja.
Sverre Midjord