týsdagur 29. juni 1993síða 15
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16 Nr. 120 — 29. JUNI 1993
Frískur vindur av vestri seinkaði kappróðrinum
á Jóansóku knappliga tríggjar tímar, men hóast
vánaligu líkindini, so eydnaðust róðrarnir væl.
Gomlu seksmannaførini róðu fyrsta róðurin,
hetta hendi klokkan 17:30 og klokkan 20:30
skjeyt hann fyri Suðringi, sum var seinastur av
10 mannafórunum
Teir 385 ungdómarnir, ið
mannaðu teir 55 bátarnir,
sum skuldu rógva triðja
kappróðurin í føroya-
meistarakappingini í ár,
máttu nýta tol,
leygardagin á Jéansøku á
Tvøroyri. Veðrið var ikki
til vildar, tað hevði hug at
taka leyst út eftir
fjørdinum, frískur vindur,
so friskur, ai høvuds-
dómarin tordi ikki at byrja
róðurin beint undan
klokkan trý, sum æltað.
Róðrafólkið gekk ótolið
og mól niðri á havnar-
lagnum og bíðaðu eftir
boðum. Kring landið sótu
kappróðrarhugað átolin
við útvarpslurtið, men har
hoyrdist lítið annað enn
marsjir, kenda komment-
atorrøddin hjá Jógvan
Arge slapp ikki rættuliuga
framat, tí ongin róður var
at siga frá.
Um fimmtíðina kom ein
skái og nú helt høvuds-
dómarin at róðurin kundi
byrja, men veðrið var lítið
betri.
Breyt ár í
fyrsta takinum
Fyrsti róðurin i føroya-
meistarakappingini var í-
millum fimmafgr við
monnum. Her luttóku 11
bátar, men bert 10 komu á
mál. Longu tá startskotið
dundið og bátarnir tóku
fyrsta takið var óeydnan
við Royndini Fríðu úr
Vági, sum annars hevur
staðið seg hampuliga væl í
ár. Tann eina árin var
nakað broyskin, hon
brotnaði „og so var jóan-
søkukappr6durin av fyri
vágbingarnar. Í fremra
endanum stóð kappingin
millum bátarnar hjá
Havnar Róðrarfelag, Sílið
og Drekan og Firvald av
Tvøroyri. Urslitid var at
Sílið gjørdist nummar eitt,
Firvaldur nummar tvey og
Drekin nummar try.
Drekin hevur vunnid alla
róðrarnar i år og Sílið,
sum hevur verið nummar
tvey hinar báðar
róðrarnar, mátti nú lúta
fyri Firvaldi, sum hevur
otað seg fram síðan á
Norðoyarstevnu, tá hann
gjørdist nummar 5.
Jarnbarður fremst
So eydnaðist tað endi-
liga Jarnbarði at vinna.
Hann vann av seksmanna-
førunum hjá kvinnum eina
knappa bátslong framman-
— Tidindabladid CL,
Seksmannafør menn: Her fer Hvessingur úr Hvalvik um málið sum nummar eitt. Sølmundur er beint aftanfyri. Mynd: Rógvi Johansen
Å Jóansóku
Eftir Jústinus Eidesgaard
lllveðursróður
fyri Gongurolv, sum ann-
ars vann róðurin á Sunda-
lagsstevnuni. Jarnbarður
er triðja seksmannafarið,
sum vinnir í ár. Á Norð-
oyarstevnu vann Strálan
av Strondum, hon gjørdist
nummar fýra á Jóansgku.
Sum áður nevnt, so vann
Gongurolvur í Sundalag-
num og nú er ein nýggjur
bátur komin í fremru
kappingina, tað er Lómur
av Argjum, sum gjørdist
nummar try á Jóansgku.
Men Lómur skal venja
enn harðari, um hann
ætlar sær at taka nummar
eitt Jambard. Lómur var
23 sekund aftanfyri
Jarbarð, hetta svarar til
góðar sjey bátslongdir. Og
tað skal eisini nógv til at
taka Gongurolv, ti hann
var 21 sekund
frammanfyri Jarnbard og
hetta svarar til sjey
båtslongdir.
Risaróðurin
við kvinnum
Fimm mannaførini við
kvinnum er nógv tann
størsti róðurin í ár. Ikki
færri enn 15 manningar
luttóku í hesum róðri og
her e, eisini greitt hvor er
nummar eitt og hvør er
aftasti bátur. 78 sekund
var í millum fremsta bátin
Báruna úr Hvalvík og
klaksvíksgentur á Fípuni
Føgru, tað er 26 báts-
longdir. Báran vann hend-
an róðurin. Hetta er næsti
róðurin hon vinnur. Hon
vann eisini á Norðoyar-
stevnu og gjørdist try á
Sundalagsstevnuni. Num-
mar tvey gjørdist Dúgvan
úr Sørvågi og nummar try
Ørnin úr Sandavági.
Hvessingur
stinnur
Menninir á Hvessingi úr