Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 21. mai 2003 25 UTTAN ÚR HEIMI Máttu sløkkja reaktor Russar fingu sunnudagin trupulleikar við einum reaktori á kjarnorkuverkinum á Kolanesinum, og trupulleikarnir gjørdu, at reaktorurin mátti sløkkjast. Norsku stráluverndarmyndugleikarnir fingu boð um trupulleikarnar, og teir hava eisini fingið at vita síðani, at brekið við reaktorinum er umvælt. Sum skilst eydnaðist tað russum at sløkkja reaktorin við teirri sjálvvirkandi trygdarskipanini. Norsku myndugleikarnir siga, at eingin geiðsla- virkin dálking er staðfest aftan á óhappið, og vandi er heldur ikki fyri dálking, sigur stjórin hjá strálu- verndarstovninum, Ole Harbitz, við Aftenposten. Nýggja leiðslu Fleiri av leiðarunum hjá palestinsku trygdarmyndug- leikunum fingu sekkin mánakvøldið, og løtu seinni tilnevndi Mahmoud Abbas, forsætisráðharri, aðrar menn í teirra stað. Hildið verður, at leiðslubroytingin hevur samband við tær nógvu palestinsku sjálvmorðsbumbuatsókn- irnar í Ísrael seinastu dagarnar. Teir palestinsku sjálv- stýrismyndugleikarnir hava sýtt fyri at átaka sær ábyrgdina av atsóknunum, men hava kortini lovað at gera alt, sum stendur í teirra makt, fyri at avmarka harðskapin. Leiðsluskiftið í trygdartænastunum er helst ein liður í hesum. ST hevur eisini kravt, at palestinsku myndug- leikarnir skulu taka neyðug stig fyri at steðga sjálv- morðsatsóknunum. ST-diplomatar ivast ikki í, at víðgongdir felagsskapir skipa fyri atsóknunum við tí endamáli at forða fyri, at friðartilgongdin millum Ísrael og palestinar verður tikin uppaftur. Norski ST- umboðsmaðurin í Miðeystri, Terje Rød-Larsen, segði í gjár, at yvirgangur eigur ikki at sleppa at taka friðartilgongdina til gísla. Líkjast meira okkum DNA-kanningar vísa nú, at sjimpansur líkjast meiri fólki enn øðrum apum. Sambært kanningunum hava sjimpansur 99,4 prosent av teimum arvaeginleikun- um, sum fólk hava. Niðurstøðan hjá granskarunum er, at í veruleik- anum eiga sjimpansurnar at verða bólkaðar í bólkin "homo". Sum er umfatar hesin bólkurin bara fólk, men tað er ikki rætt, siga granskararnir á lærda háskúlanum Wayne í USA. Teir hava eisini granskað gorillur, orangotangur og mýs, men einki av hesum vísti seg at hava so mikið av arvaeginleikunum hjá fólki, at tað ber til at skráseta tey í sama bólk sum okkum. Vísindafólk siga, at amerikansku kanningarnar tykjast vátta ástøðið um, at menniskjan og sjimpansan hava sama upprunafaðir, sum gekk á Jørðini fyri millum fimm og seks milliónum árum síðani. Kakerlakkar sum húsdjór Summi vilja hava ein hund, onnur eina kettu og uppaftur onnur eitt ross sum húsdjór, men nú hevur ein avstralskur djórahandilsmaður funnið upp á nakað nýtt. John Olive sigur, at kakerlakkar eru góðir vinir, lættir at hava við at gera, og so taka teir lítið pláss. Hann vil vera við, at børnini kunnu spæla við teir uttan at stúra fyri at verða bitin. Avstraliumenn, sum vita eitt sindur um kaker- lakkar, vísa seg at vera kræsnir, sigur John Olive. Teir vilja ikki hava teir vanligu kakerlakkarnar, men tvey sløg, sum halda til í landspartinum Queensland í útnyrðingspartinum av Avstralia. Hesir kakerlakkar- nir eru einar átta sentimetrar til longdar og viga eini 35 gram. Og so liva teir eini tíggju ár, sigur John Olive. Amerikanskir veður- frøðingar siga, at ó- vanliga nógvar ódnir fara at herja yvir Atlantshavinum í ár VEÐUR Árni Joensen Veðurfrøðingarnir á ameri- kanska veðurstovninum í Miami vænta, at millum 11 og 15 tropiskir stormar fara at gera um seg yvir Atlants- havinum í tíðarskeiðinum frá 1. juni til 30. november í ár, og at millum seks og níggju teirra fara at menna seg til veruligar ódnir. Tvær av hesum ódnunum verða eftir øllum at døma ógvus- ligar. Tað merkir, at vind- ferðin verður minst 178 kilometrar um tíman. Vanliga eru níggju trop- iskir stormar yvir Atlants- havinum um árið. Seks teirra plaga at menna seg til ódn, og tvær teirra plaga at vera serliga ringar. Men her verður ein broyting í ár, siga amerikansku veður- frøðingarnir, og teir hava eisini eitt boð uppá, hví so er. Tað eru tvinnar orsøkir, siga teir. Onnur er, at tað serliga veðurfyribrigdið við veksandi hita í Kyrrahav- inum, El Nino, viknar. Ístaðin fáa vit tað, sum veðurmenninir rópa El Nina, sum elvir til fleiri stormar og ódnir. Hin or- søkin er, at sjógvurin har á leiðini er heitari enn vanligt. Hagtøl hjá amerikanska veðurstovninum vísa, at talið á tropiskum stormum og ódnum er vaksið mun- andi síðani 1995. Seinasta myndin Hendan myndin er eftir øllum at døma tann seinasta, sum varð tikin av enska ferðamannaskipinum "Titanic", áðrenn tað sakk. Myndin er tikin, tá skipið fór úr Queenstown á sína fyrstu og einastu ferð um Atlantshavið. Myndin verður seld á uppboði í London í dag og er mett at fara at geva eigaranum einar 170.000 krónur. Fólk, sum vóru offur fyri harðrenda apartheid-stýrinum í Suðurafrika, krevja nú fleiri milliardir dollarar í endurgjaldi. Og tey hava fingið sær ein kendan, men umstríddan sakførara APARTHEID Árni Joensen Í gjár fór sakførarin Ed Fagan í rættin við einum kravi um, at svørt, sum liðu undir tí harðrenda apart- heid-stýrinum í Suður- afrika, skulu hava fleiri milliardir dollarar í end- urgjaldi. ED fagan hevur roynt seg við endurgjaldskrøvum fyrr. Tað var hann, sum fekk sveitsiskar bankar at rinda eina milliard dollarar í endurgjaldi fyri jødar, sum vórðu týdnir undir seinna heimsbardaga. Tá legði hann eisini sak ímóti nøkrum av teimum størstu ídnaðarfyritøkunum, sum noyddust at rinda teimum avvarandi stórt endurgjald. Hesaferð sigur Ed Fagan, at hann er sakførari hjá einum hópi av svørtum, sum liðu undir apartheid- stýrinum. Kravið er ikki vent ímóti núverandi myndugleikunum í Suður- afrika, men heldur 34 al- tjóða fyritøkum, sum sam- bært sakføraranum gjørdu sær dælt av táverandi lóg- gávuni í Suðurafrika. Millum tær 34 fyritøkurnar eru DaimlerChrysler og USB and Credit Suisse. Stjórnin í Suðurafrika stuðlar ikki Ed Fagan, men tað ger tann kendi suður- afrikanski erkabiskuppurin Desmond Tutu. Ed Fagan hevur funnist at stjórnini, tí hon eftir hansara tykki hevur gjørt alt ov lítið fyri at verja rættindini hjá ofrunum undir gamla apart- heid-stýrinum. Apartheid-offur krevja endurgjald Óvanliga nógvar ódnir í Atlantshavinum í ár 25 24 Nr. 95 - 21. mai 2003 FØROYA KOLVETNI Partabrøv í Føroya Kolvetni ynskjast til keyps. gasco@mail.com ÍSLAND-FØROYAR Nú eru fá pláss eftir til túrin hjá 12. manni til Reykjavíkar 5.-8. juni. Ring og hoyr meira. www.footballsupporters.fo 12. maður tlf. 213212 GRUNDSTYKKI Í SØRVÁGI Fæst hóskandi boð, er eitt stórt grundstykki í Sørvági við góðum útsýni til sølu. Tlf. 332105 FØROYSKAR BROTFLÍSAR Hevur nakar nakrar fáar stórar føroyskar brotflísar at selja mær. Tlf. 217330 ella 317330 MODELFLÚGVARI TIL SØLU við øllum, sær gott út og hevur flogið 2 ferðir. Alt riggar sum tað skal. Prísur 5.500,- Tlf. 226880 STUNT RULLUSKOYTUR merki Bauer str. 42 1/2, hjól stødd 56/88 ABEC 3. Rollerblade trygdarútstýr fylgir við. 1350,- kr. Tlf. 264421 TIL SØLU Junior Golfsett til sølu. Tlf. 229999 MYNDATÓL TIL SØLU 1 1/2 ára gamal Minolta Dynax 505si kassi til sølu fyri 1.800 kr. 1 ára gamalt Minolta 3500 xi blitz til sølu fyri 1.500 kr. 1 ára gomul Tamron 28-300 mm. aspherisk linsa. til sølu fyri 5.000 kr. Samlað til sølu fyri einans 7.500 kr., nýprísur 13.000 kr. Tlf. 260590 FARTELEFON TIL SØLU Nokia 3330 til sølu fyri 600,- Tlf. 316249 UM HÓSKANDI BOÐ er frímerki stemplað 1907 til sølu. Tlf. 255584 TIL SØLU Óbrúkt H-vindeyga frá Vatnsoyra snikkaravirki við kunstigum sprossum – stødd 80 x 120 1500 kr. Tlf. 221369 VINDEYGA Vegna skeivt mát er eitt spildurnýtt vindeyga til sølu. Stødd 100 x 70 frá Føroya Glugga, matt glas. Tlf. 333542 NOKIA 3310 fartelefon við tekniprogramm og tastaturlás til sølu fyri 600 kr. Tlf. 321176, Páll FERÐ FYRI TVEY við Norrønu til Bergen fram og aftur. Gist í 4 koyggjukamari v/ wc og bað, til sølu við avsláttri. Tlf. 313913 PARABOL MÓTTAKARI Analogur parabol móttakari við skál (1m) bíliga til sølu. Tlf. 449960 & 252396 ORANGE SPV Orange SPV, farveskærm, PDA- funkt., MP-3, SD kortlæser, kamera, mm. Som ny da den er meget lidt brugt. Pris: 3400 kr. Pris er inklusiv fragt. Ring +4526744708 el. skriv til f_von_barnekow@hotmail.com. Andre mobiler haves også. Ring +45 26744708 TIL SØLU 2 st. Seng lamper furu 300 kr. Dubbel seng i furu 2 x 80 br. 2 m lång ej madrass 400 kr. Hvit sengbord 100 kr. Nyggja Badrumskåp brun 200 kr. Coca cola skylt med lysrør kompl. endast 400 kr. Sengtäppe hög kvalitet 30 kr. Nyggja golvtäppe 8 kvm. 50x50 platter Antracitgrå farve 200 kr. Tlf. 268607 MODELBÁTUR Ein modelbátur AWI 33 við fjarstýring til sølu. Tlf. 310144 WC-KUMMA TIL SØLU Lítið brúkt wc-kunna til sølu vegna umbygging. Tlf. 229510 ella 218890 IFÖ-VASK TIL SØLU Brúkt vask v/ krana til sølu vegna umbygging. Tl. 229510 ella 218890 BÍLIG FARTELEFON! Ericsson T66. Heimsins minsta fartelefon vigar einans 59 g, er lítið brúkt og vælhildin. prísur 1000.- kr. Tlf. 504840 YNSKIST TIL ROSS Selatoy til íslandsross til at sleipa vogn ella at draga við, ynskist til keyps. Má vera í rímuligum standi og ikki ov dýrt. Tlf. 220043 eftir kl. 16 CAMPINGVOGNUR TIL SØLU Campingvognur frá 1988 í góðum standi til sølu. Tlf. 422228 ella 251162 MARKNAÐARDAGUR í Sjónleikarhúsinum verður 24. mai. Hava tit okkurt at lata okkum fáa, ber til at koma í Sjónleikarhúsið 17. mai kl. 13-17. Sjónleikarhúsið PLANTUR TIL SØLU Staudir, steinplantur, bertrø, jarberplantur og trø, íð øll hóskar sera væl til tað føroyska verðurlagið. Tlf. 448271 NOKIA 3330 lítið brúkt til sølu fyri 1.000 kr. Tlf. 319030 Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« HEILSANIR Góði fitti stóribeiggi Hjartaliga tillukku við 10 ára degnum. Ynskir Ari xxx Góði Høgni Hjartaliga tillukku við føðingardegnum. Nú er tú ein stórur drongur. Ynskja omma og abbi xxx Allarbesti Hjørtur Omma og abbi ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingar- degnum. Góða elskaða lítla Katrin Hjartaliga tillukku við 1 ára degnum í dag, tann 17. mai. Vit elska teg soooo nógv. Heilsan mamma, pabba, Benjamin, Eyðhild og Helena Góða fitta Katrin Hjartaliga tillukku við 1 ára degnum tann 17. mai. Gud signi framtíð tína. Ynskir abbin í Danmark Góði beiggi Hjartaliga tillukku við 24 ára degnum 16. mai. Alt tað besta í framtíðini. Ynskir lítla didda C M Y K 24