Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-07-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. juli 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI - JAVNAÐUR - BRØDRALAG Fyritaksstjóri Krisjan Daht Ljósmyndari Kalmar Lindenskov Biadfóix. Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Térfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - Jåstinus Eidesgaard PA $esialurin Soslalurin Utgevari Uppsetng PÅ Prant: PA Pressan 1981 Bústaður. Argjavegi 26 Postadr.. Postsmoga 78 Argjum Tølgton: 11820 Embætismenn og almenna orðaskiftið EITT áhugavert kjak hevur nú tikid seg upp, sum vónandi fer at fáa tydning fyn føroyska demokrauið. Tað kemur í kjalarvørrinum á úttalilsum frá einum embætismanni á almennum Stovni. Hesin skal sambært bæði landsstýris- manni og formonnunum í tveimum av sjúkrahússtýrunum vera farin ov langt, tá hann herfyri úttalaði seg um føroyska sjúkrahúsverkið. Landsstýrismaðurin hevur sett spurnartekin við loyalitet siåkrahusstjørans mótvegis landsstýrinum, og styrisformenninir, sum eisini eru ungmenn í samgonguni, hava kravt, at sjúkrahússtjórastarvið verður niðurlagt og lauð embæusmanni í Tinganesi ístaðin EINGIN ivi er um, at hetta er eitt á- hugavert mál. Tað hevur nevniliga flein síður. Eitt er spurningurin um, hvussu nógv sjúkrahús vit skulu hava í fram- tíðini ella hvussu vit ætla, at samlaða sjúkrahúsverkið skal síggja út í tram- tíðini. Hitt er spurningurin um, hvat ein embætismadur kann loyva sær at siga alment um sítt starvsøki BÆÐI hesi mál hava verið vidgjørd her í blaðnum í greinum og oddagreinum. Vit hava m.a. fleiri ferðir víst á, at tað er stórt spell fyri ikki at siga ein vanlukka fyri demokratiið í Føroyum, at so mong fólk m.a. høgt utbugvin embætisfólk ikki luttaka í ti so tydningarmikla almenna orðaskifunum. Vit skulu ikki her gera av, hvar markið er hjá eitt nú almennum stjórum og embætismonnum at úttala seg, men bert ásanna, at hest fólk í alt ov stóran mun hava valt at tuga um samfelagsvidurskiftui, 10 tey hava stórt innlit í og at tey ti oftani óbeinleiðis hava gjørt almenna orðaskifuð tannleyst og einkisigandi VIT hava í seinastuni hoyrt fleiri fólk í týðandi størvum geva politisku blød- unum i Føroyum skyldina fyri, at stødan er sum hon er í hesum landi Blødini fáa rætt og slætt skyldina fyri, at einki alment orðaskifti er, og tey verða skuldsett fyri at krógva nógvar veruleikar. Eingin ivi er um, at tørvandi professionalisma og tann mangan hefta stødan hjá bløðunum ul bæði flokkar, lýsarar, familjuvidurskifti ol. hevur verið ein forðan fyri at fáa eitt nóg sakligt og breitt orðaskifu. Her finst einki undantak í blaðheiminum. Her má tó sigast at vera nógv broytt ul tað betra hesi seinastu árini, har eisini almennu loftmiðlarnir eru farnir at vera meira krittiskir og opnir fyri at hýsa einum breiðum almennum orðaskifti MEN bara at geva fjølmiðlaheiminum skyldina fyri ti manglandi ordaskifti- num er ov biligt. Vit hava nettup i hesum blad aftur og aftur vist å, at tey mongu fólk, sum fara av landinum og nema sær hægri útbúgvingar av alskyns slag og koma heimaftur við hollum førningi at taka við týðandi størvum í føroyska samfelagnum, at tey so sanni- liga eisini hava eina ábyrgd - skyldu mótvegis samfelagnum. Og henda skylda fevnir efur okkara tykki m.a. um at vera ein virkin partur av tí almenna og mennand: ordaskifunum MEN útvarpið raku helst í plett, tá juristurin í sendingini í vikuni víst á, at tað sýnist sum mangir av embæus monnunum hjá tí almenna hava valt tað høgligastu leiðina, nevniliga ongantíð at siga ov nógv ella helst einki siga fyri harvið at vera tryggari í sessi sinum undir skiftandi poliuskum styrum - Já rætt og slætt fyri at vera í krithúsinum hjá politikarunum SJÁLVANDI má vera eitt mark. Ein embætismaður kann ikki undirgrava sín arbeiðsgevara við at finnast at honum í fjølmiðlunum, hvgrja ferð høvi býðst Her hevur hann eina skyldu at røkja. Men tað hevur hann so sanniliga eisini mótvegis almenninginum. Ikki bert embætismenn hjá ti almenna á ymsum stigum og í ymsum størvum hava tydn ing fyri almenna orðaskiftið, tað hava so sanniliga eisini øll onnur. Men nøkur fólk í samfelagnum sita inni vid eini fakligari vitan, sum ger, at tey og oftani bara tey eru kvalifiserad at uttalad seg um ymsar spurningar. Vilja hesi fólk ongantíð úttala seg til pressuna, tá verð- ur ordaskiftid teirra vitan fyriuttan. Og tá nógvar poliuskar avgerðir nettup byggja á tað, sum kemur fram í almenna ordaskiftinum, tá er grundarlagið hjá eitt nú poltukarunum at taka avgerðir út frá ikki nóg haldgott. UT frá hesi sannføring meta vit, at tað ikki bert tænir demokratiinum og før- oyska samfelagnum, tá eitt nú fólk í týðandi størvum hjá ti almenna siga sína hugsan, men tað er í veruleikanum ein týdningarmikil partur av grund- arlagnum undir sama demokrati. Tá sjúkrahússtjóri og fiskivinnustjóri tiskil geva sitt íkast til tjakið um åvikavist framtíðar sjúkrahúsverkið og fiskiidn- aðin í Føroyum - út frá teirra fak- kunnleika - tá taka vit hattin av fyri teimum. Gævið sætt at onnur høvdu kunnað ukið henda "sið" upp efur teir, soleiðis at vit í Føroyum fingu demo- kratiið at virka betur. At vit kanska ikki hava traditión fyri slíkum demokrati er kanska ikki so lagið, tá ein hugsar um, hvussu lítið landið og hvussu tætt hverjum ørðum vit øll eru. Hetta er tó ein stóða, sum vit ikki at sláa okkum til tols við. Tað er ongantíð ov seimt at menna demokratii og til tess er neyðugt, at onkur hevur dirvi at leggja til brots. EFTIR okkara tykki hevur sjúkrahús- stórin ikki bert fullan rætt til at úttala seg til fjølmidlarnar um so týðandi samfelagspurningar sum framtíðina hjá sjúkrahúsunum, tað er hansara skylda mótvegis almenninginum og poliusku skipanini annars. Nú verður so áhuga- vert at frætta, hvørja niðurstøðu lands- stýrið kemur til - um sjúkrahússtjórin fær sekkin ella eina "nos" fyri síni út- talilsi. Fyri føroyska fjølmiðlaheimin er hetta mål av stórum principiellum tydn- ingi. Tann dag øll tey, sum hava innlit í ymsum samfelagsmálum, fáa kjaftband og tann dag blødini ikki tora at finnast at poliukarunum og avgerðum teirra er demokratiið fokið. Frank Davidsen vid Svend Åge Ellefsen: it Gásadalsbergholið. åbesreriin av tafið Í Gevst vid at skammrósa tær sjálvum -Tað er heilt burturvið, tá sami maður, sum hevur ábyrgdina av, at arbeiðið í sambandi við Gásadalsbergholið varð steðgað og aftaná at hann hevur stungið í sekkin, nú skal skammrósa sær sjálvum fyri eina heilt út av lagi handfarin av hesum álvarsmáli skrivar Frank David- sen, tingmaður m.a. í viðmerking til greinar hjá Svend Age Ellefsen. Av givnari orsøk gjørdist eg fyrst nå varugur vid, at Svend Å. Ellefsen tann 8. juni 93 í Dimmalætting í einum aftursvari ger vid- merkingar til eina grein hjå undirritaða, har eg åtaladi fyrrverandi landsstýris- mannin, tá hann aftan á at hava sagt samgonguna upp í einum almennum skrivi nærum áleggur Felags- kommununi í Vágum at gera eina samtykt í sam- bandi við tær broyttu fyri- treytir viðvíkjandi fløgum Har vísti eg fyri tað fyrsta á tað heilt óneyðuga í at fara alment í fjølmidlarnar fyri at fáa Felagskommununa á tal, eins og S.Á.E. heldur skuldi tikid i egnan barm í og vid at bædi hann sjålvur og flokkur hansara høvdu misnytt ætlanina viðvíkj- andi Gåsadalsbergholinum politiskt. Tad stendur heilt greitt, at var politiskur vilji frá teirra síðu, var koyrandi til Gásadals fyri 10-15 árum síðani. Tá hann í aftursvarinum vísir á, at hann saman við eykatingmanni sínum hev- ur fingið játtað 9 mió. og harafturat 4 mió. eyka at taka til, so er tað ikki so ein- falt, eins og tað heldur ikki er í tráð við veruleikan. Tí mær vitandi, so var berg- holsjáttanin lækkað við 4 mió. frá 22,8 niður í 18,8 mió. áðrenn S.ÅE. fór úr landsstýrinum. Sostatt vóru tær 4 mió., sum vóru til at taka, als ikki tøkar. Avleiðingin av hes- um kundi eisini verðið, at játtanin ul Gásadals varð lækkað úr 9 mió. niður í 5 mió., ella var jåttanin til Sumbiar hækkað orsakað av játtanin var lækkað við 4 mi6., líka veit eg. Men tann nakni veruleik- in er, at S. Á. E. er tann beinleiðis orsøkin til at stødan er sum hon er. Tí tá ein landsstýrismaður ikki sigur seg vilja góðtaka eina avtalu, sum hansara egni partamaður hevur gjørt við donsku stjórnina, og sami landsstýrismaður haraftur- at fer i fjølmiðlarnar, har hann beinleidis framprovo- kerar, at tað verður sett upp á prent, at fløgan til Gása- dals skal steðgast, tá S.Á E. framhaldandi heldur fast við, at tann danska stjórnin ikki hevur sett hesar treytir. Og ú er tað heilt burturvið, tá sami maður, sum hevur sambandi við Gåsadals- bergholið varð steðgað og aftan á at hann hevur stung- ið í sekkin, nú skal skamm- rósa sær sjálvum fyri eina heilt út av lagi handfaring av hesum álvarsmáli, sum hevði annað uppiborid. S.Á.E. ákærir undirritaða fyri at hava skrapt hesar milliónir burtur av berari neytagugheit, so sigur hesin málburður frá einum fyrr- verandi = landsstýrismanni ikki so líuð. Víðari sigur S.ÅE., at aftan åat eg hevði skrapt (hansara egnu ord) hesar milliónimar burtur, kendist tað sum at missa stóran kalva á borði. Hetta man tó ikki vera fyrsti kalv- in av hesum slagi, S.Á.E. hevur mist á borði. Sjálvsagt skal hann hava loyvi ul at speireika meg, tá hann í i sambandinum sig- ur at hetta er fyrsta val- skeiðið hjá undirritaða, men atlata alt fara fyri bakka, tað er ov vánaligt. Sjálvur var S.ÅE. í sínum fyrsta val- skeiði við ul at samtykkja at byggja eina ferjulegu í Vestmanna, sum tá ið av- tornaði kostaði 27 mió. Hví stóð hann ikki tå stnnur og framd ta ætlan, sum hann arbeiddi fyri, nevnliga at leggja ferjuleg- una á Norðastu Gjógv? Tí hervið hevði tað verið gjør- ligt at siglt til og frá Vágum kanska fýra ferðir um tím- an, tá neyðugt var. Og samstundis hevði tað verið óneyðugt hjá S.Á.E. í hesum døgum at fara í blød- ini við áheitan um at fáa eitt betri ferdasamband um Vestmannasund. Frank Davidsen løgtingsmadur