Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-07-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 1993síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Judo: Judo hevur teir seinastu Oyggjaleikimar verið ein itréttagrein, sum hevur vunnið Føroyum fleiri me- daljur av øllum sløgum. Ti véru tad fleiri, id væntaðu tað sama fara at henda hesar Oyggjaleik- imar, men judofólkini sjålvi vóru ikki so vís, tí júst hesar Oyggjaleikirnar hevur lut- løkan verið tann størsta higartil. Tilsamans 59 menn lut- tóku í judokappingini, harav 8 úr Føroyum #95 kg. Í bólkinum yvir 95 kg. umboðaði Magnus Pauli Glerfoss Føroyar. Í innleidandi umfarinum tapu hann ímóti Deene av Ísle of Wight og vann á Blaby av Jersey. Sostatt kom hann víðari ul semifinaluna, har hann tapti ímóti Pearmine av Isle of Wight. Í kappingini um 3. plássið tapti Magnus Pauli ímóti Walker frá Gibraltar, so Magnus Pauli endaði sam- anlagt á 4. plássi í hesi kappingini. Fyrsta gullið Í bólkinum undir 86 kg kappaðist Ingi á Tórgarði fyri Føroyar. Í innleiðandi umfarinum vann Ingi á Moya frá Gi- braltar, Donnwyton av Jers- ey og Miller frá Orkney, meðan hann tapu ímóti Mortimer av Isle of Wight I semifinaluni vann Ingi fyrst å M. Andberg av Alandi, og i finaluni vann Ingi á Western av Isle of Wight. Sostatt hevdi Ingi vunnið okkum eitt gullmerki í hes- um vektbólkinum, og varð hetta samstundis fyrsta heiðursmerkið, ið Føroyar vunnu å hesum Oyggjaleik- unum Meira gull Tveir føroyskir leikarar royndu seg í bólkinum und- ir 78 kg., og vórðu tað Niels Jákup Dalabrúgv og Ragnar Joensen. Í innleiðandi umfarinum vann Niels Jákup sínar dystir ímóti Fretwell av Isle of Wight, Jacobs av Isle of Man og Bosio av Jersey, meðan hann tapti ímóti Conroy frá Gibraltar og Tremere av Prince Edvard Ísland. Harvið rakk hann akkuråt ikki at koma víðari til semi- finaluna. Ragnar Joensen vann all- ar sínar dysur i innleidandi umfarinum. Teir vóru ímóti Wilson av Isle of Wight, Baker av Jersey, Murray frå Orkney, Volters av Prince Edvard Island og Crowe av Isle of Man. Í semifinaluni kom Ragn- ar ímóti Conroy frá Gibralt- EINUM molstøcumonnum Bugvi ar og hendan dystin vann Ragnar, so hann kom i finaluna Finalan var ímóti Crowe av Isle of Wight, og eisini hana vann Ragnar, so hann vann gull i hesi fyrstu al- tjóða judokappingi sini -71 kg. Í bólkinum -71 kg. luttók Búgvi Poulsen, sum eisini er virkandi landsliðsvenjari hjá føroyingum Í innleiðandi umfarinum vann Búgvi allar sínar dyst- tr, og sama hendi í semi- finaluni I finaluni kom hann ímóti Andreas Donner av Alandi. og har lat Búgvi ongan vera I iva um, hver var tann stinnari. Hetta var fyrstu ferd Bugvi luttók i Oyggja- leikunum, og hann vann kappingina í sínum bólki so ruddiliga, og hevði harvið tryggjad Feroyum enn eitt gullmerki. Silvur Í bólkinum -65 kg. luttók ein veteranur í føroyskum judo. Benny Ejdesgaard, sum m.a. vann fyrstu gull- medaljuna í judo í Føroyum i 1989, og sum tapti finalu- dystin ímóti Sam Vang á Alandi í 1991 og harvið vann silvur har, vann aftur hesa ferð silvur í sínum bólki. Finaluna tapti hann ímóti Conroy frá Gibraltar. Hetta var fyrstu ferð Benny luttók í hesum vekt- bólkinum á Oyggjaleikun- um. Undanfarnu leikir hevur hann luttikið í -60 kg. Nr. 2 og 3 Í bólkinum -60 kg. vóru tveir føroyskir luttakarar. Tad véru Sam Vang og Hendrik Johannesen. Tað gekk stak væl hjå teimum báðum, og báðir kvalifiseraðu seg til semi- tapu ongan dyst í allari kappingini. Mynd: Sofus Johannesen Medaljurok tinaluna. Í semifinaluni vann Sam Vang á Matson av Isle of Wight, meðan Hendrik Jo- hannesen tapú sín dyst ímóti Trote av Isle of Man. So var greitt, at Sam Vang, sum á Álandi eisini leikti í finaluni og vann, enn eina ferð hevði tryggjad sær eitt finalupláss. Men hesa ferð dróg hann tað styttra stráið í dystinum ímóti og vann silvurmerki. Í dystinum um bronsu- merki var eisini føroysk lut- tøka, har Hendrik Johanne- sen royndi seg ímóti Matson av Isle of Wight. Hetta er fyrsta ferdin at Hendrik roynir seg í altjóða dysti, og tað kom hann stak væl frá. Hendrik vann dystin ímóti Matson, og har- við hevði hann tryggjad Føroyum 3. plássið og bronsumerki. SD Ve KR