leygardagur 24. juli 1993síða 16
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Eitt ljós á gøtu mini
Í eini gamlari segu verður sagt frá um ein
kong, sum altíð var í ringum lag. Hann var
ein mætur valdsharri og var ómetaliga ríkur;
men aldri var hann glaður
Eingin lækni kundi greða hann, og ongin
vísmaður hjálpa honum
So ein dagin kom ein gamal maður niðan á
borgina og gav kongi tey ráð, at hann bleiv
grøddur, um hann bert eina nátt slapp at
sova í skjúrtuni hjá tí eydnuríkasta mann
inum — og hann fór at verða av sonnum
glaður.
Kongi dámdi væl hesi ráðini og sendi menn
út at leita eftir heimsins eydnuríkasta
manni.
Teir leitaðu og leitaðu, og mangir vildu
selja kongi eina skjúrtu. Men tá ið saman um
kom, var altíð okkurt, ið gjørdi, at teir ikki
vóru fullkomuliga glaðir og heilt eydnuríkir
— tí kom einki burtur úr seluni.
Men at enda funnu kongsins menn fram á
ein mann, sum segði seg vera heimsins
eydnuríkasta. Og hvat teir so spurdu hann,
var onganstaðni so mikið sum ein skuggi at
finna, ið káma kundi eydu hansara. Nú vóru
menninir glaðir og buðu honum eina stóra
peninganegd fyri skjúrtu hansara, sum teir
nú ætlaðu at keypa kongi.
Men heimsins eydnuríkast maður flenti at
hesum tilboði; hann kundi ikki lata teimum
skjúrtu sína, tí hann átti onga.
Hetta var bert ein sega, men ein djúpur
sannleiki er fjaldur í henni, ein sannleiki,
sum ásannar Jesu orð: Um onkur hevur al-
mikið góðs, so stendur tó ikki lív hansara í tí,
hann eigur.
Um gull og æru droymdi eg
og gitnan mann á heimsins veg,
nú bert um trúgv eg biði teg
at liva lívið, Jesus.
15.juli
Eli Klode, Tórshavn, 45 ára gamal.
Eli Rubeksen, Tórshavr., 70 ára gamal.
16.juli
Anna Kristina Petersen, Kollafirði, 34 ára
gomul.
17. juli
Jåkup Gaard West Joensen, ættadur ur Vågi,
77 åra gamal.
Olivia Johannesen, vanliga nevnd Liva, ættad
av Hellunum, 91 åra gomul.
18. juli
Julianna Beck, Porkeri, 73 åra gomul.
Olavur Vesturklett, ættaður úr Tjørnuvik, 80
ára gamal.
19. juli
Dan Petersen, Tórshavn, 34 ára gamal.
Læknavaktirnar
Tórshavn: Niels Jo-
hannesen, tlf. 86301, Suðuroy (norður):
leygardagin. Kaj Tlf. 71560.
Kallsberg, tlf. 13150,
sunnudagin.
Eysturoy: Bodil Hast-
rup, if. 48016, leygar-
dagin. Hans Erik Vil-
holm, Hf. 41517,
sunnudagin.
Norduroyggjar:
Ólavur Gaard,
tlf. 56900.
Vågar: Tlf. 32413.
Suduroy (sudur): Tlf.
73030.
Tannlæknavakt
Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst
leygardag, sunnudag
og halgidagar kl. 13.00
-14.00. TIf. 14544.
Gudstænastur 7. s. e. trinitatis
Havnar kirkja: M. Bæk, altargongd
Kaldbak: P. M. Rasmussen, altargongd
Vesturkirkjan: Deknagudstænasta
hirkjubøur: H. Poulsen
Gjógv: E. Olsen kl. 11.00, altargongd
Funningur: E. Olsen kl. 12.15, altargongd
Saksun: M. R. Jacobsen kl. 11.00
Hvalvik: M. R. Jacobsen kl. 12.00
Sjóvar kirkja: J. Johansen kl. 11.00
Rituvik: J. Kass og Nemuel Babba, prestur úr Nigeria, kl
11.00, altargongd
Søldarfjørdur: J. Kass kl. 18.00, altargongd
Gøta: P. O. K. Olofson kl. 11.00, altargongd
Klaksvik: H. Bøgesvang kl. 11.00, altargongd
Klaksvík: N. P. Danielsen kl. 18.00, Doris Heinesen
verður send út aftur ul trúboðaratænastuna i Euopia
Arnafjørdur: N. P. Danielsen kl. 12.00, altargongd
Sandvik: J. Bech kl. 11.00
Hvalba: J. Bech kl. 12.15, altargongd
Porkeri: H. Joensen kl. 11.00, altargongd
Hov: H. Joensen kl. 17.00, altargongd
Hattarvik: E. Beder kl. 12.00, altargongd
Í Sandvik og Hvalba gongurtalvan fyri Sjøåmansmissi6n
na
Fødingar
15. juli fingu Gunhild og
Andnas Arge, Klaksvík, ein
son. Hann var 58 cm langur
og vigaði 4500 gr.
17. juli fingu Tordis H. og
Erling Dam, Tórshavn, ein
son. Hann var 56 cm langur
og vigaði 4000 gr.
17. juli fingu Ann og Her
geir Reinert, Tórshavn, ein
son. Hann var 52 cm langur
og vigaði 3400 gr.
17. juli fingu Ann Jacobsen
og Regin Reinert Petersen,
Saltnesi, eina dóttur. Hon
var 49 cm long og vigadi
2650 gr.
17. juli fingu Jonhild Jacob-
sen og Birgir Jacobsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon
var 53 cm long og vigadi
4050 gr.
18. juli fingu Beinta Hildu-
berg og Kári Dal-Christian-
sen, Tórshavn, ein son.
Hann var 52 cm langur og
vigaði 3350 gr.
18. juli fingu Signy og Bent
Kristian Thomasen, Norð-
depli, eina dóttur. Hon var
$1 cm long og vigaði 3490
gr.
19. juli fingu Helena og Jan-
us Jensen, Tórshavn, ein
son. Hann var 52 cm langur
og vigaði 4655 gr.
20. juli fingu Pia Andreas-
sen, Toftum, og Snorri Jen-
sen, Fuglafirði, eina dóttur.
Hon var 54 cm long og vig-
aði 3750 gr.
Vælkomið
litla barn
20. juli fingu Gulbrit og
Bjarni Bisp, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 50 cm long
og vigadi 2950 gr.
20. juli fingu Rakul Vil-
helmsen og Erik Mikkel-
sen, Tórshavn, ein son
Hann var $2 cm langur og
vigadi 3300 gr.
20. juli fingu Randi og Ingi
Durhuus, Argjum, eina
dóttur. Hon var 52 cm long
og vigaði 3500 gr.
23. juli fingu Mai-Britt og
Per Holm Andersen, Oyri,
ein son. Hann var 52 cm
langur og vigaði 3270 gr.
Brúdleyn
Vitgifta okkum 24. juli í Stam
neskirkju.
Brúdleyps adr. er:
Gulbotn Turist heim
N-5237 Trengereid
Noregi
Heilsan, Jessie Gleðisheygg
og Geir F. Vik
Originalurin og
kopiið
Tað hevur leingi verið hildið, at føroyskt mál
skuldi vera farið so av leið. vera so spiit, at her
mátti okkurt munagott gerast fyri at fáa málið
saftur á beint«
Hendan tesan er í ymiskum formum sett fram
ella hevur bara lind undir, tá okkurt hevur verið
sagt um málið. Ofta hevur verið víst ul Svabo
sum í 1783 feldi hendan harða démin: »Naar man
vilde tænke paa nogen Forbedring í det færøske
sprog, saa fordervet, som det nu befindes, saa
vilde der, efter mine Tanker blive 2 veje at vælge
enten 1) at bnnge det til sin første Reenhed:
bringe de gamle nordiske Ord tilbage, udrydde de
nye og fordervede « ella 2) kom man her ville
stræbe at befordre det danske sprogs Indførsel -
Minni kend eru orðin: hjá eftirmanni hansara
Napoleon Nolsøe, sum í 1840 skrivar: »Men lige
dan forholder det sig med vort færøske sprog: det
har holdt sig til denne dag lige så rent og ublandet
som på Sigmund Brestissøns dage, skønt det
danske sprog har været os påtrængt í mere end
400 år « (Cit. eftir Chr. Matras: Sproget i Fær
øerne II, Kbh. 1958
Báðir kunnu ikki hava rætt
Tá ið tann nationalromantiski råsunn (inspi
reraður av drykkjuvísum á Regensen) fór at gern
um seg í Føroyum um 1888, valdu nationalistar
nir at halda við Svabo: føroyskt var spilt, farið av
leið, fallið í synd og mátti sum skjótast fáast heim
aftur í faðirs garð. At garðurin lá vestan fyri okk
um, var eingin ivi um. Íslendskt var tann håbærs
ligi oniginalurin, og feroyskt var tað bleika kopiið
Tann katólski fundamentalistunn Thomas
Aquinas, sum doyði í 1274, hevur eisini úttalað
seg um tað fullkomna og tað ófullkomna: Hann
hevði ta meining, at-kvinnanerein mislukkaður
madur« (femina est mas occasionatus) og vildi so
statt vera vid, at Vårharra mestsum var ein fusk
an, tå hann skuldi gera sitt livs sveinastykki
Men hyggja vit í 1. Mósebók, so síggja vit nakað
annað: sum umhugsin smiður ger Várharra fyrst
eitt modell: Adam. So ger hann tað perfekta verk
ið: Evu. Adam var so statt ikki annað enn ein
prevaklútur. Soleiðis kann tað eisini síggjast
Tær fyrstu eldirnar eftir víkingatíðina fóru før
oyskt og íslendskt at liva sítt egna lív. Tey fóru at
grógva og vaksa hvert sína leið á ymiskum botni
og undir ymiskan ávirkan frá europeiskum lot-
um og stormum. Feroyskt hevur ongantíð verið í
nekrum vanda. Tað bera hundraðtals kvæðir
ríkiligt prógv um. At embætismenn í Havn (og
tey, sum sleddust rundan um teir) tosaðu hálv
brotið, er einki at undrast á. Og at tæir fyrstu
missionerarnir bekladu bendingar -kvinnins sed
skal knúsa slangins høvd«) sigur ikki, at tað van
liga gerandismálið skuldi verið farið av lagi
Feroyskt og íslendskt eru líka góð mál, men
ymisk. Íslendingar gera sín egnu orð fyri alt nýtt,
meðan føroyskt lættliga tekur við fremmandum
orðum og gevur teimum heimligan dám. Her er
eingin undirbrotligheit fyri neyðini. Hverki fer-
oyingurin ella íslendingurin hevur grund til at
standa við dyrnar hjá hinum og munga
Jens Christian Svabo og Thomas Aquinas
hildu, at tað er mistonkiligt at vera eðrvísi. Hesir
báðir gomlu dreingirnir vóru báðir á skeivari leið.
tað er júst í muninum, at tað góða og fruktagóða
liggur.
n
Amnesty International
Skrivstovan í Vågsbotni er opin mánadag, miku-
dag og friggjadag ki. 11—16. Tlf. 15816.