týsdagur 6. juli 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
bladi0 —
tíðind:
| FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG
Ábyrgdarblaðstjóri- Jan Miller |
Fyritaksstjóri Krísjan Dahi
Ljósmyndari Kalmar Lindenskoy
Baðfoik Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Térfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
Justinus Eldesgaard
Utgevar: PA Søslalurin
Uppsetng PT Søslalurin
Prant Pt Pressan 1981
Teiafon
rig )
66. ÁRGANGUR. |
|
Bustadur Arglavegi 28 | Posiac: Postsmoga 76
Argjum
11820
110 Tórshavn
14720
| Tøletar
|
|
År 7
——
Europa og
muslimar
HJALPARLOYSI. Neyvan finst meira
beinrakið orð at brúka um apatisku
støduna hjá heimsveldunum og ser
stakliga Europa til ræðuliga borgara
kriggið í Bosnia
VIT kunnu ikki umskylda okkum við, at
vit ikki vita, hvat fer fram í hesum land
inum, ti hvønn dag fyri ikki at siga
hvenn tíma alt samdøgrid, viku fyri
viku, mánað fyri mánað og skjótt ár fyri
ár, siggja vit ræðuleikarnar í sjónvarp
inum. Vit síggja og hoyra, hvussu tveir
átrúnaðarligu minnilutar við hjálp frá
vápnasterku grannum sínum myrða
og drepa landsfelagar sinar, mus
limska meinlutan í landinum
HETTA stríð hevur retur langt aftur í
tíðina og Skulu vit íkki her fara at triva I
søguligu gongdina. Uttan at hava tann
stóra søguliga kunnleikan, so stendur
greitt, at atburðurin hjá serbum og
kroatum í Bosnia stendur einki aftan
fyri ræðuleikarnar hjá nasistunum
undir seinna heimsbardaga
EINS og Hitler royndi at gera av við
jødar, sigoynarar, tey brekaðu og
mong onnur, so royna kroatar og
serbar nú at gera av vid og tvingsuls-
flyta ur egnum heimum sinum mus-
limsku brødur og systrar sinar. Hetta
er eitt eirindarleyst borgarakriggj SO
ræðuligt og ófatiliga Orættvist og Ó
menniskjansligt, at vit her fyri norðan
áttu at skilt tað. Men vit fata í veru
leikanum ikki veruleikan. Og so hvert
morð og dráp á ósek born gerst ger
andiskostur i sjónvarpinum, gerast vit
meira og meira líkasæl og apatisk til
vit at enda yppa øksi og siga, at so
leiðis má tað so bara vera
HETTA stendur í stórari andsegn til
lyftini hvor av okkum so ella so hevur
givið teimum gassaðu jødunum, at vit
skuldu øll fynbyrgja, at hetta kundi
henda aftur. Sorgarleikurin er bert
tann, at vit sokallaðu upplýstu í vestur
heiminum síggja bert álvaran, tá tað
um okkum sjálvi ræður. Tá vit kendu
okkum sjålvi hótt av kjarnorkubumb
uni hjá Saddam Hussein og oljukeldur
»okkara« í Miðeystri vóru í vanda
reageraðu vit við tað sama. Men nú
eitt fólk, bara tí tað hevur aðra trúgv
verður traðkað niður, myrt og burtur
víst, hava vit lyndi til at seta okkum
aftur á — og geva Skarvin yvir
VÆL vitandi, at hetta er eingin lott
uppgáva, so er tó okkurt ravruskandi
galið í okkara samfelogum í vestur
heiminum, at vit ikki eru før fyri at
semjast um, hvussu vit skulu forða
teimum serbisku og kroatisku nasi-
líknandi bødlunum at fullføra sina
heksajakt móti Gsekum børnum og
teirra avvarðandi
VIT hava mong dømi um, at vestur
heimurin hevur megnað at verja rætt
indi hjá borgarum í ødrum londum
Golfkriggið er bert eitt teirra. Vit vita
eisini, at eitt møguligt álop á Ísrael, alt
fyri eitt hevði fingið allan veSturheimin
at stuðlað ísraelsfólki. Men hvi megna
vit hetta ikki, tá talan er um muslim
arnar í Bosnia! Hetta er ein ógvuliga
torfør staða, men tá vit hugsa um, at
vit í veruleikanum hava tikid vápnini úr
hondunum á somu muslimum við
vápnaboykotti, tá eru vit í veruleikan
um við til at fremja hópdráp móti hes
um fólkum
JU, eitt hava vit megnad. Tað er at
seta ein dómstól, sum, tá allir musiim
ar longu eru dripnir ella burturvistir
skal draga serbisku bødlarnar tyn
rættin. Hetta er alt vit megna. Borg
arakriggið i Bosnia hevur prógvað
hvussu hjálparleysur tann demokrat
iski, upplýsti og ríki vesturheimumn er
tå tað er brúk fyri hjálp. Um hetta hjálp
arloysi kemst av, at tey, sum hava
brúk fyri hjálp, hava aðra trúgv enn vit
skulu vit ikki døma um. Tað vil
eftirtíðin verða betri for fyri. Men var
talan um álop á Ísrael, sum Golfkrigg
ið eisini snúði seg um, tá høvdu vit
reagerað alt fyri eitt
UTTAN mun til hvat vit halda um mus
limar, so eru hetta menniskju eins og
vit, sum hava valt ta trúnna. Men sum
hjá okkum finnast hóvligir og við
gongdir muslimar. Fundamentalist
isku muslimarnir åttu at mint okkum
aftur á tíðina. tå kristnu forfedrar okk
ara brendu fólk á báli í inkvisitationsins
navni
HENDINGARNAR í Bosnia og hjálp-
arloysi okkara kunnu koma okkum
aftur um brekku. Eitt er vandin fyri at
sóknum móti ósekum í okkara egna
nærumhvørvi. Men annað og sum er
nógv álvarsamari er vandin fyri
hvussu hjálparloysi okkara kann á
virka stoðuna í muslimsku londunum í
Miðeystri og g heimin annars
Hetta okkara hjålparloysi og mangli
andi stoðutakan kann taka grundstoði
undan teimum hóvligu stjórnunum í
muslimsku londunum, ja, vera við til at
undirgrava tær hóvligu kreftirnar, sum
eru í øllum londum og geva funda
mentalistisku muslimunum vind í seg!
ini. Hetta er tað ringasta
ina
kring
sum Kann
VESTURHEIMURIN kann ikki longur
standa og hyggja at, medan kroatar og
serbar myrða ósek børn i Bosnia
Okkurt må gerast. Um ikki annað, so
latið okkum imynda okkum, at bosn
isku muslimarnir í veruleikanum eru
jødar, og álopini á teir í veruleikanum
er eitt álop á Ísrael. Kanska vit tá rakna
við. Latið okkum virða bosnisku mus-
limarnar og øll onnur menniskju og
latið okkum brúka alla okkara orku og
kreftir til tess at hjálpa teimum
Grand Finala i Summartónum!!!
Í 10 dagar hava >Summar-
tónar< kunnað boðið fólki
eitt sera stórt úrval av klass-
iskum ténleiki, heilt frá 11
-20. eld.
Blásarakvintett Reykja-
víkur hevur verið ein av
høvudsgestunum uttanfyri
og enda teir eisini hátíðina í
kveld við eini stórari kon
sert saman vid føroyskum
tónleikarum
A skránni tvær av
teimum stóru serenadunum
eru
fyri blásarar, sum finnast tó
tónabókmentunum Tann
hinerefur Antonin Dvorak
Báðar eru stórar í vavi fyri
AVIKAVISI
blásar } AK
* x r
x M tk
"
sk
KKR I i K SS
1 is
> x
NL
boðað við íslendskari
x
S } KIO
Kå >
ult blåsikvintett og k
vakurt verk, har H6Sførini
stundum eru Saman og
aðrartíðir slítast um tóna-
evni í verkinum.
Harafturat framftørir
kvinettin eitt sera skemuligt
stykkið eftur utalska tóna-
skaldið Luciano Berio, sum
kallast Opus Number Zoo. I
hesum verkinum tvinnar
Berio saman tónar og upp-
lestur av eini yrking, sum
verkið byggir á
Floytuleikarin í kvinett
ini, Bernharður Wilkins-
son, er dirigentur á konsert
ini í kveld. Bernharður er
hålvur føroyingur. Påpi
hansara kom ul Før
undir krignum. Her møtt
hann Onnu Sofiu Dam ur
Sumba, sum hann giftist við
og eru tey bústtandi í Man
chester. Drongurin við
ih
vdi
minum, Stefan Jón,
sonur hansara
Nonsertin verður í I
Isla
20.00
skálanum í kvold kl
og við hesi ugnarligu kon
sert enda Summartónar
1993
"he >
i
Hetta er manningin á konsertini í kvold kl. 20.00 í Listaskålanum: Fiona, Ernst, Marita, Johannes. Daði
Ian Phillis, H
1”.
ur
s, Jógvan, Bernharður, Hafsteinn, Einar, Stefan Jón, Bjarni, Josef og Kári.