mikudagur 7. juli 1993síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
Nr. 126 — 7. JULI 1993
Unglinga-NM í bridge 1993
Norðurlandameistarakappingin fyn unglingalandslið í
bridge, sum var í Danmark í døgunum 20.--27. juni, er nú
av. Hetta var fyrstu ferð, ateitt føroyskt unglingalandslið
tók lut í hesi kapping, og vóru vónirnar um eitt gott úrslit
ikki serliga stórar undan kappingini. Heldur var henda
luttøka ætlað sum ein liður í menningini av bridgespæl-
inum í Føroyum, nå FBS hevur itøkiligar ætlanir um at
fáa fleiri ung fólk at spæla bridge. Eisini skulu Føroyar
vera vertir fyri unglinga-NM í 1997, og tá skuldu vut
helst havt eitt gott lið við, um ikki bæði tvey — eitt u-20 og
eitt u-25.
Leikararnir á ti føroyska liðnum vóru: Bogi Simonsen
(19), Rói Joensen (23), Arne Mikkelsen (15) og Símun
Lassaberg (22). Eingin av teimum høvdu leikt saman
áður, men teir hava allir gjørt stór framsug ikki minst
undir kappingini sjálvari. Leikararnir á hinum liðunum
vóru flestir 25 ár og høvdu spælt bridge í 10-15 år, og tað
undraði nógvar av hesum royndu spælarunum, hvussu
væl okkara leikarar hóast alt vóru fyri, tá hugsað varð
um, ateingin teirra hevði spælt bridge í meira enn try ár.
Ursliud fyri allar 10 dystirnar ulsamans gjørdist tað
frægasta, ið nakað føroyskt landslið hevur fingið í NM-
kapping.
Urslitini
Føroyar-Svøriki 12-18 11-19
Føroyar-Noreg 9-21 13-17
Førovar-Danmark 3-25 23
Føroyar-Island 3-25 11-19
Føroyar-Finland 15-15 5
Eldru (u-25) Yngru (u-20)
I.Danmark 191 1. Noreg 195
2. Noreg 82 Danmark 191
3. Sveriki 152 3. Ísland 148
4. Finland 147 i Svøriki 124
5. Ísland 122 5. Finland 114
6. Føroyar 88
Í kappingii vórðu spæld 320 spøl ulsamans, og millum
hesi vóru nógv góð spøl hjá okkara monnum. Her skulu
vit síggja nøkur av teimum. Tvey tey fyrstu eru frå tí
fyrra dysuinum móti Svøriki, har vit førdu 56-51 í
hálvleikinum.
AS N/N-S
& J-9-3
Q 64-2
Q K-J-10
sk A-10-8-6
á A-Q-I0 R & 8-7-6-5-2
98 v € Q K-10-5
Q A-765-3| 5 Q 9-2
sk K-Q-S-2 sk 7-4-3
á Ká
SØ A-QJ97-3
0 084
sk J-9
OPIÐ RÚM: N-S: Niklas Sandqvist - Tomas Børgesson
E-V: Bogi Simonsen - Rói Joensen
N E S V
pass pass Íhj D
lut pass 2hj pass
3hj pass pass pass
Útspæl: ris
LOKAÐRÚM:N-S: Ame Mikkelsen-Símun Lassaberg
E-V: Fredrik Bjørnlund-Martin
De Knijff
N E Ss V
på pass 3hj pass
4hj pass pass pass
Útspæl: kl K
Í í opna rúminum komu sviar bert í 3hj. Rói spældi rú 5
út, og tiggjuni á borðinum fingu fyrsta sungin. Bogi
legði nå 2, sum í hesum førinum ikki er kall men marker-
ar líka tal í litinum. Hj 2 vórðu síðan spæld til dreingin,
og spælførarin ætlaði sær út aftur á borðið í rútara. Men
nú tók Rói við essinum og spældi rútara aftur, sum Bogi
trumfadi. Bogi spældi spaðara aftur, Rói fekk fyri frúnna
og spældi kl K avstað. Mótspælið fekk sostatt fimm
stingir — ein i rútara, eina trumfing, tveir í spaðara og ein í
kleyvara. 3hj -1 = 100 til okkara.
Í tí lokala rúminum komu Arne og Símun í 4hj. KI K
kom út, Símun tók við essinum og spældi hjartara til
dreingin. Mótspælið hevði nú ikki tempo til eina rútara-
trumfing. Símun slapp inn aftur á borðið, sneiddi hjart-
aran enn eina ferð og tók trumfin. Tá spaðarin ongantíð
varð nortin, fekk Símun kastað báðar spaðararnar á
hondini undir teir góðspældu kleyvararnar á borðinum.
4hj +5 = 650 og 13 imp ul Føroyar!
A? S/ALL
& A-J-10-7-5-2
& 2
Q 4
ske J-7-6-4-2
# 64 me fu
K 0 Í | ? A-9-8-6-5
se A-J-9-1 LS | y 10-7-6
Q ei 10-8-5
a 0
> K-Q-5-3-2
+ K
OPIÐ RUM. N-S: Niklas Sandqvist - Tomas Børgesen
E-V: Bogi Simonsen - Rói Joensen
N E S V
iru Ihj
Ísp 2hj pass páss
3kl pass! pass pass
LOKAÐ RUM. N-S: Arne Mikkelsen
- Símun Lassaberg
E-V: Fredrik Bjørnlund
- Martin De Knijff
N E S V
. - ln lhj
D 1) 4hj pass pass
4sp! D pass pass
Dass
1) Negativ dupling - lovar báðar ómeldaðu litimar.
Aftur nå meldadu Arne og Símun harðari (betri?) enn
sviarnir. Men Bogi mundi gera sitt til, at sviar ikki funnu
røtu kontraktina. Hevdi hann meldad 3hj oman á 3kl,
hevði Børgesson uttan iva vist sin sekunda stuðul í
spaðara, og so varð útgangurin meldaður. Pass er ofta
eitt gott meld!
Urslitid varð, at sviarnir í opna rúminum fingu 130 fyri
10 stingir í 3kl. Í lokaða rúminum fingu føroyingarnir
790 fyri 10 stingir í 4sp D. Ein munur upp á 660, og 12
imp til Føroyar. 4sp kunnu setast, um mótspælið í góðari
tíð spælir kleyvara, so Vestur kann fáa eina trumfing, tá
Eystur kemur inn uppá sp K, men hetta mótspælið funnu
sviarnir ikki.
Tað næsta spælið er frá tí fyrra dystinum móti Noregi. Í
hálvleikinum vóru vit aftan fyri við 49 imp'um, so okkurt
mátti henda í seinna hálvleiki. Tað hendi eisini, vit
vunnu seinna hálvleik 22-10.
BI7 N/- a -
9 102
Q A-Q-J-10-9-6-3
ek K-10-9-5
# Q-7-5-2 7 &% K-10-8-4
? A-K-9-63 lys V Q-J-8-5-4
9 já s 9 8-5
& 7 sk 8.3
á A-J-9-6-3
9?
Q K-2
sk A-Q-6-4-2
Tíðindablaðið
OPIÐ RÚM: N-S: Bogi Simonsen - Rói Joensen
E-V: Bjørn Morten Mathisen
Kurt-Ove Thomassen
N E S y
lrú pass lsp 2hj
3rú pass 4ut 1) pass
Sru 2) pass 6ni pass
pass pass
1) Roman Key Card Blackwood
2) 1 ella 4 ess.
Hendan góða litla-slemmin meldaðu bert try av tíggju
pørum. Í hinum rúminum meldaðu norðmenninir Jørgen
Molberg - Espen Kvam bert útgang, so at tað tøroyska
liðið fekk 11 imp fyri spælið
At enda skulu vit síggja Arna og Símun melda og vinna
ein hart meldaðan lítla-slemm móti norðmonnum
Spælid er frå ti seinna dysunum móu Noregi, sum vit
taptu tepurt 13-17. .
G8 V/- á 6-3-2
? K-Q-J-2
> KS2
& 8-7-2
& K-Q-105 —— a AS
v v Í PR Så
A -8-6 : El í i
Q-9-6-5 | Q A-J-7-3
ek ek Kk Q-9-6-5-3
én ) +
. ) 1
st A-l(
<-S: Jørgen Molberg - Espen Kvam
E-V: Ame Mikkelsen - Símun Lassaberg
N E S V
- - lrú
Ihj 2kl 3hj pass
pass brú ! pass pass
pass
Útspæl: hj K
Arne, sum var tann yngsti av øllum luttakarunum í NM,
vísti her, at hann avgjørt ikki er bangin av sær, tá hann
smekkaði 6 rú á borðið!
Utspælid, hj K, tók Símun við essinum. Hann gav sær
nú góðar stundir at hugsa spælið ígjøgnum — nakað sum
okkara spælarar ofta gloymdu undir kappingini. Hann
spældi fyrst rúð ul dreingin, sum fekk. Símun hevði nú
tveir møguleikar at velja í — antin at Norður hevði ni K
annan, so skuldi hann toppa rútaran, ella at Suður hevði
rå 10 onnur. Símun valdi henda seinna møguleikan.
Hann spældi seg heim aftur á hondina í spaðara og sendi
rú Q avstað, sum fangaði bæði kongin og tíggjuni. Hetta
var sera vakurt spælt, og vóru teir báðir teir einastu, sum
høvdu meldad og vunnið hendan lítla-slemmin. Spælið
gav okkara monnum 11 imp, tá norðmenninir í hinum
rúminum bert komu í útgang.
Bæði leikarar og leiðarar eru stak væl nøgdir við hesa
fyrstu luttøkuna hjá u-landsliðnum í altjóða kapping. Vit
hava sýnt, at vit avgjørt kunnu vera við á hesum hægra
stødi, og soeiga vit ikki at gloyma, at Norðurlond teljast
millum tey bestu í heiminum í bridge. NM fyri unglingar
verður aftur í Noregi í 1995 og í Føroyum í 1997, og hvør
veit — við miðvísum ungdómsarbeiði og venjing er als
ikki vist, at vit enda á aftasta plássi í hesum komandi
kappingum. Vónandi kann tann føroyska luttøkan í NM
93 gera sítt til, at fleiri ung fólk fáa hug at spæla bridge.
Føroya Bridgesamband ætlar tey komandi árini at gera
sítt til at bøta um tilboðini og umstødurnar hesum við-
víkjandi. Longu komandi vetur fer at standa næmingum
á ávísum skúlum í boði at spæla bridge í friløtum og eftir
skúlatíð. Hetta verður í fyrsta umfari bert á teimum
skúlum, har onkur bridge-spælandi lærari er tekur.
FE
UB
AR