Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

HEILSANIR Góði elskaði Bárður Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum. Jesus fylgir tær á lívsleið tíðini. Heilsan omma og abbi Hey Hildur Hjartaliga tillukku við 20 ára degnum. Tú er ein góður Kyndils- áskoðari. Vit gleða okkum tl komandi kappingarár. Heilsan ein annar áskoðari Góða Hildur Hjartaliga tillukku við 20 ára degnum 23. mars. Hetta kvøldið var tað stuttligt. Heilsan vinir Elskaði Sunnleif Hjartaliga tillukku við 10 ára føðingardegnum. Alt tað besta í framtíðini. Heilsan omma, abbi og Terji-gubbi Góði elskaði Bárður Hjartaliga tillukku við 4 ára degnum 21. mai. Eg elski teg yvir alt. Ynskir mamma Til Joen Hendrik á Ur- magerstien 18 Góði Joen Hendrik. Hjarta- liga tillukku við 2 ára føð- ingardegnum tann 7. mai. Ynskja omma, abbi og Elin Simona Til Lailu í Århus Góða Laila. Hjartaliga tillukku við 1 ára føðingardegnum tann 21. mai. eisini ein heilsa til Tonju Elin. Ynskja omma, abbi og Elin Simona Hey góða Hjartaliga tillukku við 16 ára degnum 20. mai. Nú er tað aftur flóvisligt at fylgj- ast við tær. Kristvør Hallow túwe Minnist tú hvat tú fert við taskuni. Skikka tær nú pent á tínum 16 ára degi. Heilsan gita hvør Góða didda Hjartaliga tillukku við 20 ára degnum, og takk fyri at tú ert so góð við okkum. Heilsan Ronja og beiggjarnir Gevið gætur Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum. Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs- luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00. Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið- degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag. Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard. Tekstur:...................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... ................................................................................... Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan brævbjálva við navni og bústaði. Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann ynskta. Sent hevur (skal fyllast út). Navn: ........................................................................ Bústaður: .................................................................. Bygd/býur: .................................... Tlf.: ................. Heilsanir 5 ferðir um vikuna 30,- kr. Sendið lepan, mynd og gjald til: Postsmoga 76 •110 Tórshavn Merkið bjálvan: »Heilsanir« 26 Nr. 97 - 23. mai 2003 FJARSTÝRDUR BILUR Ein fjarstýrdur bilur við bensin og ein modelbátur til sølu. Ring 250157 GAMLIR SKÓTAR TIL GONGU Sunnudagin komandi, 25. mai, er ætlanin at savna saman allar fyrrverandi og núverandi leiðarar og gamlar skótar frá tíðini á Bakkahellu og fram til dagin í dag, sum hava virkað í Skótaliði Sigmunds Brestissonar og Tóru Sigmundsdóttir, til ein gongutúr niðan á Húsareyn og so víðari haðani. Ferðaleiðari verður Tryggvi Sondum. Aftan á gongutúrin verður farið oman í skótahøllina til ein drekkamunn, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi. Til ber at melda seg til gongutúrin hjá Tryggva, tel 313429, hjá Høgna tel 328145/211030 ella hjá Hildur tel 319418/219418 FARTELEFON TIL SØLU 1 ára gomul sera væl viðfarin Siemens e30 fartelefon til sølu fyri einans 500 kr. Tlf. 317836 S.O.S. ÁRGANGUR 77–80 8–10. flokkur á Felagsskúlanum. Nú nærkast tíðin til vit skulu hittast. Seinasta freist at tekna seg er 1. juni hjá Jónveig, tlf. 214436, Esther, tlf. 282220, Maria, TVEY SKATEBOARD til sølu fyri 300 kr. 150 kr. stk. 1 Mold Skateboard og 1 Street skateboard. Tlf. 318428 BAÐIRÚMSMØBLAR ÚR FURU 4 undirskáp, 2 undirskáp, spegl v/ljósi, vask og krana til sølu. Prísur 2.000 kr. Tlf. 317502 TIL SØLU - Canon IXUS L-1 APS kamera i læderetui 900 kr. (nypris 2.200 kr). - Nikkon F-65 spejlrefleks 28-80mm og 70-300mm original zoom i taske 3.000 kr. (nypris 6.000 kr.) Tel. 214696 NOKIA 6610 TIL SØLU Litskerm, MMS, Java, polyfoniskar ringitónar, spøl, GPRS, útvarp og mangt annað. Telefonin hevur nýtt cover, virkar perfekt og er uttan simlock. Til sølu fyri einans 2.500,- ring +45 26275314 VINDEYGU 2 vindeygu 120 x 60 ella minni (nýtast ikki at kunna latast upp) ynskjast til keyps. Tlf. 447565 KARATE Vit taka inn nýggjar limir tann 19. mai til og við 9. juni. Møguligt er at melda seg til á tlf. 224721 ella við at møta upp. Vant verður 3 ferðir um vikuna (mán/mik/frí) kl. 19.30- 20.30. Vant verður í Argja Róðrarfelag. Havnar Karate Felag HEY Kann eg vera so heldig, at onkur hevur funnið eina Nokia fartelefon við ymsum litum? T.d. í Kagganum leygarkvøldið 10. mai, so vinarliga ring 256039 SEYMIMASKINA TIL SØLU óútpakkað seymimaskina til sølu vegna feilkeyp. Tlf. 210261 GÁVUKORT til ein Apex ferðaseðil til sølu við avsláttri. Tlf. 312659 VINDEYGU Tvey brúkt vindeygu 138,5 x 107,5 føst við termoglasi, í góðum standi – bíliga til sølu. Tlf. 448310 FØROYA KOLVETNI Partabrøv í Føroya Kolvetni ynskjast til keyps. gasco@mail.com ÍSLAND-FØROYAR Nú eru fá pláss eftir til túrin hjá 12. manni til Reykjavíkar 5.-8. juni. Ring og hoyr meira. www.footballsupporters.fo 12. maður tlf. 213212 FØROYSKAR BROTFLÍSAR Hevur nakar nakrar fáar stórar føroyskar brotflísar at selja mær. Tlf. 217330 ella 317330 MODELFLÚGVARI TIL SØLU við øllum, sær gott út og hevur flogið 2 ferðir. Alt riggar sum tað skal. Prísur 5.500,- Tlf. 226880 STUNT RULLUSKOYTUR merki Bauer str. 42 1/2, hjól stødd 56/88 ABEC 3. Rollerblade trygdarútstýr fylgir við. 1350,- kr. Tlf. 264421 TIL SØLU Junior Golfsett til sølu. Tlf. 229999 MYNDATÓL TIL SØLU 1 1/2 ára gamal Minolta Dynax 505si kassi til sølu fyri 1.800 kr. 1 ára gamalt Minolta 3500 xi blitz til sølu fyri 1.500 kr. 1 ára gomul Tamron 28-300 mm. aspherisk linsa. til sølu fyri 5.000 kr. Samlað til sølu fyri einans 7.500 kr., nýprísur 13.000 kr. Tlf. 260590 UM HÓSKANDI BOÐ er frímerki stemplað 1907 til sølu. Tlf. 255584 TIL SØLU Óbrúkt H-vindeyga frá Vatnsoyra snikkaravirki við kunstigum sprossum – stødd 80 x 120 1500 kr. Tlf. 221369 NOKIA 3310 fartelefon við tekniprogramm og tastaturlás til sølu fyri 600 kr. Tlf. 321176, Páll FERÐ FYRI TVEY við Norrønu til Bergen fram og aftur. Gist í 4 koyggjukamari v/ wc og bað, til sølu við avsláttri. Tlf. 313913 C M Y K 26 Nr. 97 - 23. mai 2003 27 27 HAVNAR BIO P Tlf. 3119 56 P www.bio.fo Stórt úrval av DVD-filmum til sølu KOMANDI FILMUR Frumsýning Fríggjadagin 23.05. kl. 1830 Fríggjadagin 23.05. kl. 2330 Leygardagin 24.05. kl. 1830 Leygardagin 24.05. kl. 2330 Sunnudagin 25.05. kl. 1800 Sunnudagin 25.05. kl. 2300 Fríggjadagin 23.05. kl. 2100 Leygardagin 24.05. kl. 2100 Sunnudagin 25.05. kl. 2030 Fríggjadagin 23.05. kl. 2000 Fríggjadagin 23.05. kl. 2300 Leygardagin 24.05. kl. 2000 Leygardagin 24.05. kl. 2300 Sunnudagin 25.05. kl. 1930 Sunnudagin 25.05. kl. 2215 Frumsýning Mikudagin 28.05. P BIO KIOSKIN P Heitt Pop-Corn - Coca Cola - Góðgæti - Fóm ís - o.m.a. Seinnapartin í dag, fríggja- dagin hin 23. mai, hevur Landssjúkrahúsið fráfar- ingarsamkomu (reseptión) fyri Jógvan Elias Thomas- sen. Og hann er í sjúkra- húshøpi ikki hvør sum helst, síðani hann í samfull 36 ár trúfast og óslitið hev- ur tænt hesum stovni í fleiri kravmiklum álitisstørvum. Jógvan Elias er úr góðum bergi brotin og eitur eftir abba sínum, einum í síni tíð so virknum og framburðs- hugaðum vinnulívsmanni, at honum m.a. varð ognað eitt bind av Føroya Sigling- arsøgu. Mamma Jógvan Elias var av Højgaardsfólkunum, sum í síni tíð brutu upp úr nýggjum í Rituvík. Sjálvur fór Jógvan Elias blaðungur burtur av oynni í framhaldsskúla, sum tá á døgum mundi falla fáum ungfólkum í lut. Heimafturkomin arbeiddi hann árini 1955-57 sum skrivstovumaður í fedranna handils-og útgerðarfyri- tøku. Næstu 2 árini er hann so niðri at nema sær statsgóð- kendan handilskunnleika og haðani beinleiðis til London til framhaldsút- búgving. Árini 1958-60 er hann so aftur til arbeiðis heima í familjufyritøkuni, fyri síð- ani næstu 2 árini at starvast í grannskoðarafyritøku niðri. Sostatt skuldi Jógvan Elias verið væl fyri bæði í ástøði og verki innan fíggj- arviðurskifti og umsiting. Enn einaferð heimaftur- komin, starvaðist hann fyrst í samfull 6 ár sum bókhaldari hjá eini av størstu byggifyritøkunum við stórum anleggsarbeiði kring alt landið. Tíðliga í 1967 fær hann so starv á Landssjúkra- húsinum sum assistentur á lønardeildini. Tað man hava verið dug- ur í honum, tí fá ár seinni er hann royndarsettur yvir- assistentur, og stutt eftir gerst hann innan sítt yrki tænastumaður undir danska Innanríkisráðnum, sum um tað mundi bygdi og fíggjaði eitt nýtt og stórt sinnis- sjúkrahús (Statshospitalið) í Havn. Hann gjørdist leiðari av lønardeildini, sum síðani gjørdist hin sama fyri alt sjúkrahúsvirksemi í Havn. Men tað var meira boð eftir honum. Fyrst gjørdist hann fyribilssettur og virk- andi varasjúkrahúsleiðari, síðani fatsur í tí starvinum og at enda hava í fleiri um- førum verið boð eftir hon- um at virka á ovastu rók sum beinleiðis sjúkrahús- leiðari, tá tað hava verið rembingar í sjúkrahúsfyri- sitingini. Aftaná seinastu bygn- aðarbroytingar í ovastu sjúkrahúsleiðsluni, hevur hann verið leiðari fyri tænastudepilin. Eyðvitað hevur Jógvan Elias við sínum mongu virkisárum í nógvum ábygdarstørvum á landsins størsta, fjøltáttaða arbeiðs- plássi havt ein sera central- an leik, og sum tann trúgvi og støðufasti tænastumað- urin havt ómetaligan týdn- ing fyri skiftandi leiðslur longri uppi í systeminum. Hann var maðurin sum hevði eygað fyri øllum, kendi mannagongdir og visti beskeð, og við sínum gløggskygni og sáttliga atburði man hann ikki sjáldan hava átt lykilin til nógvar torførar støður. Og tí hevur tað so ofta verið litið honum til at taka róðrið í truplum tíðarskeið- um. Sum leiðari hevur hann, umframt sín fakliga førn- ing, havt ein fyrikomandi verumáta, verið beskeðin og gjørt sær ómak at ferðast millum fólkið og lurtað. »Spyr Jógvan Elias« hevur so mangan verið svarað í truplum ivaspurn- ingum. Sum tænastumaður hevur Jógvan Elias verið lýðin og loyalur yvirfyri síni yvir- vøld, og eg ivist ikki í, at hann sum so hevur verið settur at útinna eitt og annað, sum hann helst vildi verið fyri uttan, men ongantíð hevur hann, tættur sum fløskan, latið upp sín munn og beklaðað seg. Og hann lat heldur ikki við seg koma, tá hann einaferð í serliga truplum tíðarskeiði fekk eitt strik ella bæði tvey. Frá meinigum fólkum í húsinum veit eg, at hann í sínum avgerðum hevur ver- ið rættvísur, praktiskur og mildur. Jógvan Elias giftast í 1961 Sonju úr heimbygd- ini, dóttir teirra Dal-Hans (Gásadals) og Honnu úr Lambastovuni í Sørvági. Tey hava alt sítt hjúnalag búð í einum av hasum snotuligu reyðu húsunum í Kardemummubýnum og eiga synirnar Sakaris og Hans. Sakaris er sjúkrahús-por- tørur og var forrestin annar av hasum virðiligu monn- unum, sum herfyri í SVF greiddu frá um at taka hond um deyð fólk. Hans er sjálvstøðugur timburmeistari og sjáldsama knáur at spæla golf. Tað er nústaðni fyri fáum árum síðan, at Jógvan Elias og tey fingu sær bát, og so væl dámar Jógvan Eliasi og Sonju við at flota, at tað man vera ein rár fríløta, at tú ikki sært ta dámligu sjón ella kann hitta tey bæði saman á báti uppi í fjørð- inum. Tað hevur verið mær ein gleði at verið saman við Jógvan Eliasi eitt langt ar- beiðslív og eisini at kenna hesi fólk, sum eru trúføst sum trøllið, eitt sindur privat, og við hesum fátæksligu orðum vilja vit bæði, konan og eg, ynskja tykkum alt gott í framtíðini. EyJo Jógvan Elias Thomassen leggur frá sær á Landssjúkrahúsinum