Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-07-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juli 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI- JAVNAÐUR - BRØDRALAG Bladioik: Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Térfinn Smith Ognarrætturin til tilfeingið MATTLOYSID, sum ræður mill- um manna, kann lættliga gerast ein hóttan mótvegis fólkaræð- inum. Føroyska samfelagið er í eini broytingartíð, men sjálvt tá umfatandi broytingar verða gjørdar, so er almenna orða- skiftið ógvuliga avmarkað og ofta als einki. NEVNDIR verða settar at við- gera og koma við tilmælum til myndugleikarnar. Men sein- astu tíðina hava vit verið bangin fyri, hverja niðurstoðu tær koma til, tí tað tykist sum polit- iski myndugleikin er bundin á hond og fót, og nevndir, sum skuldu verið ein hjálp hjá mynd- ugleikunum, tykjast at hava størri vald, enn gott er. * Hilmar Jan Hansen - — ” VANALIGA buskaparstøda okkara ger eisini sitt til, at vit verda noydd at svølgja flestu krgvum, sum kreditorar seta. Eitt av hesum krovum er, at landsstýrið skal fylgja teimum tilmælum, sum millum onnur Bygnadarnevndin kemur við. Hetta verður stoðan nógv ár framyvir, til vit aftur hava fingið tamarhald á búskapi okkara. MEN aftur til Bygnadarnevnd- ina: Har kundi verið trivid i mangt og hvat av tí, sum stend- ur í frágreiðing teirra. Men her skal bert verða tikid í tað, sum hevur við kvotabytid at gera. FRÁGREIÐINGIN mælir til, at ásett verður eitt TAC ella eitt há- mark fyri, hvussu nógv fiski- menn okkara skulu hava loyvi at veiða í føroyskum sjógki. Alt gott um tað. Minkandi tilfeingi er eisini ein harðlig útpurring um, at nú mugu álvarsom tiltok set- ast í verk. Men loyvda veiðan skal so deilast við kvotum,sum skulu tillutast teimum, sum fáa veiðuloyvi. Skipaeigarin kann so velja, um skip hansara skal fiska kvotuna, ella hann skal selja hana til onnur skip. Hetta er roynt aðrastaðni, og hevur tað havt við sær at reiðarar hava bundið skip síni og livað av at selja kvotur, meðan fiski- maðurin er blivin arbeidsleysur. HETTA verður óivað eisini gongdin hjá okkum, um ikki stig verða tíkin, ið kunnu forða fyri hesum. Tað er eisini heilt burt- urvid at tilluta skipaeigarum kvoturnar, heldur åttu tær at verid tillutadar skipi og mann- ing. Hesir taka so avgerðina í felag, um kvotan skal seljast, og vinningurin eigur so at býtast sambært såttmålabundnu regl- unum millum reidara- og mann- ingafeløgini. BYGNADARNEVNDIN vil eis- ini hava, at kvoturnar skulu hava eitt søguligt utgangsstødi. T.v.s. at støddin skal byggja á, hvussu nógv skipini hava veitt seinnu árini. Henda skipan ger, at yngra ættarliðið ikki fær møguleika at fara undir fiski- skap á egnum kjøli, uttan so at kvotur verða settar av, sum ein- ans kunnu seljast til foroyskar fiskimenn. NÓGV er at tríva í og lítil ivi man vera um, at verður ikki varðliga farið fram, nú tilfeingið skal být- ast, so kann tað fáa álvarsamar avleiðingar og stevnumið okk- ara må alla tíðina verða at koma úr hesi stødu, so tilfeingið aftur kann gerast ogn hjá øllum før- oyingum. Storur ahugi at arbeiða í Grenlandi Søktu eftir fýra monnum,- hálvthundrað eru áhugaðir Arbeiðsávísingin boðaði herfyri frá, at møguleiki var hjá fýra ella fimm umburmonnum at fáa ar- beiði í Grønlandi. Hesum tykist at vera sera stórur áhugi fyri. Ikki færri enn hálvthundrað mans hava vent sær ul Arbeidsåvis- ingina at fáa umsóknar- blað. Tað er ikki Arbeiðs- ávísingin, sum ger av hvor skal hava arbeiði, men ávísir bert hvgrjir eru áhugaðir. Sum skilst er enn ikki avgjørt, hverjir teir fýra ella fimm verða, sum sleppa upp í part hesaferð. Flakakvinnur til Noregs Tad kemur meira enn so fyri, at flakavirkir i Noregi venda sær til Arbeids- åvisingina um at fåa før- oyskar flakakvinnur til Noregs at arbeiða. Ahugin frá føroyskari síðu hevur hinvegin ikki verið serliga stórur, men nú er aftur eitt norskt flakavirki sum roynir at fáa fólk. Hesaferð er tað eitt flakavirki í Bádsfjørðinum í Norðurnoregi sum sekir eftir fýra ella fimm flakakvinnum. Binda tær seg til at arbeiða har í minsta lagi fýra mánaðar fáa tær ferðina yvir goldna, og arbeiða tær har í minsta lagi í áta mánaðar, fáa tær eisini ferðina heimaftur goldna. Íbúðir eru til taks, verður sagt, og tær føroysku flakakvinnurnar kunnu byrja skjótast tilber. Ahugaðar eiga at venda sær ul Arbeiðsávísingini telefon 1.9356. tór.- Stórur áhugi er at sleppa til Grønlands at arbeiða TILBOÐ Á , frá LÁGPRÍSVERKSTAÐNUM Hesa vikuna geva vit MUNANDI AVSLÁTTUR uppá HEILLAKERING RUSTVIÐGERÐ MOTORTEST CARCLEAN Fáið bilin at síggja út sum nýggjan ! Eisini verða allar umvælingar gjørdar fyri landsins lægstu prísir, ið hóska til dagsins samfelag. Vit umvæla øll bilmerki. Eisini leiga vit út persónbilar og minni lastbil. Ringið og vit geva fegin tilboð, ið tygum avgjert ikki fáa aðrastaðni. Lágprísverkstaðið Fa. R. T. Bilar Reynsgøta 15 160 Argir Tlf. 18125 pe ————Á—