Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-07-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. juli 1993síða 8

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Nr. 141 — 28. JULI 1993 Tíðindablaðið CH Eg eri bjartskygd Skuldarsaneringin, møguleikin fyri at keypa fisk at virka, trygdin hjá bankunum og umleggingin av uttanlandslánunum. Hetta gevur okkum eitt nýtt grundarlag at virka á. Tað gevur okkum nýggjar møguleikar. Og tað gevur okkum orsøk til at vera bjartskygd, hóast illa stendur til. Hetta sigur Marita Petersen, sum hósdagin sum fyrsta kvinna nakrantíð skal halda Olavsøkurøduna. Vit hava tosað við hana um støduna, og um hvørjar politiskar ætlanir hon hevur fyri komandi árið Tað er sjálvandi nógv sum er Óvist, og tað er nógv vit ikki vita, men út frá tí kunnleika vit hava í dag, haldi eg meg kunna siga tað við vissu: Nú ber á rætta leið! Hetta svarar Marita Petersen uppá spurningin um hevur nakra vón at bera fólki í 6lavsøku- røduni. - Eg vil sum løgmadur sjålvsagt helst kunna bera fólki okkurt posi- tivt og vónríkt á ólav- søku. Og tað haldi eg eisini eg kann gera í ár, uttan av teirra grund at balla nakað inn, sigur hon. Mynd: Kalmar Rat tað við grundarlag Marita peikar á fleiri grundleggjandi viður- skifti, sum hon heldur geva okkum eitt gott grundarlag til at vera bjartskygd. Fyrst og fremst eru broytingarnar innan vinnulívið, sum hava givið tí eitt nýtt og betri grundarlag: - Tað er ongin ivi um, skuldar- saneringini eru skaptir møguleikar fyri einum ” vinnulivid sum kann bera seg, skapa arbeiðspláss, og kasta pengar av sær, heldur hon. Råvørutrupulleikin, nógv flakavirki hava i dag, vóni eg kann loysast við at vit í stórri mun leggja okkum eftir at keypa útlandskan fisk at virka. Harafturat eru møguleikar hjá okkara egnu skipum bæði við Flemmish Cap og í Barentshavinum. - Og tað at bankarnir nú eru tryggir skapar ein búskaparligan tryggleika, bæði hjá vinnuni og privatfólki. Uttanlands- skuldin umisgd Eisini hjá tí almenna er grundarlagið munandi batna. - Spurningin um undir skotið á fíggjarlógini, sum vit til fyri stuttari tíð síðani ikki vistu hvussu vit skuldu fíggja, hava vit nú loyst. Og avtalan um at danir yvirtaka tey stóru uttanlandslánini, sum Orð: Sjúrður Skaale verður undirskrivað í september, ger, at vit sleppa undan teirri stóru rentubyrðuni. Alt hetta heldur løg- maður gevur okkum møguleikar, sum kunnu føra okkum á rætta leið, um teir verða nýttir rætt. - Ein skal sjálvandi verða varin, og ikki mála veruleikan ljósari fyri fólki, enn hann er. Og víst hava vit framvegis sera stórar trupulleikar at dragast við. Men eg haldi at umrøddu vidurskifti geva okkum eina veruliga orsøk ul at vera bjartskygd. Vit hava møguleikar fyri framm- an. Tað en eg ikki í iva um »Heksajagstranin« er eingin loysn Marita Petersen var ikki politikari í 80'unum. Men hon ilskask ikki inn á teir persónar, sum tá råddu. »Hevodi eg verið við tá, heyði eg ólvað eisini gjørt feilir«, sigur hon Nógv halda tað hava tydning at verandi løg- maður hevur eina >reina< bakgrund, skilt á tann hátt, at hon ikki var við til at taka tær politisku avgerðir í 80'unum, sum vóru við til at føra okkum í 6føri. Hon kom ikki á ting fyrr enn í 1988, og í landsstýrið eftir seinasta val. - Tað er rætt at hetta gevur mær eina ødrvisi bakgrund, sigur hon. Men eg haldi tað vera sera skeivt at fordóma teir politikarar sum tå ráddu, soleiðis sum tað verður gjørt av mongum. Og eg vil avgjørt ikki setast fram við nakrari gloriu, ti eg ikki var við tá. Hevdi eg havt sitið á tingid upp gjøgnum åtatiårini hevði eg uttan tva eisini verið við til at tikið onkra skeiva avgerð. Men er tað ikki týdningarmikið at tey sum tá ráddu verða skift út? Er tað íkki týdningarmikið at »reinsa luftina«? - At politikarar verda skiftir út er altíð tydn- ingarmikið. Bæði fyri sjálvan politikkin sum rikin verdur, og fyri sjåvt grundarlagid demokratiid. Vit polit- ikarar eru jú i eini ser- stødu i samfelagnum, og sita vit ov leingi kann tað lættliga henda, at vit missa røturnar burtur. Men hinvegin eru drúgvar royndir eisini besta grundarlag hjá ein- um politikara. Tað ræður um at finna eina balansu millum hesi bæði. Løgmadur heldur ikki at tann >heksajakt< eftir okkara gomlu politik- arum, sum summi rópa eftir, hevði loyst nakrar trupulleikar. - Hatta er eitt sjónar- mið sum byggir á eina sera einfalda mynd av veruleikanum. Vit kunnu fr