mikudagur 28. juli 1993síða 10
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr 141 — 28. JULI 1993 Tíðindablaðið CI
Manningin á Skálabátinum vandi í Havn seinasta fríggjadag. Á lærbekki stýriborðsmegin, høgru megin situr Jan av Skála, í bakborð, Bernt av Skála Å aftara rúmbekki styri-
borðsmegin situr Dan, sum býr á Skála, men er ættaður úr Seldarfirði. Bakborðsmegin situr Torleif av Oyri. Á fremra rúmbekki situr í styriborð Sam av Oyrabakka og Í bak
borði Annfinn av Selatrað. Á bógbekki situr í stýriborð Jens Jakku sum býr á Skála og í bakborði bróðurin Robert sum býr á Hellunum. Atoftubekki situr í stýriborð Jóhan Me-
dardus av Hellunum og Hegni úr Oyndarfirði
Føroyameistararnir á Skálabátin
Skálabáturin hevur vunnið tað
sum vinnast kann í ár og tað
ruddiliga eisini, nú er bert
æran eftir at kappast um, teir
hava vunnið nóg mikið at
stigum til at gerast føroya
meistarar annað árið á rað.
Men gulldreingirnir úr
Eysturoynni ætla ikki at taka
sær av løttum á Olavsøku
Skálabáturin er einasti
kappróðrarbátur í ár, sum
hevur fult stigatal, nevni-
liga 35 stig aftaná fimm
róðrar, fremsta plássið í
hvørjum róðri gevur sjey
stig og fimm róðrar við 35
stigum merkir, at Skála-
báturin hevur vunnið
hvønn einasta róður í ár.
Vit spurdu ein av mann-
ingini, Hegna Houmann
úr Oyndarfirði, um tað
ikki var tungt at bera, at
øll roknaðu vid, at teir
skulu vinna?
--Tað hevur verið tungt,
men tað hevur eisini ging-
ið sera gott. Vit hava verið
raskir at vant og mann-
ingin hevuir verið hugalig
at mett upp, sigur Høgni
Houmann.
Nú hava tit vunnið tað
sum vinnast kann í ár, er
nakar spenningur eftir til
élavsøku?
--Tað er tað so avgjørt,
sjålvt um vit eru føroya-
meistarar, so er ólavsgku-
steypid eftir at vinna. Vit
hava møguleikan at vinna
Eftir Jústinus Eidesgaard
hetta steyp til ognar í ár.
Vit hava vunnið á tveim-
um teimum seinastu ólav-
søkunum, so her stendur
nógv uppá spæl, sigur
Høgni Houmann.
Myndirnar eru tiknar
seinasta fríggjadag, tá
manningin var við bát-
inum í Havn og kannaði
róðrargkið.
—Vit plaga at vera í havn
ein dag undan Ólavsgku
og telja málið, men vit
róðu ikki málið uppá tíð
fríggjadagin. Vit hava
Myndir: Jens Chr. Vang
um.
Nu er bert 0lav-
søku steynið eftir
eisini nýggjan róðursmann
við og tað er gott fyri
hann at kenna róðrargkið,
sigur Høgni Houmann.
Skålabåturin var føroya-
meistari f fjør og gjørdist
nummar tri í fyrrárið, men
vann á Olavsøku.
--Tað hevur verið sera
stuttligt at róð í ár og vit
hava havt bæði nógv og
trúfast viðhaldafólk, sum
hevur fylgt okkum á
stevnunum, tá er stuttligt
at rógva, sigur Høgni
Houmann.
een