leygardagur 31. juli 1993síða 19
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
<itt ljós á gótu mini
„Og eg seti fjaldskap millum teg og konuna,
millum avkom títt og avkom hennara; tað skal
morla hevur titt, og tú skalt bíta tað í hælin!«
1. Mós. 3,15
Her hoyra vit á fyrsta sinni i bibliuni, at Guð syn
ir miskunn móti syndarum
Í hesi letu standa Adam og Eva frammi fyri
Harranum. Vanlukkan er henda: Ormurin hevur
lokkað tey; nú eru tey gripin í synd og skulu
standa Harranum til svars fyri gerðir sínar
Hvat sigur so Harrin?
Við ormin sigur hann: >Ég seti fjandskap mill
um teg og konuna, millum avkom títt og avkom
hennara! tað skal morla hevur títt, og tú skalt
bíta tað i hælin.«
Her fellir Harrin deyðadómin yvir djevulin og
vald hansara og gevur menniskjum lyfti um
frelsu
Fann dagur kemur, tá ið avkom konunnar, tað
vil siga ein, sum fæddur er av kvinnu inn í manna
| heimin, skal morla høvdid á orminum og oyða
| vald djevulsins
| Líka til hesa løtu heiði tað sæd ut, sum um
djevulin var tann sterkari og hevði vunnið á Guði
ið at lokka menniskju í sin part
Men nú. tá ið hann fær sín dóm av Guðs munni
indirgangur hansara vísur djevulin er á veg
ti tí degi, tá ið hann, sum her verður nevndur
kom konunnar, skal sora vald hansara
Hesin er Jesus, sonur Guðs. Tað er hann, sum
einaferð skuldi morla valdd hjá orminum
Hetta lyfti kostaði Gudi hansara egna son. Ti
gav hann okkum Jesus sum frelsara frá djevul
sins valdi
So nógv tyddi hetta lyftið
Guðs orð sum ein klettur, ið hvussu enn fer
skal bera um fjøllini vikja!
So satt sum tú tryrt, tað sannar tú h
{
Guð aldri sitt lyfti kann svikja'
Sambandið,
sambandið og
sambandið
Sær ella hoyrir tú nakra frágreiðing, fundar-
samtykt, lýsing, tíðindi ella prædiku, so er
tað í sambandi við hetta og í sambandi við
hatta.
Antin vit eru sjálvstýrissinnað ella ikki, so
eru vit við at kvalast í hasum orðaskvaldri-
num um samband her og samband har.
Tær fyrr vanliga brúktu vendingarnar: — í
hesum feri — í tí viðfangi — hoyrast næstan
ikki. Vendingar sum: vísandi til — hesum
viðvíkjandi sambært hesum — í tilknýti
til — o.s.v. eru allar druknadar í hesum køv-
isliga sambandi.
Kveikjandi hevði tað verið, um bleðini í
sambandi við sjónvarpið í sambandi við út-
varpið í sambandi við Fróðskaparsetrið slitu
sambandið við sambandið.
nix - samband
Í morgin giftast í Havn
Sunleyg Eliasen, Fugla-
fjørður og Eyðstein Olsen
av Argjum.
Gudstænastur 8. sunnudag eftir trinitatis:
Havnar kirkja: Bjarni Bæk.
Vesturkirkjan: Høgni Poulsen.
Argir: Sonja Klein.
Haldórsvík: kl. 11.00.
Tjørnuvik: Martin Restorff Jacobsen, kl. 12.00.
Mykines: kl. 12.00.
Gåsadalur: D. Johannesen, kl. 20.00.
Eiði: Emil Olsen, kl. 11.00, altargangur.
Skálabotnur: Jógvan Johansen, kl. 11.00
Glyvrar: Jåkup Kass, kl. 11.00, altargangur.
Oyndarfjørdur: Jógvan Johansen, kl. 12.00.
Klaksvik: Niels Pauli Danielsen, kl. 11.00.
Husum: Henning Bøgesvang, kl. 11.00, altargangur.
Hvannasundi: Eivin Beder, kl. 12.00, altargangur
Øravik: kl. 11.00
F'amjin: kl. 12.15, altargangur
Tvøroyri: J. Bech. kl. 18.00
I Klaksvík gongur talvan fyri Heimamissiónina. I Fåm
jin, Øravik og á Tvøroyn gongur talvan fyri Sjómansmis
SIÓÐINAd.
Meinigheitshúsið í Havn
1. august kl. 18.00: Møu. Innsavnan ul húsið
3. august kl. 20.00: Bíbliutími v/Hilbert Dam um Tit. Í
19. juli fingu Rannvå
Poulsen og Petur Nielsen,
Frodba ein son, hann var
54 cm. langur og vigadi
3220 gr.
22. juli fingu Sigrun og
Simun Sivertsen, Hvan-
nasundi ein son, hann var
53 cm. langur og vigadi
3750 gr.
22. juli fingu Marjun
Lamhauge og Richard
Mortensen, Keypmanna-
havn eina dóttir, hon var
S3cm. long og vigaði 3400
gr.
23. juli fingu Jannie Lid og
Johannus E. Olsen, Tórs-
havn eina dóttur, hon var
S4 cm. long og vigadi 4000
gr.
23. juli fingu Joan Olsen,
Leirvik og Bernt Jacob-
sen, Skála eina dóttur,
hoz var 53 cm. long og
vigaði 3965 gr.
23. juli fingu Sigga og
Jákup Guttesen, Sanda-
vág eina dóttur, hon var
51 cm. long og vigaði 3280
gr.
26. juli fingu Elin og Jens
Wang, Tórshavn eina
dóttur, hon var 53 cm.
long og vigaði 3900 gr.
27. juli fingu Eydna
Davidsen og Allan Christ-
ensen, Tórshavn eina dót-
tur, hon var 50 cm. long og
vigaði 2900 gr.
]
] j
!
lítla barn
27. juli fingu Ingun Djur-
huus og Ragnar Johanne-
sen, Tórshavn einadóttur,
hon var 55cm. long og vig-
aði 4200 gr.
27. juli fingu Lis og Herluf
Olsen, Sørvågur ein son,
hann var 55 cm. langur og
vigaði 4200 gr.
28. juli fingu Hildigunn
Hansen og Frits Dam Jac-
obsen, Tórshavn ein son,
hann var 53 cm. langur og
vigaði 3600 gr.
28. juli fingu Jonna Vágs-
eið og Julian Hansen,
Leirvík ein son, Hann var
52 cm. langur og vigaði
3800 gr.
29. juli fingu Barbara
Petersen og Dávur Jac-
obsen, Tórshavn ein son,
hann var 55 cm. langur og
vigaði 3850 gr.
Áttanda sunnudag
eftir trinitatis
Kollekt. Latum okkum øll biðja.
Harra, vár Guð, himmalsi faðir! Vær tekkum
tær av hjartans grund fyri, at tú hevur latið okk
um fáa at hoyra tín heilaga gleðiboðskap, sum er
ein Guðs kraft til frelsu fyri hvenn tann, sum
trýr. Vær biðjum teg. at tú eisini av náði tíni vilt
halda okkum steðugt harvið og lata okkum
doyggja hari til æviga sælu. Gev okkum nu og al-
tíð rættiligar kristniboðarar, sum trúliga boða orð
títt uttan nakað sálargrand og nakran rangan
lærdóm, og lat teimum vera eitt langt liv lagað
Vend tú harímóti burtur frá okkum allan falskan
lærdóm, og ger tu ráð teirra til einkis, sum tara
svikaliga at við orði tínum og tykjast at vera
meinaleysir seyðir. men eru óðir ulvar, fyri at
kirkja tin má verða varðveitt ovikandi hjá okkum
i hini festu grund orðs tíns og av náði má verða
vard móti ellum falslærarum fyri son tín, Je
Krist, váran harra, sum við tær livir og ræður
einleika heilaga andans, ein sannur Guð um aldur
og ævir allar! Amen
Epistulin skrivar Paulus åpostul til Romver
Ra 12-17. vers
So standa vit tå, brødur, ikki í skuld til holdið
so at vit skuldu liva eftir holdinum. Tí at liva tit
eftir holdinum, tá skulu tit doyggja; men deyða
tit við andanum gerningar likamsins, tá skulu tit
liva. Ti at so mong, sum verða leidd av anda
Guðs, tey eru Guðs børn. Ti at ikki fingu tit træl
dómsanda aftur til ræðslu, men tit fingu sonar
ættaranda, sum vit rópa í: Abba, faðir! Sjálvur
andin vitnar saman við anda okkara, at vit eru
Guðs børn. Men eru vit børn, tá eru vit eisini arv
ingar, og tað Guðs arvingar, og Krists samarving
ar, so framt sum vit líða við honum, til tess at vit
eisini skulu verða dýrmett við honum
Hetta h« tíaga €vange lid skrivar Matteus evang«
listur, 7. kap. 15.-21. vers
Varið tykkum fyri svikaprofetum, ið koma til
tykkara i seyðaklæðum, men eru óðir ulvar innan
Av fruktum teirra skulu tit kenna teir. Man nakar
henta vinber av tornum ella fikur av tistlum? So
leiðis ber hvert gott træ góðar fruktir, men hitt
ringa træið ber ringar fruktir. Eitt gott træ kann
ikki bera ringar fruktir, og ei heldur kann eitt
ringt træ bera góðar fruktir. Hvert tað træ, ið ikki
ber góða frukt, verður høgt av og kastað í eldin.
Ti skulu tit kenna teir av fruktum teirra. Ikki
hver tann, ið sigur til mín: >Harri, harri,« skal
koma inn í himmiríki; men tann, ið ger vilja faðirs
mins, sum er í himlunum.
22. juli
Lítli sonur Helen og Hergeir Hansen í Runavík.
23. juli
Mortan Erling Gaard, ættaður av Tvøroyri, búsit-
andi i Frederikssund, 41 åra gamal.
25. juli
Meinhard Jacobsen, úr Sørvågi, 78 ára gamal.
26. juli
Erling Laksafoss, ttadur úr Klaksvík, búsitandi
í Kege, 72 ára gamal.
Jákup Johannesen, ættaður úr Funningi, 86 ára
gamal.
27. juli
Jerghild Gunnarson, Tórshavn, 62 ára gomul.