týsdagur 3. august 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
*
Lýsir í
SERA stórar rembingar fara í
løtuni fram á altjóða peninga
marknaðinum. Virðið á gjald-
oyrum, sum hava týdning fyri
okkara samfelagsstødu, broytast
og hevur hetta stóra ávirkan á
okkum. Ein dag til tað verra, ein
annan til tað betra. Nú tykist tó
nógv benda á, at talan verður um
broytingar til tað betra og tað við
stórum B.
VIRÐIÐ á týska marknaðinum
bara veksur og tað ger, at vit fáa
meira fyri okkara fisk, og hetta
kemur í evstu stund, tí júst
upsaprísirnir hava verið lækkandi
og eru um at røkka botnmark-
inum. Henda gongdin hevur eis-
ini við sær, at londini vit skulu
kappast við á týska marknað-
inum, tey, ið selja Týsklandi fisk
í dollara, gerast nógv verri fyri.
Og fara vit vestur um hav til
USA, sum einaferð var okkara
høvudsålit er stødan ikki minni
áhugaverd. Har hevur økta doll-
” FRÆLSI- JAVNADUR — BRØDRALAG
Blabioix. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen - — ”
Jústínus Eldtesgaard
Fyritaksstjóri Krisjan Daht
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
.”
Utgevar: P/1 Seslalurin
Uppsetng PA Seslalurin
Prent: Pt Pressan 1981
Bústaður. Argjavegi 28
Tølston: 11820
66. ÅRGANGUR
Postadr . Postsmoga 78
110Térshavn
Tøletax 14720
Argjum
aravirðið aftur gjørt tað áhuga-
vert fyri okkum at selja hesum
stóra marknaði fisk.
HETTA mugu so sanniliga sigast
at vera góð tíðindi í hesum
annars myrku tíðum, har alt
gongur okkum ímóti. Júst hetta
at tað nú eru møguleikar at fáa
prís aftur í USA hevur ómetaliga
stóran týdning fyri okkum. Tí
bert at vera bundin at einum
marknaði, nevniliga EF, er sera
óheppið og ger stóðu okkara
trupla. Tað er altíð betur at hava í
hvussu er tey bein at standa á.
Vit kunnu tí geva stjóranum I
Marr & Co. fullkomiliga rætt, tá
hann sigur, at tað hevur verið ein
ynskidreymur at fáa hol á aftur
USA-marknaðin. Nú er so upp til
okkara útflytarar og sølufélk at
gera eitt gott arbeiði, soleiðis at
vit aftur tryggja okkum eitt pláss
á amerikanska marknaðinum.
TAÐ er greitt, at broytingarnar í
gjaldoyrunum fáa eisini týdning
fyri okkum í aðrar mátar. Gott
nokk veksur okkara samlaða utt-
anlandaskuld, nú markurin
hækkar, men tá rentan so eisini
fer at lækka koma vit at skula
gjalda minni tann vegin, so
samanlagt verður talan um ein
fyrimun fyri samfelagið, tá vit
taka økta virðið á útflutninginum
við.
VIT síggja, hvussu nógv bundin
ikki bert vit, men sjálvt stór lond
eru fyri broytingum á gjaldoyra-
marknaðinum. Tað er tí greitt, at
umrøddu broytingar eru eins týð-
andi ella hava kanska stórri fylgj-
ur fyri okkara búskap enn tær av-
gerðir, sum verða tiknar á løg-
tingi og í landsstýri. Tað er tí
sera umráðandi at fylgja væl við,
hvat hendir, hóast vit sum so ikki
hava nakra ávirkan á broytingar í
gjaldoyrunum. Men vit eiga at
royna at troyta hesar broytingar
til egnan fyrimun so langt tað ber
til, og tí eru hendingarnar í sein-
astuni ein sera stór avbjóðing til
okkara selufólk. Men tær eru so
eisini ein áminning til tey fólk,
sum í hesum døgum skulu fáa
nógv umrøddu saneringinga frå
hondini. Soleingi tað ikki hendir
kann alt gera tað sama. Tí hvílir
sera stór ábyrgd á teimum fólk-
um, ið skulu fáa hesa sanering
upp á pláss.
Tíðindini — tey eru í Tíðindablaðnum Sosialinum
+
GI 1
N LIN Per
€
ku 36» 45 Dior
NEED"
hava í hesum
tilpóð fi fn!
við 24 myndum fyri bert
"SMS FOTO.
-øll við 2 ára ACTIV
VERKSMIÐJU-GARANTI