Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-08-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. august 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fyri tjóri — ” FRÆLSI- JAVYNADUR - BRØDRALAG . Biaðfóik. Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Térfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - * Jåstinus Eidesgaard Bústaður. Argjavegi 28 Teislon: 11820 66. ÁRGANGUR Postadr.- Postsmoga 76 110 Tórshayn Talefaxr- 14720 Argjum Sanering, óvissa og ábyrgd NEYVAN hevur nakað orð verið so nógv havt á munni og skrivað sum orðið SANERING alt hetta seinasta árið. Vit hava sæð tað í bløðunum, vit hava hoyrt tað í unginum og vit hava hoyrt tað endurtikid aftur og aftur í bæði útvarpi og sjónvarpi. So mikið oftani hevur hetta orðið verið frammi, at tað fyri ein stóran part hevur mist bæði skap og innihald. Tað fer bara framvið uttan at tú gevur tær fær um, hvat liggur í tí. Og tað er ikki bert spell, men í veruleikanum rættiliga allarmerandi. JÚST spurningurin um sanering ella ikki sanering er lykil ul okkara framtíð. Í hesum hugtaki liggur svari upp á ein stóran part av verandi kreppu. Øll tosa um veðrið, men eingin kann gera nakað við tað verður tikid ul. Um saneringina kann sigast tað sama, men munurin er bert, at her kann onkur gera nakað við tað. Spurningarnir eru hver, hvar, hvussu og nær. AT eitt landsstýrið varð slitið uppá m.a. spurningin um saneringina sigur heldur ikki so lítið um tydningin av hesum orðinum. Upprunin til alt hetta saneri- ngstosið er kreppan í samfelagnum og serstakliga í fiskivinnuni, har virkini ikki orka at koyra vidari vid verandi skuld. M.a. i kom Figgingargrunnurin og spurningurin um sanering gjørdist ein partur av hansara arbeidsøki. Lands- stýrismaðurin í fiskivinnumålum var millum teir fyrstu at sláa nevan í borðið og "krevja" av føroysku og donsku figgingarstovnunum, at teir saneraðu - tvs. stríkaðu - ein part av stóru skuldini hjá fiskiidnadinum, soleiðis at virkini kundu koma f gongd aftur å sunnari grundarlag. Síðani hava aðrir tikið undir við hesum tanka og arbeitt hevur verið við eini saneringsætlan. Síðani er aftur tað hent, at sterk mótsteða hevur tikið seg upp ímóti somu sanering, hetta av óttanum fyri, at bert nøkur útvald virki sluppu at halda fram og av óttanum fyri, at hesi virki skuldu vera í einum móðurfelag og at hetta fór at hava monopolstødu vid sær. VIT eru nú farin inn í august mánað og enn rgkist einki fyri umrøddu sanering. Virki og fíggingarstovnar, sum ikki vildu vera við í saneringini, eitt nú Kósavirkið hava valt eina aðra loysn, og har tykist tað at mæla runt, hóast vit ikki við vissu vita hetta. Hevði útviklingurin sloppið at fylgt teimum vanligu reglunum, so vóru mong virki farin á tvang og høvdu so skula ta longu leiðina og hevði útlitið fyri at fáa tey í gongd aftur í bræði. tá verið vånaligt. M.a. ú varð mett, at ein skjót og effektiv sanering fór at vera tann loysnin, ið skjótast fekk hjólini aftur at mæla og harvið eisini tann loysnin, sum minkaði um trýstið á Arbeiðsloysisskipanina. NÚ er so stovnað eitt móðurfelag fyri virkini, sum eru ætlað at vera við í san- eringini, men enn lokomotivid Føroya Fiskatilvirking ikki farið í gongd. Hetta lokomotiv, soleiðis sum stjórin målbar seg í Sosialinum herfyri, sum skuldi | toga føroyska fiskin niður gjøgnum Europa. Spurningurin, sum mong ti seta sær í dag, er tann, um ein vanlig tving- suissøla av virkjunum ikki hevdi verid eins góð ella nógv frægari enn henda "hálva" loysnin, sum summi halda saneringina vera. Spurt verður um tað ikki hevði verið nógv best fyri ser- stakliga føroyska samfelagið, at alt bara fór rúkandi á heysin og so mátti tað taka ta tíð, sum er neyðug til tess at fáa virkini selt á tvingsulssølu. Tá kundi ein so byrja heilt av nýggjum, meðan staðan nú kann tykjast at vera ein "lappaloysn". Hetta er tann kritikkur, sum vit hoyra í hesum døgum, nú bíðað verður eftir saneringini. BÍÐAÐ hevur verið óneyðuga leingi verður sagt, og tí áttu at verið gingið nátúrliga vegin, sum tá eitt virki, ein fyritðka, ikki klárar seg longur. Víst verður eisini á, at ein orsøkin til, at tvíhildið verður um saneringsloysina er tann, at bankar og figgjarstovnar missa minst við ú loysnini - og varð so eisini mett, at landið skuldi missa minst á tann háu, ú tå komu virkini skótast í gongd aftur. Men enn rgkist einki fyri eini loysn, soleiðis sum tað sær út í skrivandi løtu. Vit bíða og bíða. EINAFERÐ varð spurt, hvat hevði hent, um landið lat bankarnar fara. Nú kundi verið spurt, hvat hevði hent, um virkini fóru á heysin. Hvussu hevði hetta ávirkað samfelagið og hverja åvirkan hava vit í heila tikid á eina slíka stóðu, tá hugsað verður um, at tað nøkur útlendsk figgingarfeløg, sum í veru leikanum hava buktina og báðar endar og tiskil avgera, hvat skal henda og nær. Ella hvussu stóra ávirkan hava okkara egnu bankar havt á hesa gongd - ella er tað í heila tíkið rætt at tosa um okkara bankar longur. Er tað í veruleikanum so, at valdið og allur avgerðarrætturin í veruleikanum liggur í Danmark - hjá teimum, sum eiga og stýra teimum figgingarstovnum, sum eiga flestu pengarnar í føroyska vinnulívinum - og at tað sum hendir - við teirra vilja - er ein seigpíning av føroyska vinnulívinum - av føroyingum øllum! Sverre M idjord, tingmadur skrivar: Jarðarráðið og grisa- TI garðurin í Froðba Tað má sigast, at tað er ein meira enn løgin stóða, sum Føroya Jarðaráð hevur til grísagarðin í Froðba. Stjórin sigur í Sjónvarp- inum, at teir onga trygd hava fyri, um teir játta meira lán, at grísagarðurin kann klára seg. Tað hevði verið áhuga- vert at fingið at vita, um sama stóða hevur verið tikin til allar teir garðar og annars tað, sum Jarðaráðið hevur latið stuðul og lán til. Hava øll hesi últek givið yvirskot? Tað er eingin loyna, at teir, sum umsita almenna jørð, fáa allan tann stuðul og hjálp, sum teir kunnu brúka, og ikki tykist tað at vísa seg aftur, tá ið skatta- uppgerðin verður innsend. Tá vísur fyri tað mesta alt undirskot. Tað skuldi líka verið, tá ið jørð skal seljast til tað almenna, til vegir og tílíkt, ella til grundstykkir, tá hevur jørðin bráddliga stórt virði. Tað hevur eisini víst seg, at teir, sum eiga ognarjørd, hava torført við at fáa nakað av almennari jørð, um teir skuldu havt brúk fyri slíkum. Viðvíkjandi grísa- garðinum í Froðbaer tað so, at hann hevur brúk fyri at fáa umlagt síni lán, og at fáa so lagalig lán sum jarðar- brúkið fær. Tey, sum hava grísagarðin, hava bygt hann upp og eiga at fáa tann stuð- ul, sum er neyðugur. Hetta brúkið kann við nakað av almennari hjálp dútbyggj- ast soleiðis, at tey nøkta tað, sum verður brúkt av svína- kjøu í Føroyum, og so skal leggjast til, at tann sokall- aða salmonella-sjúkan ikki finst á grísagarðinum í Froðba. Tað at stjórin í Jarðaráð- num sigur, at tað er eingin vandi, um tey, sum hava bygt garðin upp, leggja frá sær, so hevur Jarðaráðið fólk at seta inn at passa garðin. Er tað veruliga so galið, at tey, sum løgtngid hevur valt at umsita vegna løg- tingið, bara sita og hyggja at, og gera soleiðis, sum her kemur fram, um so er, so er nakað álvarsliga galið, og so eigur og skal ein umskip- an av Jarðaráðnum fara fram. Tað má vera uppgávan, at tey, sum hava bygt hetta virkið upp, halda áfram og fáa ta hjálp, sum tey hava brúk fyri, tí tað, at vit sjálvi framleiða grisakjøud í Før- oyum, er ul gagns fyri landsbuskapin Tey, sum við tógvið strid, hava víst á, at hetta letur seg gera, skula ikki nú avtoftast, Er eingin tryggleiki sambært stjóran, at hetta fer at bera seg við eini umfíggjan, so er eingin tryggleiki fyri, at tað í heila tíkið hevur nakran møgu- leika, um fólk frá Jarðaráð- num verða sett inn at rækta Og annars gera tað, sum tey, ið umsitið hava grísagarðin hava gjørt og lagt stødid tii. Um tað er so, at Jarða- ráðið meira hyggur eftir, hver tað er, heldur enn hvat men halda áfram arbeiði sum er lagt í tiltakið, soeiga viðurskiftini vidvik- jandi Jarðaráðnum at kann- ast, ti tað er løgtingid, sum hevur ábyrgdina. Nú grísagarðurin er av- toftaður, vildi eg fegin fyngið at vita, hver ið hevur ábyrgd av hesi skarnsgerð. Sverre Midjord